Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Løgtingslog nr. 13: Byarskipanir og byggisamtyktir Løgtingslåg nr. 13 um byarskipanir og byggisamtyktir frá 1956 átti (við broytingum) at verið endurskoðað, soleiðis, at lógin partvíst verður rættað og partvíst fær nýggjar tíðarhóskandi greinar og partar skrivar Høgni Larsen, arkitektur og býarplan- leggjari m.a. í Sjónarmið í dag Í flestu londum finnast skipanir á ymiskum stig- um — ríkisskipanir, regi- ónsskipanir og kommunu- skipanir. Á hverjum stigi er ein partur av hverji skipan ein meira ella minni »fysisk« skipan, har roynt verður at skipa so fyri, at býar- og bygda- veksturin og teir trupul- leikar, ið standast av hes- um vekstri, verða greiddir á skynsaman hátt. Skal væla heildarúrslit fáast er neyðugt, at gott samband er millum tey ymisku stigini, og at tær lógir, ið hesar »fysisku« skipanir stiga seg til, eru tíðarhóskandi og greiðar. I Føroyum tørvar okkum tey hægri »fysisku« skipanarstigini. Hetta er størt spell, tå hugsad verdur um okkara serstakliga góðu møgu- leikar at samskipa innan hetta ekið, og kundi hetta verið eitt frálíkt evni at umrett í serstakari grein. Tó vil eg í hesi grein halda meg til kommunustigið av tí, at vit í Feroyum hava skipanir á hesum stigi, nevniliga býarskipanir og byggisamtyktir. Ein náttúrlig byrjan kundi fyrst og fremst verið at lýst munin millum hesi bæði orðini ella »begrebini« tó soleiðis, at bert hevuðsskilnaðurin kemur fram. Í fleiri býarskipanum og byggisamtyktum stendur soleiðis: Endamálið við býar- skipanini er at áseta hev- uðsreglur fyri útbygging av kommununi. Byarskipanin sam- skipar tey ymisku åhuga- málini, tó soleiðis at fram- tíðar broytingar kunnu fremjast á tekniskum — økonomiskum skilagóðum grundarlagi, samstundis sum umhvervið verður virt. Tað stendur víðari Endamálið við byggi- samtyktini er at áseta gjølari reglur fyri fram- tíðar bygging á teimum ymisku nýtslugkjunum, sum tilskilað er í býar- skipanini. Legtingslóg nr. 13 um býarskipanir og byggi- samtyktir frá 1954 er eis- ini í hovuðsheitinum býtt í tveir partar. Ein stytri partur, ið greiður frá um byarskipanir og síðani annar longri, og greidir frå um byggisamtyktir. Innihaldid i eini byar- skipan mótvegis eini byggisamtykt er-sambært lógávuna ymiskt. Sum demi kann nevnast, at har býarskipanin hevur 5 partar, ið helst skulu uppfyllast, hevur byggi- samtyktin 19 partar. Í hesi somu lóg gr. 6, 1. partur stendur m.a. so- leiðis um byggisamtyktir: »Adrenn uppskot um byggisamtykt verður sent landsstýrinum, skal tað verða lagt fram í minsta lagi 3 vikur til alment eftirlit á einum fólki at- komiligum staði. Komm- unan skal frammanundan á vanligan hátt kunngera, at byggisamtyktin er framlegd til eftirlits, og kunngerðin skal skila til, hvert ekið tað er, ið upp- skotið umfatar. Mótmæli móti uppskotinum, og broytingaruppskot mega verða send kommunustýr- inum, áðrenn 3 mánaðir eru lidnir frá kunngerðar- degnum«. Harafturímóti stendur onki um framlegu av býar- skipanum og finnist so- statt ikki lógarkrav fyri, at hesar verða framlagdar. Ein annar týdningar- mikil lógarskilnaður er ognartekurætturin. Í gr. 12, 1. partur framgongur tað tíðuliga, at tað bert er byggisamtyktin og ikki byarskipanin,'sum gevur heimild til ognartøku. I ti partinum i