leygardagur 25. juli 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DN
SOSIALURIN
Vent í holuni í Mikladali:
Kommunan keypir
Bygdaráðið í Mikladali
ætlar at keypa eina treð
og stykkja hana út. Mett
verður, at átta 550 m* stór
grundstykki
fáast
burturúr geðri, sum er
einar 5000 m? til støddar.
Treðin liggur 200 metrar
sunnanfyri bygdina og
bygdaráðið ivast ikki í, at
ørd til sethús
hon fæst til keyps.
Tveir triðingar av treðni
er ogn og ein triðingur
kongs. Á hagastevnu í
Mikladali seinasta leygar-
dag samtyktu teir eigarar,
sum mettu, einmælt at
selja. Samráðingar hava
ikki enn verið við Jarða-
ráðið um keypið av kongs-
jørdini.
Bygdaráðið roknar vid
at fáa treðna fyri 65.000
kr., ella 13 kr. fyri m*.
Mikladalur er farin at
vaksa aftur, nú bergholini
eru liðug. Seks nýggj set-
hús eru antin í gerð ella
fara í gerð í næstu framtíð.
Eitt sethús bleiv bygt fyri
fáum árum síðani og var
tað fyrsta nýggja húsið í
bygdini í 40 år.
Nógvir turistar
Arbeitt verdur nu vid at
gera vegin millum berg-
holsmunnan og bygdina
lidnan. Koyrandi er
millum > Mikladals og
Husar. I hvussu so er
tveir bilar eru keyptir til
Mikladals. Teir standa i
Klaksvik og bida til veg-
urin er asfalteradur.
Nógv ferðafólk hava
verið við tjaldi í summar,
einamest sviar. Húsið,
sum Dansk Vandrelaug
hevur í Mikladali, hevur
eisini verið dúgliga vitjað.
Teir hava ikki gjert
nógv av at fara eftir lunda
í summar. Onkur hevur
verið tveir dagar. Annan
dagin fingu teir 550
lundar.
Síða 5
Diskoklubbarnir
á bygd eisini
steðgaðir
Tað eru ikki einans
diskotekklubbarnir í
Havn, sum nú ert i
vanda eftir avgerðina
hjá Tórshavnar býráð
månakvøldid. Avgerð
in kemur at raka allar
diskotekklubbar í land-
inum. Fútin sigur, at
mugu vera
um alt
landið
skjótt, hann fær áhei
anina frá býráðnur
Havn, verður steða
tikin til, hvussu fram
skal farast í málinum
lvaleyst verða disko-
tekklubbarnir spurðir,
um teir ynskja at sekja
um loyvi at hava al
mennan dans. Og tá
sjálvandi undir
teimum treytum, sum
eru galdandi viðvíkj-
andi stuttleikaskatti,
halgidagslóg og helis-
viðurskiftum.
Fútin sigur, at leg-
reglan fær nógvar
klagur um, at dansurin
varar ov leingi út á
náttina og, at nógvur
gangur er í sambandi
við hann. Tað er tí ikki
annað enn rímiligt at
fáa skipað dansiviður
skiftini soleiðis, at tað
bert verður almennur
dansur
Eftir, hvat skiltist av
býráðsfundinum mána-
kveldið, so hevur leg-
reglan ikki rættiliga
hættað sær at gjert
nakað við hesi viður
skifti. Men nú skuldi
ligið betur fyri
henni, eftir at býráðið
hevur heitt á hana um
at gera nakað
Nýggj arbeiðspláss:
keramikkverkstød
Menningargrunnurin fingið drúgva frågreiding um kera-
mikk, støðuna í dag og framtidarmøguleikar
Alt bendir å, at eisini i
Føroyum verður arbeiðs-
loysi. Tí má eitt handverk,
ein teknikkur, sum, í
hvussu so er fyri ein part,
kann brúka feroyska
ráveru, sjálvsagt hava
serligan áhuga.
Hetta sigur Frans W.
Serensen í eini frágreið-
ing, hann hevur gjert um
framtíðarmeguleikarnar
hjá keramikkframleiðsluni
í Feroyum. Frágreiðingin
er gjørd fyri Menningar-
grunnin, partvíst eftir
áheitan frá Íðnaðarstov-
uni.
Frans W. Serensen er
keramikari og arbeiðir á
keramikkvirkinum í
Hvalba. Hann sær stórar
meguleikar í framleiðslu
av leirverum her á landi.
Bæði sum handverk og
íðnað. Vit kunna framleiða
t. d. kannur, vasar, lamp-
ur, borðiskar, flísar, eld-
fast tilfar til skorsteinar
og í. Í, tigulsteinar,
kakkul og leir til fólka-
skúlarnar og kveldskúl-
arnar at brúka í keramikk-
undirvísingini.
Ætlan
Men tað letur seg ikki
gera eftir einum degi at
fáa slíka framleiðslu í lag.
Tað tilfar, sum finst í Fer-
oyum og, sum kann brúk-
ast sum leir, er soleiðis
háttað, at tað krevur eina
ávísa góðsking fyrst.
