mikudagur 2. september 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 1 1820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Løgmansrødan og
Fólkaflokkurin
LOGTINGSARBEIÐIÐ er byrjað aftur, og í
gjár fór legtingið undir orðaskifti um ólavs-
søkurødu løgmans.
LØGMANSRØDAN víkur lítið frá øllum
hinum, sum legmaður hevur sagt hesar átta
mánaðarnar, hann hevur sitið. Høvudsdent-
urin verður lagdur á at sverta undanfarna
landsstýrið út og serstakliga ein av nú-
verandi samgonguflokkunum, nevnliga
Fólkaflokkin, ið er hin stóri syndabukkurin.
TOSAÐ VERÐUR UM tað vánaligu støðuna í
figgjarmålum, sum Fólkaflokkurin hevði
ábyrgdina av tey undanfarnu seks árini, og
sagt verðu millum annað: »Vit skulu hava
meira pening inn frá føroysku borgarunum.
Hetta er neyðugt fyri at hava »almenna
sektorin« gangandi.
UM POSTVERKID sigur løgmaður: »Roknad
verur vid, at Postverk Føroya í verandi ári
hevur eitt hall uppá fimm til seks miljónir
krónur. Postverkið hevur heitt á landsstýrið
um loyvi til at hækka postgjøldini. Lands-
stýrið metir, sum áður sagt, at vit eiga at vera
varnir við at loyva hækkanir av gjøldum fyri
almennar tænastur«.
TAÐ ER HEILT GREITT, at sleppur postverk-
ið ikki at hækka gjøldini, so gerst hallið hjá
postverkinum munandi størri. Tá verður tað
við ødrum orðum skattgjaldarin, ið kemur at
gjalda ein munandi part av rakstrinum av
postverkinum í staðin fyri tey, sum eru brúk-
arar av postverkinum. Og brúkararnir av
postverkinum eru bankarnir, søluumbodini
og tær stóru handils og vinnulivsfyritøk-
urnar.
Áðrenn hetta valskeiðið er úti kann
legmaður við núverandi gongdini helst siga
fólki, at yvirtøkan av postverkinum, sum
fólkaflokkurin var við til at fremja, nú kostar
skattgjaldaranum møguliga 20, 25 ella møgu-
liga 30 miljónir krónur árliga.
MEN LØGMAÐUR SKAL nokk lata vera við
at siga, at postgjøldini eru munandi lægri enn
hjá øllum okkara grannalondum. Hann skal
nokk eisini lata vera við at siga, at skattgjald-
arnir ikki gjalda til postverkið sum so, men at
teir umvegis postverkið gjalda til tess stóru
brúkarar, nevniliga bankarnar og vinnulívs-
fyritøkurnar.
TÅ HETTA VALSKEIÐIÐ er úti, verður helst
neyðugt hjá føroyingum at siga: Neyðars
Fólkaflokkur.
SOSIALURIN
Gjørt ov litið — men fari
ikki at tálma í
r
At verða fadirleysur nyt-
ist ikki at kasta nøkrum
fyri, tey hava eins og
onnur sum koma soleidis
fyri, hjálp fyri neyðini,
men tíverri, hon er oftani
ring at fáa.
Eg vil sanna at eg havi
gjørt alt ov lítið, men sam-
stundis vil eg gera vart
við, at eg ongantíð farið at
tólma, fyri steða teirra tú
so háðandi nevnir, verður
betrað.
Tað er rætt, at alt ov
lítið bleiv gjert av gomlu
samgonguni, men tó
nakað kom á skafti.
Har vóru gjerdar fyri-
reikingar til at betra mun-
andi um steðu teirra brek-
aðu og gomlu.
Og góðkenning lá frá
donsku myndugleikum.
Men núverandi lands-
stýrsmaður í sosialmálum
segði til uppskot javn-
aðarflokksins.
»Harmiligt at ikki gamli
ovnurin er her á tingi,
soleiðis at sosialu uppskot
javnaðarflokksins kundu
verið brend har, ístaðin
fyri at fara í nevnd«.
Hettar hóar væl saman
við samgongufelaga tykk-
ara, sum kallaði sosialmin-
istarin fyri »ministarin
fyri neyð og elendigheit«.
