leygardagur 29. august 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
SOSIALURIN
At finna tey røttu orðin
Ein heilsan til Heðin Brú á áttati ára degnum
Hátíðarhaldið fyri rit-
hevundanum Heðini Brú
eydnaðist væl og væl av
fólki var mett.
Tað var í samband við
áttati ára dagin, 17.
august, at Rithevunda-
felag Føroya gjerdi
Heðin Brú til heiðurslim
felagnum og undir
hátíðarhaldinum hand-
aði formaðurin í fel-
agnum, Gunnar Hoydal
skaldinum heiðurslima
brævið.
Tað beinraknu orðing-
ina á heiðurslimabræv-
inum hevur Hans Thom-
sen, ritstjóri, gjert, með-
an Hans J. Glerfoss,
listamálari, teknaði og
skrivaði sjálvt skjalið.
Høvudsrødari å
håtidarhaldinum
Andreassen
Sverri
var
Hanus
Hans
i
Egholm og Laura Joen-
upp
Thomsen,
sen lósu Jens
Hanus Andreassen helt hesa rødu:
Husini, eg vaks upp i sum
viti, vóru eini skúlahús,
eini rúmlig, avlong hús,
stór eftir tátíðar viður-
skiftum. Í norðara enda
var skúlin, í sunnara enda
húsini, har vit búðu.
Uppiå var eitt stórt, rúm-
ligt loft, við myrkum, gap-
andi væðingum og enda-
kemrum í báðum skjeldr-
um. Her var mangt spenn-
andi at uppliva. So skjótt
ein dugdi at stava og væl
tað, bar til at gera bók-
mentaligar kanningarferð-
ir inn í kemrini og inn
undir væðingarnar. Her,
ímillum dungar av Det
Bedste og rúgvur av óinn-
bókum
Sigrid Undset ella Margit
Søderholm ella Hervey
Allen, kundi tú renna teg í
stakkar av einum blaði á
foroyskum, við einum
varða uttaná. Hóast
blaðið var skrivað á fer-
oyskum, kendist tað av
bundnum
ettir
onkrari grund ikki so
heimligt, sum tað átti.
Hetjurnar, ein hevði í
hesum árum, Jens Lyn,
Tarzan ella greivan av
Monte Christo, sást tú
einki til í hesum blaðnum.
Nevn og yvirskriftir kend-
ust einum 10—11 ára
gomlum drongi fremm-
and, gátufer, undarliga
Til Heðin Brú
á áttari ára
degnum 17.8.1981
Sum á undir heilum
djúpt innan í okkum
veldi eitt lag
málleyst og sárt.
Vit vistu tað var har—
kendu tað á okkum
men tungan var lamd.
Tu loysti fjøtur
og hellu frå brósti —
nu hoyrdu tad øll
og øll komust vid.
Ti hatta var lagid
øll tråkkadust eftir
og gledin var rein.
Og liv kom i hagan
vøkstur, fenad og låtandi fugl.
Oll hoyrdu tað grógva í lívfyltu vætu
inni við mosastein.
Men djúpt undir ollum
nykur í froðandi fossi kvað.
Men tín í
um ókomnar øldir
å hesari grund.
Sum norðlýsið bleik
erður tøkkin
ra
tra
skal navn títt og minni
um fongríkan fund
Hans Thomsen
Smith, Arni Hansen og
Martin Mouritsen fram-
førdu musikkstykki.
Kvøldid endadi vid, at
eitt blandað kór sang
Fedranna talu, sum
Heðin Brú yrkti til vígs-
luna av Tórshavnar
kommunuskúal i 1956.
A hesi síðuni er orðing-
in eftir Hans Thomsen
og reðan eftir Hanus
Andreassen prentað.
stutt Goethe. Faust
Galdre Loftur. Vanitas!
Vanitatum Vanitas. Long.
Matras.
Eitt av teimum blid-
ligaru nevnunum í hesum
blað var navnið Heðin
Brú. Heilt heimligt kend-
ist tað kortini ikki. Tað
var ein fjarur dámur yvir
tí, nakað ævintýrkent.
