leygardagur 15. august 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Búðini, var áhugaður fyri
øllum bókum. Tá fingu vit
nakað at velja í.
Bert brúkt sítt
bygdamál
— Hvat var tað fyrsta,
tygum festi á blað og sum
kom út?
— Tað var ein lítil sega,
sum eitur Hegni hin
gamli. Hon stóð í Varð-
anum. Eg skrivaði hana, tí
eg hevði lisið okkurt før-
oyskt, sum var komið
fram. Og eg sat og hug-
saði um, at tað hevði verið
ein stuttleiki at skriva
eftir tí máli sum var í
bygdini. Og tað var hend-
an stuttsegan. Síðan havi
eg brúkt mítt bygdamál.
— Var tað nakað í kring-
umsteðunum í Skálavík
sum framdi skriving
tygara?
— Tað dugi eg ikki at
siga. Líkt er til tað. Líkt er
til, at ein hugur hevur
verið í mær til at skriva.
So var eg eisini darvaður
sum smádrongur, tí eg var
sjúkligur og hevði songar-
legur viðhvert. Tá long-
dist eg eftir at sleppa út at
spæla við bernini og tað
gjerdi ein longsul í mær
sum kundi gera nakað til
hetta.
— Sum eg havi skilt, var
tað eisini undir einari
sjúkralegu í Danmark í
1927, at tygum av álvara
fóru at skriva!
— Ja, tað er so. Tá
skrivaði eg tað fyrsta
handritið til Lognbrá.
Mátti gera sítt
ítarsta
— Hevdu tygum hugsað
leingi um at skriva hesa
skaldseguna?
— Tað hevði eg nokk,
men eg hevði jú hendurnar
fullar. Eg gekk jú til fyri-
lestrar og alt hetta her. Og
vánaligur hevði skúla-
gangurin verið í barna-
árunum, so eg visti, at eg
mátti at gera tað allar
ítarsta fyri at koma mær
inn í hesi tingini á skúl-
anum. (Hans J. Jacobsen
læs um hetta mundið á
landbúnaðarháskúlanum í
Keypmannahavn, blaðm.).
— Hetta var kanska
orsøkin til, at tygum ikki
fóru fyrr at skriva?
— Ja, tað hevur tað
sikkurt verið, og deils var
jú eisini umborð á skipi og
til deils arbeiddi eg heima.
Vit vóru tríggir breður og
vit skiftust um at vera
heima og hjálpa pápanum
við tí sum skuldi gerast
(Pápin var bóndi á Stovu-
festinum í Skálavík.
Lænti pengar til
bókaútgávu
— Hvussu var tað at geva
eina bók út í Feroyum tá?
— Eg var so væl tikin
um av
ungmannafelagnum í
Havn. Og tað var Zakarias
Niclasen, sum hevði alt
stríðið av at fáa bókina út.
Felagið Varðin gav Logn-
brá út, men tað var Zaka-
rias, sum setti alt hetta í
gongd. Hann var for-
maður í ungmanna-
felagnum, sum tey kallaðu
Merkið.
— Tað var torfert at
geva eina bók út tá, er tað
kanska framvegis torfert?
— Ja, tað er ógvuliga
torført. Eg hevði tað
soleiðis upp gjegnum
árini, at eg lænti pengar
fyri at fáa bókina út og so
kundi man rokna við eini
fýra árum áðrenn man
fekk teir aftur. Og summir
komu ongatíð.
— Vil tað siga, at tygum
hava sett til fíggjarliga
fyri at fáa eina bók út?
— Ja, tað havi eg gjørt.
Líka til út móti tí tíðini, tá
Emil Thomsen fór at geva
út.
Fólk hava
seg aftur
— Um vit venda aftur til
kent
sjálvan skaldskapin — í
hvenn mun hava tygum
brúkt livandi fyrimyndir?
— Eg havi brúkt livandi
fyrimyndir — hevuðsper-
sónarnir fyrst og fremst —
víða, men ikki soleiðis at
man gongur fólki ov nær.
Tað var í hvert fall tað, eg
legði upp til.
— Er tað hent seg, at
fólk, sum hava kent seg
aftur, hava gjert vart við
seg?
— Tað er tað, men ikki
soleiðis at tað bleiv ill-
støda av tí.
— Hava tygum verið
noyddur at givið eina um-
bering?
Nei, nei.
— Í hverji bók eru flestu
livandi persónar frá tyg-
ara samtíð brúktir?