Jú, sannuliga, hjarta er
við.
Løgmannsveitsla varð
ikki hildin, peningurin fór
til tiltakið >Ár teirra
brekadu«.
Hvussu leingi tey liva
av hesum veit eg ikki, og
sanniliga aðrar veitslur
eru hildnar, so sparing er
ikki sjónlig.
Tað var ikki møguligt at
hækka pensiónirnar, men
at byggja handilsskúla
fyri 12 milliónir, tað er í
lagi
Tað er ongantíð ætlanin
at draga nakran ella nakað
niður í nakað runudýki,
sum tú tekur til.
Men sanniliga mín per-
sónliga roynd er at ringt
er at fáa hjálp har veruliga
hjálp er fyri neyðini.
Eg vendi mær til Landa-
stýrið fyri at fáa innivist
fyri nøkrum fólkum sum
vegna eldsbruna á Leitið í
Suðuroy vóru húsvill, tey
hevdu verið eitt ár niðri í
Danmark, men vildu sjál-
vandi koma heim.
Hetta skuldi ikki verið
nakað í vegin fyri, tí tað
almenna hevði við Løg-
tingslóg keypt ogn til slík
endamál.
Men her var eitt jarn-
tjald fyri, eingin vildi
hava nekur brekað búgv-
andi nærhendis.
Landastýrið gjerdi einki
við málið.
Tíbetur er hetta komið í
rættlag, tey bóðu ikki um
nakra allmussu, tey vóru
før fyri at keypa sær hús,
og tað hava tey nú gjert,
keypt og goldið tey sjálvi.
Annað demi sum eg
sjálvur havið havt við at
gera, er hetta:
Maður, sjálvstendigur
handverkari, blívur sjúk-
ur, fer niður á Ríkishospi-
talið, missur annað nýra.
Vit verða ringdir upp
hesum viðvíkjandi, og fáa
at vita, at maðurin, sum
nú vegna sjúku er hús-
villur, kemur ikki heim
uttan at honum er tryggj-
að góð húsaviðurskifti.
Vit fáa hús uppá hond-
ina, men sjálvandi skuldi
fíggjan fáast til keypið.
Vit vendu okkum til
Almannastovuna, eingin
hjálp at fáa.
Vit vendu okkum til
Feroya Landastýrið, har
skuldi meguleiki verið at
fingið hjálp, bæði úr barna-
hjálpargrunninum og
eðrum grunnum undir
landastýrinum.
Ongin hjálp at fáa.
Vit spurdu um megu-
leikar at fáa lán úr Húsa-
lánsgrunninum.
Ongir meguleikar.
Hetta eru teir sosialu
meguleikar ein hevur um
ein er veruliga sjúkur.
Maðurin kundi ikki koma
heim fyrfenn trygg viður-
skifti vórðð tryggjaði, tí
hann skuldi hava dialyse-
apparat.
Ongin hjálp at fáa.
Men tíbetur er hetta
greitt nú, og ikki av landa-
styrinum.
Men sjålvandi hetta er
ikki nakað ein talar um í
almindiligheit, men hetta
er tann kaldi veruleiki.
So leingi problemini eru
uppá avstand er alt ílagi.
Eg má viðganga, at eg
havi gjørt alt ov lítið, men
eg havi sjálvandi megu-
leika at beta um tað.
Og eitt fari eg at siga M
M. at hverki tú ella nakar
skal forða mær at tala og
virka, fyri bæði í skriving
og verki at verða við at
seta fingurina á har eg
meini er skeivt, fyri at
beta um.
Og í verki at fremja
tiltøk sum verða til gagns
fyri tey minni mentu.
Peningurin frá Leg-
mannsveitsluni er bert
at líkna við eina tátu.
Uppskotini til veruliga
betan av pensión, liggja
klár til samtyktar fyrireik-
aðar av gomlu samgong-
uni.
Sverre Midjord
Ikki uppiborið aftursvar
til m.m. í
Dimmu
Í Dimmalætting hósdagin
20-unda stendur við
feitum stavum. Feðgarnar
Hentzar, Sverre og Jákup.
Lat meg beinanvegin siga
tær, at eg heldur ikki taki
tílíka skriving fyri fult.