Tað kundi verið komið úr
Nornagests Rímu ella
Høgna Tátti. Tað syntist
skilt við ta tíðina, tá
summi enn skiltu fugla-
mál, og tá tað kundi bera á
úti á heiðini, at tú metti
einum einoygdum, goml-
um manni, undir hatti, við
finskum boga í hendi, og
við einum ravni á hverjari
øksl.
So líðandi opnaðist
heimurin hjá Heðin Brú
fyri einum. Sum oftast var
tað eitt »eg«, sum greiddi
frá. Skifti orð við gamlar
konur og gamlar menn.
Før niðan í fjøllini og
skifti orð við fuglarnar ella
sílini ella urtirnar. Hevdi
vindin á lofti ella várið, so
tey gjørdust sum livandi
skapningar. Onkran
hvøkk fekk ein av at læra
henda heimin at kenna.
Millum læraran hjå
Hedini, sum stóð í tún-
inum og vaskaði klæðir,
vátur inn at kroppi, tá
bernini komu í skúla tann
fyrsta skúladagin, og so
tann einasta læraran, eg
kendi, nevniliga pápa mín,
var eitt sterri glopp, enn
eg við mínum lítla huga
var ferur fyri at gleiva um.
Eg helt tað eisini vera ein
sindur synd í hesum
dronginum. >Kveldini, tað
var ein gomul álvarsom
hond í herðatoppin: —
Bartrog ikki er, altíð gera
seg vått og skitið<É.
Ég visti ikki ta, at hesin
heimurin, tað var mítt
land, Feroyar, beint tá
stigið um gáttina inn í
tjúgundu eld, á mótinum
millum gamalt og nýtt.
Sigrið Sornkona. Hegni
hin gamli. Tróndur við
Liða. Teirra lív var harð-
balið, arbeiði og aftur
arbeiði. Kortini var tað
nakað friðsælt, ein ung-
moyardámur, yvir heimi
teirra. Nú vita vit, at tað
er ein heimur, ið er um at
rykkja tjaldsteyrarnar
upp. Sólin, ið rísur og
roðar yvir Middagssteini,
roðar fyri einum nýggjum
heimi, eini verð, ið ikki er
teirra. Brátt eru tey
burtur. Og tó eru tey varð-
veitt, teirra tankar, teirra
mál, teirra útsjónd og
háttalag fest á blað a
okkara mætasta
menniskjakennara og -lýs-
ara
Tíðin gekk. Tá eg var fjúr
tan ár, kom eg til Havnar
at ganga í skúla. Nýggj
portur lótust upp. Ein
kom at kenna nýggj
menniskju. Ein lærdi
nýggj mál. Úti á Debesar-
trød var eitt hús, fult
innan av bókum.
Millum næmingarnar á
skúlanum, har eg gekk,
var ein, sum eg helt skar-
aði framúr, í tí at hugsa
skjótt, í tí at duga at lofta
sær í orðum, í kunnleika, í
tí at duga góðan, foroysk-
an málburð. Tað undraði
meg stórliga, at eitt menn-
iskja kundi flúgva so høgt
yvir hinum, í vitan, í hugs-
an og í tungusnild. Eg
kom rættiliga skjótt at
kenna henda drongin.
Hann sýntist at hava ein
ótemandi tosta eftir kunn-
leika um allar meguligar
lutir, mál, søgu, békment-
ir, støddfrødi, heimspeki.
Ein dagin komu vit at
tosa um feroyskar bók-
mentir.
— Eg lesi Heðin Brú,
segði hetta flogvitið. —
Eg lesi Fjallaskuggan og
Flókatrell. Hann segði iki:
eg havi lisið. Hann segði:
eg lesi. TonalagiÅ var sum
hjá einum, ið sigur: eg
drekki te ella: eg royki
sigar.
— Eg lesi hann umaftur
og umaftur, legði hann
aftrat. — Tað er ikki bara
innihaldið, ið hugtekur
meg, tað er málið.