— Nú dámar mæl illa at
svara, flennur Heðin Brú.
— Um eg giti Leikum
fagurt? ,
Bert fyrsti partur
av leikum fagurt
kom ut
— Ja, har eru fleiri livandi
persónar í men eg
skrivaði bara fyrsta part
av tí bókini og lat ikki hin
koma út. Eg var tænastu-
maður og ferðaðist um
Føroyar og kundi ikki
leggja meg út við hvenn
mann. Heldur ikki við
fáar menn. Eg mátti
kunna koma allastaðni.
Eg lat vera við at føra
seguna víðari.
— Tað vóru kanska ov
nógvir, sum kendu seg
aftur?
— Tað var ikki eiðasert.
Tygum hava ikki
hugsað um at fullfera
hana?
— Nei, nei, yvirhevur
ikki. So mikið meir sum at
mín slekt eisini var fyi
skotum. So tað bar ikki til.
— Leikum Fagurt er um
politisk viðurskifti. Í
hvenn mun hevur poli-
tiska steðan í Feroyum
serliga í tríatiárunum og
fjørutiårunum åvirkad
skaldskapin?
— Ja, upp i gjøgnum tri-
atiårini og longur upp var
hart og stórt stríð og eg
hevði mínar meiningar um
tað, men eg arbeiddi úti
millum øll og eg vildi ikki
upp á nakran máta vera
soleiðis, at eg skuldi blíva
burturvístur av
politiskum orsekum.
— Er stríðið í seinri
helvt av triatiårunum,
jarðarstríðið t.d., eitt evni
tygum høvdu havt hug at
bråkt sum evni at skriva
um?
— Ja, bara skemtiliga.
Ikki serligur
»partimadur«
— Sambært fundarfrá-
segnum í gerðabókini hjá
Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag sóknast tygum
fleiri ferðir eftir einum
meira hugsjónarligum
orðaskifti. Lá tað hugsjón-
arliga á láni?
— Ja, tað gjørdi tað
nokk, men eg havi ikki
verið nakar serligur, um
man so má siga, »parti-
maður<É. Eg havi valt javn-
aðarmenninar, síðan teir
komu upp í. Eg havi mínar
meiningar, men havi onga-
tíð soleiðis gingið upp í
hetta. Eg havi havt ov
nógv um at vera til tað.
Eisini havi eg husað um,
at tað ber ikki til at vera
»partimadur«, tá man skal
kunna koma til hvønn
mann. Hetta vid floks-
arbeidi må ikki koma fram
i arbeidinum.
— Meina tygum, at til-
knyti til åvisan politiskan
flokk kann darva sam-
starvi vid fólk?
— Tað ger tað saktans.
— Men eru ikki nøkur av
demokratisku rættind-
unum i samfelagnum tå
sett til viks?
— Tad kann ikki nok-
tast. Vit hava ju fritt at
skriva, meina og tosa, men
eg føldi tad soleidis, at eg
vildi vera friur yvir fyri
hvørjum.
— Tygum hava einaferð
sagt, at høvundavirksem-
id tygara einki hevdi vid
politisku stødutakan tyg-
ara at gera. Hvat so vid
einari søgu sum Bolli i
Grágerði. Er hon ikki ein
verja fyri teimum happ-
aðu og undirkúgaðu og er
harvið politiskt rit?
— Ikki politiskt sum so-
leiðis, men sjálvandi tekur
man lut í at skriva um
menniskju, sum vera plág-
að og pínd. Tað er so líka
til at skriva um tað. Og
tað havi eg skrivað um í
nógvum segum.
Ein álvarsbók
— Feðgar á ferð verður av
mongum roknað at vera
ein skemtisøga. Hvat var
tygara ætlan við bókini?
— Eg havi tikið hana
fyri at vera heilt álvars-
liga. Hesin gamli maðurin
var umboð fyri gomlu tíð-
ina — fyrst eg fór at skilja
nakað og úteftir. Hann
var heilgjerdur av tí
gomlu innstillingini,
meðan synir hansara, sum
vóru vaksnir og vóru
komnir til skips, vóru um
man so má siga, hálv-
gjørdir í tí nýggju tíðini.
Ketil, sum var eitt neyð-
ardýr, var goymdur inni,
tí tey hevdu roknað við, at
hann formáddi sær ikki at
vera nakrastaðni. Tað var
ein misfatan hjá foreld-
runum.
