Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-07-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN HB—VB, 4—0 (3—0): Spæl til eitt mål — Nærum HB vann tryggan stórsigur á VB og kundi sig- urin, um framherjurnar høvdu verið hepnari, verið væl stórri Ein skuldi ikki trúð at tað vóru somu liðini, ið vikuna frammanundan høvdu leikt ein javnan, spennandi steypadyst, id hittust á ovara velli í Gundadali sunnudagin. HB byrjaði við stórum trýstið á VB-verjuna og beinanvegin sást stórur leikligur munur á liðun- um. Tað tóktist eins og VB-leikararnir hevdu ilt at fóta sær, meðan bólt- urin veruliga »rulladi« hjá HB. Álopini móti VB-mál- inum vóru fleiri fyrstu min. og skilliga sást at ikki fór at ganga long tíð áðrenn HB tryggjaði sær okkurt málið, um VB ikki tók sær annað skinn um bak. Og so varð. Í 7. min. varð Helgi Olsen leysur í hegru síðu av brotsteig- inum og settið hann bóltin í netið fram við Mortani Joensen í VB-málinum, ið, fyrstu min. av dystinum virkaði heldur ótryggur, men sum bardist manni- liga í seinna hálvleiki tá álopini skolaðu -móti máli hansara. HB gavst tó ikki sjálvt um teir vóru komnir á odda. VB byrjaði leik aftur, men HB vann bóltin og so var nýtt álop fingið í lag og bert tveir min. seinni fær Bjarni Jacob- sen bóltin inni í VB-brots- teiginum og skotið hann í netið til 2—0. VB fekk nú tamarhald á sterri verjuleik- inum, men ringt var at fáa verulig vandamikil álop í lag, so Kristoffur Hansen í HB-málinum slapp sjáld- an at vísa kynstur sítt í hesum dystinum. Ein bíðaði nú eftur um VB — eins og í steypa- dystinum tá teir eisini vóru aftanfyri við tveim- um málum móti ongum og tó komu á javnleik — kundi menna seg aftur og fáa góðan leik — ið teir jú veruliga kunnu leika — í lag, men so var ikki. Ístaðin var tað HB, ið helt fram við ágangandi leikinum og gav hetta úr- slit í 23. mín. tá Suni Jacobsen, aftaná horna- spark úr vinstru síðu, skjeyt gott langskot í netið til 3—0, ið eisini varð hálvleikssteðan. Fyrsta hálva tíman av dystinum leikti HB sera gott og VB fekk nærum mikki eitt bein til jerð- ina«,men tá fyrri hálv- leikur var um at enda tók- tist tað tó sum um teir vórðu snýttir fyri eitt upp- lagt brotsspark. Bjørn Krogh, ið trekti igjøgnum í hegru síðu i brotsteiginum, varð — á sjálvum málteiginum — feldur. Dómari bríkslaði beinanvegin. Ongin ivað- ist i at hann fór at døma brotsspark, men hann demdi ístaðin fríspark. HB-leikararnir gjerdu tættan manngarð, ið ikki sást op í, men Bjern Krogh, ið sjálvur skjeyt frísparkið, snaraði bóltin yvir verjugarðin og inn móti málinum, men har stóð Kristoffur og loftaði hann bóltinum. Í seinna hálvleiki høvdu HB-framherjarnar nógvar góðar málmeguleikar, men ikki var eydnan við teimum. Hóast álop aftaná álop skolaði móti VB-málinum einu letuna í seinna hálvleiki eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið fyrrenn eitt min. undan leikloki. Bjarni Jacobsen fekk, aftaná fleiri miseydnaðar HB-royndir, avlevering úr høgru síðu, og himpraðist Bjarni, ið var staddur á sjálvum brotsteiginum, eitt vet til vinstru fyri miðjuna, ikki, men skjeyt hann beinanvegin gott skot móti málinum, og endaði