leygardagur 22. august 1981síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Góði lesari!
Vit fara nú aftur undir at spæla
BINGO í Sosialinum, har allir lesarar
blaðsins kunnu vera við. Bingoið
varðir í 8 vikur. Tað fer fram á tann
hátt, at í Sosialinum 29. august
liggur ein BINGO-pláta við 15 telum
á. Í hverjum Sosiali prenta vit nøkur
tøl. Klippið tey tølini út sum svara til
tygara plátu, og goymið tey.
Um tygum fáa øll 15 tølini, ið eru á
tygara plátu, hava tygum BINGO.
Tygum hava tá vunnið ein av teim-
um mongu og góðu vinningunum.
Og, um tað ikki eydnast tygum at
fáa »fulla plåtu« eru enn vónir um
vinning.
Millum øll tey, sum fáa í minsta
lagi 10 tel rett, draga vit um hevuðs-
vinningarnar.
Í Sosialinum 29. august kunnu
tygum annars lesa meira um spæli-
reglurnar og vinningarnar.
Hevuðsvinningar:
1. Videotól
2. Degurði í Perluni fyri 10
3. Gávukort frá HAZY (500,-)
4. Gávukort frá Gunder Harratoy
(250,-)
Bingovinningar:
1. Plåtu ella band frå H. C. W.
Tórgarð
2. Lummaroknara frá H. J. Bóka-
seluni
3. Sodavatn/el frá Restorff ella
Feroya Bjór
4. Bókapakki frá H. N. J. Bók-
handli (100,-)
5. Ur frå UR-søluni i SMS
6. Lagkøku frå Haldor Holm
7. Sosialin ókeypis i hålvt år
8. Godgæti
Fjórða BINGO
Hetta er fjórðu ferð at vit hava eitt
tílíkt BINGO-spæl í Sosialinum. Av
royndum vita vit, at tað eru fleiri tús-
und fólk, sum luttaka í hesum spæli
og er tað ikki minst orsakað av áheit-
anum frá fleiri av okkara lesarum at
vit nú fara undir aftur at spæla
BINGO í Sosialinum.
. . . Og so er bert eftir at ynskja tyg-
um nógvan stuttleika og góða eydnu
við BINGO-spælinum.
Utgevari: Sosialurin
Satsur og umbróting: Sosialurin
Prenting: Dimmalætting
Høvudsvinningarnir:
Viðvíkjandi hovuðsvinningi hesaferð hava vit tikið rivi-
liga til.
Við nýggju Telefunken videoskipanini kanst tú sjál-
vur avgera, nær og hvussu ofta tú vilt síggja sjónvarp.
Videoskipanin er í tveimum portum. Video-Recordar-
in VR 510 og Timer/Tunarin T 50.
Við videorecordaranum kanst tú spæla og upptaka
videofilm. Videofilmar kanst tú bæði leiga og keypa, so-
leiðis at tú við hesum tólum hevur tín egna biograf.
Tú hevur moguleika at gera tínar egnu filmar við
einum videoupptokutóli — annaðhvort heima í stovuni
ella úti í náttúruni, tí tú við hesum videorecordaranum
kanst fara hvar tú vilt. Í videorecordaranum er akku-
molatorur, so tú ert ikki bundin av ljósnetinum.
Við Timer/Tunaranum, sum stendur í samband við
video/recordaran kanst tú upptaka beinleiðis frá sjón-
varpi. Somuleiðis hevur tú møguleika at upptaka frá
sjónvarpi 10 dagar fram. Tá er ikki neyðugt at setast
aftur frá veitsluni, fundinum ella hvar tú skalt, sjálut
um okkurt gott er í sjónvarpinum. Tú stillar bert uppá
knøttarnar, og sendingin verður upptikin av sær sjålv-
um
Timer/Tunarin letur samstundis streym til videorecor-
daran og loðir samstundis akumolatorin upp.