Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. august 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 Ár teirra brekaðu og Ár teirra brekaðu bleiv staðfest av S. T. at verða 1981. Og hetta bleiv eisini kunngjørt okkum, og út frá hesum hevur av og á verið okkurt sum hevur mint okkum á „Ár teirra brekadu«. Men ongantíð nakað sum veruliga hevur mint okkum á stødu teirra, sum veruliga eru brekað. Jú, sanniliga 6lavsøkan bleiv sett og so er alt sagt. Jú, alt hetta er bara gott, men tað er bara ikki gott nokk. Tí fari eg bert at spyrja, hvat hevur okk- ara háttvirda legting og landastýri gjert, ella hvat ætla tit at gera hesum við- víkjandi. Vit rokna okkum fyri at vera ein kristin tjóð. Vit ganga undir krossmerk- inum, jú sanniliga eru nógvir bólkar at velja ímillum, so tað er ikki tað sum bilar. Vit geva í eyst, vit geva í vest, hetta mest fyri at tólma okkara sam- vitsku, um vit hava nakra. Tað er so lætt at verða humanur — at vera idia- listur, so leingi problemini eru upp á avstand, so leingi vit kunnu halda tey frá okkara egnu durum. Og hetta er veruliga steðan í okkar lítla landi í 1981 sjálvt um vit viður- kenna ár teirra brekaðu, og sjálvt um vit halda sjálvi at vit eru ein kristin tjóð. Men krevur tað ikki meira, er tað nokk við at tað verður hildin ein reða av og á, kanska ein konfe- rance her heima ella uttan- lands, haðani vit koma, frá durum okkara, og sjál- vandi uttan at nakar leggur merki til okkara veruliga hugsanarhátt. Olavsøkan bleiv sett, um eg so má siga, »På behørig måde«. Men hvat segði »Løgmannsrødan 1981« okkum um hetta mål. Hon umrøddi hetta ikki við einum orði, og tað er kanska betur so at tiga tey burtur. Her bleiv talað um nið- urskurðir og sparingar á øllum økjum. Siikum trupulleikum møta brekad dagliga. Myndatakar- in å Aktuelt, Poul Hansen, vann eina virdisløn fyri hesa myndina »um umstødur teirra brekadu« Hevur háttvirki leg- maður og felagar hansara gloymt, at tey brekaðu, tey gomlu og tey sjúku, tey eru longu niðurskorin, teirra livifótur er so út- holaður, at tey í veruleik- anum ikki hava ráð at liva semiliga. Tey hava bert ta einu lenina, og hon er ikki betr- að, heldur hin vegin. Og álvartos, er hetta takkar- lenin vit geva okkar gomlu, sjúku og brekaðu — tey sum veruliga hava lagt rygg til, sum hava bygt hetta samfelagið. Ar teirra brekaðu 1981 er eisini ár teirra gomlu, teirra sjúku. Og ikki við einum orði, eru tey umredd, og ikki við einum stavi verður hugsað um at betra steðu teirra. Teirra ekonomiska steða er sum mangan verður tikið til: >Tú ein lítlan og eg ein støran«. 1981 rennur skjótt ut, men nekur markering til betran av steðu teirra, sum hetta árið skal mar- kerða, er ikki gjørd, heldur hin vegin. Legmaður segði í reðu síni á ólavseku, og hann umboðar meirlutan, at reðan er stutt, so stutt at ikki var pláss fyri einum orði um betran av steðu teirra hetta ár skal marke- rað. Og sostatt kenna tey og vit steðu teirra ráðandi. Sverre Midjord J. Lindenskov við- merkir til grein Sverra Midjords: Javnaðarflokkurin hevdi uppskot um at beta mun- andi um figgjarliga stødid hjå pensionistum, men av ti at tingformaðurin sendi tingið til hús — og ikki helt ting á ólavseku sum fornur siður er, varð flokk- urin forðaður í at seta upp- skotini fram — uppskot sum flokkurin framman- undan hevði fingið at vita at sosialmálaráðið góðtók. J. Lindenskov Tað er veruleiki... at uppundir legtingsvalið 1975, tá Pauli Ellefsen fyrstuferð var uppstillað- ur, segði hann í samreðu við 14. september, at teir flokkar, sum lógu millum sambandsflokkin og tjóð- veldisflokkin, vóru fjant og fjas. Og sjálvandi frøddist fimm-flokkaskip- anin um hetta uttalilsi, men ikki nokk við tí. Tá nýggja vreiðara- landsstýrið< varð valt fyri hálvum ári síðani, fór fram Vit mótmæla øll! Vit eru mong, sum vilja heita á ell mentanarliga áhugað í Feroya landi um at mótmæla, at penga- monopolistarnir innan fer- oyskt mentanarlív hava grovliga sparkað teir væl kvalifiseraðu blaðstjór- arnar Gunnar Hoydal og Steinbjørn B. Jacobsen úr Vardanum. Hesir menn hava endur- reist Vardan, gjørt hann tíðarhóskandi og vidkad sjónarring