Frans W. Serensen
sigur, at tað krevur bæði
tíð, pening og vitan at
uppbyggja eitt handverk,
har bert góðskingin av rá-
veruni er so tidarkrevj-
andi. Og tá hetta er nýtt,
krevur tað eisini gransk-
ing: framleiðslu og savnan
av nýggjari vitan.
Tað hava í Feroyum ikki
verið nóg nógv fólk nóg
leingi til, at eitt yvirlit er
gjert yvir royndirnar
higartil og framtíðar-
meguleikarnar, sigur
Frans W. Sørensen. Tí
heitir hann á Menningar-
grunnin um at góðtaka, at
ein ætlan verður gjerd.
Uttan eina slíka ætlan fer
tað neyvan at bera til hjá
tí alment stuðlaða privata
initiativinum, metir hann.
Og sjálvur hevur hann eitt
uppskot til ætlan.
Fyrst, sigur hann, skal
verksstaðið í Hvalba virka
betur.
>Ég havi fyrr skotið
upp, at Menningargrunn-
urin yvirtekur verkstaðið
fyri síðani at leiga tað út
fyri eina so lága leigu, at
tað ikki hevur hall. Sam-
stundis skal fara fram eitt
ávíst granskingararbeiði.
Hetta skal vera treytað
av, at ein frágreiðing verð-
ur skrivað, soleiðis, at
landið og aðrir keramik-
arar fáa gagn av teimum
royndum, sum verða
gjørdar«, skrivar Frans
W. Serensen í frágreiðing
síni til Menningargrunnin.
Utbúgving
Víðari verður í frágreið-
ingini mælt til, at Lista-
og handverkaskúlin á
Sandi verður útbygdur við
einari keramikkdeild av
somu stedd sum nú-
verandi textildeildin. So-
leiðis sum steðan er hjá
verkstaðnum í Hvalba,
kann neyvan blíva talan
um at útbúgva nakran
har.
»Fyriuttan at skapa
eina nýggja feroyska
útbúgving, kann hetta
skapa góðar meguleikar
fyri gransking av teimum
keramisku meguleikunum
í feroysku ráveruni. Í
fyrstani samtidis við
undirvísingini, seinni sum
ein partur av henni,
stendur í frágreiðingini.
Verður keramikkdeildin
veruleiki, hava vit um
3—4 ár fólk, sum sjálvi
kunna seta á stovn verk-
steð og undirvísa í skúl-
unum. Samstundis er
fingið greiða á, um áhugi
og tekniskir meguleikar
eru fyri at fáa í lag onnur
sleg av keramiskum virk-
semi.
Tá granskingarnar á
skúlanum hava víst, um
leirið og tuffið kunna
brúkast sum steinkers-
ella leirkersdeiggj, kann
framleiðsla av hesum vera
í Hvalba ella í sambandi
við Lista- og handverka-
skúlan.
Nú skuldi eisini verið
meguleiki fyri íðnaðar-
framleiðslu til feroyska
marknaðin.
Frans W. Serensen
sigur seg tó ikki hava so
stóran kunnleika til íðnað-
in og tí hevur hann sett
hann seinast í ætlanini.
Men, sum hann endar frá-
greiðing sína, tað er iva-
leyst at tríva í longu nú og
tá tað er gjørt, vita vit
nógv meira um, hvussu
vit skula fara í holt við
íðnaðin.
Nevnd kannar
tervin
Martin Djurhuus, skrivari
hjá Menningargrunn-
inum, upplýsir, at tann 22.
apríl í ár setti Landsskúla-
fyrisitingin eina nevnd at
kanna tervin á einum
lista- og handverka
skúla í Feroyum.
Vasi gjørdur í Hvalba. Framleiðslan á verkstaðnum fylgir
ikki við eftirspurninginum. Tá havt verður í huga, at
framleiðslan kann gerast nógv betri, bæði hvat viðvíkur
útliti og styrkleika og, at verkstaðið ikki hevur troytt
allar møguleikar, so skuldi tað verið marknaðargrundar
lag fyri eini útbygging. sigur Frans W. Sørensen.
Hann vísir eisini á, at tað finst ein stórur »lokalpatriot
iskur« marknaður, sterk tollverja og vaksandi tal av
ferðafólki
Henda nevndin skal
m. a. taka steðu til, hverj-
ar lærugreinar skúlin skal
hava.
— Tað er einki at ivast í,
at ein keramikklinja
verður við í einum slíkum
skúla, sigur Martin Djur-
huus.
— Eg havi hoyrt, at
menn å Tvøroyri og i
Sandvik hava i hyggju at
fara undir framleiðslu av
flísum o. tl. úr feroyska
leirinum. Royndir hava
víst, at blandað vid basalt-
mjeli fáa vit 1. floks
bygningssteinar, flísar o
a. úr leirinum. Men hetta
krevur aftur, at vit mugu
vita t. d. á hvenn hátt
okkara leir tekur við litum
og, hvussu tey ymisku
slegini av royðugróti hava
roynst til glasur.
Her hevur Frans W.
Serensen gjert eitt stórt
kanningararbeiði, sum nú
er til skjals hjá Menning-
argrunninum, sigur
Martin Djurhuus og
leggur dent å, at grunn-
urin altíð er til reiðar at
veita fólki, sum koma við
einum skilagóðum hug-
skoti, hjálp