Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1981síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN „...nú hevði eg funnið lívið aftur, fingið aftur um endan frå barna- døgunum, sum eg misti, tá ið yrkadagurin kom. Nú hevði eg aftur fingið gávur til at leika lívið, til at dansa fyri ollum livandi, fyri steini og øllum heimi«. (Skipbrotið). = Lat ikki gerandis- Eftir Jógvan Isaksen dagin ovklyvja teg Heðin Brú er óivað Feroya mest lisna skald. Tað finst valla tað mansbarn, sum ikki hevur lisið fleiri av hansara skaldsegum og stuttsegum, antin av ein- tingum, ella tí tekstirnir hava verið brúktir í skúl- anum í feroysktundirvís- ingini. Og tey, sum hverki hava lisið hann av egnum huga, ella tí lærarin hevur álagt teimum tað, eru kor- tini ikki sloppin undan at kunnast við stóran part av skaldskapinum hjá honum, tí tað man tátta upp ímóti hundrað hós- kveldum, har Utvarpið hevur havt okkurt hjá Heðini Brú á skránni. Hvat er tað, sum ger skaldskapin hjá Heðini Brú so umhildnan? Hvat hevur hann fram um aðrar føroyskar hevundar, ið ger, at hann er so nógv meira lisin" Br #8 evnini, hann skrivar ut? Ella er tað mátin, hann viðger til- farið uppá? Lat okkum hyggja at bókunum hjá honum, og vita um vit kunnu fáa skil á tí. Fyrstu skald- segurnar Skaldsegan »Lognbrå« er skrivað undir sjúkralegu í Keypmannahavn í 1927 og kemur út í 1930, og framhald av henni >Fasta- tøkur« kemur í 1935. Dupultskaldsegan >Logn- brå-Fastatøkur« er ein so- nevnd menningarskald- sega; kendar menningar- skaldsegur eru t.d. Char- les Dickens „David Copperfield« og Henrik Pontoppidan »Lykke- Per«. Menningarskaldsøg- an hevur eina eyðkenda trýbýtta uppbygging í segugongdini: heima — heimleysur — heima. Í fyrstani er hevuðspersón- urin heima, síðan er hann burtur eina tíð og hoyrir tí ikki til nakrastaðnis, t.v.s. er heimleysur, og at enda vendir hann heinft aftur, få i€ hann hevur fatað seg sjálvan og vil seg sjálvan. Hetta er eisini uppbyggingin í »Lognbrå- Fastatøkum«, ið viðger lívið hjá bóndasoninum Hegna, frá hann sum fimmára gamal situr og grætur undir Mylnarfoss- inum, og til hann sum tjúguára gamal skal gift- ast gentu. Mamman serstakliga, men eisini eldri bróðurin Sjúrður fara harðliga við Hegna, og hann hevur allan uppveksturin eina kenslu av at vera forfjón- aður. Einasti uggin ell hesi árini er ein mynd, hann hevur í huganum av eini smágentu, hann hevur hitt: »Hann sá hana fyri sær við sínum stóru bláu eygum og sinum fagra gula hári, hon hugdi so undarliga bangin og bið- jandi at honum«. Hesa mynd spælir hann sær við í huganum, tá ið á sten- dur, og hann droymir, at hann og henda fremmanda gentan skulu seta búgv saman handan fjall. Men tá ið hann vaksin fríggjar til gentuna, sigur hon, at hon er við barn við bróður Sjúrða. Dreymurin, sum hevur hildið Hegna uppi oll tey tungu barnaárini fer í sor, og hann kennir tað, sum at tað er mamm- an, ið oyðilegði barnaárini, sum nú eisini gjøgnum Sjúrða leggur manndómin oydnan. >Lognbrá< endar við, at Hegni stendur umborð á sluppini og hyggur inn á land, meðan hann um sínar dreymar og vónir sigur: >Nei, nei, tað var ikki so, tað var bert vekur longbrå«. »Fastatøkur«, sum er beinleiðis framhald av >Lognbrá<, lýsir slupplív- ið undir Íslandi; serliga er lýsingin av einum ódnar- veðri framúrskarandi. Vit hava ikki nógvar frásagnir á feroyskum, sum standa mát við hesa í styrki og darrandi spenningi. Einu- ferðina Hegni er heima, fær hann garðin bodnan frá pápanum, tí eldri bróð- urin Sjúrður ikki dugir til landbúnaða. Samstundis fortelur Gunnvá hgnum, at hon als ikki er upp á vegin, tað var bara nakað Sjúrður hevði biðið hana sagt. Dupultskaldsøgan endar, har hon byrjadi vid Mylnarfossin. Men nú er stødan ein heilt onnur. I byrjanini av »Lognbrå« er tað sólsetur, og Høgni situr og grætur sina van- lagnu. »Fastatøkur« endar harafturímóti vid at sólin rísur, og hann hevur fingið bæði garðin og gentuna, hann hevur droymt um. Stutt sagt: dreymurin hjá honum er gingin út. »Fastatøkur« skal bæði hvat viðvíkur tittuli og innihaldi vera mótpolur til »Lognbrå«, hon skal vísa hvussu tad eydnast Høgna at fåa fastatøkur å livinum. Men tær fasta- tøkur Høgni fær i livinum, eru ikki treytadar av, at hann er broyttur, er vordin vaksin, men eina og aleina ti dreymurin gongur út, og at hann har- afturat fær gardin. Søgu- gongdin er frå byrjan til enda ein heimkoma, men tað er mótvegis menning- arskaldseguni ikki ein heimkoma orsakað av, at hevuðspersónurin er vorð- in stórt meira búgvin sálarliga, men tí hann fær alt til gávu. >Lognbrá< er ikki lognbrá — dreymurin gongur jú út — og »Fasta- tøkur« eru fastatøkur av tí sum varð skirt lognbrå. Kabalan gongur upp við postulatum, og í hesum er tann stersti veikleikin hjá skaldseguni: tann terv- andi lýsingin og trúligge- ringin av menningini hjá Høgna. Meistaraverkid Skaldsøgan »Fedgar á ferð< kemur í 1940, eftir at hon í einum rættiliga annarleiðis líki hevur verið prentað í Varðanum 16—18. Í stuttum er søgu- gongdin hendan: oldingin Ketil ovkeypir seg å eini uppboðsselu eftir eitt grindadráp, og restina av skaldseguni roynir hann at finna pening at gjalda rokningina við, men tá rokningin fellur til gjald- ingar stutt eftir nýggjár, mugu Ketil og konan selja tað einasta livandi, tey eiga: kúnna. Hóast hetta Tr