leygardagur 22. august 1981síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Til okkara yngru lesarar:
Søgu- og teknikapping
Eisini tit, yngru lesarar okkara, eru vælkomnir at vera við í
BINGO-spælinum í Sosialinum. Men hóast tað, hava vit okkurt
aftrat til tykkara. Vit fara nevniliga at hava eina kapping fyri
oll millum 0—16 ár. Hetta verður ein søgu- og teknikapping, og
býta vit tykkum upp í fýra aldursbólkar: 0—7 ár, 7—10 ár,
10—13 år og 13—16 år.
Evnið, sum tit skulu siga frá í orðum og tekningum er
SUMMARFRÍTÍÐ MÍN
Her er nógv at skriva um og tekna. Hóast vit ell kundu ynskt
okkum summarveðrið betri, ivast vit ikki í, at okkurt spennandi
hevur tú uppliva. Um tú hevur verið í útlondum, ella ferðast hjá
abbanum í Sumba, ommuni í Sørvågi ella kanska hjá eini most-
ur í Vestmanna. Onkur hevur verið við skótunum, onkur í
Zarepta, onkur hevur helst verið ítróttaferð burturi ella heima.
Ella hevur ikki onkur verið í høgguslokkaroki í summar ella
hvar tit enn hava verið.
Hendan søgu- og teknikappingin heldur á í nakrar vikur, og
tit kunnu skriva fleiri søgur, og gera fleiri tekningar í part. Tað
er tí eingin grund til at goyma hesar til kappingin er við at vera
liðug. Eisini kundu vit hugsa okkum at prenta nakrar av segu-
num og tekningunum so hvert vit fáa hendur á teimum. So nú er
einki annað hjá tykkum at gera enn at fara til verka.
Fyri bestu søgurnar og bestu tekningarnar lata vit virdislønir.
Latin verður virdisløn í øllum aldursbólkum. Virdislønirnar eru
hesar:
0— 7 år: Tú velur tær leikutoy fyri 100 krónur
7—10 ár: Ur
10—13 ár: Lummaroknara
13—16 ár: Stereoradio
Í einihverjari kapping skulu dómarar til. Vit hava heitt á trý
folk, sum fara at gera av, hver skal hava tær átta virdislønirnar.
Tey eru: Eydbjørg Dalsgaard, Johan Samuelsen og Bárður
Jákupsson.
”%
Bárður
Eydbjørg
Øll vinnaranøvnini koma i Sosialin tå kappingin er lidug.
Í Sosialinum leygardagin 29. august kunnu tit lesa meira um
hesa spennandi kapping. Góða eydnu !
TELERBBESR
Vid nyggja stereoradionum frå TELEFUNKEN kanst tu hava Utvarpid
»uppi á tær«. Hetta er lítið radio (vigar bert 180 g.) og kann tó so nógv. Tad
hevur bæði FM og millumbyglju. Góð antenna er innbygd.
Frálíku Sterling-urini við 1 ára
garanti frá UR-sølunii SMS
Lummaroknarin
við teimum nóg-
vu moguleikun-
um frá HJ bóka-
søluni
Tad eru ivaleyst
nogv børn, sum
kundu
sær at
inn i ein
toyshandil
einum 100
krónuseðli. Nú
hevur tú mogu-
leikan
hugsað
sloppið
leiku-
við