Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Fyrilestrar í boði Dr. Gertrud Gúnther, ið hevur vitjað í Fer- oyum fyrr, verður her aftur 16.—26. august. Dr. Gúnther er i Noregi kend sum fyri- lestrarhaldari. Hon hevur hildið nógvar fyrilestrar í skúlum og ungdómsklubbum um kenslulívið hjá ungfólki, harvið eisini fyribyrgjandi evni. Eisini hevur dr Gunther hildið fyri- lestrar um yogafim- leik fyri sclerose-sjuk- lingar Tey seinastu årini hevur hon hildið fyri- lestrar vid heitinum „Seinasta hjálp til doyggjandi«. Um åhugi er, vil dr Gunther fegin halda fyrilestrar her heima um hesi evni. Tad kann ringjast til Liffu Gregoriussen, Tlf. 1165 ella Sonju á Argjaboða tlf. um dagin 14895 tif. um kveldið 13871. … — Vildu forda utlendingum at misbruka skipanina — Hetta er ivaleyst orsøkin til greinina um tær 6 vikurn- ar í lógini um dagpening, sigur ein av teimum, sum gjørdu lógina. Sama tulk- ing, sum Fiskimannafelagið hevur. Landsstýrið væntaði, at ivamál fóru at stinga seg upp Tað er lítið at ivast í, at lógargreinin um tær 6 vik- urnar er komin við fyri at forða fyri, at fólk, sum ikki er heimahoyrandi í Fer- oyum, kemur handavegin og misbrúkar dagpeninga- skipanina. Hetta sigur ein av teim- um, sum vóru við til at gera lógina um dag- peningaskipanina í Feroy- um, Jákup Lindenskov, fyrrverandi landsstýris- maður í almannamálum. Vit hava spurt hann, hvat tey, sum smíðaðu lógina, hevdu í huga við teimum 6 vikunum. Tað hevur nevniliga víst seg, at lógargreinin kann tulk- ast á tvinnanda hátt í $ 2. Retten til dagpenge er betinget af, at den berettigede opholder sig pá Færeerne og ved uarbejdsdygtighedens indtræden har op- holdt sig i mindst 6 uger på Færøerne. For- hyring med færøsk skib sidestilles med op- hold på Færøerne. hvussu so er. Almanna- stovan, sum umsitir dag- peningaskipanina, vil ikki lata einum feroyskum fiskimanni dagpening. Fiskimaðurin var við norskum skipi, men kom heim at halda jól. Hann skuldi av stað aftur eftir nýggjár við sama skipi. Men hetta bleiv av ongum, tí meðan hann var heima, breyt hann beinið og gjerdist sostatt óar- beiðsferur. Hann átti tí at havt rætt til dagpening. Men hann fekk ikki eitt oyra. Ti hann hevði ikki verið heima í 6 vikur, tá óhappið hendi. Fiski- mannafelagið hinvegin tulkar lógargreinina á ein annan hátt: hon er ætlað útlendingum, sum koma hendavegin. Og eftir tí at døma, sum Jákup Linden- skov sigur, er nógv sum bendir á, at tey, sum gjørdu lógina, hevdu somu hugsan sum Fiski- mannafelagid sum hesa greinina. Væntaðu trupul- leikar Men, leggur Jákup Lin- denskov dent á, tá lógar- uppskotið var til við- gerðar í legtinginum, gjørdi landsstýrið vart við, at tað fóru at koma trupulleikar í samband við umsitingina av lógini. Ymiskt, sum lógarsmið- irnir ikki rættiliga høvdu dugað at sæð fyrifram, fór at stinga seg upp so við og við. Og málið viðvíkjandi óhepna fiskimanninum og teimum 6 vikunum er júst eitt dømi um hetta. — Hevdu hendan og meguliga aðrar greinar í lógaruppskotinum ikki fingist greiðari, um upp- skotið bleiv sent viðkom- andi fakfelegum til um- mælis, áðrenn tað bleiv lagt fyri tingið? — Sjálvur skjeyt eg upp, at tað bleiv sent út til felogini. Men tað fekk ikki undirtøku i landsstyrin- um, sigur Jåkup Linden- skov. Studentaskulin i Eysturoy Viðmerkingar til grein i Sosialinum 1.8.1981 vid víkjandi uppskoti frá Lassa Klein um studenta- skúlan í Eysturoy. Í yvirskriftini til grein- ina verður sagt, at upp- skotið frá Lassa, um at fáa lagt „deild av Føroya Stu- dentaskula og HF-skeiði i Runavik frå august 1981 at rokna, ikki fekk undir- tøku. Hetta meti eg ikki at vera heilt beint Á fundinum i. Lands- skúlaráðnum 30.7.1981 metti undirritaði, ið er til- í ráðnum, fyri Lassa Klein takslimur Eitt av málunum á skránni var omanfyri nevnda uppskot. Hetta varð sett fram 14. juli, við tað at ráðsfundur var vantandi eina av fyrstu degunum Tá fundurin fyrst varð hildin 30. juli, bert 14 dagar áðrenn skúlaárið tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. byrjað, var grundarlagið fyri uppskotinum burtur, tí at fara í holt við at fyri- reika eina deild við so stuttari tíðarfreist, kundi neyvan lata seg gera. Undirritaði tosaði eisini við Landsskúlastjóran beint áðrenn fundin, og bað hann taka málið av skránni, við tað at liðið var so langt út, men segði hann, hetta ikki lata seg gera. Tá uppskotið síðan kom fyri á fundinum, var ongin viðger sum so av hesum máli, men bert ein ásann- an, eisini av undirritaða, at tíðin varð liðin frá hesum meguleika. Við at lesa