bólturin í fjarara síðunetinum til endaligu steðuna — 4—0 sigur til HB. Annars hevði VB tryggja sær sterri lut í leikinum í seinna hálv- leiki, men tað eydnaðist teimum tó bert at skipa fyri tveimum/trimum veruligum álopum, ið kanska kundu givið mál. Sjálvt um teir vunnu sær meira spæl á miðvellinum, so gekk ikki tá komið varð oman móti HB-brotsteig- inum. Tá bilaði stórliga tann fóturin, ið kundi fáa bóltin avgerandi teinin um málstrikuna, og fekst tí einki burturúr. Í veruleikanum kann VB — kanska — vera heppi um, at sigurin hjá HB ikki gjerdist sterri. Um HB-framherjarnar — serliga Kári Nielsen — høvdu verið bert eitt lítið hepnari við royndum teirra í seinna hálvleiki, kundi sigurin verið enn sterri — ja, kanska dupult so stórur. jk Omøguligt at gera støðurnar upp: Eingi leikbann — men heldur ongar støður - Orsaka av, at stór nøgd av dómaraseðlunum enn ikki er komin til FSF, er Gmøguligt hjá teimum at gera stødurnar upp í ymsu deild- unum — og av somu orsøk ber heldur íkki til at geva leikarum leikbann, ið annars áttu hetta Tað gongst framvegis sera striltið hjá Fótbólts- sambandi Feroya at fáa dómaraséðlarnar = inn. Higartil í ár eru leiktir umleið 580 dystir, men enn væntar FSF umleið 200 úrslit frá hesum dyst- um orsaka av at dóm- ararnir ikki hava sent Fót- bóltssambandinum dóm- araseðlarnar beint aftaná loknan dyst og teir eiga at gera. Hetta ger, at kapp- ingarnevndin fær ikki gjørt støduna upp í teimum yngru deildunum og í fjórðu deild, har flestu úrslitini vænta. Men tað eru eisini aðrir trupulleikar, ið hava tikið seg upp í samband við gáloysni dómaranna. Sambært grein 19 í kappingarreglunum fyri fótbólt skal dómari, ið hevur givið leikara, ið onkursvegna hevur brotið lógirnar -ella borið seg ósemliga at, ávarðing ella rikið hann av velli, skriv- liga — í fyrsta lagi á bak- síðuna á dómaraseðlinum — boðað kappingarnevnd FSF's frá hesum, og kann FSF so nokta slíkum leik- ara at luttaka í kapping ásetta tíð. Men tá dómaraseðlarnir ikki verða innsendir sam- bandinum ber heldur ikki til at siga hverjir leikarar hava fingið gul ella reyð kort, og ber tí ikki til at seta megulig leikbann í verk. Ilt er at siga hver or- sekin til hetta gáloysni hjá dómarunum er. Neyvan er tað lenin fyri at døma dystirnar, ið bagir, tí feroysku dómararnir eru millum best lentu í norðanlondum. T. d. fær ein dómari í 1. deild 300 kr. fyri ein dyst ella umleið 200 kr. um tíman. Torfert er at vita hví dómararnir ikki senda seðlarnar til FSF, men hetta fær ein at hugsa um, at tað er kanska ikki heilt uttan orsek, at klagurnar til FSF um dómararnar og avrik teirra eru voksnar við fleiri hundrað prosent- um hetta hálva kappingar- árið, ið er farið, í mun til tvey/trý tey seinastu kappingarárini. Almannastovan, Suðuroyar deild, Tvøroyri er stongd 27. juli tii 23. august 1981, báðir dagar íroknaðir. Í hesum tíðarskeiði er avgreiðslan á Almannastovuni í Tórshavn, telefon 15480. Almannastovan Almannastovan Almannastovan, Suðuroyar deild, Tvøroyri, er stongd 27. juli til 23. august 1981, bådir dagar iroknadir. Í hesum tíðarskeiði er avgreidslan á Almannastovuni í Tórshavn, telefon 15480. Almannastovan