Eg havi ongantíð
gloymt hesi orðini. Tey
brendu seg føst i mítt
sinni. Eg skal ikki dylja
fyri, at eg havi roynt at
fylgt hesum ráðum. Og eg
lati tey við hesum fara víð-
ari til øll, sum hava hug at
skriva føroyskt. Skal tu
læra tað hondverkið, so
finst eingin betri lærari
enn Heðin Brú. Eg kundi
hugsað mær at lagt aftrat:
tann læraran kanst tú ikki
vera fyriuttan.
Arini gingu. Ein gjørdist
vaksin. Skutfestan var
drigin inn. Ein legði frá
landi, royndi at smíðja
sær sína egnu heimsmynd,
lærdi at gera sær sínar
egnu metingar um ymsar
lutir undir sólini. So líð-
andi fekst tú eina hylling á
tí samfelagi, sum tú vart
partur av. Brátt visti tú,
hver var hver í okkara
lítla universi. Tú gekst úti
á vegnum, og tú kendi teir
allar, reiðarar, skiparar,
handilsmenn, politikk-
arar. Tú hevði ein varhuga
av, at okkara lítla sam-
felag unndi í persónum,
sum á onkran hátt skar-
aðu framúr. Men handa
Heðin Brú, sum tú vart
komin at kenna undan
øllum hinum, longu tíðliga
í tínum barnaárum, hann
sást tú ikki. Eingin kom
nakrantíð og segði: — Har
gongur okkara mæta
skald Heðin Brú! Ivaleyst
gekk hann úti á vegnum
sum onnur fólk. Men tú
visti ikki av honum. Men
hugdi tú í eitt blað, ella
læt tú eina bók upp, so var
hann har, við eini stutt-
segu, eini grein, eini týð-
ing, eini skaldsøgu. Hann
var burtur og hann var hjá
alt í einum. Hann var sum
dvørgurin. Tú visti ikki,
hvussu hann så ut. Men tu
hoyrdi hann smíðja,
smíðja alsamt. Ikki fyrre
enn seinni lærdi tú at sýla
ein sannleika burtur úr
hesum. Hví skuldi hann
síggjast? Hansara sigrar
vóru ikki dagsins, men
ævinleikans.
Eini fimtan ár eftir hetta
var eg eitt skifti staddur í
London. Eg arbeiddi sum
sjúkrahjálpari á einum
sjúkrahúsi í Chelsea. Ein
upplivdi gleðina við at
vera í stórbýnum og
kunna ognast stórbýarins
meguleikar. Ein upplivdi
eisini, viðhvert, einsemið,
longsulin eftir tí kenda.
Várið kom, varmi kom í
luftina, fuglarnir sungu og
íkornarnir titaðu í teimum
grønkandi parkunum. Eg
upplivdi knappliga nakað,
sum ivaleyst tey flestu, id
hava verid burturstødd,
kenna, ein heimlongsul, ið
næstan var sum ein rúsur,
og sum hevði sin uppruna
í eini klárnandi mynd av
Føroyum sum mentunar-
ligari heild. Tá eg sigi
mentunarligari, so er tað
fyrst og fremst málið, eg
hugsi um. Eg hevði
tríggjar føroyskar bøkur í
kuffertinum. Tær vóru
Feroya Fólks Songbók,
Nornagestur í týðing eftir
Trond Olsen og Búravn-
urin eftir Heðin Brú. Eg
las Búravnin, við tí serliga
áhuga og í tí serliga ljósi,
sum útlegdin gevur, og
tey skaldsligu eyðkennini
hjá hesum meistaranum
brendu seg inn í sinnið,
týðiligari enn fyrr. Her
var tað gamla norrena
kynstrið at duga at siga
eina segu frá byrjan til
enda, so at úrslitið verður
ein heilt elementerur
spenningur. Her var
gávan at eygleiða og at
siga frá tí eygleidda, so at
tú verður skakkur og
næstan heldur yrkjaran
vera harðhjartaðan, so
óhugnaliga djúpt er sæð
og neyvt er sagt. Her var
samhugin við tí sálarliga
og materielt trongt
Framhald á síðu 10
A —n;<56ðð555ðn rn ————iti