føroyinga frá tí einans sjálvsalskna nalva- skoðandi. Vit fara at heita á alt Feroya fólk um við undir- skrifts-listum at mótmæla hardligu framferð pen- ingamanna innan føroyskt mentanarliv. Skulu ein- stakir i framtidini hava patent og einarætt til før- oyska mentan. Antin verða ritstjór- arnir settur aftur í stund- ini, ella eiga ell feroysk mentanarfólk at boykotta tíðarritið VARÐIN. Og Feroya Rithevundafelag eigur at heita á limir sínar um ikki at stuðla hesum tíðarriti longur við tilfari. Lat tað so sleppa at goyggja sítt seinasta >Oy oy sir«. Ungur limur i rithevundafelagnum ein segulig hending: tann dagin funnu Pauli Ellef- sen og Erlendur Paturs- son hvenn annan, tí tað vóru tríggir valbólkar á tingi: samgongan við 17, tjóðveldisflokkurin og F.F-flokkurin við 8 og so javnaðarflokkurin við 7 tinglimum. Av hesum skilja øll, at valbólkurin millum teir báðar fyrrnevndu flokkar eftir tingskipanini ongan rætt hevði til at fáa valt Erlend Patursson sum lim i Nordurlandarådid. Men so forelskadir vóru allir samgongumenn í hesum bólki, at teir viku frá ting- skipanini og góvu valbólk- inum annan mannin hóast ávaringar frá javnaðar- flokkinum. Men okkara flokkurin kravdi, at atkvett bleiv við navnakalli. Tað bleiv gjørt, og teir sum at- kveddu fyri Erlendi Pa- tursson í Norðurlanda- ráðið vóru: Hilmar Kass, allur fólkaflokkurin, F.F.- flokkurin, tjóðveldisflokk- urin, men so sanniliga eisini allur SAMBANDS- FLOKKURIN. Hvat siga veljararnir hjá hesum flokkum um hetta góða vinarlag mill- um sambands- og tjóðvel- disflokkin. Man hetta for- lovilsi falla í góða jerð hjá øllum. Eg ivist. Av hesum sær alt Før- oya fólk, at her stóð javn- aðarflokkurin sum einsa- mallur andsteðuflokkur sum so mangan, tá tað snýr seg um at verja demokratiska sinnalagið. Saman við javnaðarflokk- inum atkveddu bert Ás- bjern Joensen og Frederik Olsen ímóti. Higartil í hesum val- skeiðnum hevur javnaðar- flokkurin = verið tann ágrýtnasti á tingi. Oll minnast orðaskiftið um fíggjarlógina, har okkara flokkur kláraði seg nógv best. Haldið fram hinir gomlu og góðan byr. j-maður ESS SEES Ek aa aa Afd Nú ljóðar i »Sosialinum« at eitt kapitalistiskt før- oyskt privat skipafelag er farið i trúloving vid út- lendskt kapitalistiskt skipafelag fyri at forkoma Smyrli og uttanlandasigl- ing strandferðslunnar (sum hóast alt er fólksins ogn og ikki ogn hjá einans playboy-kapitalistum). Er slíkt við landsstýri- sins vælsignilsi, at Arni Joensen og hansara líkar kunnu saman við út- lendskum kapitalistum forkoma føroyskum uttan- landarutum? Fer legting og landsstýri meguliga at stuðla undirgraving av Strandferðsluni fíggjar- liga? Hverjum líkist hetta Quislingarí, sum hetta privatkapitalistiska skipa- felag fer undir? Eigur før- oya fólk ikki avgjert at venda tí bakið og hesum landsstýri sum heilt vist vælsignar alt sum fer niður í lummarnar á reið- arakapitalistunum og eðrum sleikjarasvein um? Tað var tað sum spurd- ist burtur úr ætlanunum hjá hesum landsstýri. At fáa pening og rættindi til okkara uttanlandasigling niður í lummarnar á ís- lendskum kapitalistum og Arna Joensen. Munnu teir ikki fara at. standa eftir í søguni sum landasvíkjarar? Dagblað- ið spurdi ein dagin í »skemtiteiginum« hvat »Quislingur« mundi farið at eita i dag (vid ella uttan kriggj?) Fólkið eigur at døma! Hugfari Helikoptaralending, dynamittgoymsla og bryggjubál Man kann ikki siga annad enn,at Samferðslunevndin hevur hugsað seg væl um, tá hon valdi svingið uppi við Veðursteðina til lend- ingarpláss hjá Tyrlu í Havn. Plássið liggur bert 20 metrar frá eini stórari dynamittgoymslu hjá ein- um byggifelag í Havn. Hesin skúrur er sjálvandi innhegnaður og stendur hegnið okkurt um ein met- Sendið lesarabrøv ur frå skårinum. Upp at hegninum brendu teir her- fyri burturkast og stóðu logarnir høgt upp um tekj- una á dynamittgoymsluni Mitt í ellum roykinum lendi Tyrla. Hon er ikki bangin av sær og tað eru Samferðsluneyndin og hennara prátingarsami formaður, Atli Jensen, so sanniliga heldur ikki ! Tyrluvinur til sosialin SU-arar Árligi aðalfundurin verður leygar- dagin 5. september. Nærri verður lýst seinni. Nevndin