Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. september 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 1. deild ÍF—TB 0—3 (0—2): Vånaligt spæl men tryggur sigur Tad er nógv fyri, at siggja eitt so vånaligt TB lið, og so at IF ikki megn ir at gera nakað við tað! Nakað áskoðarunum til 1 soleiðis tók ein Fuglafirði seinasta sunnu dag, tá landskappingar lysturin ímillum IF og TB i 1. deild var leiktur Og hesin áskoðarin hevði ivgjørt grein í sínum máli FB leikti avgjert ikki sin besta dyst, og spælið hjá IF gekk upp aftur verri. Dysturin byrjaði við jevnum spæli, men tað var TB sum fyrst fekk síni ålop at geva úrsht. Tað var Rólant Serensen, sum fekk bóltin stutt uttan fyri brotsteigin og skjýtur hann beinleiðis í netið til I—0 Spælid helt å javnt eina tid afturat, men so byrjadi TB at fåa meira tamarhald å spælinum, og tå 44 minuttir vóru farnir. fær TB hornaspark. Tá bólt- urin kemur innfyri og verður skotin ímóti mál- inum, steðgar ein av ÍF- leikarunum bóltinum við hondini. Démarin ivast ikki og dømir brotsspark Delmar tekur brots- sparkid, og bólturin situr trygt i netinum. 2—0 til TB. | seinna hálvleiki byrjaði ÍF betri enn TB. og til tíðir var pressið heilt stórt ímóti TB-málinum. Men tann síðsti fóturin restaði altíð í, at fáa bóltin í netið. Tað kom bert eitt mál í seinna hálvleiki. Tað var Henrik Thomsen hjá TB, sum fekk bóltin stutt uttan fyri málið og skjýtur, málmaðurin hjá ÍF sá út sum hann reager- aði ikki upp á bóltin fyrr enn ov seint var, so bólt- urin rullaði inn um mál- strikuna til 3—0 til TB, sum eisini var endaliga stødan. Um dystin sum heild er at siga; at hann var keði- ligur at hyggja at, spælid var sum sagt ógvuliga vånaligt frå bådum sidum til tíðir. Leikliga sæd skuldu målini ikki verid so í talið, men IF-liðið megnaði tó ikki at halda TB frá sínum máli, so tað kann ikki haldast fast við, at sigurin ikki var uppi- borðin. nógv SOSIALURIN 29. august: 1. deild 750 GÍ-KÍ 2. deild 1. semifinala HBb—HBa Fotboltsurslit um vikuskiftið 751 NSI—TB 2—0 752 MB—Fram 1—1 753 EB—LÍF 1—1 754 Royn—Sl 3—0 3. deild 755 Skåla—Sumba 5—0 756 B36—B71 1—0 757 VB—HB 0—6 758 SIF—B68 6—2 4. deild Dreingjadeildin 1. semifinala 761 NSI—VB 3—2 Smådreingjadeildin 1. semifinala 763 B36a—HBa 764 TBa—NSI Piltadeildin 1. semifinala 765 HBa—TBa 766 MB—ONSIa 1—0 0—0 30. august: 1. deild 767 HB—B68 1—3 768 IF—TB 0—3 769 VB—B36 Semifinalurnar í yngru deildunum: Ongar veruligar avgerðir enn Semifinalurnar í yngru deildunum vórðu leikt- ar seinasta vikuskiftið. Onki av liðunum vann stórsigur og er ilt at meta um hverjir finalu- luttakararnir verða Landskappingin í fótbólti líður nú móti endanum Bólkavinnararnir 4 ymsu ildunum eru funnir, og vikuskiftið var yrra semifinaluumfarið seinasta Fleiri av dystunum vóru sera spennandi og javnir 'g ongum liðið eydnaðist vinna veruligan tryggan sigur og er tað tí framvegis torfert at meta um hverji liðini í finalun- um verða Í Havn var dystur í smádreingjadeildini mill um HBa og B36a, og vann B36a henda spennandi dyst við einum máli móti ongum, aftaná at steðan í hálvleikinum hevði verið javnleikur 0—0. Dysturin var javnur og høvdu bædi fleiri vandamikil ålop, men bert B36-små- dreingjunum eydnadist at fáa mál, men ilt er at siga um hesin sigur heldur í næsta HB liðini dystinum hevði annars