Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-12, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 1981síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 59 — Mikudagur 12. august 1981 Rankin í Nólsoyarfirði. Hann gongur 14,4 fj. Dansk Journalistforbund krevur pengar frá Sjónvarpsfelagnum Dansk Journalistforbund hevur vegna ein av limum sínum, fotografin Jørgen Juul Serensen, skrivað til Sjónvarpsfelagið í Havn og biðið tað goldið fyri nakrar sjónvarpssend- ingar, sum Jergen Juul Serensen hevur tey foto- grafisku rættindini til. Brævið er sent tann 23. juni í ár. Men enn er onki svar komið frá Sjónvarps- felagnum, sigur Else Larsen, skrivari hjá Dansk Journalistforbund. Hon vil annars ikki upp- lýsa nógv um málið, men sigur, at kemur onki svar, verður málið latið sakfer- aranum hjá Dansk Jour- nalistforbund. — Hava fleiri limir í Dansk Journalistforbund vent sær til felagið við- víkjandi sjónvarpsfel- øgunum i Føroyum? — Ikki tað, eg veit, sigur Else Larsen, sum heldur ikki vil upplýsa, hvussu stórt krav er sent Sjónvarpsfelagnum í Havn, tí tað hevur brúkt sendingar, sum Jørgen Juul Sørensen hevur høv- undarættin til. — Er hetta kravid bert tað fyrsta av nógvum. Ætla tit at royna tykkum í rættinum fyrst, áðrenn tit rættiliga fara í holt við føroysku sjónvarpsfel- egini? — Tað vil eg ikki siga nakað um. Sjónvarpsfelagið váttar Formaðurin í Sjónvarps- felagnum, Jógvan As- bjørn Skaale, váttar, at felagið hevur fingið bræv frá Dansk Journalistfor- bund. Hetta er sama kravið, sum kom fyrr í ár. Talan er um 15.000 kr. fyri nakrar sendingar, sum Preben Heide hevur gjert í Feroy- um. Fyrru ferð, kravið kom, sendi Jergen Juul Serensen tað sjalvur. Tá avvisti Sjónvarpsfelagið tað við teirri grundgeving, at ein og hver kann kalla seg fotograf og senda fel- agnum krev. Nú hevur so Jørgen Juul Sørensen vent sær til sitt yrkisfelag og bidid tad kravt peng- arnar. Jógvan Asbjørn Skaale sigur, at orsakað av summarfrítíðini hevur nevndin í Sjónvarpsfel- agnum ikki enn fingið viðgjert skrivið frá Dansk Journalistforbund. Men felagið fer at svara, helst í hesum mánaðinum. — Fara tit at gjalda? — Eg kann bert svara fyri meg sjálvan: nei. — Hví fáa tit ikki eina avtalu við Danmarks Radio um nýtslu av sjón- varpssendingunum? — Danmarks Radio hevur sagt, at tað ikki vil gera avtalur við eitt privat feiag. So eina slíka avtalu má tað almenna gera, sigur formaðurin í Sjón- varpsfelagnum, Jógvan Asbjern Skaale. Lossingin av Bliki skuldi byrja kl. 8. Blikur hevði eisini farmin, 180 tons, hjá Rúnatindi við. Um níggju tíðina fór rampin upp og hildu fólk, at nú fór Blikur at rýma av Havnini. Men so var tó ikki. Rampin fór bert ein metur upp frå og eitt »rugbreyå« við donskum nummarplátum bakkaði upp á hann. Síðani fór rampin niður aftur og bilurin skuldi bakka út á bryggjuna. Men hetta bar ikki til, tí blokadufólkini stillaðu seg aftanfyri hann. Ta bilførarin kortini royndi at bakka, lyftu tey afturhjólini upp frå og roykurin av brendum gummg sveið í nasaglugg- arnar. Bilførarin gavst nú, men áðrenn hann var komin úr bilinum, lyftu blokadufólkini bilin tvørt fyri á rampuna og brúktu hann at blokera við Handverk- arfelagið vil ikki veita sam- hugastudul Føroya Handverkara- felag er ikki sinnað at veita Feroya Arbeið- arafelag samhuga- stuðul í samband við landaraverkfalli i Fuglafirði. FA heitti annars á handverk- arnar um stuðul. Tvey skip eru í letuni á veiðu eftir hvítings- bróður. Anna T hevur verið inni einaferð og tá landaði manningin skipið. Okkum er upplýst, at limir í Fuglafjarðar Ar- beiðsmannafelag einki sleppa at gera í sam- band við landingar- arbeiði, og at FA ikki ætlar at lata landingar- arbeiðið fara ótarnað fram Íslendingar vilja keypa Rankin Fyri stuttum ringdi Meira um Rankin á síðu 5 ein i i maður úr Íslandi til Mor- | tan Johannesen, reiðara á Rankanum, nýggja ís- | fiskatrolaranum hjá P/f Vørduni å Tvøroyri. Is lendingurin vildi keypa skipið. Men Rankin er ikki til sølu ; Hótta heldur hvalaveið- an fram við bót, Heldur feroyska stór- hvalaveiðan fram, et ikki óhugsandi, at landsstýrið fær eina bót frá ríkisstjórnini Hetta sigur skriv stovustjórin (1 grøn landsmálaráðnum, Christian Jensen, við blaðmannin Erik P.C. Larsen. Hesin blad- maður hevði seinasta fríggjadag eina heil síðugrein í Ekstra Bla- det, sum hann nevnir »Billede af en for- brydelse mod natur- en«. Greinin er um fer- oysku stórhvalaveið- una, sum i greinini verður søgd at vera ólóglig. Christian Jensen sigur, at tað er ongin ivi um, at avgerðin um hvalaveiðuna liggur hjá grenlandsmála- ráðnum og ikki hjá landsstýrinum. Hinvegin sigur Árni Olafsson skrivstovu- stjóri í Tinganesi, við danska blaðmannin at hvalaveiðan er eitt fer- oyskt sermál. Hann sigur, at hóttanin um betur hevur ikki ávirk- an á avgerð landsstýri- sins. Uttan mun til hvat ríkisstjórnin kemur við, heldur royndarveiðan eftir nebbafiski fram. — „storff5 Bryggjarí svarar frá 8.00-5.00 | tlf. 14728 í Tórshavn tif. 13434 Leirvik tif. 43038 Í Klaksvík tif. 55454 | Tveroyri tif. 71025 | | SIDAN 1888