mikudagur 2. september 1981síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EN
so
XSOSIALURIN
Grundlégarforhoyrid sunnudagin:
Ákærin fekk
onki at vita um
oddamenn
— Ongin av teimum fimm skuldsettu segði
seg vita nakað, um ávísir menn stóðu
aftanfyri ófriðin í Havn sunnunáttina
— So frægt av samanhaldi er
millum ungdómin, at tað finnur
hann útav sjálvur.
Soleiðis svaraði ein av
teimum fimm ungu monnunum,
sum eru skuldsettir fyri at hava
sett eld á og gjørt umfatandi
herverk spurninginum frá ákær-
anum, um nakar ávísur stóð
aftanfyri ófriðin í Havn sunnu-
náttina.
Allir fimm fingu henda spur-
ning, tá teir vóru til grundlóg-
arforhoyr sunnudagin. Men
ákærin fekk onki burturúr.
Ongin visti at siga, um nakar
ávísur stóð aftanfyri ella hevði
øst fólkið. Tað nærmasta,
ákærin kom svarinum, hann
ynskti, var frágreiðingin hjá ein-
um, sum segði seg hava hoyrt í
dansinum friggjakvøldid, at rok
skuldi vera í býnum kveldið eftir
og, at fólk gingu har og bóðu
onnur koma við.
Ein av nevndarlimunum i
Gamni var fongsladur til grund-
lógarforhoyrið var liðugt. Tað
ljóðaði, at politiið hevði illgruna
um, at nevndin í Gamni hevði
ábyrgdina av ófriðinum. Men
undir grundlógarforhoyrinum
kom onki fram, sum prógvaði
hendan illgruna.
Játta seg sekar
í herverki
Teir fimm skuldsettu, tveir teirra
eru 16 ára gamiir, hinir 17, 20 og
22, noktaðu seg allar sekar í at
hava sett eld á. Ákærin upplýsti
annars, at vitni hevur sæð tann
eina sett eld á bilin, sum kola-
dist upp i Kommunuskúlagarð-
inum. Hinvegin játtaðu allir
fimm seg sekar í herverki.
Orsøkin til ófriðin eru dansi-
viðurskiftini í býnum. Sum ein
av teimum skuldsettu segði í
rættinum:
— Fólk hava fingið til vana at
vera í dansi ti! ':I. 3 leygarkvøld.
Nú skula tey im kl. 12. Tað
sigur seg sjálvt, at tað fær
avleiðingar.
Hóast teir ikki høvdu skyldu
at svara spurningunum, so vóru
teir fimm skuldsettu ikki aftur-
haldandi við upplýsingum um
tað, sum var hent um náttina.
Teir nevndu tó ongi nøvn, hóast
ákærin fleiri ferðir spurdi teir um
onnur, sum luttóku í ófriðinum.
Tveir fongslaðir
Ákærin kravdi allar fimm fongs-
Henda
fest á hurðina á Dómhús-
inum
»yvirlysing« var
Ein av teimum skuldsettu verður her førdur til avhoyringar. Av ti Dómhúsið er stongt
vegna umvæling, eru rættarfundirnir nú á dómaraskrivstovuni
laðar. Báðir verjarnir, Halgir W.
Poulsen og Demmus Hentze,
mótmæltu. Halgir W. Poulsen
segði, at ongi prógv vóru løgd
fram og onki grundarlag var fyri
fongslingini. Hann segði, at teir
skuldsettu eru tilvildarliga tiknir
burturúr kanska 500, sum
luttóku í ófriðinum. Urskurðurin
hjá dómaranum bleiv, at tveir
teir elstu blivu fongslaðir í 8
dagar. Hinir fingu handtøkuna
longda í 3 X 24 tímar. Um annan
av teimum fongslaðu segði
dómarin, at hann við réttum er
skuldsettur fyri at hava sett eld
á. Hin er vid røttum skuldsettur
fyri umfatandi herverk. Grund-
arlagið fyri fongslingini var tað,
at orsøk er til at halda, at teir
skuldsettu kunna forða kann-
ingunum hjá politinum við at
ávirka vitni. Annar er eisini fyrr
tíkin fyri logarbrot og tí er orsøk
at halda, at hann heldur fram
við sama lag, sleppur hann
leysur, segði dómarin. Eftir,
hvat skiltist av teimum skuld
settu, ætladu teir ikki at kæra
úrskurðin hjá dómaranum til
Landsrættin.
