leygardagur 22. august 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
— Vit royna at fáa fólk
at liva eftir boðunum
— siga Mariusystrarnar, Juliana og Jos-
vana. Alt virkið teirra er grundað á gávur.
Peningin, tær fáa, brúka tær at breiða
evangeliið út, og ikki til mat. Hann biðja
tær til Gud um at fáa. — Og enn eru vit
ongatíð farnar svangar til songar, siga tær
brosandi. Systrarnar úr ti tvørkirkjuliga,
protestantiska felagsskapinum vitja i Før-
oyum til fyrst i september
Undir stóra málningin eft-
ir Jógvan Waagstein av
Sigmundi Brestisson, tá
hesin kristnar Feroyar,
stendur systur Juliana og
greiðir frá bókum eftir
móður Basileu og frá fel-
agsskapinum hjá Mariu-
systrunum.
Ein stór bókaframsýn-
ing er í KFUK í samband
við vitjanina av tveimum
Mariusystrum í Noregi.
Tær komu higar måna-
dagin og steðga til fyrst í
september. Í Feroyum
skulu tær halda meti
kring í oyggjunum.
Uppgávan hjá Mariu-
systrunum er at breiða út
evangeliið við bókum,
metum, útvarpssend-
ingum, filmum o.s.fr.,
greiða systrarnar Juliana
og Josuna frá.
— Fyrr var tað ein sjálv-
fylgja, at menniskju livdu
eftir teimum 10 boðunum,
men tað er tað ikki í dag.
Hetta royna vit at fáa fólk
at gera aftur. Hetta er ein
av hevuðsuppgávunum
hjá okkum, sigur Juliana.
Sjálvar bygt
hevuðssteðina
Mariusystrarnar virka í
16 londum. Hevuðssteðin,
Kanaan, liggur í Darm-
stadt í Týskalandi. Hesa
fóru tær at byggja upp í
1947 við múrsteinum, tær
leitaðu fram í ruinunum
eftir tey mongu bumbu-
álopini á Darmstadt, har
sjeyndi hver íbúgvi lat lív
undir seinra heimskríggi.
Tað var undir einum
loftálopi, í bumbuskýl-
inum, at tær báðar lovaðu,
at sluppu tær við lívinum,
skuldu gera upp við synd-
irnar og virka fyri at upp-
lýsa fólki um evangeliið.
Felagsskapurin av
Mariusystrunum var úr-
slitið. Í dag telur hann um-
leið 150 systrar, sum virka
í 16 londum og koma tær
úr 16 londum. Teirra mill-
um er Noreg, har ll
Mariusystrar halda til í
Arneberg. Og her búgva
Juliana og Josvana
Tær geva ikki nakað
lyfti, tå tær gerast limir í
felagsskapinum, men tær
vita, at tað er fyri lívið. Tá
tær verða tiknar upp, fáa
tær eitt nýtt navn sum er
mál fyri andaligari trúgv.
Felagsskapurin = kann
sum soleiðis ikki sammet-
ast við nunnur og nunnu-
klostur. Tær búgva
saman, men hava t.d. ikki
egna kirkju og ganga í
kirkjuni á staðnum.
Keypa ikki mat
— fáa alt
— Hava tit borgarligt
arbeiði?
— Nei, tað hava vit ikki.
— Hvat liva tit so av?
— Vit fáa gávur, men
móður Basilea hevur skip-
að soleiðis fyri, at peng-
arnar, vit fáa, brúka vit at
breiða evangeliið við,
meðan vit biðja til Gud
um at geva okkum tað,
okkum tervar, uttan at
nevna tað, vit hava fyri
neyðini, við navni, greiða
systrarnar frá.
Og tær eru ongatíð
farnar svangar í song. Tær
hava altíð fingið tey trý
málini.
Brosandi greiða tær frá
eini segu, tá tær vóru
komnar í uppisetur við
margarini. Tær bóðu og
bóðu, men dagarnir gingu,
og dagurin nærkaðist, tá
tær skuldu fáa gestir. Tað
var komið til tað mundið,
at tær skuldu fara at eta
við gestunum, og
framvegis var einki marg-
'arin komið, tá ein maður
kom til bústaðin við mar-
garini.
— Og tå var »jubil«,
flenna tær, og siga, at
hetta skapar upp aftur
størri kærleika til Gud.
Eisini tå tær, heilt
ókendar, hava verið á
fremmandum steðum og
hildið meti, hava tær
fingið tað, tær hava havt
brúk fyri.
Lukkuligasta tíðin
- Er tað ikki stór broyt-
ing frá einum vanligum
familju uppvekstri til at
skula liva eitt slíkt lív?
- Jú, tað er tað, men
hetta er tann lukkuligasta
tíðin í lívi okkara, siga
báðar systrarnar.
Spurdar, um tær onga-
tíð ilskast inn á hverja
aðra, siga tær, at tað hend-
ur.
— Hava vit svara aftur í
einum argiligum tónalagi,
biðja vit um fyrigeving.
Vit tosa altíð út um ting-
ini og eru opnar fyri hverj-
ari aðrari, siga Juliana og
Josvana.
Seta upp skelti
í Føroyum
Høvudsstødin Kanaan,
sum fevnir um fleiri hús —
m.a. eitt ellisheim, hóast
tær annars ikki taka lut í
beinleiðis sosialum arbeiði
— var liðug í 1966.
