Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1981síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Sida 13 AAA AA AAA AAA AAA AAA TEE EET kalladist. Hann likasum vildi vera vid, at antin måtti man vera heilur ella ikki. Måtahald dugdi ikki. Eg minnist onkran av teimum eldru monnunum — teir dåmdu hetta rætti- liga illani. Teir føldu seg nokk raktar. Teir hildu seg sikkurt vera måta- haldsmenn. Men tað er jú so, at menn kunnu siga, at teir hevdu eina vóning, men so vóru teir kortini so dýrandi fullir... Viggo er útvið 10 ár yngri enn Heðin, so hann var ikki nakrantíð á fundi í ungmannafelagnum, men hann minnist felagið, sum bert andi stutta tíð eftir tað, at Heðin var farin úr bygdini og Hans gavst og annars var farin til skips. Eisini minnist hann flaggið hjá fel- agnum. — Hetta var tað fer- oyska flaggið, sum stu- dentarnir hevdu gjert í Keypmannahavn. Eg haldi, at tað kom ein åheit- an — helst frå Rikard Long — til ungmannafel- øgini at brúka Merkið. I ovara innara feltið stóð »Ljémur« og undir stóð „ljós yvir landið<. Hetta var ein vakur fáni, stav- irnir vóru broderaðir á, greiðir Viggo frá. Flaggið hevur verið til fyri ikki so nógvum árum síðani, men nú er líkt til, at tað er farið. Skyldmaður bjar- gaði Heðini Um umsteðurnar á bygd hjá einum, sum tá í tíðini var áhugaður í bókum, sigur Viggo, at hóast Stovu-husid = var eitt mentaheim, so skiltu tey ikki hetta. Foreldrunum dámdu ikki, at Heðin læs so nógv og tey segdu við hann, at hann bleiv sum skyldmaðurin, Símun á Skarvanesi, sum læs seg frá skilinum, sum Heðin eisini sigur í Endurminn- ingunum. Hetta hevur sjálvandi ávirkað Heðin. Og eisini hevði hann trupulleikar, tá hann seinri hevði hug at fara at lesa — fáa sær eina landbúnaðarútbúgving. — Sum hann greiðir frá í Endurminningunum, so gjørdi jú ein skyldmadur heima å Sandi sær tann ómak at koma eystur til Skálavíkar við Heðini fyri at greiða foreldrunum frá, hvat tað galt, sigur Viggo. — Eg haldi ikki, at eg gangi nøkrum ov nær, tå eg sigi, at hetta var Jóhan Hendrik Hjalt — hann var langt út yvir tað vanliga og nógv klókari enn fólk flest. Og man kann gott siga, at hann bjargaði Heðini. Hann fekk sagt tað forloysandi orðið. Tey vóru so slektskær og bara tað, at hann kom eystur, man hava gjert sítt til, at tey eftirlíkaðu. — Vit eru ernir av honum — Hvussu feldu skálvík- ingar tað, tå ein sambygd- armaður fór at geva bekur út og onkur kanska kendi seg aftur? — Tað var tíkið væl í móti honum. Men tað var kortini ikki so, at menn gingu og brettu sær á. Men eg haldi, at vit kunnu siga, at vit eru ernir av honum. — Eg havi hoyrt aðra- staðni frá, at hann skudi vera illani umtóktur her í bygdini, men tað er ikki so. Tey, sum hava kent seg aftur, hava verið so klók fólk, at tey hava látið sum einki. Her stóð barnaheimið, í Stovu, hjá Heðin Brú. Húsið hogrumegin er eitt gamalt úthús, sum er uppíbygt Hans Jakku var bara skemt- ingarsamur… — Her st6d barna- heimið hjá Hans Jakku, har sum steinarnir liggja, sigur Viggo Dals- gaard, á Meiini, meðan hann við stavinum peikar á 1 staðið í