leygardagur 22. august 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN | Síða
Sjosil verður merkt
Á hesum trimum myndunum niðanfyri síggja vit, hvussu sílini
verða merkt, áðrenn tey verða sett út. Á ovastu myndini verður
nálin stungin gjøgnum tað doyvda sílið beint undir ryggfjødur-
ini. Á næstu myndini verður tráðurin togaður igjøgnum og
festur fastur. Á niðastu myndini er merkið fest fast, og sílið
kann setast út. Letu seinni heldur doyvievnið uppat at virka, og
sílið kann svimja nidan í ánna ell aut í fjørdin.
Á merkinum stendur: DA og síðan eitt nummar og á hini síðuni:
Return to fishlab. Tórshav1, Faroe Island Reward
Brúka vatnið tvær ferðir
Herfyri vóru gjørdar uppmåtingar, í Skålabotni fyri at
kanna, hvussu Fiskaaling kann fáa meira burtur úr vatn-
inum í Fjarðará. Ætlanin er at seta upp fleiri stór ker í
teimum trimum tómu kanalunum í Skálabotni. Vatnið úr
ánni skal eftir ætlanini fyrst renna gjøgnum rør oman í hesi
kerini og síðani renna víðari út í tær mongu kanalirnar,
sum í letuni verða nýttar til at ala síl og laks í. Á henda
hátt kann vatnið brúkast tvær ferðir. Tað er sum er nokk
av vatnið til aliarbeiði í Skálabotni, men av og á um summ-
arið kann tað vera trupult at fáa nokkav vatnið til tann
nógva fiskin, sum gongur í kanalunum. Ætlanin er tí eisini
at gera eitt basseng við ánna.
Á myndunum síggja vit ánna, sum talan er um og eina av
kanalunum, sum ker skulu setast í.
cm:
…
Silini vaksa skjotari
í hyljum enn i byrging
Fiskaaling hevur nú í nógv år alt alabogasil i byrgingunum vid Oyrabakka. Nú hava
teir lagt 5 hyljar út nakað norðan fyri Oyri og hava í letuni síl gangandi í trimum
hyljum og laks í tveimum. Jákup Sverri Joensen sigur, at tað vísir seg, at sílini í hylj-
unum vaksa munandi skjótari enn tey sílini, sum teir hava gangandi í byrgingunum
við Oyrabakka. Orsekin er helst tann, at sílini her ikki ganga so tætt sum í byrg-
inunum og at vatnútskiftingin er betri.