í fyrra hál leiki bóltin í B36-netinum, men dómarin hevði frammanundan bríkslað fyri frísparki til B36 inni í sjálvum brotsteiginum, og varð málið tí ikki góðkent Hin semifinaludysturin í smádreingjadeildini varð leiktur á Sevmýru millum TBa og NSI, og vunnu smádreingirnir av Tver- dystin við trimum málum móti einum, aftaná at teir á hálvleiki høvdu verið á odda við tveimum málum móti einum. Í Havn var eisini semi- finaludystir í piltadeildini leiktur. Hesin var millum HBa og TBa, og hóast onkur vildi vera við, at einstakur TB-leikari var ov gamal at leika við á piltaliði, eydnaðist HBa at vinna dystin við einum oyri málið móti ongum. Hin semifinaludysturin var millum MB og NSÍa og endaði hann við 0—0 javn- Lýsið í Sosialinum leiki Í dreingjadeildini vóru bert tríggir bólkar og fór vinnarin av bólki C, HBa, tí beinleiðis í finaluna, meðan hinir báðir bólka- vinnarnir, NSI og VB, mugu kappast um seinna finaluplássið. Fyrri dyst- urin varð leiktur í Rúna- vík og endaði hann við 3—2 sigri til NSI-dreing- irnir. Seinnu irnar semifinaludyst- verða leiktir komandi leygardag 5. sep- tember. Leiga ella keyp SAM forskallings- skipan Faroesam tlf. 14917 Ovæntad venjaraskifti i donskum badminton: Svend Pri vorðin landsliðsvenjari! Eitt óvæntað venjara- skifti hjá danska badmin- tonlandsliðnum fór fram í síðstu viku, tá Svend Pri avloysti Jergen Morten- sen, sum aftaná bert at hava virkað sum venjari í 3 mánaðir, ikki vildi halda áfram. Hetta ferdi við sær nakað av óvissu um Svend Pri fór at kunna luttaka í kappingini hjá Havnar Badmintonfelag í Ítróttar- høllini í Havn 5. og 6. september. Men Svend Pri hevur klårt og greitt sagt, at hann kemur til Føroya, tí henda Havnar avtalan við Badmintonfelag varð gjørt áðrenn hann bleiv landsliðsvenjari. Svend Pri er eitt av sterstu nevnunum í segu badmintonsins. Í 15 ár hevur hann verið ein tann fremsti í altjóða badmin- tonkappingum, har hann við sínum ágangandi spæli og jarnherðu smashum altíð er ein hóttan fyri mótspælaran. Svend Pri er í dag 36 ára gamal og við hesum nýggja arbeiðinum sum landsliðsvenjari, er tað kanska fyri hansara egnu viðkomandi liðugt við luttøku í altjóða badmin- tonkappingum. Men hann hevur eisini vunnið oll heitið, ið eru verd at vinna í badminton. Pri er ein »all-round« spælari og hevur luttikið á altjóða stigi bæði í single, double og mixeddouble. Ein tann stersti sigur hansara var at vinna á indonesaranum Rudy Hartono í All-England — óalmenna heimsmeistara- skapinum — í London 1975. Rudy Hartono hevði tá vunnið 7 ferðir á rað og tað gjørdist nærum landa- sorg í Indonesiu, har bad- minton er tjóðarítrótt. Pri hevur áður vunnið 3 All- England heiti í mixed- double saman við Ulla Strand. Hann hevur 10 norðurlendsk meistara- heiti. seinast í 1978. Sum fastur maður á danska landsliðnum var Svend Pri við í Thomas Cup í 1979 har Danmark vann á Indiu við 7—2. Í hesum landskampinum vóru tvær nýggjar bad- mintonstjørnur við — nevniliga Morten Frost og Prakash Padukone. Pra- kash vann á Frost, meðan Pri vana á Prakash við 15- 10 og 18-15. Nú skulu Prakash og Pri so aftur metast í kapping- ini hjá Havnar Badmin- tonfelag komandi viku- skifti um so verður, at teir ikki tapa innleiðandi dyst- irnar. Tað verður eitt uppliv- ilsi at síggja hesar báðar toppspælarar dystast í Foroyum.