Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 SOSIALURIN spstalurin telf. 147 20. 1 1820 | box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: p/f sosialurin Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Vina og kenninga- politikkur SUM VIT HAVA sæð í blødunum var Ferða- mannaheimið Fráhald lýst til sølu. Nú hevur so Føroya Arbeiðarafelag keypt húsini, sum felagið vil nýta til teirra ógvuliga fjøltåttada felagsarbeidi. Føroya Arbeidarafelag hevur húsagt undir sera trongum umstødum, og gevur hesin nýggi karmur felagnum nógv betri umstødur at húsast og virka í framtíð- ini. Hetta var eitt gott og neyðugt tiltak. MEN TAÐ VÓRU eisini onnur sum vóru sinnað at keypa. Millum teirra hevur lands- stýrið eisini verið upp á tal. Orsøkin til áhuga landsstýrisins fyri húsunum var, at teir hava tikið dreingjakostdeildina í Hoydølum til skúlastovur, og hava tí onnur høli til kostdeild fyri neyðini. Um hetta skal einki sigast um. Men um orsøkina til at landsstýrið Kortini ikki var sinnað til keyp síggja vit í Dimma- lætting hósdagin. Vit loyva okkum at sitera: Orsøkin til at landsstýrið ikki var sinnað bein- anvegin at keypa heimið, var tí at nakrir priv- atmenn vóru sinnaðir at keypa tað og síðan leiga tað til landsstýrið til næmingaíbúðir. Hetta metti landsstýrið at vera tann frægasta loysnin, av tí at tá var tað onkur, ið kundi hava uppsýn cg eftirlit við heiminum. MUNDU TAÐ VERA vinir og kenningar sum landsstýrið í nøkur ár framyvir skuldi figgja keypið fyri? Var tað ikki Sambandsflokkurin sum undan valinum var so íðin at skriva so nógv um vina- og kenningapolitikk ? ? ? Ella er hetta tað sum Sambandsflokkurin meinar við privata initiðtivið? Tað man ivaleyst vera gott við privata initiativinum tá tað almenna skal gjalda. ELLA HVAT SIGA FÓLK til seinasta brotið í sitatið okkara úr Dimmu -...>frægasta loysn- in, at tí at tá var tað onkur, ið kundi hava uppsýn og eftirlit við heiminåm«. Álvaratos, Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í skula- málum: Hvussu hava tit ætlað at stýra ollum landinum tå tit ikki megna at stýra tveimum ella trimum húsum? Tað var so nakað í ti, tá løgmaður segði, at hann ikki dugdi at gjøgn- umskoða problemini, men at tað var so galið, høvdu vit ikki roknað við. TAÐ VAR TÍ GOTT at hetta heim kom í góðar h . hjá Føroya Arbeiðarafelag. Hetta fe r helst at duga pånan etur. Ar- , beidarafelagid hevði eisini dugað at stýrt landinum betur ella núverandi: landsstýriða Arbeiðarafelagið hevði ikki sitiå hendur í favn í Tinganesi og bíða eftir at onkur kom við alternativinum. Sammetingar Satt at siga, so hevði eg sett meg væl til rættis í stovuni 6lavsøkudag at taka í móti løgmansrøduni aftan á tingsetuna.f Nú er tað rættuliga van- ligt at nýta myndir bæði í orð og talu. Í hesum viðfangi fari eg at attla um, at løgmadur okkara P. E. er eins og ein skipari. Tí hesar oyggjar verða so oftani mettar at vera eins og eitt skip ella (skúta). Hendan hugsan greip meg um hjartað. Og læt eg meg føra aftur til tað tíðina, tá ein sat við lugarsborðið og mestsum væntaði onkran koma av dekkinum at fáa sær, kanska ein heitan munn. Helst tá vandaveður