Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Fiskirannsóknarstovan ger spennandi roynd: Hava merkt og sett fleiri tusund sjÓ- sil út í Skålabotni Tað er sera umráðandi, at fólk lata funnin merkt síl inn til Fiskirannsóknarstovuna Fiskirannsóknarstovan er nú farin undir enn eina áhugaverda og spennandi roynd. Hesaferð er talan um at kanna, hvussu ald sjósíl ganga og klára seg aftaná, at tey eru slept út á sjógv Herfyri vóru fólk frá Fiskirannsóknarstovuni í Skálabotni, har tey settu út eini 5000 feroysk sjósíl. Hetta eru síl, sum er klækt og startfóðraði við Air og síðani hava gingið í hyljunum í Skálabotni Fjarðará Sílini blivu øll sett ut i Fjarðará, ið rennu rút i Skálabotni. Har vórðu tey vigað og máld, síðani antin merkt ella markað og at enda slept út í ánna. Andreas Reinert, stjóri í Fiskaaling og sum starv- ast á Fiskirannsóknar- stovuni, sigur, at teir við hesi royndini vilja kanna, hvussu ald sjósíl klára seg eftir at verða sett út. Enn hevur eingin líknandi roynd verið gjerd. Talan hevur higartil bert verið um at klekja síl og síðani seta tey út beinanvegin. Hetta hava bæði Fiska- aling og Sílaveiðufelagið gjert í nógv ár. Vilja vaksa um stovnin Tað hevur fyrr verið nógv til av sjósílum í Feroyum. Men meðan talið á veiðu- monnum er vaksið er síla- stovnurin eisini minkaður. Nú skal so kannast, um til ber at nera um stovnin við at seta út síl, sum fyrst eru fóðrað í hyljum á landi. Sílini, sum nú eru sett út, fara antin niðan í áirnar ella ganga framvið strendurnar. Síl fer ikki eins og laksur út á havið, men heldur seg inni við land. Vanligt er, at síl Her mitt úti í Fjarðará í Skálabotni vórðu tey 5000 sílini sett út kemur upp í áirnar um heystið og stendur har um veturin sum heystsíl. Um várið fara tey so útaftur á sjógv og koma so aftur upp í áirnar næsta heyst. Umráðandi at lata merki inn — Vit eru ógvuliga spent- ir, hvussu henda royndin fer at eydnast, sigur And- reas Reinert. Hann leggur tú herðslu á, at tað er sera umráðandi, at fólk, sum fáa merkt ella markað síl, siga Fiskirannsóknarstov- uni frá. — Fáa vit nokk av merkjum aftur, so er góður meguleiki fyri, at vit halda fram við hesum royndum, tí tá er tað nakað, sum bendir á, at tað loysir seg at ala sjósíl til eina ávísa stedd og síð- ani seta tey út. Ikki taka ov små sil Andreas Reinert leggur tó aftrat, at sílini ikki eiga at verða tikin, um tey eru undir minstamark, tvs. einar 30 cm. Tey silini, sum eru sett út nú, eru millum 14 og 17 cm til støddar. Uppå fyrispurning hvat folk skulu gera vid merkt ella markað síl, sum tey fáa, sigur Andreas Rein- ert, at tey eiga at máta og viga tey, hyggja eftir um tey eru merkt ella markað og siga frá, hvar tey eru 0 SOSIALURIN fx ej Rógvi Mouritsen frå Fiskirannsóknarstovuni í ferð við at festa eitt av merkjunum í eitt sjósíl. Fremst á mynd- ini verður eitt síl lagt klárt at merkja. Tað er doyvt eina letu fyri at gera arbeiði lættari fingið og síðani senda upp- lýsingarnar til Fiskirann- sóknarstovuna. Fiskirannsóknarstovan he- vur fingið játtað pening frá Norrøna Ráðnum til at gera royndir við Ocean Ranching, tvs. til at seta út laks og síl. Ætlanin var at seta nakað av sjó- búnum laksi út í summar, men av tí at alararnir skuldu hava sín part av hesum laksi hevur lítið verið at seta út. Í vetur verður tó helst nakað av laksi til at seta út kortini. Nú gjerdi Fiskirannsókn- arstovan so av at brúka av hesum pengum til fyrst at seta út síl. 5 7-2 -0. 20. AAAAAARAAARAR Hub Eitt av sjósílunum verður målt. Hetta er 15 cm. P/F Fiskaaling havt aðalfund: Nú er gongd komin á — eftirspurningur eftir alabogasílum 1980 besta árið hjá Fiska- aling higartil P/F Fiskaaling hevði aðal- fund herfyri. Urslitid hjá Fiskaaling í fjør gjørdist gott — peningaliga sæð. Felagið umsetti fyri góðar 3 mill. kr. í 1980. Rakst- rarúrslitið vísti eitt yvir- skot uppá góðar 300.000 kr. Árið fyri hevði Fiska- aling eitt nakað minni yvirskot, meðan tað so gott sum øll tey undan- farnu árini hevur havt eitt hall. Tilsamans vórðu seld 84 tons av alabogasílum, mest til Irma í Danmark og nakað til onnur lond. Silini vera vidgjørd og vacuumpakkað á virk- inum hjá Fiskaaling í Hvalvík. Tey góvu eina innteku uppá 2,4 mill. kr. í 1980, meðan tey í 1979 góu 1,4 mill., so her er talan um munandi vekst- ur í seluni. Haraftrat hev- ur Fiskaaling selt alarum nakað av laksasmolt og sílum. 1. millión í lenum Tá slaktið fer fram er ar- beiði til nógvar hendur. Bert í Hvalvík arbeiða umleið 10 fólk, haraftrat koma fólk á Oyrabakka, í Skálabotni og við Áir. Til- samans rindaði Fiskaaling eina mill. kr. í lenum í 1980. 7 Jákup Sverri Joensen, nevndarformaður í Fiska- aling sigur, at tað bendir á, at marknaðurin fyri ald- um sílum gerst betur og betur. Higartil hevur nærum bert verið megu- ligt at sleppa av við smærri síl, tey sonevndu portiónssílini og nakað sterri síl, men nú vísir tað seg, at tað er marknaður fyir sterri sílum eisini. Her er bæði talan um síl millum 700 og 1000 gr. og síl úr 2 kilo og uppeftir. Hetta skuldi bent á, at føroysku alararnir, ið nú er komnir í gongd, kunnu leggja dent á, at ala sterri síl umframt laksin. Tað hevði tá tryggjað alar- unum eina sterri innteku, tí sílini vísa seg nevniliga Framhalda síðu 10