Tær bygdu hana sjálvar
so við og við. Listarverk,
sum prýða hana, hava tær
eisini avrikað. Grenmeti
og aðrar búnaðarverur
dyrka tær eisini.
Tilfarið, sum tær brúka í
arbeiði teirra, framleiða
tær eisini. M.a. hava tær
Á Våd Mern er TÚ MÚS TL 300
KÅL JOg påkadder LILLO hørt 505 sp:
prentsmiðju og prenta
sjálvar.
Eitt av teimum
føroysku blaðfólkunum
spurdi — mest sum í
skemti — um tær ikki
vóru komnar í tvídrátt við
prentararnar...Flennandi
søgdu tær, at tað vóru tær
ikki.
Hóast tær t.d. ikki
luttaka í sosialum arbeiði,
virka tær kortini í >slum-
kvarterunum« i Darm-
SOSIALURIN
stadt saman vid heima-
missiónini á staðnum og
taka sær av drankarum og
bernum hjá slíkum.
Av lagnum at skilja
vóru tær fegnar um at
vera komnar til Føroya.
Tær hava einki tilfar á for-
oyskum, men tað skiltist
sum um tær hava okkurt í
umbúnað, t.d. tosaðu tær
um at seta upp skelti við
sokallaðum kjarnuorðum
á.
Juliana við einum skelti, sum kanska eisini verða sett upp i Føroyum, og Josvana við
eini bók um Mariusystrarnar og høvudsstød teirra, Kanaan
Jógvan Sundstein um grein í Dimmalætting:
Óundirbygd álop
sum byggja á misfatan
Ein grein í Dimmalætting um tjóðarroknskapin, har undanfarna samgonga verður løgd
undir at hava brúkt pening hon ikki átti, blandar tjóðarroknskapin og landskassarokn-
skapin saman.
— Greinin byggir á eina misfatan, og tí kunnu vit ikki taka okkum av álopunum, sigur
formaðurin í Fólkaflokkinum
Hósdagin í síðstu viku
hevði Dimmalætting eina
blaðgrein um tjóðarrokn-
skapin fyri 1979, sum
Hagdeildin í Tinganesi
nýliga hevur sent út. Um-
framt at seta upp eitt yvir-
lit yvir gjaldsjavnan hev-
ur Dimmalætting eina frá-
greiðing, sum endar við
hesi viðmerking:
„Hesi turru tel skuldu
verið eitt demi um,
hvussu táverandi sam-
gonga hevur brúkt pengar
sínar, ella pengarnar, ið
teir einki áttu i«.
Hesa viðmerking tekur
Sverre Midjord, fyrrv. løg-
tingsmaður, sum eina
skuldseting um óreiðulig-
heit í einum lesarbrævi í
Sosialinum mikudagin.
Sverre Midjord vísir á,
at ein av núverandi sam-
gonguflokkunum í lands-
stýrinum, Fólkaflokkurin,
tá hevði fíggjarmál um
hendi í landsstýrinum,
hevði formannin í fíggjar-
nevndini, umframt tað at
grannskoðaravirkið hjá
formanninum í flokkinum
hevur grannskoðanina av
landskassaroknskapinum
um hendi. Sverre Midjord
spyr, um Fólkaflokkurin
letur hesa skuldsetingina
fara fram við borðinum
uttan nakað.
Misskilja nakað
Sosialurin hevur biðið um
eina viðmerking frá for-
manni Fólkafloksins, Jóg-
vani Sundstein. Hann
vísir á, at bæði Dimma-
lætting og Sverre Midjord
blanda tveir roknskapir
saman — tjóðarrokn-
skapin og landskassarokn-
skapin.
Meðan tjóðarrokn-
skapurin vísir, hvussu
bruttotjóðarúrtekan verð-
ur til og hvussu hon verð-
ur brúkt, er landskassa-
roknskapurin ein rokn-
skapur yvir tað, sum
landskassin krevur upp og
tað sum brúkt verður í al-
menna sektorinum.
Framhald av óundir-
bygdum álopum
— Skrivingin í Dimma-
lætting er eitt framhald av
teimum vanligu álop-
unum, ið hon hevur havt
alla tíðina á fráfarnu sam-
gongu. Uppsetingin av
tølunum í Dimmalætting
eru úr tjóðarroknskap-
inum og hava tí einki bein-
leiðis við landskassarokn-
skapin at gera, sigur Jóg-
van Sundstein.
I greinini skrivar
Dimmalætting m.a., at
landskassin skyldar 44,8
mill. kr. i móti 21,2 árið
frammanundan. Og vid ut-
rópsteknið slær Dimma-
lætting fast: »Skuldin er
meira enn tvífaldað !«
Jógvan Sundstein vísir
á, at låntøkan uttanlands
er samanlagt fyri foroyska
samfelagið í 1979 økt
við 178 mill. kr. Av teim-
um hevur landskassin lánt
umleið 45 mill. kr.
— Vert er at leggja
merkið til, at Dimmalætt-
ing sigur, at landskassin
hevur meira enn tvífaldað
sína uttanlandsskuld
hetta árið. Hetta er ikki
beint. Tað er lutfallið í
økingini av landskassa-
skuldini frá 78 til 79 sum
er tvífaldað.
— Saman um tikið kann
sigast, at hesi óundir-
bygdu álopini í Dimma-
lætting kunnu vit tí ikki
taka okkum av, tá ið tey
beinleiðis byggja á misfat-
anir, endar formaðurin í
Fólkaflokkinum, Jógvan
Sundstein.
ITT
SET