Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-08-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SOSIALURIN Ikki nærum nóg góð Hesi seinastu 8—10 árini eru hendar stórbroytingar innan feroysku pressuna. Ein orsek er, at tann tekn- iska útgerðin er batnað so nógv í okkara tíð, ein onnur at vit hava fingið meira útbúgvið tíðinda- fólk enn áður — og ein triðja er so tað, at vit hava fingið sjónvarp. Framgongdin innan ta teknisku útgerðina hevur havt við sær, at bleðini í dag vanliga hava 3 til 4 ferðir so stórt síðutal sum fyri 10—15 árum síðani, og at útsjóndin er ein heilt onnur og nógv vakrari. M.a. hevur tann sonevndi off-sett teknikkurin skapt meguleikar fyri at hava fleiri og betri myndir í blødunum enn áður. So er at spyrja, um fer- oyska pressan er vorðin nógv betur hesi árini? Helst verður neyðugt at svara játtandi. Við tí ekta síðutalinum eru megu- leikar skaptir fyri fjøl- broyttari tilfari, bæði við fleiri tíðindum og undir- haldandi lesnaði. Onki er at ivast í, at tey føroysku blødini hava meira tíð- indatilfar í dag enn fyri fáum árum síðani. Men bleðini eru fyrst og fremst ætlað sum mål- gagn fyri ávísar politiskar flokkar, tey flestu teirra. Oyggjatíðindi og Norð- lýsið siga seg vera poli- tiskt óheft, men stundum knípur hjá teimum at halda hesa reglu. Hini bleðini, sum bein- leiðis siga seg vera poli- tisk. rekja sína uppgávu ivasama væl. Tað er t.d. ein spurningur, hvussu nógv tjóðveldisflokkurin, javnaðarflokkurin etc. skulu ella eiga at nýta av peningi til at greiða fólki frá, at tað nú var HB ella TB, sum vann seinasta Orðaskifti um fer- oysku pressuna Tann stóra upplýsingin sunnudag, politiska liggur ikki í tí. Veikleikin vid føroysku blødunum er — eftir mini åskodan — just henda samanleggingin av, at tey royna at gera seg gal- dandi sum tíðindaberar og samstundis eru politisk málgagn. Tað politiska tilfarið verður ikki nóg gott av hesi grund — og tíðindatilfarið verður í mongum førum politiskt litað og ikki sakligt. Skulu vit fáa eina nóg góða feroyska pressu, bæði politiskt og tíðinda- liga sæð, hevði helst verið rættari at gjert eitt sund- urbýtið. Eg kundi hugsað mær, at tey politisku blød- ini einans skrivaðu um politisk og samfelagslig mál, og at onnur heilt ópolitisk blød tóku sær av tíðindum og undirhald- andi tilfari. Ímóti hesum kann sjálvsagt tað sigast, at »ongin« hevði tímað at lisið tey politisku bleðini. Hetta haldi eg ikki vera rætt. Kanska hevði tað verið torført at rokkið langt upp í upplagstali, men neyvan hevði tað verið ødrvisi enn so, at oll tey, sum hava áhuga fyri politiskum og samfelags- ligum viðurskiftum, hevdu lisið hesi blød. Var innihaldið avmarkað til bert at umfata politisk og samfelagslig mál, skuldi tað heldur ikki verið neyð- ugt við tí stóra síðutal- inum, og framleiðslan hevði tí verið bíligari enn nú. Sum heild er tað mín meting, at tann saman- vavstur av politikki og tíðindatilfari, sum er í blødunum, ger, at foroyska pressan ikki er nærum nóg góð. Í innganginum nevndi eg, at vit eisini hava sjónarmið Finnbogi Isaksen løgtings- maður skrivar: fingið sjónvarp. Ja, tíverri. Tey seinastu 100 árini man feroysk mentan og føroyskt mál neyvan hava staðið fyri slíkum trýsti, sum hetta danska sjónvarpið er. Tað er tíð uppá, at sjónvarpið kemur undir alment eftir- lit, og at avgerð verður tikin um, hvussu stórur partur av senditíðini skal vera føroyskt tilfar. Í grannalondunum halda teir — so vítt mær kunn- ugt — uppá 50%. Hetta verður kanska torfert hjá okkum, men ein ávísan prosentpart eiga vit at seta okkum fyri at hava á foroyskum — og tekstir- nir til útlendsku sending- arnar mugu eisini vera foroyskir. At enda skal eg nevna útvarpið, sum eftir míni meting er tann stovnur innan føroysku pressuna, sum røkir sína uppgåvu best. Fegin vildu vit øll havt longri senditíð og uppaftur betri sendingar. Nú eru húsaumsteðurnar góðar, so har er ongin umbering longur. Men hvat hjálpa eini fín hús, tá landsstýrið og fíggjar- nevnd sýta fyri, at út- varpsgjaldið fylgir prís- vekstrinum? Tað ljóðar sum ein lygn, tá eg vísi á, at sjónvarpið tekur 250 kr. í síggjaragjaldi fyri at endursenda danskar send- ingar, meðan útvarpið ikki fær meira enn 230 kr. í útvarpsgjaldi fyri at framleiða føroyskar send- ingar. Tað er ein uppgáva fyri okkum føroyingar sum tjóð at fara væl um útvarpið og stuðla tí. Kanska kann sigast, at út- varpið er tann parturin av foroysku pressuni, sum er »nærum nóg góður<. A Framhald av síðu 16 