Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1981síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Er SN — Eg eri blivin gamal, men eg haldi ikki, at eg eri blivin býttur. Tað gongur seinri at skriva, og tað er ikki vist, at tað verður til eina bók, men eg havi tann vinning við ti, at eg veit akkurát hvat eg skal gera hvenn morgun. Hand- ritið liggur á borðinum. Eg skrivi. Keði meg ongantid. Á háskúlanum varð eg vaktur Mánadagin 17. aug- ust fyllir rithev- undurin, skaldið, humoristurin, skála- víkingurin, huma- nisturin, politiski eygleiðarin og fyrr- verandi landbún- aðarráðgevarin, He- ðin Brú, 80 ár. Í hesum sambandi hevur Sosialurin havt eina samreðu við Heðin Brú — og vit leggja fyri við tí vanliga spurninginum: — Hvussu fingu tygum huga at skriva? — Ja, tað er væl av tí at eg kom á Feroya Fólkahá- skúla. Har bleiv man líka- sum vaktur upp úr svevni Eg var har i 1919—20. — Vóru tað nakrar ser- ligar bókmentir, sum ávir- kaðu tygum? — Nei, tað haldi eg ikki. Eg var fyrst og fremst vaktur av teimum reðun- um, eg hoyrdi um feroys- ka málið, sum tá ikki var so væl rekt. Tað var tað sum gjørdi, at eg koma at hava áhuga fyri at skriva. — Tygum nevndi málið, og í samband við skald- skap tygara er málið — serliga skálavíksmálið — tikið fram, var talumálið í Skálavík gott í mun til aðrastaðir? — Tað dugi eg ikki at svara, men í Skálavík helt eg málið vera ógvuliga gott. Og eg havi alla tíðina skrivað skálavíksmál. — Nú siga tygum, at tyg- um vóru skaldsliga vaktur á háskúlanum, men í End- urminningunum sæst, at tygum lósu nógv drongur? — Ja, ja, tað gjørdi eg. Har vóru nógvar bekur í húsinum, men tær komu ikki at rera seg nógv við meg. Tá var tað so, at man læs allar bekurnar, man fekk hendur á. Men so kom tað til tað, at vit vóru tríggir skálvíkingar saman á háskúlanum. Og tá vit so komu heimaftur skipaðu við fyri flutningi av bókum frá bókasavn- inum í Havn til Skála- víkar, soleiðis at fólk kundu læna bekur. — Tóku fólk væl í móti hesum? — Ja, tað gjerdu tey. Tað var í ellum ferum eingin átala frá nakrari síðu. Tað vóru sjálvandi tey, sum roknaðu hetta fyri at vera fjant og fjas, men ungdómurin tók væl undir. — Tit stovnaðu eisini ungmannafelagið Ljómur, hvat tókust tit við í fel- sum agnum? — Vit lósu upp og hildu reður. Eisini fingu vit fremmandar menn at halda reðu fyri okkum. — Var tað ikki torfert at fáa fremmandar menn til Eftir Jóhann Mortensen eina lítla bygd tá á degum? — Jú, men vit hevdu ein prest í oynni, og vit høvdu ein lækna og so komu fólk viðhvert at ferðast, sum vit bóðu koma í ung- mannafelagið. Væl av bókum — Tygum segdu, at tað vóru nógvar bekur í heim- inum hjá tykkum, var tað ikki óvanligt tá. Hverjar vóru tær bekurnar? — Hjá okkum var tað soleiðis, at bekurnar sum vóru í húsinum vóru bren- dar. Tuberkulosa kom í húsið og so skuldi so nógv brennast. Har í milium vóru bekurnar. Men eg var nógv yngstur av syst- kjunum, sc eg minnist ikki tær gomlu bekurnar. Tá smittuvandin var rokn- aður at vera burtur, bar tað so til, at ein ommu- beiggi mín kom at vera har og hann hevði so nógvar bekur við sær, at vit fingu aftur bekur í húsið. Tað gamla sum var av bókum vóru religiesar bekur, meðan hesin mað- urin, sum kom aftur, Oli í