leygardagur 15. august 1981síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
bue od
Síða 12
SOSIALURIN
jevskij. Eg viðgeri ti bert í
stuttum stuttsegurnar.
Tey fýra stuttsøgusøvn-
ini eru: »Fjallaskuggin«
1936, >Flókatrell< 1948,
>Purkhús< 1966 og >Bú-
ravnurin< 1971. Megin-
parturin av stuttsegunum
nevnast mest rámandi
skitsir, tær eru ikki fiktión
í vanligari merking.
Skitsan kann avmarkast í
mun til fiktiónsstutt-
seguna á tann hátt, at hon
ikki hevur nakra rættilig-
ar fiktivar tilburðir, í mun
til essayið á tann hátt, at
hon hevur lítið av abstrak-
tari hugleiðing og í mun til
prosayrkingina við longri
og fríari setningum. Til-
farið í skitsuni er ofta
avmynding av
landsløgum, hugaløgum,
endurminningum, uppliv-
ingum v.m. Skitsan hevur
ógvuliga subjektiv
sermerki, og er tí ógvuliga
væl nytilig til endur-
minningar. Heitið skitsa
er ein metaforur, t.v.s. ein
orðamynd, sum er lánt frá
málningalistini, og tað
lýsir ógvuliga væl tann
mátan, sum Heðin Brú
brúkar orð og setningar til
at mála menniskjur, na-
túrupplivingar og natúr-
kenslur. Natúrulýs-
ingarnar eru mangan ein
panteistiskur fagnaður til
lívsumferðina, víst við
teim skiftandi árstíðun-
um. Lívsramman hjá
menniskjuni er sett av
natúruni í strangasta týd-
ningi. Mótsetningurin
millum tað gamla og
tað nýggja samfelagið
verður viðgjerdur fleiri
ferðir, og somuleiðis korini
hjá listamanninum í ein-
um samfelagi, sum ikki
skilir hann.
Tað fer ein broyting
fram í stuttsegunum frá
teim meira leyst saman-
settu segunum í >Fjalla-
skugga« til ein meira og
meira stramman form í
teim seinnu segunum.
Málið verður meira sam-
andrigið og setningarnir
stytri — ein ikki óvanlig
gongd í skrivingini hjá
einum rithøvunda. Av
óvissum orsekum fjarar
humorin næstan burtur í
segunum frá teim seinnu
árunum; tað sama ger seg
galdandi í skaldsegunum
»Men lívið lær“ og >Tað
stóra takid«.
Ein hevuðsútsegn hjá
hevundanum í segunum
frá seinasta savninum
>Búravnurin< er ein
samanfatan av lívsroynd-
unum, tað ræður um at
halda fast við tað opna
barnasinni inn í vaksna-
árini og gávurnar at spæla
lívið, í staðin fyri sjálvs-
sekin at berja seg
gjegnum tað. Høvundurin
hevur alla virðing fyri tí
menniskjuni, sum arbeiðir
fyri sínum dagliga breyði,
men hann vanvirðir tað
sjálvgóðsku og slúkni
eftir at eiga, sum er ein
partur av fyrimyndini hjá
nútímans samfelagnum.
Endurminningar
Seinasta verkið frá Heðin
Brús hond er »Endur-
minningar« sum komu i
1980. Fyrra helvtin av
bókini stendur sterkast og
mest livandi, tí hon sigur
frá uppvekstrinum fram
til umleið 1920, og her
kann hevundurin skriva
næstan sum hann vil. Tá
ið hann nærkast okkara
tíð verða frásagnirnar
veikari og minni nágreini-
ligar, t. d. nevnast næstan
eingi nevn. Grundin er
sjálvsagt tann, at í einum
lítlum og ættarkærum
samfelag sum tí feroyska
er torfert at festa nakað á
blað, uttan at onkur fær ilt
av tí.
