leygardagur 25. juli 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Á
skótaferð í Svoríki
30 gulir skótar skulu luttaka í legu í Norra Smáland
Í einum vekrum náttúru-
umhvervi við vatn og
skóg skulu 30 feroyskir
skótar í næstum búleikast
saman við svenskum skót-
um.
Týskveldið fóru 30 fer-
oyskir gentu- og dreingja-
skótar úr Klaksvík og
Havn til Sveríkis. Í Sver-
íki skulu teir fyrst búgva
hjá skótum í Svedala
Scout Kár, sum vitjaðu
her í 1979.
Eftir einari viku í Sve-
dalen gongur leiðin til
Norre Småland, har før-
oysku skótarnir skulu
luttaka í eini legu við
vatnið Rysken.
Talan er ikki um nakra
stóra legu, men afturímóti
verður virksemið nógv og
umhvervið hevur nógvar
meguleikar.
Og hesir eru fremm-
andir og spennandi hjá
teimum føroysku skót-
unum, sum m.a. fara at
luttaka í heiktúrum í kano
og skulu gista á berajólum
á smáoyggjum á vatnin-
um. Eisini fara teir at
luttaka á heiktúrum í
skóg, sum teir heldur ikki
eru vanir við.
Tað er Svedala Scout
Kár, sum hevur bjóðað
SSB til Sveríkis. Tá hetta
skótaliðið vitjaði her fyri
tveimum árum síðani,
ferðaðust nakrir SSB-
skótar nakað saman við
teimum. Túrurin í Sveríki
kostar 2000 fyri hvenn.
Skótarnir koma aftur 11.
august.
Væleydnaður túrur
í Suður-slesvig
Annars eru 12 gulir skótar
úr Havn og av Tveroyri
fyri stuttum afturkomnir
av eini spennandi og minn-
isríkari ferð í Suður-sles-
vig, har skótarnir luttóku
á eini legu við 500 lutt-
akarum í Tydal.
Skótarnir i Suður-
slesvig eru partur av
týsku skótunum undir
heitinum Dansk Spejder-
korps. Hesir, eins og alt
fólkið har um vegir, duga
danskt og eru ógvuliga
danskt sinnaðir.
Úr Tydal, sum er eitt
stórt leguøki sum skót-
arnir eiga, vórðu fleiri út-
ferðir gjørdar. M. a. til
Hedeby, Dannevirke og
Flensburg. Serliga áhuga-
verdur var túrurin til
Hedeby, sum var stersti
býurin í Norðurlondum í
900-eld. Við Hedeby eru
funnar fleiri fornleivdir
enn alla aðra staðni í
Skandinavia.
Umframt at luttaka á
sjálvari leguni gistu skót-
arnir eisini privat hjá
skótafamiljum í Slesvig.
Ferðin kostaði 1800 kr.
Brennistødin í Eysturoy til alment kjak:
Omakaleyst at fylgja
ráðunum hjá orkuráðnum
— segði Tormóður Dahl á fundi mikukveldið um ætlaðu brennistødina við Toftavatn.
Hann vísti í innleggi sínum á, at í orkuráðnum er eingin serkønur innan orkusparing og
setti tí teimum fólkavaldu spurningin um hesa tvørrandi kompetancuna! Somuleiðis
vísti hann á, at ein limur í orkuráðnum samstundis er eigari av tí fyritøku, sum er tekn-
iskur ráðgevi fyri brennistødina, og sostatt fær vinning av tí, sum sami alment mælir til
>Tað slagið av brennisteð,
sum ætlanin er at byggja við
Toftavatn, verður ikki bygt í
nekrum eðrum landi í dag,
uttan so at stødin skal nøkta
renovatiónstervin í einum
býi við umleið 90.000 íbúgv-
um«
Hetta var nakað av ti, sum
kom fram á einum fundi á
Hotel Hafnia seinasta miku-
kveld, sum ein áhugabólkur
úr Eysturoynni skipaði fyri
fyri innbodnum. Áhugabólk-
urin er hart ímóti, at ein
brennisteð verður legd við
Toftavatn, og gjerdi bólkurin
tí av á fundinum at seta eina
nevnd, sum skal fáa málið um
brennisteð í Eysturoynni út
til alment kjak — áðrenn
komið verður so langt
at bygging av eini brennistød
kann byrja. Hetta verður
eftir ætlanini ikki fyrr enn
einaferð í vetur
Formaðurin í nývaldu
nevndini er Adolf Hansen,
legtingsmaður
A fundinum vóru umboð
fyri Verkfreðingafelagið, har
var Tórmóður Dahl, ídnaðar-
ráðgevi, og har vóru eisini
onnur fólk til staðar
Í sínum innleggi á fund-
inum vísti Tórmóður Dahl á,
at tað er skeivt at byggja
eina so dýra brennisteð til so
fáar íbúgvar, og eisini skeivt
at leggja hana har, har fólk á
staðnum ikki ynskja hana
Tormóður Dahl segði víð-
ari:
Verður ikki sunna skil
fólksins at vakna beinan-
vegin, so verður helst í næst-
um farið undir at byggja eina
landsbrennisteð fyri 30—35
mill. kr. nærhendis Tofta-
vatni (Heganes). Henda —
eftir okkara viðurskiftum —
risabrennisteð, skal byggjast
so stór, at hver einasti feroy-
ingur „uttan ómak<
(sambært álitið“ skal sleppa
av við alt burturkast.