teimum flestu kadett- unum. Eftir eitt ella tvey ár á hægri siglingarskúla eru teir nú í holt við fyrstu tríggjar mánaða praktikk- tíðina. Nógvir av teimum eru feddir og uppvaksnir fleiri túsund kilometrar frá havinum, langt inni í Mið- Asiu. Nakrir teirra hevdu enntá ongantíð sæð havið, tá teir fóru á skúlarnar í Murmansk og Kaliningrad, har teir. nú eru næmingar. Tilveran hjá kadett- unum um borð á barkini krevur, at teir brúka bæði hevur og hendur — farm- urin hjá skipinum eru av- bjóðingar og upplivingar. Tríggjar dagar um vikuna arbeiða kadettarnir á dekkinum, tveir dagar um vikuna ganga teir í skúla og ein dag um vikuna eru teir í kabyssuni, vaska- rínum, bakarínum og á eðrum slíkum steðum. Bólkar av kadettum hava vakt alt samdegrið. Vakt- arskifti er hvenn fjórða tíma. Tað skula fýra kadettar til bert fyri at halda teim- um báðum stóru róðrun- um. Spæla dag og nátt Teir sova ikki frítíðina burtur. Her eru nógvir møguleikar at havast okkurt at. Sedov hevur bókasavn, ein biograf við 120 stólum og tveimum sýningum um dagin, lesi- ringar, kappingar og upp- traðkan við tónleiki og stuttum skemtileikum. Sum øll onnur i Sovjet- AAA AAA AL samveldinum telva kadettarnir, bæði um morgunin, á middegi og um kveldið. Nógvir hava ljédføri við — eg trúgvi neyvan, tað hevur verið ein einasti minuttur hesi 16 samdegrini, hvar eg niðriundir i villiniborg Sedovs ikki havi kunnad funnid ein kadett ella ein matros við guitari sínum ballalaiku ella harmoniku. Fyrstu kvøldini, aftanå at vit fóru úr Esbjerg, vóru lýggj. Tá sótu kadettarnir við ljóðforum sínum i teimum stóru togverks- rullúnum á dekkinum. Og meðan kadettarnir spaku- liga murraðu um stóru skógirnar og um eingjar- nar fram við Volgu, hegl- adu stjørnuskotini nidur yvir himmalin. Hyrurin um borð á hesum veldiga skipi er størsti hvøkkurin, eg havi fingid å ferdini: hann er ómetaligur, róligur og hugnaligur. Eg væntaði at síggja blindan disiplin. Men so varð ikki — heldur hinvegin! Úti á havinum hevur klædnabúnin verið tilvildarligur, summir hava gingið í eyðkennis- búna og aðrir í vanligum klæðum. Teir hava heitu skóleysir dagarnar kadettar ligið og sleðst í sólini á dekkinum, berir omanfyri mittið. Teir eru opnir og vinarligir. Á sama hátt sum heima í móðurland- inum hoyrist orðið »tova- risch< aftur og aftur her á Sedov. Tað merkir vinur — og tað sær út, sum teir meina tað, tá teir siga tað. Tveir keða seg Tá Sedov nú fyrrapartin verður bundin í Tórshavn — ella ovugt — er tað annað enn »bert« eitt skúlaskip, sum vitjar Tórshavn: tað er sam- stundis ein flótandi sigl- ingarskúli. Seks stórar skúlastovur eru um borð, av teimum er ein innrætt- að við siglingartólum og ein onnur við radiotele- fonum, telegrafi og ødrum slíkum tólum. Lærarar eru við — eisini til at undir- vísa í enskum. Bert fyri tveir persónar kann tíðin av og á gerast long um borð. Teir eru læknin og tannlæknin. Teir keða seg ófort báðir tveir. Í holum sínum hava teir røntgenutgerå, skurð- borð og tannlæknastól. men tað er sjáldan brúk fyri hesum. Sjálvt viku- liga læknakanningin av øllum umborð avdúkar Seta brand- meistara Tórshavnar býráð skal á fundi í annadkvøld avgera, hver skal gerast brandmeistari í býnum. Seks umsóknir kom til starvið. Býráðið skal eisini á fundinum í morgin taka stødu til uppskot frá getunavnanevndini um nevn á átta nýggj- um vegum. Onnur mál eru ikki á skránni fyri henda fyrsta almenna býráðsfundin eftir summarfrítíðina. Vesturland móðurskip í Grønlandi Rækjutrolarin Vestur- land virkar nu sum móðurskip hjá grøn- lendskum laksabátum. Landsstýrismaðurin Lars Emil Johansen hevur gjert sáttmála við Nordafar um leigu av Vesturlandi, so leingi laksaveiðan sten- dur við. Vesturland skal liggja í Napasoq og taka móti og arbeiða laksin frá bátunum. Hann kann taka ímóti uml. 90 tonsum, so tað verður neyðugt at upp- skipa einaferð í Norda- far, tí í fjør komu 170 tons av laksi upp á land í Napasoq. Fólk úr bygdini skula arbeiða um borð á Vesturlandi. Orsekin til, at lands- stýrið hevur leigað eitt skip at taka móti laks- inum, er tann, at verk- smiðjan í Napasoq hevur verið afturlatin síðani í januar, skrivar Grenlandsposten 19. august. AA ————|n—— sjáldan nakran sjúkling. Kadettarnir eru raskir dreingir — og teir hava eina brennandi lívsgleði. Nú eru tað Feroyar, sum telja. Teir gleða seg til at síggja oyggjarnar og hitta fólkið. Og hoyrir man teir heilsa við einum >mir e derusba< so er tað alt í lagi. Tað merkir friður og vinarlag. I