Samanbera við skald-
skapin við endurminn-
ingarnar, síggja vit, at tað
fyrst og fremst eru >Logn-
brå« og »Fastatøkur«, ið
byggja å egnar uppliving-
ar, uttan at vit tó kunnu
seta javnaðarmerki
millum Heðin Brú og
Hegna. Ein fittur partur
av stuttsegunum byggja
eisini á egnar upplivingar.
Skyldskapur
Heðin Brú er í ætt við teir
rithevundar sum í Dan-
mark komu fram beint
undan aldarskiftinum og
vanliga undir einum nevn-
ast >Det folkelige gennem-
brud«; teir eru millum
aðrar: Jakob Knudsen,
Johannes V. Jensen,
Jeppe Aakjær, Johan
Skjoldborg og Martin
Andersen Nexø. Í teirra
og Hedin Brus føri hevur
tann grundtvigianski hå-
skúlin havt avgerandi
týdning. Ein av grund-
stuðlunum undir skald-
skapinum er lýsingina av
tí sjálvupplivda gerandis-
degnum, báðir partar
hava ein vilja til at broyta
skeivleikar í samfelagnum
við at fáa fólk at lata
eyguni upp, og tann
arbeiðssama og virkna
menniskjan er í hásæt-
inum. Teir donsku hev-
undarnir skriva, eins og
Heðin Brú, mangan stutt-
søgur, sum meira eru at
kalla fólkalívsmyndir, teir
gera allir nógv burturúr tí
livandi natúruni; tað er
ástarsamband millum hes-
ar hevundar og natúruna,
kvinnan er hjá báðum
pertum eitt tekin uppá
livskraftina, sum íkki
letur seg forda. Hesir høv-
undar gera eisini nógv
burturúr at lýsa barna-
heimin, ikki sum eitt stutt
stig á vegnum til vaksna-
árini, men við sjálvsteð-
ugum virði. Líkleikin hjá
Heðini Brú við hesar hev-
undar finst á næstan
ollum økjum, men á einum
Feðgar á ferð, kanska best dámda skaldsogan hjá Heðin
Brú
eki ber hann frá, hann
skrivar næstan ikki yrk-
ingar, meðan hesir allir
hava givið yrkingasevn
ut.
Kor listamansins
Humor
Trupulleikarnir hjá lista-
manninum, og hvat listin
kann nýtast til er fleiri
ferðir á skránni í skald-
skapinum. Meðan listin,
serstakliga tíðliga í skald-
skapinum, verður mett at
vera tað hægsta, ein
menniskja kann náa, og
hon verður eins og hjá
romantikarunum skírd
guddommilig, so verður
hon seinni í skaldskap-
inum t. d. í >Men lívið
lær<, meira og meira til
kompensatión fyri tað
veruliga lívið. Tað verður
til, at tá ein ikki sleppur at
liva tað livandi lívið, so
kann listin vera ein troyst.
Men steðan hjá rithev-
undanum er ikki eintýdd,
tí hann dregur steðugt
fram, at tað er týdningar-
mikið, at vit ikki gloyma
tað skapandi hugflogið í
berum matstrevi.
Humorin hevur sum
áður nevnt alstóran týd-
ning í bókunum hjá
Heðini Brú, einahelst í
teim fyrru. Í »Logn-
brå—Fastatøkum« eru
tær skemtiligu hending-
arnar vistar sum småir
sjónleikir, i »Fedgar á
ferð“ er eisini harðmælt
skemt, men hevuðs-
dámurin er tann stilli
humorin, sum alla tíðina
er til staðar undir yvir-
flatuni, í »Leikum fagurt«
eru satira og marghått-
ligir viðburðir. Í teim
báðum seinastu skaldseg-
unum er humorin burtdr-
fjarðaður.
At teir smáu »sjonleik-
irnir«, sum finnast ymsa-
staðni í skaldskapinum
eru meistarligir, kann ein
og hver vissa seg um við
at lesa áður endurgivna
brotið um lærararnar í
grind, og t.d. har Skúvur
spýr á grammofonina í
»Fastatøkum«.