Nógv fólk
Nógv fólk var við dómaraskriv
stovuna, tá grundlógarforhoyrið
byrjaði klokkan stívliga fimm
sunnudagin. Teir skuldsettu
komu ein og ein og, tá teir komu
úr politibilinum, klappaðu fólk
og róptu stimbrandi orð til
teirra. Alt var tó friðarligt, tó við
einum skemtiligum undantaki
Tá avhoyringin av tí fyrsta var í
hæddini, brestur hurðin knapp
liga upp, inn kemur ein ungur
maður og á borðið frammanfyri
tann skuldsetta setur hann eina
fløsku (»Den med tyren«) við
blómum i. So før hann út aftur
og ein politistur aftanå. Blém
urnar blivu tiknar av bordinum
og tå skuldsetti spurdi, hvi tær
ikki kundu standa har, segði
dómarin, at tær hoyrdu ikki við
til prýðingina av rættarhølinum
og at hann fór sjálvur at avgera,
hvat skuldi vera har inni. Og so
helt avhoyringin fram
Næstformaðurin í Gamni:
Einasta vit
hoyra frá fútan-
um eru boðini:
stong!
Gaman. hevur ongantíð fingið
tilboðið at hava dans til klokkan
eitt leygarkvøld. Tað einasta,
Gaman hevur hoyrt frá fút-
anum, eru boðini : stong !
Hetta upplýsir næstfor-
maðurin í Gamni, Egil Søren-
sen. Tilboðið, hann sipar til, er
tað, sum Diskur og Kvøldlot
hava fingid frå futanum. Hesi
bæði feløgini hava gingið við til,
at dansurin skai vera liðugur og
dansihølini tom klokkan eitt
leygarkvøld.
— Vit høvdu sjálvandi verið til
at tosa við, fingu vit eisini hetta
tilboð, sigur Egil Sørensen.
Hann sigur, at longu tvær vikur,
eftir at Gaman læt upp í fjør,
komu boð frá fútanum um at
stongja. Nevndin fór øll yvir á
politistødina og mótmælti.
Hetta hevur endurtikid seg
triggjar ferðir síðar.i. Egi! Søren-
sen sigur at tå Gaman bleiv
stovnað blivu vidtøkur gjørdar
fyri felagið. Ein sakferari
kannaði tær og segði, at tær
vóru í lagi. — Síðani fóru vit á
fútaskrivstovuna fyri at skráseta
felagið. Har fingu vit at vita, at
alt var í lagi og, at vit kundu
byrja.
Kravdi limalistan
Í februar í ár vóru brandmeist-
arin og Hjalgrim Magnussen og
Niclas Akraberg Poulsen av
politistødini og hugdu eftir høl-
inum hjá Gamni. Teir bóðu
nevndina útvega uppmåtingar
og eina tekning av hølinum.
— Vit fingu beinanvegin ein
arkitekt at gera eina tekning og
Niclas Akraberg Poulsen bad
okkum senda hana til byggi-
deildina hjá býráðnum. Síðani
hoyrdu vit onki aftur, upplýsir
næstformaðurin í Gamni. Ikki
fyrr enn býráðið tann 11.juni
vidgjørdi umsóknina frá Gamni
um loyvi at nýta helini í Niels
Finsensgøtu til felagshøli. Um-
sóknin fór aftur í byggiráðið til
nýggja viðgerð. Hinvegin nok-
taði býráðið á sama fundi at
geva P/f Dansistovuni í Lítluvík
dansiloyvi. Hetta hevði við sær,
at í staðin bleiv felagið Kvoldlot
stovnað. Nú er Gaman stongt,
men Kvøldlot hevur framvegis
opið. Hetta heldur nevndin í
Gamni vera ikki sørt mótsig-
andi.
