leygardagur 15. august 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 11
A
ljóðar syrgiligt, er hovuðs-
dámurin í skaldseguni
skemtiligur og harmonisk-
ur. Ørindini hjá høvund-
anum eru at lýsa tað
gamla og tað nýggja fer-
oyska samfelagið, bónda-
samfelagið og fiskivinnu-
tjóðina, likamliggjørd í
ættarliðinum hjá Ketli og
ættarliðinum hjá synun-
um. Ketil hoyrir heima í tí
gamla statiska bóndasam-
felagnum, meðan synirnir
hoyra heima í tí aktivu
fiskivinnutjóðini, sum teir
gomlu als ikki skilja.
Hvussu grundleggjandi
annarleiðis nógvir av teim
yngru fata umheimin,
verður skemtiliga greitt
frá í einum broti, har tveir
lærarar royna at vísa seg
sum rættar grindamenn:
Á eini brík við eldin sita
tveir lærarar. Teir hava
verið í einum díki og dálk-
að seg, tí teir vilja líkjast
grindamonnum. Teir
spenna bringuna úr sær,
hava langt ímillum knøini
og seta feturnar nógv út-
eftir, meðan teir sita. Teir
slurka og blunka til konu-
fólkini, sum stóðu frammi
á gólvinum. Annar er mál-
maður og ger eitt nýtt orð,
kallar tað fyri grindaslurk.
Hin er ítróttarmaður og
leggur seg eftir at slurka
elegant. Sukrið rerdu teir í
við einum rivjabeini, sum
teir læna ímillum sín.
Konufólkini = trunkaðust
rundan um teir, stungu
seg upp fyri vindeygini og
fram fyri dyrnar. Tær
vildu síggja teir, tí teir
vóru ógiftir.
At tað er meguligt hjá
teimum báðum
lærarunum at spæla leik-
lutin grindamenn í sjón-
leikinum grindadráp,
ístaðin fyri at vera grinda-
menn, vísir at tað sum
hvalirnir hava at týða fyri
teir gomlu, ikki sigur
hesum báðum nakað. Fyri
teir er drápið ikki annað
enn ein rótferoyskur siða-
arvur, sum er við til at
pussa teirra tjóðskapar-
ligu gloriu.
Ketil meinar, at
ungdómurin er farin av
lagi, hann bara krevur og
krevur, og vísir seg ikki
nóg undirbrottligan
mótvegis Gudi og evrig-
heitini. Synirnir siga, at
tað er ein sjálvsagdur
rættur at krevja eina
mannverda tilveru her á
fold, og at undirbrottlig-
heit mótvegis Gudi og ev-
righeit ongantíð hevur
ført til nakað. Men slupp-
tíðin verður ikki lýst sum
verandi bara av tí góða,
tað er ikki bara vælferð,
sum er komin við henni.
Tá Ketilskona meinar, at
tann hálvbýtti, heimfeðis-
ligi Kálvur ikki kann gera
nyttu ufmborð á eini slupp,
tí hann hevur so lítil til
vit, svarar ein av hinum
synunum: »Hann«, sigur
tann elsti sonurin,
»eg
.skal siga tykkum, at hann
er betur skikkadur at
standa vid vadbeinid enn
bæði eg og fleiri« og >við
vaðbeinið er tað ein fyri-
munur at hava sum minst
av tí slagnum. Har er tann
best staddur sum hugsar
sum minst. So lítið lysti-
ligt er tað lívið<.
Tað er í tí manglandi
sambandinum millum
ættarliðini, at tann tra-
giski ásurin í skaldseguni
finst.
Tíðin hjá Ketli og hans-
ara er farin, men synirnir
hava ikki bara vunnið
við býtið; teir kenna ikki
tann frið og tað samhoyr
við natúr og dýr, sum teir
eldru kenna. Tað er ein
kostnaður, sum tann
nýggja skundandi, materi-
ella tíðin hevur kravt. Og
sum hevundurin setur tað
upp, hevur prísurin verið
hegur.
Samanumtikið er >Feðg-
ar á ferð< skemtilig, og tað
er nettupp humorin hjá
Heðini Brú, sum fær lesa-
ran at sættast við hen-
dingarnar — sum nú eru
tragiskar — og fær hann
at trúgva, at tað skal nokk
ganga onkursvegna.
