Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Krevja avgerðina um elverkið vidgjørda av nýggjum — Tvøroyri hevur fingið nóg stóra undir- tóku at krevja umboðsráðið hjá SEV saman at viðgera málið um elverkið Avgerðin at byggja nýggja elverkið í Suður- oynni á Oyrunum í Vági skal nú viðgerast av nýggjum. Ein meiriluti í SEV- stýrinum hevur avgjert, at elverkið skal vera í Vági. Avgerðin er illa dámd á Tveroyri og tey trý umboðini fyri Tveroyri í umboðsráðnum hjá SEV hava skrivað til ell hini umboðini í landinum og biðið tey verið við til at krevja umboðsráðsfund um avgerðina viðvíkjandi elverkinum. Lógin fyri SEV sigur, at um í minsta lagi 15 av teimum 70 um- boðsráðslimunum krevja mål vidgjørd á umboðs- ráðsfundi, so skal fundur verða. — Vit hava nú fingið nóg nógvar undirskriftir til at kunna krevja fund, sigur ein av umboðsmonn- unum fyri Tveroyri, Dán- jal av Rana. Kravið skuldi sendast SEV-stýrinum í gjár. Formaðurin í SEV-stýr- inum, Ivan Johannesen, segði í samreðu við Sosi- alin tann 11. juli i ár, at hann dugdi ikki at síggja nakra grund til at taka málið uppaftur. Men nú verður hann so noyddur til tess. Ongin rættilig grundgeving Dánjal av Rana sigur, at SEV-stýrið ikki hevur givið teimum nakra veru- liga grundgeving fyri, hví elverkið skal flytast suður til Vágs. Elverk hevur verið í Trongisvági síðani 1947. Kommunan bygdi tað. Grundgevingarnar hjá SEV-stýrinum eru tær, at ein oljukai er í gerð í Vági og, at har kann avlops- hitin brúkast. — Vit hava havt oljukai síðani 1935 og avlopshitin kann eisini brúkast her, sigur Dánjal av Rana. Talan var um tvey stød í Suðuroynni, har elverkið kundi byggjast, á Dreinesi og á Oyrunum. Meirilutin í SEV-stýrinum valdi seinna plássið. Í morgin kl. 15 verður fyrsta finalan um nýggju Ísafjarðarsúluna spæld á ovara velli í Gundadali. Hon er millum HB og TB. HB vann Ísafjarðarsúluna til ognar í fjør og nú hava so fótbólts- feløgini Hørður og Vestri á Ísafirði givið eina nýgoia at kappast um. Kavbátur var við Fyri góðari viku síðani, ella tann 14. august, varð Færøernes Kommando varug vid, at sovjetiska havrannsóknar- og kav- bátahjálparskipið Svane- tiya samarbeiddi vid ein dieselriknan kavbåt undir Føroyum. Ein líknandi hending fór fram i juni 1980, 150 fjórð- ingar vestur ur Akra- byrgi, tå havrannsóknar- skipið Mikail Krupskiy var á veg á Havnina. Svanetiya hevur verið innanfyri 200 fjórðinga fiskimarkið í ein mánað og hevur gjert serligar venj- ingar og kanningar við Føroya banka og Bill Baily. Fleiri onnur sovjetisk skip hava verið í fer- oyskum sjógvi hesa sein- astu tíðina. 25. juli—6. august lá eitt herskip fyri akker uttan fyri 3 fjórð- inga markið við Svin- oynna og Sandoynna. 13.—15. juli hevdu tvey sovjetisk, tvey eysturtýsk og eitt polskt herskip ven- jing við Feroyar. Skipini lógu 6 fjórðingar eystur úr Svínoynni, har tey tóku olju frá einum tangaskipi, sum var við flotanum. Tá tey vóru liðug at bunkra, fóru skipini aftur í Eystur- sjógvin, upplýsir Færøer- nes Kommando. Færgernes Kommando fylgir væl við eystureuro- peisku flotavenjingunum við Føroyar. Henda myndin er tikin fyri nøkr- um árum síðani, tå eitt sovjetiskt herskip bunk- raði norðanfyri oyggjarnar — Fútin vísir ákærunum aftur Fútin hevur sent løgmålarådnum sína áskoðan um åtaluna, sum D. P. Danielsen, sakførari hjá Føroya Sjómannafelag, hevur sent løgmålarådnum um framferdina hjá politinum, tå tað legði uppí blokadurnar á bryggjuni í Havn 27. juli og 3. august. Løgmålarådid sendi fútanum átaluna til ummælis og fútin hevur nú víst aftur, at politiið hevur gjørt nakað óregluligt i sam- bandi við blokadurnar. Hesa vikuna hevur ongin blokada verið í Føroyum. Havnar- meistarin avbyrgdi havnargkið, tá Lómur kom á Havnina týs- dagin. Lómur hevði tó bert ein part av tí farmi, hann skuldi hava, tí blokada var í Keypmannahavn.