leygardagur 8. august 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Formaðurin hjá sjúkrasystrunum:
Næstan ótrúligt,
men vit hava stríðst
— Tá eg sjálv skal
siga tað, so haldi eg
tað vera ótrúligt, at
vit hava fingið hesa
skipanina við ar-
beiðsloysisstuðli.
Men vit hava so
sanniliga stríðst
fyri hesum.
Soleiðis sigur formaðurin í
Dansk Sygeplejerád Fer-
oya deild, Selvá Paturs-
son, meðan hon setir seg
til rættis aftan fyri skriv-
araborðið í teimum
nýggju hugnaligu og rúm-
ligu felagshelunum við
Svalbardsvegin.
Mikudagin kundi Sosi-
alurin fortelja lesarum sín-
um, at sjúkrasystrarnar —
sum tann fyrsti lentakara-
bólkurin í Feroyum —
hevði fingið ein arbeiðs-
loysisgrunn.
— Men hvussu virkar
grunnurin og hver kann
fáa stuðul undir megu-
ligum arbeidsloysi?
— Fyrst og fremst
krevst, at viðkomandi
sjúkrasystur er limur í fel-
agnum hjá okkum, at hon
hevur verið limur í kolle-
giala grunninum, sum ar-
beiðsloysisgrunnurin kall-
ast, í eitt ár. Og fyri at
kunna gerast limur í
grunninum krevst at
sjúkrasysturin hevur
arbeiði meira enn 15 tímar
um vikuna. Og tá skulu
tær vera limir.
Skulu melda seg inn
áðrenn 14 dagar
— Kunnu nýútbúnar sjúk-
Felagið hjá sjúkrasystrunum hevur fingið nýggj felagshøli. Sølvå Patursson og Helga
rasystrar, sum kanska
ikki fáa arbeiði, fáa ar-
beiðsloysisdagpening ?
— Tær kunnu fáa dag-
pening, treytað av at tær
hava meldað seg inn í
grunnin áðrenn 14 dagar
eftir lokna útbúgving. Og
so fáa tær stuðul, tå ein
mánaði er fráliðin. Men,
um tær ikki melda seg inn
í grunnin áðrenn hesar 14
dagarnar, hava tær ikki
rætt til stuðul, fyrrenn
eitt ár er gingið, og tá
krevst eisini, at tær skulu
hava arbeitt í 26 vikur.
Í lærutíðini eru næm-
ingarnir limir í felagnum,
men ikki í grunninum.
Limaskapur í felagnum
ferir ikki beinleiðis til
limaskap í kollegiala
grunninum, men sekjast
skal um limaskap.
— Eru tað næmingar,
sum ikki fáa arbeiði ?
— Um allar tær, sum
vóru lidnar í vár, hevdu
sekt arbeiði í Feroyum,
hevdu nakrar ikki fingið
arbeiði. Sjey sterv vóru
leys at sekja tá, meðan
fimtan vóru lidnar.
Eingin arbeiðs-
leys í letuni
— Er nakað arbeiðsloysi
millum sjúkrasystrar?
— Eingin gongur ar-
beiðsleys. Nøkur størv eru
leys at sekja. Men hinveg-
in eru tað nógvar, sum
ikki hava fast arbeiði.
Hesar eru til taks og ar-
beiða sum avloysarar av
og á. Hesar kunnu sjálv-
andi ikki fáa nakran ar-
beiðsloysisstuðul.
— Allar, sum arbeiða,
eiga at vera limir í fel-
agnum og í grunninum.
Men tær, sum arbeiða
færri enn fimtan tímar um
vikuna, kunnu ikki vera
limir í kolegiala grunn-
inum.
Stuðulin 90 pst.
— Hvussu stórt er lima-
gjaldið?
— Allar aktivar skulu
gjalda 91 kr. í limagjaldi
um mánaðin til Dansk
Sygeplejerád. Passivir
limir gjalda 125 kr. um
árið, men sambært okkara
lóg hava tær ikki rætt at
arbeiða sum sjúkra-
systrar.
— Harafturat kemur so
gjaldið til grunnin, soleið-
is at tær sum arbeiða
millum 15 og 30 tímar
gjalda 73,75 kr. og eru
partvíst arbeiðsloysis-
tryggjaðar, meðan tær
sum arbeiða yvir 30 tímar
gjalda 96,50 kr. um mán-
aðin og eru fult tryggj-
aðar.
— Er stuðulin full len?
— Nei, 90 pst. av fullari
løn.
— Hvussu nógvir limir
eru í føroysku deildini av
sjúkrasystraráðnum?
— Limatalid er 495. Av
teimum eru knappliga 150
annadhvørt passivar ella
pensioneradar, meðan
næmingatalið liggur um
60. Talið av teimum ak-
tivu og sum eru limir í
grunninum er 260.
— Verða limir strikaðir,
tá teir skylda t. d. lima-
gjald?
