leygardagur 29. august 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í amasássámað NES. AAA AAA AAA AAA AAA AA AA AA AAA AAA AA AAA
SOSIALURIN
Sida 9
Komu norðaneftir úr Danmark
Ikki nógv fólk, bert nøkur
skúlabern, sum hevdu
fingið frí hendan tíman, og
eitt slød av vaksnum vóru
til staðar, tá heimsins
stersta seglskip spakuliga
kom inn um molan í Havn
um hálvguntíggju-tíðina
mikumorgunin.
Skúmarin hjá Tórshavn-
ar skipasmiðju og Tjaldrið
hjálptu Sedov at leggja at.
Tað gekk ein fitt leta at
rigga landgongubrúnna
til, mentáhon endiliga
kom niður, sluppu tollarar
og umboðsmaðurin hjá
Skipafelagnum umborð.
Tveir av manningini still-
aðu seg á bryggjuna við
landgongubrúnna. Sedov
var komin til Havnar í
ollum góðum eftir 16
dagar úti á havinum, m.a.
fleiri hundrað fjórðingar
norðanfyri Ísland.
Sedov er frá teirri tíðini,
tá skip líktust skipum og
ikki ferhyrntum stál-
kassum sum nú. Magda-
lena Vinnen, sum barkin
tá kallaðist, varð bygd á
skipasmiðjuni hjá Krupp í
Kiel í 1921. Týskarar áttu
hana í 25 ár, so noyddugt
teir at lata Sovjet hana í
krígsendurgjaldi.
Eftir eina umfatandi
yvirháling er Sedov nú á
fyrsta túri sínum sum
skúlaskip. Næmingarnir
læra teir flestu til fiski-
skipara, onkur til maski-
nist og onkur til fjarritara.
Seinnapartin mikudagin
høvdu skiparin og leiðarin
av ferðini tíðindafund, har
ymiskt fekst at vita um
hetta stásiliga skip. M.a.,
at tað skal sigla í Svarta-
havinum í vetur, at av
teimum 234 fólkunum
umborð eru einans 8
kvinnur, at miðalaldurin
hjá kadettunum (næming-
unum) er 19 ár, at Sedov
bert umleið ein tíggjunda
part av tíðini, síðani farið
varð úr Esbjerg tann 10.
august, hevur brúkt
motorin og, at hetta ikki
er seinasta ferðin Sedov
vitjar Feroyar.
Aftaná spákaðu vit á
dekkinum við einum av
næmingunum, sum væl
dugdi enskt. Manningin
var í ferð við at rigga til
tær hundraðtals ljósper-
urnar, sum skuldu upp í
mastrarnar, og ymsa-
staðni har uppi klintraðu
menn. Úrslitið av hesum
arbeiði sást um kveldið, tá
Sedov lá sum ein lýsandi
ævintýraborg úti á mol-
anum. Vit vóru eisini har
afturi á dekkinum, sum er
annað av tveimum pláss-
um omandeks, loyvt er at
roykja.
Í gjårkvøldid fór Sedov
av aftur Havnini suður til
Riga,- har skipið er
skrásett. Á vegnum skula
teir m.a. hava venjingar
við seglunum.
Og fyri tey, sum væl
dáma tel, kunna vit upp-
lýsa, at Sedov er 108,4
metrar langt, 146 m.
breitt, skipssíðan er 8,7 m.
heg og undir sjónum eru
6,5 m. Sedov er 3556
bruttoregistartons, mast-
rarnar eru í miðal 57
metrar hegar og seglini
hava eina vídd uppá 4192
m'. Manningin telur 70,
næmingarnir eru 164 og
lærararnir 6 í tali.
Søren Rasmussen, danski blaðmaðurin, sum hevur verið við Sedov í 16 dagar sum
gestur, Árni Dam frá Skipafelagnum, sum umboðar sovjetisk skip í Føroyum, skiparin
å Sedov, Alexeij Perevosikov, og Andrias Højgaard, formadur i felagnum Føroy
ar—Sovjetsamveldiød.
Skiparin å heimsins størsta seglskipi er einans 32 ára gamal
Sedov nærkast molanum. Frammanfyri sæst Tusk, sum flutti nevndina í felagnum
Feroyar—Sovjetsamveldið, felagið hevur boðið Sedov til Føroya, um borð. Beint
aftanfyri Sedov er Tjaldrið og Westward Ho, sum tók ímóti Sedov sunnanfyri Borð-
una, sæst eisini á myndini
SP
Skúmarin togaði Sedov at bryggju. Sedov hevur ein hjálpimotor uppá 500 hestar
7