Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1981síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Anker Jørgensen, forsætisráðharri, sum hevur verið á almennari vitjan í fimm dagar, fór til Dan- markar aftur í gjár. Í talunum — bæði á tíðinda- fundinum og fundi í Suðurstreymoyar Javnaðar- felag — fegnaðist hann yvir vitjanina og vónaði, at hann fekk høvid at vitja skjótt aftur Anker Jørgensen: Stjórnin kravdi ikki Atla Dam í »Realin« Anker um hvalaveiðuna : Ongin legtingslóg - ti tekur stjórnin avgerðina Síða 4 Sjónarmið í dag: Finnbogi Isaksen løgtingsmadur skrivar um før- oysku pressuna Síða 2 Savna undirskriftir Okkum er upplýst, at á nekrum almennum stovnum er ein undir- skriftasavning farin fram millum fólk, sum ikki eru negd við steð- una hjá og í Starvs- mannafelagnum. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á teimum, sum sigast at standa aftan fyri savningina, og tí bar heldur ikki til at fáa at vita, hvat savningin av undirskriftum miðjar í móti. Ernst Hansen, for- maður í Starvsmanna- felagnum, sigur seg hava hoyrt um inn- savningina, men so ikki meira. Starvsmannafelagið hevði ein álitismanna- und mánadagin, har einir 50—60 álitismenn vóru mettir. Ernst Hansen sigur, at har vóru álitisfólk frá teimum stovn- unum, undirskriftir eru savnaðar á, men einki kom fram. Alitisfund- urin segði seg ikki vera negdan við tær frá- greiðingar, nevndin í felagnum hevur givið undir samráðingunum ella á eykaaðal- fundinum, sum Starvsmannafelagið helt fyri stuttum. Lesið annars sam- reðu við Ernst Hansen á síðu 7. Skúlakoyringin av- tikin 11 børn fram- vegis heima 11 børn á Hvítanesi eru ikki enn farin í skúla. Hetta eru bern, sum skulu ganga í Hoyvíkar skúla. Men foreldrini nokta at senda tey í skúlan, tí býr- áðið hevur tikið av skúla- barnakoyringina. Foreldr- ini vilja hava til demis Bussleiðina at koyra til Hvítanesar og, at skúlin á Hvítanesi fær 4. og 5. flokk afturat. Sum er ganga bernini á Hvítanesi í 1.—3. flokki í heimbygd- ini. Síðani fara tey í 4.—7. flokk í Hoyvík og so hað- ani í framhaldsdeild í Eysturskúlanum. Kundu tey gingið í 1.—5. flokki á Hvítanesi kundu tey farið beinleiðis haðani í skúlan í Havn. Foreldrini meta, at tað er hóast alt frægari fyri bernini at skifta skúla tvær ferðir enn tríggjar. At býráðið hevur tikið av skúlabarnakoyringina meta foreldrini á Hvita- nesi sum eitt brot á sam- anleggingarsáttmálan mil- lum Tórshavnar komm- unu og Uttanbíggjar kommunu. Eftir hvat skilst eru for- eldrini á Hvítanesi ikki sinnað at lata tey 11 bern- ini fara í skúla, fyrr enn ein loysn er fingin á mál- inum. Umhugsa at selja Froy — byggja nýtt skip ístaðin: Myndugleikarnir mugu skunda undir roynd- irnar á djúpum vatni Partsreiðarríið = >Atlant- trol< í Oyndarfirði hevur í umbúnað at selja ísfiska- trolaran Froy — og byggja sterri trolara ístaðin. Enn er einki endaligt av- gjørt í hesum málinum, men reiðararnir ætla at brúka hetta árið til at kanna, um tað er forsvar- ligt og meguligt at sleppa sær av við Froy og byggja eitt nýtt og sterri skip ístaðin fyri. Marius Gardshodn, ein av reiðarunum, sigur í samreðu við Sosialin, at við hækkandi oljuprísum, ov lítið av fiski og við ov lágum fiskaprísum er trupult at fáa tað at mæla runt. Má partrola men! Froyurin sum er umleið seks ára gamal, roynir inni á grunnum vatni undir Feroyum, og hevur eisini fiskað undir Íslandi. Marius Gardshodn heldur fyri, at skal tað yvirhevur løna seg at fiska inni á grunnum vatni í framtíð- ini, so verður helst neyð- ugt at leggja um til at par- trola. Tá verður ein so bundin av eðrum, og har- aftrat kemur óvissan, um tað í framtíðini fer at verða sett kvota fyri bát- arnar, sum partrola. Alt hetta ger, at tað er so óvist við veiðuni á tí grunna vatninum undir Feroyum, sigur Marius Gardshodn. Hetta er so orsøkin til, at teir so smátt hava hugsað um at royna tað djúpa vatnið ístaðin. Men til hetta krevst sterri skip. Marius Gardshodn heldur fyri, at tað er spell, at vit í dag vita so lítið um veiðu- meguleikarnar á djúpa vatninum undir Feroyum. — Vit eiga sum er ikki ein flota til at troyta hesar leiðir, um so er, at nógvur fiskur er har. Eg meini, at tað frá myndugleikana síðu er gjert ov lítið fyri at skunda undir royndirnar á djúpum vatni — heldur tykist sum hesar royndir hava verið alt ov tilvildar- A sto Bryggjarí svarar frá 8.00-5.00 tlf. 1472 | {í 8 ligar. Higartil hava einstek skip av sínum ein- tingum gjert royndir á djúpum vatni, og hetta meini eg eisini tað al- menna átti at gjert meira við. Framhald á síðu 15 | | .. Bi > Térshavn tlf. 13434 Leirvik tlf. 43038 Kiaksvik tif. 55454 Tvøroyri tif. 71025 | SÍÐAN 1888 :