Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A 0 LL É | 1 SOSIALu-iN staðni. Eg var glaður fyri at ferðast. Tá vóru eingir vegir. Eg fór at arbeiða 1. des. í 1928 og ferðaðist runt alla tíðina og lærdi fólk at kenna — fylgdist við monnum millum bygdir, á báti og teimum fáu flutningsførum, sum vóru tá. Eg fekk so nógv burtur úr tí. Tað var so nógv vert fyri meg. — Tygum leggja stóran dent á málið. Hvat halda tygum um talumálið í dag? — Eg havi roynt at lagt dent á málið, men eg skal einki siga um málið í dag. Tað er eitt mál, sum teir menn, sum eru settir til tað, skulu royna at rekja. Eg eri ongatíð so upp- lærdur í føroyskum, at eg kann taka steðu til tey ting. Ikki tikið beinleiðis upp eftir eðrum — Tygum hava lisið nógv. Hevur nakar rithevundur ávirkað tygum serliga nógv? — Nei, eg haldi ikki ser- liga nógv, men eg havi lisið nógv, og havi verið glaður fyri tað. Sjálvandi eri eg ikki vorðin sami maður, um eg ikki hevði lisið. Men við vitandi og vilja havi eg ikki tikið upp aftur beinleiðis eftir nekr- um. Men tað ríkar ein at lesa og um man ikki lesur, kann man ikki taka eftir nekrum sum helst. Men tað kann henda, tá man lesur eina bók, sum ávirk- ar ein, at man fyri uttan at minnast tað brúkar burtur úr henni, men eg veit einki um, at eg havi tikið upp aftur eftir oðrum. NEESEERSRSSESS, — Eg havi skrivad eina ferð, at tað var ein ameri- kanari, Caldwell, eg hevði tikid stilin upp eftir. Eg bleiv hugtikin av stilinum, hann brúkti. Hesir stuttu setningarnir, sum ikki vóru ov stuttir, men søgdu so nógv. Hann var so raskur at brúka stuttar og greiðar setningar, og tað royndi eg at taka eftir honum akkurát tá eg skrivaði Feðgar á ferð. Onkran rithevund hevur mær dámað væl — norð- mannin Hans E. Kink til demis fyri sína stuttligu skriving. — Hava tygum nak- rantíð angrað, at tygum lótu eitt ella annað úr hon- dum. — Nei, tað er tað ikki. Altíð upplagdur at skriva — Skriva tygum nakra bók nú? — Ja, eg eri í ferð við at skriva eina bók, men eg eri blivin gamal. Eg haldi sjálvur, at eg eri ikki bli- vin býttur enn. Men tað gongur jú seinri nú at skriva. Hvat skriva tygum um? — Eg skrivi um fólk í mínari bygd, tá eg var smádrongur. Men tað er ikki vist, at tað verður til eina bók, men eg havi tann vinning við tí, at eg veit akkurát, hvat eg skal fara at gera hvenn morgun, eg komi upp — at handritið liggur á borðinum ger at eg skrivi, keði meg ongan- tíð. Tað er oftani at fólk í mínum aldri gremja seg um, at tey hava einki at taka hondina í, men tað havi eg higartil ikki følt nakað til. Eg eri altíð upp- lagdur til at skriva ein dag. Hans J. Jacbsen hevur verið javnaðarmaður frá ungum av, og felagnum her í Suðurstreymi ein trúgvur og hollur stuðul Metti so at siga til hvønn fund, og næstan altíð var Kate við. Tað vóru nókk fleiri enn eg, ið hildu, at hjúnini settu sín serliga dám á alt, ið fyri- fórst. I tíðarskeiðnum 11/11- 1936 til 30/12 1939 sat Heðin Brú sum formaður i felagnum. Og í mong, mong ár sótu Johs. Weihe, Heðin Brú og eg í blaðnevndini, og var tað ógvuliga áhuga- vert og læruríkt fyri meg at fáa loyvi at arbeiða saman við tveimum so skynsomum og dugandi monnum og so eldhug- aðum fyri javnaðar- rersluni. Ofta høvdu vit fundir uppi hjá Heðini Brú í teirra so hugnaliga og gestablíða heimi, sum altíð stóð opið fyri okkum Skaldsegur Lognbrá. Tórsh. 