Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. august 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Tríggir alspentir laksa- fiskarar í Leynarvatni — Hans Joensen, Johan Olsen og Dieter Ferber. Myndin er tikin í august 1979, tá enn nógv var til av laksi SOSIALURIN | Skålafirdi er laksastovnurin so at siga oyddur av rånsveidu! Jieter hevur ein laks å og roynir at lirka hann inn Fyri stuttum jåttadu tveir seg sekar i råns- veidu eftir laksi í Leynum. Fútin skal nú taka støðu til hetta fyri bæði land og sila- veiðumenn álvarsliga mál. Sosialurin hevur havt eina samrødu við Hans Joen- sen, nevndcrlim í Sílaveiðufelagnum, um støðuna hjá feiagnum til hetta málið, um støðuna hjá laksi og sílum og um tað gagnliga arbeiðið felagið ger. Politiið hevur enn ikki tik- ið stødu til, um ákæra verður reist móti teimum monnunum, sum beint eftir ólavseku játtaðu seg sekar í at hava krekt laks í Leynum. Politifrágreiðing er skrivað og er handað fútanum til stødutakan. Tað vóru límir í Síla- veiðufelagnum, sum komu fram á ein mann, sum krekti laks í ánni millum Leynarbygd og Leynar- vatn. Hesin slapp tó til rýmingar, men varð kort- ini meldaður til politiið. Eftir mannin lógu trígg- ir laksar og ein dorg við stórum pilki undir. Í einum hyli í laksatrappun um sóu sílamenninir særd- an laks ganga. Tá politiið tosaði við meldaða mannin gav hesin upplýsingar um annan ránsveiðumann. Tá poli- tiið metti upp hjá hesum, vísti tað seg, at hann hevði átta laksar í frysti- boksini. Undir politifor- hoyrinum segði hann seg hava krekt yvir hundrað laksar tvey ár á rað. Í fjør krøkti hann 35 og higartil í ár hevði hann fingið 20. Fingið fleiri ávaringar Í hesum sambandi hava vit havt eina samreðu við Hans Joensen, sum er nevndarlimur í Feroya Sílaveiðifelag. Hans Joensen metir, at Sílaveiðufelagið avgjert er sinnað fyri, at menninir koma fyri rættin og sleppa at gjalda fyri ólevnaðin, teir hava framt í Leynum. — Sjálvandi var tað ikki okkara ynski, at tað skuldi enda við, at menninir vórðu meldaðir. Hóast vit í sílaveiðufelagnum hava givið teimum ávaringar í fleiri ár, góvust teir ikki við krekingini. Og tí noyddist tað at enda við, at menninir vórðu meld- aðir til peolitiið, sigur Hans, og vísir annars á, at Sílaveiðufelagið hevur roynt at steðga kreking- ini, við at limir í Sílaveiðu- felagnum hava hildið vakt nátt sum dag ta tíðina, laksurin gongur niðan á vatnið. Hesum ætlar fel- agið at halda fram við. Kreking ein orsek til, at laksurin er minkaður Meta tit í sílaveiðufel- Krøkingin óivað minkað um laksin á vøtnunum agnum, at tann nógva krekingin er ein orsekin til, at so lítið hevur verið til av laksi á vetnunum seinastu árini? — Tað, at menn hesi seinastu 5-6 árini hava krøkt óvanligan nógvan laks, ferir sjálvandi við sær, at stovnurin verður fiskaður niður móti null- punktinum — og tí kemur lítið undan. Eg meti, at krøkingin er partvíst orsek til, at so lítið er til á vetnunum í dag. — Heldur laveiðufel- agið ikki, at fiskiskapurin á opnum havi eisini er orsek til minkandi negd- ina av ladsi, sum kemur niðan á vetnini? — Sjálvur haldi eg, at ein stórur partur av okk- ara laksi verður fiskaður norðan fyri Føroyar. Eg haldi, at hesin fiskiskap- urin hevur ført til tyduliga afturgongd vid laksinum å vøtnunum. Rånsveida dripid alt lív á Skálafirði Eitt dømi um at laksurin Þ