Setta orkuráðið er av tí
áskoðan, at henda risasteð er
besta loysnin, og okkara
fólkavaldu í kommununum
og í legtinginum hava fylgt
tilmæli ráðsins. — Tað er jú
so ómakaleyst at fylgja
ráðum teirra »serkønu«. Ti-
verri er tað tó so, at eingin —
ikki ein einasti — av teimum,
ið sita í orkuráðnum hava
nakra sum helst serútbúgv-
ing ella veruligar royndir
innan orkuspurningar (so
dugnaligir teir annars helst
eru).
Hin fyrsti spurningurin til
okkara fólkavaldu ljóðar tí:
Eru tit greiðir yvir hesa terv-
andi kompetanse orkuráðs-
ins?
Hin næsti spurningurin
snýr seg um moral — siðalag
— og ljóðar: Meta tit tað vera
semiligt og í lagi, at limur í
orkuráðnum samstundis er
eigari av tí firma, ið er tekn-
iskur ráðgevi fyri brennistød-
ina — t. v. s. at ein av limum
ráðsins fær persónligan vinn-
ing av tí, sum sami limur
alment mælir til verður
framt ?
Hin triðji spurningurin
snýr seg um umhvervið og
demokrati og ljóðar: Tá vit
nú vita, at meginparturin av
íbúgvunum á Toftum og
kanska eisini í Rúnavík eru
so hart ímóti, at steðin (um
hon nú verður bygd) verður
løgd á tað avbæra vakra ekið
Heganes við Toftavatn. —
Hví so ganga ímóti fólksins
vilja? Kostnaðurin verður hin
sami og tit missa ikki andlit
vid at leggja staðina nær-
hendis Fossdali, so
bygdafólki hevur
tverturímóti
sum
kravt
Tvey sleg av brenni-
steðum
Eg havi áður alment greitt
SOSIALURIN
Seminar um út- |
jadara-øki —
i Føroyum
Landsfeløgini fyri ungmannafeløgini i
Norðurlondum skipar fyri
Í degunum 10. til 16.
august skipa landsfel-
egini fyri ungmannafel-
egini í Norðurlondum
fyri einum seminari í
Føroyum undir heitin-
um >Nordisk udkant
seminar«.
Evnið á seminarinum
verður um øll útjaðara-
økini í Norðurlondum
og um viðurskiftini hjá
teimum etnisku minori-
tetunum, fólka-minni-
lutunum.
Tey feroysku felog-
ini, sum hava fingið
skriv um seminarið,
eru Feroya Skótasam-
band, Ungmanna-
felagið Skansastova,
KFUK, Ungmannafel-
agið Samband og
Sosialistiskt Ung-
mannafelag.
Innbjóðingin er
komin frá DUF —
Dansk Ungdoms
Fællesrád — sum í
brævinum sigur, at tað
hevur ikki havt sam-
band við feroyskar
organisatiónir = síðan
1978.
Seminarið verður
skipað við fyrilestrum
og bólkaarbeiði. Fyri-
lestrarhaldararnir eru
úr flest ellum lond-
unum og eru bæði poli-
tikkarar og fakfólk.
Fyrilestrarnir = eru:
Udkantsomráder i Nor-
den — tager vi hensyn
nok til dem i det nor-
diske samarbejde. Fin-
des der en nordisk
frá, hverja eg meti vera rætt-
astu og biligastu renovati-
ónsloysnina - nevniliga
kompostering. Men eg eri
sum kunnugt bert ein feroy-
ingur við nærum ongum út-
lendskum blóði, og tá telur jú
tað ein sigur bert lítið og lætt
minoritetspolitik. Øko-
nomisk industriel ud-
vikling — en trussel
mod etniske mindretal.
Generel introduktion
til Færøernes situa-
tion. Nordiske utkants-
områder — og deres af-
hængighes af havet.
Ålandsøernes plaser-
ing i det nordiske sam-
arbejde. Grønlands
hjemmestyre — en vej
til selvstændighed.
Nordisk undefor
Noden (um ungmanna-
arbeidi i Sudurslesvig).
Harafturat = verður
bólkaarbeiði við evn-
unum:
— Hvordan sikrer vi
nordiske udkantsom-
ráders harmoniske ud-
vikling. — Hvordan
kan vi arbejde for de
etniske minoriteter i
Noden får bedre mulig-
heder. — Kan Nordisk
Råd være en hjælp for
alle nordiske befolknin-
ger. — Integration eller
suverænitet i Norden.
Í skránni fyri semi-
narið stendur eisini, at
hvert landsfelagið
hevur hevið at senda
seks luttakarar. Teirra
millum skulu í minsta
lagi tveir umboða út-
jaðaragki. Umframt
hesar seks hava Fer-
oyar, Áland og Gren-
land hevið at senda
tríggjar luttakarar til
seminarið, sum skal
haldast á sjómans-
heiminum.
millum manna, ið ráða á borg-
um. So latið komposterings
loysnina fara, og latið seguna
dema í málinum, tá tann tíð
kemur. Harafturímóti skal eg
royna heilt stutt at greiða frá
Framhald å síðu 18