Innaradali í Skálavík, har bar- naheimið, Stovan, hjá Heðin Brú lá. Húsið varð tikið niður fyri mongum árum síðani, longu meðan Heðin læs niðri. Men enn stendur eitt lagað úthús uppi. Eys- tanfyri ánna, uppi í túnin- Býlingurin Innaridalur í Skálavík sæddur frá kirkjuni — Tað er heilt vist, at nógvar av persónunum kenna vit aftur, sigur Viggo. Men hann vil ongan nevna. Tó sigur hann, at Ketil er pápi Heðins. Eg segði tað einaferð við Heðin, at pápin í Feðgar á ferð, Ketil, var pápi hansara. So, sigur Heðin, ja, viðhvert er tað pápin. Og hatta er púra rætt, ti persónarnir, ser- liga hevuðspersónarnir, eru samansettir av fleiri persónum, teir eru gjerdir til ein persón. - Og mamman, sum av eitt avtakafólk, er Ketils- kona í Feðgar á ferð. Hon, sum var úr Dali, dugdi so avbera væl at taka til og ofta kennist hon aftur í bókum hansara. Gongur aftur Viggo vísir eisini á, at tey gomlu í Skálavík hevdu eitt so ógvuliga gott mál. I samband við hetta vísir hann á fororðini í Krossvatn, einnorsk bók við stuttsegum eftir Heðini Brú, har umsetarin sigur við Heðin, at hann hevði hoyrt, at hansara mál var so eyðkent. Tá svarar Heðin aftur, at tað kann vera, og at tað mundi koma av tí, at hann hevði so vánaligan lærara, og lærdi nærmast einki í skúlanum, so tað sum hann lærdi av máli, lærði hann heima við hús og bygdini. Hvussu er vid målin- um i Skålavik i dag? Nei, eg haldi, at tað er sum maðurin segði : „Det gár tilbage Håkon«. Nei, tað gongur skjótt afturá. Lisið bøkurnar við hjálp av orðabók Viggo hevur annars eisini 88 eitt gott daemi um, hvussu stórur åhugin er fyri skaldaverkunum hjá Heðini Brú uttan fyri oyggjarnar - Eg havi ein danskan vinmann, Anker Larsen, sum er myndaskerari. Honum sendi eg Feðgar á ferð, tá hon var týdd til danskt, og kom út undir heitinum Fattigmands- ære. Nekur ár seinri, tá hann var her, nevndi hann onkra bók, sum hann hevði lisið av Heðini Brú Men tá eg spurdi hann, hvussu hann lisið hana, tí hon er ikki umsett, svaraði hann,at hann læs feroyskt. Sum ungur hevði hann lært fornnorrønt og við hjálp hevði av orðabókum læs bekurnar hann „Jeg har so stor interresse for dem, at jeg må læse dem, og jeg skal sige dem, Viggo, at jeg har læst alle bøgerne af William Heinesen, og jeg synes godt om dem, men for mig er Hedin Brú større —forfatter« Eg svaradi honum aftur, at tað hevði glett hann at hoyrt — Tá hann spurdi, hvussu gamal, Heðin var, fortaldi eg honum at hann fylti 75 skjótt. Hann fór so avstað, og eg frætti eftir at Tá fekk eg eitt Heðini, har hann fortelur, at van fødingardagin hann fingið ein pakka við einum træskurði av Ketli frá einum manni, sum hann ikki kendi. Tá var tað hesin Anker sum hevði skorið Heðini Ketil, og í brævinum segði hann, at >Det er Ketil, der kommer hjem igen, koigs, men med æren i behold«. Bókin endar jú við, at Ketil og konan selja kúnna og her líka sum, at hann heldur fram við bók- ini, endar Viggo Dals- gaard. einki, Heðin hevði fylt bræv frá fyrrenn sjal hevði Larsen síðu Framhald á næstu Knút úti í Húsi og Viggo á Mølini í býlinginum í Innaradali í Skálavík