yvirskriftina og partar av greinini í Sosialinum kann ein fáa tað fatan, at undirritaði ikki er samdur við Lassa í studentaskúlamálinum. Hetta er ikki so; eg taki fult út undir við honum í hesum máli. Uppskotið um deild koma fram fyrstu ferð 25. juni 1981, beint eftir at Feroya Landsstýri hevði tikið hjálparleysu stødu sína, nevniliga at ongin heimild var. Hevði Lands- skúlaráðið tá samráðst um at fingið eina deild settaá stovn, kundi hetta verið meguligt, eisini hvat tíðs- rúmd viðvíkur. Hans J. Lamhauge A — — —— Á ——————— „Framhald av síðu 3 . Orsøkin til hesa støduna er hon, at eftir galdandi låg hevur bert mamman foreldramyndugleika til ” barn ella børn, tå samlívið hevur verið leyst«. Påpin hevur ongan lóg- ligan rætt til barn sítt ella bert til at.vera saman við %i, um »pappirsleyst« sam- lív er hildið uppat. »pappirs- I viåmerkingunum verður skilað til, at upp- skotið javnsetir ikki „pappírsleyst hjunarlag« við vanligt, men skal geva pápanum nekur rættindi. Tí -sambært uppskot- inum skal foreldramyn- dugleikin framvegis liggja hjá mammuni, men upp- skotið ger tað meguligt við dómi, at pápin kann fáa foreldramyndug- leikan, um tað verður hildið fremjandi fyri barn- ið. Td. um mamman verður hildin ikki at vera fer fyri at hava barn sítt. Pápin kann sambært uppskotinum fáa foreldra- myndugleikan, um mamman ætlar at adop- tera barnið. Somuleiðis kann pápin fáa foreldra- myndugleika, um mamman doyr, áðrenn barnið er myndugt, og hildið verður at hetta er til frama fyri barnið. Uppskotið varð lagt fyri tingið eftir ólavseku, men tað kom ikki til viðgerðar, tí tingformaðurin sendi tingið heim. Tað kemur tí til 1. viðgerð 31. august. Føroya Hagtíðindi : Útlit til minni prisvøkstur Útlit er til, at meðalprís- veksturin frá 1980 til 81 verður minni enn árið frammanundan, verður sagt í seinastu hag- tíðindum frá Hagdeild- ini. Annars hevur prísurin verið steðugt vaksandi tey seinastu árini. T. d. var medalprisvøksturin frá 1976 til 1977 5 pst., meðan hann frá 1979 til 1980 var heili 18 pst. Hagdeildin roknar við, at prisvøksturin frá í fjør til í ár verður 16 pst. Taka vit tann árliga prísveksturin frá árinum fyri í prístalinum fyri árini 1977 til 80 sæst, at olja og ravmagn ikki oll árini er hækkað mest, sum vanlig áskoðan helst er. Frá 1976 til 1977 var prísveksturin á olju og ravmagni bert 4,2 pst. og árið eftir 3 pst., men so tók veksturin dik á seg og var frá 1978 il 1979 19 pst. og frá 1979 til 1980 var hann heili 51 pst. Matverur og býli hækkað javnt nógv Ein bólkur, sum er hækkaður lutfalsliga nógv frá einum ári til annað er »byli«. Frá 1976 til 1977 var vekst- urin 10,1 pst., meðan hann tey fylgjandi árini lá um 7-8 pst. Fyri so at koma heilt upp í 22,1 pst. í fjør. Matverurnar eru eisini hækkaðar nógv seinastu árini. Frá bert at hækka í prísi 3—5 pst. frá 1976 til 1978, hækkaði prís- veksturin upp í 9,5 pst. í 1979, meðan prisvøkst- urin á matverum var heili 18,2 pst. frá 1979 til 1980. Onkur vil kanska halda, at prísveksturin á klædnaverum hevur verið stórur, men tað hevur sambært talvun- um hjá Hagdeildini ikki verið. Hann hevur hesi árini ligið úr 5—6 upp í 8,7 pst. Í fjør var hann 6,6 pst. Ein fjórði verubólkur „aðrar vørur« er hækk- aður stødugt seinastu fimm árini. Ur 3,5 pst. frå 1976 til 12,4 pst. frå 79 til 80. Oljupristalid gjør- di rættulig løp frá 1979 til 80 og legdi seg ovast Taka vit pristalid fyri nakrar utvaldar verubólkar, roknad sum meðal fyri hvert árið og 1980 er sett til 100, so sæst at prístelini eru hækkað steðugt tey seinastu árini. Tó mest frá 1979 til 1980, tá hækkingin var 17 stig. Bólkurin, sum hækkaði nógv mest, var olja og ravmagn. Hesin bólkur- in hækkaði við knapp- liga 40 stigum. Fara vit fimm ár aftur, var prístalið fyri olju og ravmagn útvið 60, meðan verubólkarnir matvørur var 77, klæd- naverur 78, býli 70 og aðrar verur 75 og tilsam- ans var prístalið 73. Tey fylgjandi árini liggur olja og ravmagn framvegis niðan fyri hinar bólkarnar í nøku- lunda sama lutfallið. T.d. í 1978 var prístalið fyri matverur 83, klædna- vérur 91, býli 83 og aðrar verur 81. Men í fjør liggur prístalið fyri olju og ravmagn uppi á 115, meðan matverur er 107,6, klædnaverur 102, býli 110,7, meðan aðrar verur hava prístalið 103,3 og tilsamans 107,1. Av hesum sæst, at olju- og ravmagnspris- irnir eru teir, sum hava gjørt so nógv tað størsta lopið frá 1979 til 1980. Hvussu verður hetta seinasta árið hevur Hag- tíðindi ongar metingar um, men við tí vekstri, sum hevur verið á orku- prísunum, verður lopið helst ikki minni.