— Ja, tað verða tær eftir
bert fáum mánaðum, men
R. Jacobsen hefta limablaðið, Vøka, saman. Umframt skrivstovurúmið fevna hølini
um formanskontór, stórt fundarhøli, skjalagoymslu og køk. Umframt formannin
starvast ein skrivstovukvinna fullan dag og ein í 10 tímar um vikuna
+ 7
3
— Hetta er ikki nakad, vit bert hava fingid. Vit hava sanniliga stridst vid at fåa hesa ar
beidsloysisskipanina, sigur Sølvå Patursson um arbeidsloysisgrunnin, sum Dansk
Sygeplejeråd hevur stovnað fyri Føroyar og Grønland. Grunnurin hevur gildið frå 1. juli
i år, men sjúkrasystrarnar hava goldið í hann í eitt ár. Trupulleiki tók seg upp við limun-
um hjá sjúkrasystraráðnum í Føroyum og Grønlandi, tå arbeiðsloysisgrunnurin hjá
sjúkrasystrunum skuldi ríkisgóðkennast, ti Føroyar og Grønland koma ikki undir
donsku arbeiðsloysislógina
sjúkrasystrarnar = kunnu
takast uppaftur sum limir
við at gjalda tað sum tær
skylda.
Eisini arbeiðs-
ávísing
Skrivstovan hjá sjúkra-
systrum er nú ikki bert ein
fakfelagsskrivstova sum
soleiðis, men er somuleiðis
arbeiðsávísing hjá sjúkra-
systrunum.
Arbeidsuppgåvan er økt
munandi og Sølvå sigur,
at tað er ein rúgva av ting-
um og lógargreinum, hon
er noydd at seta seg inn í,
nú skrivstovan eisini skal
virka sum arbeiðsávísing
og arbeiðsloysisskriv-
stova.
— Um tú nú fært ar-
beidssøkjandi og tað eru
sjúkrasystrar í festum
starvi, men sum ikki eru
limir í felagnum — v.e.o.
óorganiseraðar — hvat
gera tit í einum slíkum
føri?
— Kemur ein sjúkra-
systur til mín og vil hava
dagpening, er tað fyrst og
fremst mín uppgáva at
royna at skaffa henni
starv. Hetta má gerast í
samstarvi við fyristeðu-
kvinnurnar á sjúkrahús-
unum og á ellisheimunum.
Um einki starv finst, og
limurin annars lúkar
treytirnar, fær viðkom-
andi arbeiðsloysisdagpen-
ing.
— Um eg komi við eini
arbeiðsleysari, og tað eru
óorganiseraðar í arbeiði,ja
so má eg bara fara avstað
aftur við tí sjúkrasystrj-
ini, sum er organiserað,
meðan tann óorganiseraða
kann halda fram at
arbeiða fyri ta len og tær
umsteður, sum felag
okkara hevur samráðst
seg fram til.
Úrslitið verður, at vit
— restin av sjúkrasystr-
unum — vísa okkara soli-
daritet og gjalda til ar-
beiðsloysisgrunnin, med-
an tær, sum meguliga
upptaka stervini hjá teim-
um arbeiðsleysu, einki
gjalda. Hetta kann lata
seg gera, tí vit hava ikki
ein eksklusiv-sáttmála.
Tað er tí ógvuliga umráð-
andi at sjúkrasystrarnar
hava organisatiónsviður-
skiftini í lagi og standa
saman, um tað skuldi hent
seg, at tær gjerdust ar-
beiðsleysar, endar Selvá
Patursson samreðuna við
Sosialin.
Uppskot frá javnadarflokkinum:
»Pappirsleysir« pápar
skulu eisini hava
foreldrarætt
Sum er hevur bert mamman foreldrarættin, um »pappirsleyst-
hjunalag« heldur uppat. Ødrvisi er tá fólk skiljast. Javnaðar-
flokkurin mælir til at seta lóg í gildi, sum sigur at pápar eisini
kunnu fáa foreldrarættin
Påpar at børnum, sum eru
fedd uttan fyri hjúnarlag,
men sum ikki búgva
saman longur, skulu eisini
hava rætt at vera saman
við børnum sínum eins og
í einum fráskildum hjún-
arlagi.
Hetta miðar eitt upp-
skot, javnaðarflokkurin
hevur lagt fyri legtingið, í
móti. Talan er um at seta í
gildi nakrar ríkislógir,
sum hava verið galdandi
frá 1969.
Í viðmerkingunum til
uppskotið sigur Jákup
Lindenskov fyri javnaðar-
flokkin, at tað órímuligt,
at rætturin til bern uttan
fyri hjúnarlag ikki er hin
sami fyri foreldur, sum
hava livað saman, men
sum so eru farin frá hverj-
um eðrum, og foreldur
sum eru fráskild.
Framhald á síðu 4