lógini, sum við- eisini ger býarskipanir verður orðið ognarteka ikki nevnt Hetta er i stuttum sam- bært loggåvu høvudsskiln- aðurin á byarskipanum og byggisamtyktum og er hann lættur at skilja. Men tíverri er henda sama lóg ikki eins lett at skilja, um hon verður lisin at enda. Orðaskifti um býar- skipanir og byggisam- tyktir Í síðstu grein í lóggáv- uni gr. 26, 2. partur stend- ur soleiðis: Har tað í lóggávum orðið »byarskipan« hevur verið nýtt, skal orðið »byggisamtykt« verða nýtt í staðin fyri ella javn- bjóðis tí, tá ið lóggávan ikki — skilliga — tilskilar annað. So er spurningurin, hvar í loggåvuni lóggávan ikki skilliga tilskilar annað. Men er tað heilatikið møguligt, at »begrebid« byggisamtykt, sum bædi i innihaldi og lógarliga hevur so stóran skilnað í mun til >begrebið< býar- skipan kann verða nýtt í staðin fyri ella javnbjóðis hesum? Í øllum føri vil eitthvert arbeiði, ið stigar seg til eina ikki fullfíggjaða og/ella misskiljandi lóg- gávu hava meguleika fyri at vera merkt av hesum. Hetta er ein av grund- unum til, at eg haldi, at løgtingid átti at endur- skoða hesa lóggávu. Onnur grundin er, at lóggávan í dag átti at um- fata aðrar tíðarhóskandi partar, sum meguliga ikki vóru frammi í tíðini í 1954. Í Noregi, Sveríki og Finnlandi, hevur leingi verið arbeitt við uppskot- um til lógarbroytingar innan lóggávur ið við fyri- varni kunnu sammetast við løgtingsløg nr. 13. Í Danmark er nýggj lóg- gáva komin í gildi, tann sonevnda >kommunuplan- lov< frá 1979. Hendan lóggávan verður av hinum norðanlondunum mangan nyttsum fyrimynd bæði á ein og annan hátt, men er tað serstakliga gr. 6 í lóg- gávuni, ið oftast verður umredd. Í hesi grein stendur so- leiðis: »Inden udarbejdelse af et forslag til kommune- plan skal kommune-plan- styrelsen offentliggøre en kortfattet redegørelse om hovedspørgsmål og plan- lægningsmuligheder i det forestående planlægnings- arbejde. 2. partur Samtidig med offentliggørelsen sendes redegørelsen til miljø- ministeriet og amtsrådet og indenfor hovedstads- området tillige til hoved- stadsrådet. 3. partur. Kommunalbe- styrelsen skal forestå en oplysningsvirksomhed med det foremål at frem- kalde en offentlig debat om planlægningens mål- sætning og nærmere ind- hold. Ofta verður tikið til, at vit liva í einum demokrat- iskum samfelag. Um so er, so átti lóggávan helst eisini at veri demokratisk. Men, sum áður nevnt í hesi grein, so hevur borg- arin innan tey ymisku býarskipanar- og/ella byggisamtyktarekini bert meguleika fyri at siga sína hugsan og meguliga gera seg galdandi eftir, at upp- skot til byggisamtykt er fingið til vega. (Si gr. 6 1. partur í lóg nr. 13). Hetta skerjir í sær sjálvum tann sjálvsagda rættin hjá borgaranum, nevniliga at vera við til at ávirka og skapa tað umhvervi, hann nú einaferð er komin at liva í. Tað er ongin ivi um, at slík lógargrein, sum neynd er í donsku kommunulóg- gávuni frá 1979 eigur at vera við í nýggjari býar- skipanar- og - byggisam tyktarlog, um henda verdur endurskodad. sjónarmið Hegni Larsen arkitektur m.a.a. og býar-plan- leggjari skrivar Hetta setir nýggj krev til politikkararnar og tek- nikkararnar, ið fáa plan- irnar til vega. Møguliga verður eisini longt um »planlegningsprocessina« samstundis sum komm- unan eisini i minni mun verður ávirkað