Seinastu
ferð, nevndin í
Stereoanleggini hjá Gamni sluppu undan oyðileggingini,
tí tey legði politiið hald á hósdagin. Ein LP-pláta var hent
at sópa glasbrotini útum við
Gamni var á politistødini, ti poli-
tiið vildi hava at vita, hví teir ikki
fylgdu boðunum frá fútanum og
stongdu, kravdi politiið lima
listan.
— Vit noktaðu, men kundu
upplýsa, at vit hava umleið 450
limir. Vit mettu íkki, at fútin
hevur nakra grund til at vita,
hver er limur hjá okkum. Hann
hevur heldur ikki limalistan hjá
ødrum slíkum feløgum í býn-
um, sigur Egil Sørensen.
Ikki almennur dansur
Síðani hendir tað stutt aftaná,
tann 21. august, at teir triggir
nevndarlimirnir og dagligi leið-
arin av Gamni verða stevndir
fyri at hava hildið almennan
dans uttan loyvi. Og 26. august
gav fútin boð um at stongja
Gaman. Egil Sørensen sigur, at
teir meta framvegis ikki, at teir
hava almennan dans i Gamni.
Hann sigur, at teir hava fylgt
reglunum um dans á sama hátt
sum onnur slík feløg i býnum
Nógv vilja vera við, at Gaman
er stovnað við eittans endamáli :
at tjena pengar. So er tó ikki,
sigur Egil Sørensen. Yvirskotið
fer næstan alt til húsaleiguna,
sum er heg. Dagligi leiðarin fær
månadarløn, einar 10.000 kr.,
og nevndarlimirnir fåa samsyn-
ing, åvikavist 1000, 800 og 500
kr. um mánaðin, upplýsir hann.
Sakarmálið móti teimum fýra
monnunum í Gamni kemur fyri í
Føroya rætti tann 18. sep
tember
——T————új
Tveir tímar mill-
um fráboðan og
handtøku
Tað gingu næstan tveir
tímar, frá tí fyrsta frá-
á politistødina kl. 01,25
til tann fyrsti varð hand-
tikin kl. 03,18.
Hetta kom fram undir
grundlógarforhoyrinum
sunnudagin. 22 fólk
blivu tikin og av teimum
eru 5 nú skuldsett fyri
eldáseting og herverk.
Ófriðurin byrjaði í mið-
býnum um midnáttina.
Rútar og lyktasteyrar
blivu knústir og eldur
settur á tríggjar bilar í
um. Tann eini, ein Opel
Kadet 1978 úr Kollafirði,
kolaðist upp. Aftaná
hetta fór fólkið niðan í
Gaman, har alt bleiv
sorlað sundur. Haðani
gekk leiðin niðan til
Mimir. Har hendi kortini
lítil og ongin skaði, men
á vegnum oman aftur í
býin knústu tey fleiri rút-
ar í Kommunuskúlan-
um. Eisini heima hjá bý-
ráðsformanninum, Poul
Michelsen, á Gunda-
dalsvegi blivu rútar
knústir og á Bursatanga |
varð eldur settur á fla-
mingoplátur.
Brandbumbur, t.e.
fløskur við bensini, blivu |
eisini tveittar. M.a. tvær |
eftir siekkiliðsbilinum. |
Onnur rakti bilin, hin
lenti undir honum.
Longu hóskveidið fór
at ljóða í býnum, at &
friður skuldi vera. Poli-
til var fyrireikað og
15—20 mans vóru á vakt
bæði fríggja- og leygar-
kveldið.
Ongin bleiv ákærdur í
sambandi við ófriðin í
Havn á hvítusunnu 1979.
Politiið hevði ikki nóg
góð prógv til at byggja
ákæru á. Um ákæra
verður reist hesa ferð,
Ákærin segði í rættinum
sunnudagin, at longu tá
høvdu fleiri fylgt áheit-
anini.