var við stormi og brotasjógvi. Hesar sjómannsins um- steður kunnu flokkast sundur í: Bakkvedur og heilt vånaligt vedur, og eisini ódnarveður. Hann í hettar alt hevur roynt, kann meta um, hvat tað hevur at siga, at koma við tí góða orðinum og bjertum vónum í rættu letuni. Í huganum sá eg koma niður gjøgnum leytaran. Og var tad ongin verri madur enn sjålvur skiparin. Tå id allir menn sita spentir og bíða og biða til, at hettar ódnarveðrið má fara at gevast. Vanliga hava og hevdu allir menn eina serliga virðing fyri skiparanum. Tá var altíð spurt, hvussu og hvat útlit var fyri bata. Allir skilamenn kunnu meta um, hvat ávirkan orð kunnu hava. Mundu tað veri skilagott av skiparanum at siga: Alt sær illa út omandeks, heldur verri enn fyri løtu síðan, við staksjógvum, sum kunnu sláa hettar lasafar til pinnabrenni. Hinvegin, góði log- maður! Røda tygara tóktist mær so depur og drep- andi, at eg finni ikki rey rettu orðini. Lat meg læra løgmann og aðrar. Tað má vera loyvt í viss- um forum ikki at siga tann fulla sannleikan, tí hann kann bróta fólkasálina í smildur. Og hvat er eitt fólk við ongari lívsvón. Skal Tyril vera einasta vónin fyri framhaldandi lívi á hesum klettum. Tá Gud náði okkum feroying- ar. Hettar er ikki ætla sum nkru polittisk revsing av æraða løgmanni. Heldur um tað kundi vakt okkurt í honum, sum kundi uppalt bjartskygni. Eg legði bandi á við einari aðrari løgmansrødu, tá logmaður var liðugur. Tað skal sigast, her og nú, at har var munur á reðum. Bjartskyggin, ágrýtin, vónríkur og lívsfrískur. Tað er hettar og a. m. sum kann og skal halda einum fólki uppi. At enda lat meg undir- byggja hettar eg havi borið saman við. Eg kom á tal við ein vin- mann seinrapartin ólav- sekudag. Prátið datt á log- mansreðuna. Tá fer hann at siga mær frá, hvat hann hevði hoyrt tveir gamlar sjómenn tosa um. Tað var í deyðsiglara- tíðini og skipið kom í ódn- arveður. Helst var onki kókað til matna, tí meira enn so at tað hendi, at grýtan fór ikki útá. Jú, nú kemur skiparin í lugari. Hann hevur fyri munni, at hettar verður ringur endi. Hettar klára vit ikki leingi afturat. Ja, bart út sagt vit koma at ganga burtur. Ta helt ein rættur sjó- maður fyri, at hann í hvussu so var vildi ikki doyggja svangur. Tað gjørdi hann heldur ikki, tí teimum var lív laga. Eg veit navni á hesum sjógarpa ið tordi at siga einum so lítið tonkj- andi skipara ímóti. Lat hann liggja í síni gren. Men á Sandoynni er hon. Friður yvir honum. Mítt ynski og ben skal vera, at vit føroyingar ikki koma at doyggja svangir. Takk fyri upptøkuna. Vágur t. 2. august 1981 Hentzar Joensen Klagusongurin Tá tingið varð sett ólav- sekudag helt leiðarin fyri tí borgarliga alternativinum sína fyrstu ólavsekureðu. Sjálvur segði legmaður at 6lavsøkurødan i ár var heldur styttri enn reðurnar vanliga hava verið hesi seinastu árini. Men eftir okkara tykki var hetta ikki tað versta brekið. Vit loyva okkum heldur at fegnast um, at legmansreðan ikki var longri, tí hatta var nógv meira enn nóg mikið úr hasi skuffuni. Legmansreðan var ein endurteka av tí klagusongi sum sitandi legmaður hevur sungið síðani hann tók við 5. januar. Legmað- ur