1930. 151 s — 2utg. Tórsh. 1964. 146 s Fastatøkur. Tørsh. 1935. 205 s 2. útg. Tórsh. 1965. 198 s Feðgar á ferð. 9 Tørsh. 1940. 159 s útg. Tórsh. 1951 102 s 3. útg. Tórsh. 1976. 191 s Leikum Fagurt Men lívið lær. Tað stóra takið Stuttsegusevn Fjallaskuggin. 9 Flokatrøll Tórsh. 1963. 195 s Tórsh. 1970. 321 s Tørsh. 1972. 251 s Tørsh. 1936. 155 s útg. Tórsh. 1967. 135 s Kbh. 1948. 128 s Purkhús. Tórsh. 1966. 122 s Buravnurin. Tørsh. 1971. 128 s Yrkingar Snipan Asannad. (Følv 195 Fedrarnir. (Gluggin Tey sjuku v Vigslukantata (Varðin 1934 ið strondina bd. 14, s. 92 2. 14) 1956. nr S. 11) (Varðin 1961, bd. 35, s. 105) Yrking gjørt til vígsluna av Ferova Læraraskúla 1969. (Tinga krossur 1969, nr. 20) Endurminningar Brú, Heðin: Endurminningar. Tórshavn 1980 Ein trúgvur og hollur stuðul og eisini fyri eðrum tiltek um hjá flokkinum, t.d. tá vit fingu vitjan uttan- lendis. Tað varð eisini altíð heitt á Heðin Brú, tá flokksavgerðir skuldu tak- ast. A felagsfundum hevði Heðin Brú ofta orðið, og meira enn eina ferð lýsti hann eftir meira hugsjón- arligum orðaskifti, tí sum vera man snúði tjakið seg kanska alt ov ofta um ávís býráðs- ella legtingsmál, og tá var tað gott at fáa hesa áminning. Sjálvur helt ha..n fleiri ferðir reður um javnaðarpolitikk úti og heima. Tað var ikki so sjáldan, at heitt varð á Heðin Brú at lesa frá egnum skald- skapi, serstakliga á veitsl- um, og vóru tað hugtak- andi letur fyri okkum lut- takarar, og ikki minni hugtakandi vóru veitslu- reður hansara. Eina slíka helt hann til pápa mín, um hann og um virki hansara innan flokk og felag. Tey avbera vekru gloymi eg Inniliga tøkk fyri tey, min g6di Hedin Bru Tad var minni enn so altid, at skrivingin i bladi okkara var samsvarandi arbeiði hansara á Jarðar- ráðnum, ja, ofta var hon beinleiðis sárandi, fyri at siga tað hampuligt, men hóast hetta ofta tók meint, vikaði tað onki í steðu hansara til flokkin. Hann var og er javnaðar- maður burturav. Vit í felagnum hava nógv at takka feðingar- dagsbarninum fyri, eisini fyri, at hann við skald- skapi sínum hevur gjert gerandisdag okkara ríkar. Má tað verða mær loyvt at ynskja Heðini Brú hjartaliga tillukku við teimum áttati. Guð gevi tygum eitt ríkt lívskveld. orðini ongantíð. Jona Heiðurs- limur og håtidarhald Nevndin i Føroya Rithøvundafelag hevur avgjørt at gera Hedin Brú til heidurslim í felagnum, nú hann fyllir 80 ár. ] samband við heiðurslimaskapin skipar Rit- hevundafelagið fyri einum hátíðarhaldið hós- kveldið 20. august kl. 20. Á hesum hátíðarhald- inum verður heiðurslimabrævið, sum Hans Thomsen hevur gjert orðingina á, handað skald- inum. Umframt sjálva handingina skal Hanus And- reassen halda eina reðu. Tað verður upplestur og kór undir leiðslu av Ólavi Hátún fer at føra fram m.a. kantatuna, Fedranna tala, sum Heðin Brú Hátíðarhaldið verður í Kommunuskúlahellini Bókatíðindi vigd Heðini Brú Bókagarður hevur givið út Bokatíðindi í samband við 80 ára feðingardagin hjá Heðini Brú. Í Bóka- tíðindum eru greinar eftir Reidar Djupedal, Carin Sandquist, Vésteinn Ólason, Bjarne Nielsem Brovst, Hanusi A. Samuelsen, Williami Heinesen og at enda er ein yrking til Heðin Brú eftir Emil Thomsen. Annars hevur Bókagarður latið gjert eitt gull- heiðurstekin sum Heðin Brú sum tann fyrsti fær Sjálvan feðingardagin Heðin Brú við eini reseptión heirðar Bókagarður