Soleiðis sum tú, lat meg
bara rópa teg »Mikki
Mus<, byrjar skriving
tína, ger ein ikki við ein
fyri tær fremmandan
mann. Men, eg haldi meg
vera vísan í, at tú ógvuliga
væl man kenna meg upp á
persón.
Tað letur til, at tú hevur
vent tær til »folkaeftir-
litið“. Ja, kanska »toll-
stovuna« eisini. Eg skal
verða innfluttur til Vágs.
Eins og ein onnur verða.
Tú átti at vita, at tað er
munur á, at vera inn-
fluttur og at vera inn-
fluttur. Rætt er tað, at eg
eri føddur, og uppvaksin í
Sandvík.
Hvat sjálvari bygdini
viðvíkur man hon vera
eins og aðrar bygdir. Við
sama fólkatali. Tað fært
tú meg ikki til at reypa av
nekrum Ayatollain.
Hettar má hava verið í
>Tórgrímstíð<, og tað var
tó langt fyri mína tíð.
Hettar tú nertur við sig-
lingarsegu mær viðvíkj-
andi, skal tú ikki vera so
órógvaður av. Albógvar
mínir hava ikki tað lag ella
lyndi, at standa sum
vinkuljern útfrá mær.
Tú gamli >Mikki<. Lat
meg minna teg á, tí við
læru vilt tú ikki taka av
mær. Tú blívur ongantíð
stórur, við at minka um
ein annan. Tá eg vil hava
nakað sagt, er tað í bræv-
formi, og ikki sjóforklár-
ing. Tað er gamalt, at ein
lærir so leingi ein livir.
Hettar skulu nokk allir
skilamenn ásanna. Eg
skal ikki siga hitt navni
sum tú so miriliga um-
boðar (ella forsvarar).
Eg plagi bara hava
pennin at skriva við. Aðrir
hava lyndi til, at taka
tjørukustin, fyri at hin
parturin skal blíva væl og
virðiliga út dálkaður.
Hettar fari eg ikki at gera
við teg.
Tú skal ikki vera so for-
harmaður mína vegna.
Eg skal biðja gott fyri
tær, so at tú finnur aftur á
ta rettu getuna. At siga
satt ella ósatt. Mær tykir
at tú hevur fingið hattar í
rangastrúpan.
Eg kundi nokk eisini
sagt tað soleiðis.
„Sig ongantíð alt tað tú
hugsar« so kemur nakað
áhugavert úr penni tínum.
„Fyri at ikki alt skal vera
lygn leggur hann bandi á
við eini aðrari legmans-
rødu, hjá Atla«.
Hvi sigur tú ikki, hjá
harra Atla Dam fyrrv. løg-
manni. Hasin skrivingar-
háttur tykist tær rættu-
liga fjarur. Mær tykir, at
hatur og evund spríkir
fram úr tær. Hattar við
uttanlandsskuldini. Har
er ongin ivi. Núverandi
løgmadur hevur ikki enn
funnið fram til, at steðga
henni. Heldur tvertur-
ímóti, er hon vaksandi við
stórari ferð.
Mær tykist tú ert rættu-
liga frekur. Tað er tær ikki
nóg mikið, at tú hevur
handlað meg uttan, tú
setur
skjøtur á eisini
innan. So sum sálarfrið
mín. Hjá mær er tað í lagi
innan.
Men eg karin kanska
vera freistadur, at venda
spurningin å hin endan.
Eg væntaði, at tað fór
okkurt annað, at koma frá
fremmandamanninum, at
eg hevði sagt okkurt
ósatt, men har var onki
um tað.
Soleiðis hevur hattar
títt lesarabræv ongan
áhuga fyri meg.
At enda, eg eri ongantíð
rikin so langt av leið, at eg
ikki sjálvur havi funnið
aftur á aftur haðani eg fór
frá.
Tú kann fáa ein ugga frá
mær, og er tað, at tú tordi
ikki, at seta annað navn til
enn m.m. (mikki mus).
Tú átti eisini at vita, at
tá ið tú nevnir fleiri nevn í
brævi tínum, eigur tú at
leggja títt fulla navn til.
Hentzar Joensen
WWE
A EGÅ,
3
2