hevur sett sær fyri at geva teimum, ið undan sótu ábyrgdina og skuldina fyri alt tað ringa. Og hetta var eisini tann svarti tráðurin í ólavsekureðu hansara. Legmaður boðaði frå, at sitandi landsstýri hevur ætlanir um at hækka toll og onnur gjeld, fyri á tann hátt at beta um tað vána- ligu fíggjarsteðuna hjá landskassanum. Eisini skuldi sparast á at kalla øllum ekjum. Og sjálvandi hevdu teir, ið undan sótu, alla skuldina av ti vånaligu figgjarstøduni. Tað var annars lítið nytt i Olavsøkurødu løgmans. Hann segði frå, at vit skulu hava samtíðarskatt frá 1. januar 1983, men gloymdi sjálvandi í hesum feri at siga, at tað var undanfarna landsstýri, ið tók stig til tær fyrireikingar, sum sit- andi landsstýri arbeiðir víðari við. Á vinnuøkinum var veiða av svartkjafti og matfram- leiðsla burtur úrhesum fiski tann einasti glottin. Men eisini her gloymdi legmaður at siga, at tað var undan- farna landsstýri, ið tók stig til og nýtti heilan hóp av peningni til tær kanningar, sum eru gjerdar við avbera góðum úrslitum. Lítið varð sagt um al- mannamál. Bert fýra reglur. Men í fylgisskjel- unum til legmansreðuna eru áhugaverdir upplýs- ingar um hetta eki. Har framgongur at undanfarna landsstýrið frá 1978 sam- ráddist við almannaráðið um at hækka pensiónirnar og at broyta forsorg- arlógina og at úrslitið lá greitt í november 1980. Skulu vit geva 6lavsøkurødu løgmans eina yvirskrift so verður tað klagusongur løgmans. Hon var merkt av svartskygni og uppgávulyndi. Nekur javnaðarfólk Takk Jákup Suni Tað var vælgerandi at hoyra; at býráðið í Havn: av álvara er farið undir at rudda upp í dansiviður- skiftunum, sum nú hava valdað alt ov mong ár. Ein dansipolitikkur sum by- ráðið ikki bara kann til- skriva politimyndugleik- unum. Uppskotið hjá Jákup Suna býráðs- limi, um ikki bara at hava eittans dansiheli í Havn, Jacobsen, eigur ikki at verða skump- að til viks. Tað er gott at Sjónleik- arhúsið tekur væl undir við áheitanini um aftur at fara undir almennan dans, tí tað er ein mentunar- arvur, sum Sjónleikarfel- agið hevur skyldu at vera við til at varðveita. Tað eru neyvan 10 ár síðani vit áttu heili 3 stór og góð almenn dansihøli í Havn, Sjónleikarhúsið, Losjuna og Klubban. Tá var eisini altíð dansandi. Hesi eru øll til enn, men máttu nokk gevast tá náttardansurin tók seg upp (diskotekini). Hetta mátti nú kunnað broytst til stóran lætta fyri mong heimini. Jákup Suni Jacobsen skal hava tekk fyri upp- skot sítt, sum eisini má skiljast sum haldgott og borgarstjórin behevur slettis ikki at harmast um at Klubbin ikki verður einsamallur um dansin, tí sunnast má vera við nakað av konkeransu. ps. Síðan sjónleikarhúsið slepti føroyska dansinum vetrarkvøldar, hevur afturgongdin verið stór á hesum eki. Dansiglaður Skipafelagid sum landasvikjari Sjálvandi eru vit nógv sum eru ónegd við flat- botnaða Smyril sum mill- umlandasamband, har P og pylsur og ølfløskur flúgva um hevdini á teimum fólk- um sum yvirhevur hava dirvi at vera uppi úr koyggjuni um vindmegin er meiri enn 5. Men roynt hevur verið at útvega eðrvísi far, sum - kundi verið væl hóskandi til hesa rutu. Á almennum (fólksligum) feroyskum hondum. yt