figgjarliga, men kortini man hetta vera beinasta leiðin at ganga. Eisini átti lóggávan at gjørt greitt nær og í hvussu stórum tíðarbilum eitt kommunustýri hevur skyldu til at endurskoða býarskipanir og/ella byggisamtyktir sinar. Tad kundi sjålvandi verid av stórum áhuga fyri tann einstaka borgaran. Tíverri verður einki nevnt um hetta í lóg- gávuni, men harafturímóti verður tíðuliga greitt frá, hverjar atgerdir lands- stýrið hevur heimild til at seta í verk mótvegis kommununum, tá lands- stýrið hevur hug at broyta ella at víðka eina býar- skipan ella byggisamtykt. Og her stingur spur- ningurin seg uppaftur, hvussu skal ein í verun- leikanum skilja >begreb- ini« býarskipan og byggi- samtykt. Eftir míni metan skulu tey ikki bert skiljast út frá tí, ið skrivað stendur í endamálunum í byrjanini av hesi grein, men haldi eg tað vera av stórsta týdn- ingi, at fyrst og fremst limirnir í bygdaráðunum og harnæst kommunu-tek- nikkararnir og fólkið sum heild skilur býarskipanina og byggisamtyktina sum eina »process«, eina mynd, sum kann og skal broytast eftir tíðarinnar krevum. Tíverri gevir lóg nr. 13 við síni núverandi orðing og sínum tervandi para- graffum og pertum eina heldur dikterandi og ov bindandi mynd av »begrebunum«. Annar spurningur, ið eisini átti at verið tikin upp í samband vid møgu- liga endurskoðan av lóg nr. 13 er tann fíggjarliga planleggingin hjá kommu- nunum. Eins og í Feroyum eru tær skipanir, sum við fyri- varni kunnu sammetast við føroysku býarskipanir og byggisamtyktir í Danmark, Sveríki og SOSIALURIN Finlandi einans »fysiskar« skipanir. Hetta er rætt sambært lóggávunar i hesum londum. Í Noregi er haraftur- ímóti endamálið sambært lóggávuna at samskipa fysisku, fíggjarligu og socialu planirnir í kommununi. Ein grundin til henda skilnað er, at í Danmark, Sveríki og Finlandi eru kommunurnar vanliga nógv sterri enn í Noregi, og verður tað tí í hesum kommunum roknað sum neyðugt, at hver »sektorur« sær fremur sina egnu planlegging. Tad verdur t6 tilskilad i lógunum, at samstarv eigur at vera innan teir ymisku »sektorarnar«. Kommunurnar í Noregi kunnu í stedd á mangan hátt beinleiðis sammetast við føroysku kommun- urnar. Tad kundi hugsast, at tær føroysku Byarskip- aninar og byggisamtykt- irnar høvdu verid merktar av størri realismu um soci- alu og figgjarligu mål kommununar komu við í myndina. (Tó átti Tórshavnar kommuna við síni stór- leika at komið undir aðrar treytir). Byggireglugerðir Í legtingslóg frá 24. mai 1974 um broyting í lóg um býarskipanir og byggi- samtyktir fær landsstýrið heimild til við gildi fyri allar kommunur at útvega eina serliga byggireglu- gerð. Endamálið við slíkari byggireglugerð skuldi í hevuðsheitinum verið at áseta krev til bygningar og hús soleiðis, at hesi verða trygg og góð at nýta. Ein slík byggireglu- gerð, sum inniheldur gene- rellar ásetingar fyri alla bygging í Feroyum heyði verið ein stór hjálp hjá ollum føroyskum komm- unum, og fleiri av núver- andi lokalum býarskip- anum og byggisamtykt- um eru gjerdar við tí fyri eyga, at slík reglugerð fór at koma í nærmastu fram- tíð. Fyri kommunurnar skuldi ein slík reglugerð verið eitt amboð, sum tann lokala býarskipanin Framhald á síðu 11 KA———————————33—3——————— — — — — GG GG) ———3þ————————————— — —————————— A AA—A—A—A—TÆ—|{—— www