Lyklaskaldsega
„Leikum fagurt“, sum
kom út í 1963, men er
skrivað nógv fyrr, er ein
såtirisk lýsing av tí poli-
tiska lívinum í Feroyum í
tretivuárunum. Har-
afturat sigur hon frá kær-
leiksseguni millum tann
veika Tormann og ta
sterku Elsbu. Tann ráð-
andi segugongdin fortelur
um íhaldflokkin, sum er
ein sambandsflokkur og
Framtaksflokkin, sum er
ein sjálvstýrisflokkur, og
hvussu hesir flokkar,
næstan sum av gomlum
vana, klandrast og leypa á
hvenn annan í blødunum
Dagens Emne og Berg-
mál. Alt samalt rættiliga
meinaleyst og mest stór
orð. Tað vandamikla
kemur ikki inn í politikkin
fyrrenn reiðarin og keyp-
maðurin Bakka-Hanus
fær eina opinbering frá
Gudi. Hann skal stovna
ein trúnaðarflokk, sum
skal bjarga Feroyum og
sjálvandi serstakliga
handlinum hjá Bakka-
Hanusi, sum er um at fara
á heysin. Heimsspekin,
sum liggur aftanfyri tann
nýggja flokkin verður
framborin av fulltrúð-
anum hjá Bakka-Hanusi
Bjarna Berg. Hon vísir
seg at vera yvirmenniskja-
heimsspeki likamliggjørd
sum nútímans
kapitalisma, hátt hevjað
yvir allar politiskar ideo-
logiir, sum aldrin kunnu
verða annað enn amboð í
bardaganum at fáa hendur
á meira peningi, meira
makt.
Hóast trunavar-
flokkurin sum nevnir seg
Nýggiflokkur hóttir við
himmmal og helviti, um
fólk ikki atkveða fyri
flokkinum, so gongst ikki
væl til valið. Men Bjarni
Berg veit ráð: >Vit skulu
verða nationalir<. Trí-
einigheitin: kapitalur, reli-
gión og nationalisma må
føra til sigur.
»Leikum fagurt« er i
manga måtar tad, ein
nevnir eina lyklaskald-
søgu, t.v.s. ein skaldsøga
har tú kennir hendingar
og fyribrigdi aftur frá
veruleikanum, eisini ofta
persónar, men eg dugi ikki
at siga, um persónarnir í
„Leikum fagurt“ eru
tiknir beinleiðis úr tí poli-
tiska lívinum í tretivu-
árunum. Íhaldsflokkurin í
skaldseguni er uttan iva
Sambandsflokkurin, og
Framtaksflokkurin er
Sjálvstýrisflokkurin. Báð-
ir flokkar mugu sigast at
vera rættiliga væl raktir.
Javnaðarflokkurin finst
ikki í skaldseguni, kanska
er tað fyri at gera teir
politisku mótsetningarnar
einfaldari ella kanska er
tað tí skeggið stendur so
nær hekuni. Tann mest
áhugaverdi flokkurin er
Nýggiflokkur, ið er ein
svíðandi lýsing av Vinnu-
flokkinum, sum kom á
ting í 1936. Giliadsfólkini,
ið stuðla Nýggjaflokki,
eru einahelst Breðrasam-
koman. Bleðini Dagens
Emne og Bergmál eru iva-
leyst Dimmalætting og
Tingakrossur.
„Leikum fagurt< er
rættiliga annarleiðis enn
hinar skaldsegurnar hjá
Heðini Brú, bæði tí hon fer
fram í Havnini og ikki í
einari bygd, og tí tað eru
so nógv persónnevn, sum
eru við til at skapa eina
kenslu av kaleidoskopisk-
um vavgreyti. Harafturat
er hon lyklaskaldsega,
sum fer fram heilt fá ár
undan, hon er skrivað. Tað
gav eisini at bíta. Ætlanin
var, at hon skuldi hava
eitt framhald, men tá
kenningar hjá hevund-
anum lósu handritið, frá-
ráddu teir honum at gera
meira við hetta viðkvæma
og vandamikla evni. Tí
stendur skaldsegan nú
hálvliðug, og tað er synd.
Helst hevur eisini verið
ætlanin at gera meira
burturúr kærleikssøguni
millum Tormann og
Elsbu, soleiðis at tann pri-
vata og tann politiska
søgugongdin føra seg
parallelt fram og harvið
lysa hvørja adra. Tann
vánaliga móttekan av
„Leikum fagurt« hevur
eisini skyldini í, at tær
báðar næstu skaldseg-
urnar >Men lívið lær«
1970 og >Tað stóra takid«
1972 fara fram fyri ávika-
vist 200 og 70 árum síð-
ani. Tað minkar um vand-
an fyri, at onkur skal
kenna seg raktan og
harvið fyri illum mót-
mælum.
HEÐIN BRÚ
FE LØGINI
VAR DIN OG MERKIÐ
TORSHAVN 1940
Lognbrá, fyrsta skaldsøgan hjá Heðin Brú, sum kom út i
1930
Lógin frá 1777
»Men lívið lær« er longsta
skaldsegan hjá Heðini
Brú, hon er 321 stórar
síður til longdar. Ætlenin
er at lýsa tað statiska og
klassabýtta føroyska sam-
felagi seinast í átjandu
eld. Hendingarnar í
skaldseguni stava bein-
leiðis frá teim vánaligu av-
leiðingunum, sum lógin
frá 1777 um bátsband og
giftarmál hevði fyri tann
vanliga ognarleysa feroy-
ingin. Lógin staðfesti m.
a., at tað bert vóru bend-
irnir — og harvið prest-
arnir sum eisini vóru
bendur — ið høvdu loyvi
at eiga bát, og bóndin
hevði rætt til at biðja
sýslumannin syrgja fyri
at báturin varð mannaður
av teim ognarleysu. Fyri
at giftast kravdist ein
hálv til ein heil merkur í
jerð.