Í dag verður tikið
hond um eitt slíkt
neyðardýr
— Hevdi tað verið í dag, so
var tað sætt heilt annar-
leiðis upp á tað. Nú tekur
almenningurin sær av í
gjøgnum skúlaskap at
hjálpa teimum, sum
kanska ikki eru so kná
sum tey vanligu. Tá var
2inki sovorðið. Eingin
hjálpti honum og gav sær
far um hann. Tað var tað
sum lá aftanfyri. Nú er alt
vent upp og niður og nú
verður eitt sovorðið neyð-
ardýr tikið um hond og
hjálpt tað ið hjálpast
kann. Nei, bókin var meint
sum ein álvarsbók, sjálvt
um tað kundi vera okkurt
skemtiligt uppi í millum.
— Skaldskapur tygara
hevur nógvan humor ta
fyrstu tíðina, men seinni
fjarar hann burtur. Er tað
av tilvild ella bevíst?
— Nei, tað er ikki bevist,
og eg havi ikki varnast tað
sjálvur, at tað er soleiðis,
men tað er stutt síðani, at
ein maður kom til mín og
spurdi, hvussu tað bar til.
Men eg havi yvirhevur
ikki hugsað um tað. Tað er
ikki tað, at eg gangi og eri
ókátur. Tað er eingin
ætlan við tí.
Vil hava fólkasam-
felagið eitt fet fram
— Í bókunum Feðgar á
ferð og Tað stóra takið
viðgera tygum broyting-
arsamfelagið og tygum
taka undir við framburð-
inum...?
— Ja, tað hevur verið
meiningin. Fyri uttan at
vera ov óargaligur við ta
gomlu tíðina havi eg havt
lyndi til at vera millum
tey, sum vilja hava fólka-
samfundið eitt fet fram.
— Samfelagið er komið
nógv fet fram, men er væl-
ferðarsamfelagið, vit liva
í, blivið ov materialis-
tiskt?
— Jú, tað er so heilt
vist, at samfelagið er
komið mong fet fram í
mangar mátar. Men eg
haldi ikki, at tað er blivið
ov materialistiskt. Bera
vit Feroyar saman við
onnur samfeløg, haldi eg
vit skulu lata nokk so væl
at. Nú er tað soleiðis, at
tað hendir so nógv fyri at
hjálpa teimum, sum hava
hjálp fyri neyðini. Tá eg
var barn var einki, og nú
fáa øll hjálp, um tað eru
nakrir meguleikar fyri at
fáa hjálp. Og neyðardýr,
sum ganga í millum
okkum, ganga, eftir sum
eg havi upplivað, nógv
meira óhappað enn fyrr.
Tey, sum minnu máddu,
komu ofta undir happið.
Tíðarskiftið heilt
gjøgnumført
— Hava vit blakad ov
nógv fyri borð av gamla
siðarvinum?
— Eg haldi ikki, at eg
kann siga tað. Tí, tað er
soleiðis, at innstilling og
tíð skiftist við hvert ættar-
lið og hetta skiftið er heilt
gjøgnumført — tað er nor-
malt. Eg skal taka upp-
aftur, at eg haldi, saman-
borið við onnur samfeløg,
vit við rímuligheit kunnu
meta okkum við, at so
skulu vit lata væl at tí,
sum er hent í Feroyum.
— Hvussu ber tað til, at
tygum hava brúkt tíð og
kreftir upp á at týða
bekur, tá tað kennist sum
tygum hava hópin av
skaldsligum at oysa av?
— Tað eri eg ikki maður
at svara fyri, men tað
hava verið tær tíðir í
mínum lívi, at eg ikki havi
havt yvirskot til at skriva
bøkur, so havi brúkt at
týða.
Ferðingin nógv verd
— Nú vóru tygum land-
búnaðarráðgevi í mong
harrans ár og í fleiri av
segunum eru tygum kring
landið. Inspireraði hendan
ferðingin nógv?
— Ja, tað gjørdi hon. Eg
segði, at eg skrivaði mítt
móðurmál, tá eg nú var
komin í gongd við at
skriva, og tað er rætt
Ækk, men tað er ikki
soleiðis, at eg ikki havi
fingið frá bygdunum nógv
gott mál. Tað var gjarna
soleiðis, at eg hevði
skyldu til, tá eg kom í
eina bygd og ikki rakk
longur og skuldi gista, at
halda reðu um kveldið.
Tað gjørdi eg so og har
kom eg í hóslag við nógv
fólk. Eg feldi ongatíð, at
eg var illa komin nakra-
GG
SURT
65
EL