Broytingar-
samfelagid
Eitt høvudsevni i skald-
skapinum og einahelst i
skaldsøgunum er samfel-
agid i broyting frå einum
stødi til eitt annad, og teir
trupulleikar sum neyðtur-
viliga mugu standast av,
at eitt samfelag skiftir
ham. Í »Lognbrå-Fasta-
tøkum« er samfelagið í
broyting bert baksýnið
hjá menningarseguni hjá
Hegna, meðan broytingarí
„Feðgar á ferð< er lýst
gjøgnum mótsetningarnar
millum tey eldru og tey
yngru, ættarliðini ímynda
hvert sítt samfelagsstaði.
„Leikum fagurt« lýsir m.a.
avleiðingarnar av samfel-
agsbroytingini, blómandi
tjóðskaparkensla, vak-
sandi sjálvsmedvit, rót-
loysi, politiskt eygnariv,
sekteristar, alt rørt saman
í einum svartapotti. >Men
lívið lær“ fortelur um av-
leiðingarnar av tí kúgandi
lógini frá 1777, og um upp-
lýsingarhugsjónina, sum
kemur til landið nakað
samstundis. >Tað stóra
takið< viðger broytingina
frá bóndabygd til fiski-
vinnubygd.
Lívsáskoðanin í
skaldskapinum broytist
frá einum veti av pessi-
mismu í »Lognbrå« og
bjartskygni við fyrivarni i
»Fastatøkum« yvir ljósari
lívsáskoðan í >Feðgum á
ferð“ og >Leikum fagurt«
til treytaleysa optimismu
í »Men lívið lær“ og >Tað
stóra takid«. Tekur tú
aktivan lut í tilveruni, so
verður úrslitið av tí fræg-
asta. Tað grundleggjandi í
lívsáskoðanini, teir tríggir
grundstuðlarnir undir
skaldskapinum hjá Heðini
Brú eru: uppveksturin á
bygd, tann grundtvigi-
anska upplýsingin og
sjónarmið úr tí modernaðu
natúrvísundini.
Eg setti í byrjanini
spurningin: hví er
Heðin Brú so nógv meira
umhildin enn nakar annar
foroyskur rithevundur?
Grundin er bæði tey evni,
hann viðger, og mátin
hann viðger tey uppá, og
humorin sum stóran
part av skaldskapinum er
fløvandi til stadar og ikki
at gloyma: málið. Tann
målsligi meistaraskapurin
hjá Heðini Brú kann ikki
takast fram ov ofta. Hann
hevur havt og hevur óme-
taligan tydning fyri
livandi føroyskt mål, og
vid békunum hjå honum
er tað prógvað, at mun-
urin millum tala og
skrivað føroyskt ikki nýtir
at vera so stórur.
Vit eru errnir
av honum
— sigur Viggo á Mølini um sambygda-
mannin Heðin Brú og greiðir frá ti fyrsta
hann minnist til hann
— Tað fyrsta eg
minnist til Hans
Jakku, ella Heðin
Brú, var tá hann
plagdi at koma
oman higar — Hans
bróður og hann
vóru so ógvuliga
væl — og skrivaðu
blaðið, Geislan,
sum ungmannafel-
agið, Ljómur, teir
stovnaðu, gav út,
greiðir Viggo Dals-
gaard, á Mølini, í
Skálavík frá.
— Uppi á kamarinum hjá
Hansi skrivaðu teir hetta
blaðið — við hond og sjál-
vir mangfoldiggjørdu teir
tað. Tað komu nekur
eintøku út, men ikki
trúgvi eg, at nakað er til
av teimum. Tað fyrsta, eg
minnist meg hava lisið
eftir Heðini, var ein grein í
tí næsta blaðnum.
Í hesi greinini var Heðin
ógvuliga íðin avhalds-
maður, greiðir Viggo víð-
ari frá. Fráhald og máta-
hald, haldi eg greinin
Í