Hevuðspersónurin í
skaldseguni = er tann
sterka almúgukvinnan
Durita, sum sæð burtur
frá sjálvum endanum, ikki
verður lýst sum ein liv-
andi menniskja, men júst
sum yvirmenniskja.
Durita verður tann per-
sóngjerdi upplýsings-
tanki, sum í endanum av
øldini nåddi Feroyum.
Hon verður ein friheits-
hetja, sum berjist fyri, at
tann vanligi føroyingurin
skal fáa mannarætt í
egnum landi. Durita er
eitt slag av gudinnu, hon
er almóðurin. Skaldsegan
er eisini ein fagnaðar-
songur til kvinnuna, sum
livir eftir kenslunum, eftir
hvat hon kennir er rætt,
og hvat er skeivt. Maðurin
Jesar fær lítið og einki av
skafti, fyrrenn hann
verður stýrdur av Duritu,
tí hann hugsar ov nógv.
Durita fær endurreist
stórar partar av bygdini
og meira við, tí hon ikki
situr og ivast í hvussu og
hvat, men uttan at drála
ger tað hon veit er tað
rætta, líkamikið hvat
lógin sigur. Hon er lík
Noru í Sjónleikinum hjá
Henrik Ibsen >Et Dukke-
hjem«, sum eisini ger tað,
hon við sær sjålvari
kennir er rætt, og skilur
ikki at lógin ikki altíð
tekur menniskjaslig
fyrilit. >Men lívið lær« er
málað við breiðum pensli
og er undirhaldandi og
spennandi at lesa, og hon
íður av framúr fólkalívs-
myndum, men av tí at
Durita enn ikki er roynd
lýst livandi, trýr lesarin
ógvuliga fáum av persón-
unum í skaldseguni.
Deyði bónda-
samfelagsins
Seinasta skaldsegan hjá
Heðini Brú er >Tað stóra
takið“, sum viðger skifti
frá bóndasamfelag til
fiskivinnusamfelag í eim
føroyskari bygd. Í fyrs-
tani situr ein garður,
Fornigarður, á næstan
allari jorðini og hevur ti
alt at siga í bygdini. Men
tað er ikki langt umliðið,
so eru synirnir hjá ellum
teim ognarleysu til skips
og vinna pening, og det-
urnar eru í stórbygdunum
í fiskaarbeiði, so tað er so
skjótt, at bóndagarðurin,
sum hongur fastur í eini
evju av gomlum hugsun-
arhátti, smokkar burtur-
ímillum. Garðurin kemur
ikki á føtur aftur, fyrrenn
tey fyrrverandi fátæku og
fyrrverandi trælir á garð-
inum, skumpa undir og
hjálpa garðinum. Tá bókin
endar, hevur bygdin fingið
havn og kirkju, og freðin í
bygdini er stór, tí nú øll
eru lika, hava øll tað gott,
ella so gott sum øll. Døt-
urnar á bóndagarðinum
hava tað ikki so gott. Tær
— og serliga hin eldra —
høvdu roknað við at liva
upp å ættina teirra tiå her
á fold. Men nú vísir tað
seg, at ein bóndadóttir
ikki er betur fyri enn hinar
genturnar í bygdini, hon
skal sum tær prógva sítt
virði og er ikki longur fedd
við tí. Hetta tolir tann
eldra ikki og verður órein
og svek meðan tann
yngra er gjert býtt í upp-
vekstrinum. Tær verða
livandi demi um, at sam-
felagsbroytingin ikki kost-
aði heilt einki.
>Tað stóra takið< er
tann mest skematiseraða
skaldsegan hjá Heðini
Brú. Lesarin fær mangan
eina kenslu av, at hev-
undurin hevur ikki gjert
skaldseguna lidna,
men hevur latið tann hálv-
lidna bulin prenta. Í stór-
an mun er einki lív í per-
sónunum, eru bert veikar
strikumyndir. Tittulin
sipar til tað ódnartakið
sum skuldi til, fyri at lyfta
Feroyar inn í nútíðina,
men í skaldseguni er tað
ikki nakað ódnartak, har
gongur alt av sær
sjálvum.
Í uppbygging er >Tað
stóra takið< ein kollektiv-
skaldsega, t.v.s. at eingir
einstaklingar eru hevuðs-
persónar, men alt bygda-
samfelagið.
Stuttsegur
Hóast stuttseguskald-
skapurin hjá Heðini Brú
av mongum verður mettur
sum tað besta, hann hevur
skrivað, verður í einum til
tað stuttum yvirliti sum
hesum, ikki stundir til at
nerta við allan skald-
skapin, til tað er hann ov
rúgvismikil: 6 skaldsegur,
4 stuttsegusevn við 48
segum, endurminningar
uppá slakar 400 síður og
ein riðil av týðingum úr
fremmandum málum, frá
Shakespeare til Dosto-
AAAA——AAA—AKAF——A——ÞA——Æ—Æ—Æ——T—T—TL—Æ—