leygardagur 5. september 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EET
SU
||
rt
SOSIALURIN
Netavirkið er fleiri ferðir biðið
um at halda sáttmálan
— Sjålvt í 1981 kostar tað at vera álitisfólk, sigur Ingeborg
Vinther
— Virkisleiðarin á Heiða Netavirkinum hevur fleiri
ferðir fingið áheitan um at halda sáttmálan. Og so
seint sum mánakveldið fekk hann ein møguleika
at fáa vidurskiftini í rætt lag. Tað gjørdi hann ikki,
so sigast kann, at hann sjálvur hevur verið út; úm,
arbeiðssteðgur varð lýstur, sigur Ingeborg Vinther,
formaður Føroya Arbeiðarafelags
Ein fundur í Arbeiðsmanna-
felagnum Hæddin í Rúnavík
mikukveldið samtykti ein-
mælt at lýsa til arbeiðssteðg
á Heiða Netavirkinum í
Rúnavík við gildi frá hós-
degnum. Samstundis setti
FA limum sínum forboð at
taka upp arbeiði á Netavirk-
inum.
Tað hevur verið ólag á ar-
beiðsviðurskiftinum á Heiða
Netavirkinum í longri tíð, tí
virkisleiðslan hevur ikki hild-
ið sáttmálan, men mánadagin
kom álvarslig vend í steðuna,
tá trý konufólk vórðu upp-
segd, og biðin um at fara til
hús.
Eitt av konufólkunum,
sum virkisleidarin, Martin
Frederiksen, segåi upp, var
ålitiskvinnan. Hon fekk upp-
søgnina sama morgun,sum
hon kom aftur år summarfri.
Hetta er brot å såttmålan
millum FA og arbeidsgevar-
arnar, sum sigur, at álitisfólk
hevur ein mánaða uppsagn-
artíð, meðan vanlig arbeiðs-
fólk hava tríggjar dagar upp-
sagnarfreist.
Vaktarskiftini frá 3
uppí 13 tímar
FA tók málið upp beinan-
vegin mánadagin og royndi
at fáa tey uppsegdu konu-
fólkini til arbeiðis aftur.
Men tá tað ikki gekk, sendi
sakferarin hjá FA, Sigurð
Joensen, Heiða Netavirk-
inum bræv, har FA heitir á
virkið um at fáa ell viður-
skiftini viðvíkjandi sáttmál-
anum aftur í rætt lag, og at
taka konufólkini í arbeiði
aftur.
Sáttmálabrotini snúgva
seg um frádrátt av len í
mattíð, sum er í stríð við
sáttmálan, tá talan er um
degndriftsskipan. Tá skal
mattíðin ikki dragast frá.
Degndriftsskipanin er eis-
ini misbrúkt, við tað at vakt-
arskiftini hava verið frá trim-
um tímum upp í 13 tímar.
Sáttmálin sigur, at vaktar-
skiftini eru átta tímar. Og
hesi liggja fastar tíðir.
Harafturat er uppsagnar-
tíðin ikki hildin.
FA kravdi tí í brævinum, at
tann mista lenin fyri mattíð-
irnar verður eftirroknað, at
álitiskvinnan fær len, sum
hon eigur, eins og at hon
verður biðin til arbeiðis aftur.
Fólkið hevði ynskt
skipanina
FA setti Heiða Netavirkinum
eina freist upp á 24 tímar til
at eftirlíka krevunum. Um
tað ikki hendi, vildu feløgini
lýsa arbeiðssteðg til ósemjan
varð loyst.
Áðrenn freistin var úti
mikudagin kl. 19 fekk FA
skriv frá Martin Frederiksen,
virkisleiðara.
Ingeborg Vinther upplýsir,
at í brævinum sigur hann, at
vaktarskipanin er løgd soleið-
is, tí fólkið hevur ynskt eina
lagaliga skipan, soleiðis at
tey sleppa heim til degurða
og í staðin arbeiða til kl. 17.
Um álitiskvinnuna verður
sagt, at hon kann halda fram
at arbeiða, men ikki sum álit-
iskvinna. Grundgevingin er
hon, at hon er ikki til at sam-
arbeiða við sum álitiskvinna.
Viðvíkjandi hinum báðum
kvinnunum sigur virkisleið-
arin, at tær skuldu havt mett
kl. 24 sunnukveldið, men
mettu ikki fyrr enn kl. átta
mánamorgunin.
Av hesi orsek mátti mask-
inurnar á virkinum steðgast,
og tá hesar verða settar í
gongd aftur, verða tær tvær
kvinnurnar bidnar til arbeiðis
aftur.
Ikki sum álitiskvinna
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta er ikki tað sama, sum
kom fram á fundinum miku-
kveldið.
Framhald á síðu 14
Sligni drongurin:
Skal ikki íðka ítrótt
fyrstu vikuna
Politiið hevur onga viðmerking fyrr enn málið er kannað
Drongurin, sum undir ófrið-
inum leygarkveldið varð slig-
in av einum politisti, var hjá
lækna týsdagin, tí hann hevði
framvegis pínu.
Pápin at dronginum upp-
lýsir, at læknin kundi ávísa
ein eymleika í búkveddunum,
sum kunnu stava frá einum
slagi.
Drongurin hevur fingið at
vita, at hann ikki skal íðka
ítrótt í eina viku, men skal
halda seg í friði.
Politiið hevur ongar við-
merkingar til hendingina. Og
kunnu einki siga, fyrr enn
málið er kannað.
Varð sligin við neva
Tað var undir ófriðinum leyg-
arkveldið, at ein politistur
sló ein drong, tí hesin ikki
flutti seg nóg skjótt.
Hetta siga dreingir, sum
sóu tilburðin, og hetta fekk
pápin at vita, tá hann á politi-
garðinum spurdi, hví drong-
urin var tikin.
Pápin annars var á politi-
garðinum fyri at heinta sonin
fyrrapartin sunnudagin, men
kundi ikki fáa hann tå.
Meðan hann sat og bíðaði,
varð hann av politisti spurd-
ur, hvat hann gjerdi har.
Hann segði erindi síni, men
var síðan biðin at fara — um
ikki fríviljuga, varð hann
blakaður út. Og tað var hann.
Steðleiðarin: sakin
verður kannað
Vit hava biðið um eina við-
merking frá steðleiðaranum,
Hjalgrim Magnussen.
Hann sigur, at hann var í
býnum leygarkveldið, men sá
ikki nakran blíva slignan.
Hann leggur tó afturat, at
varð nakar sligin, so verður
tað kannað.
— Hevur politiið loyvi at
sláa fólk í búkin?
— Nei. Men eg vil síggja
læknaváttanina.
Ein og hver sak sum verður
meldað um vold, verður
kannað. Líka mikið hver
voldsmadurin er — politi-
maður ella ein annar.
— Kann politiið hava ein
drong í varðhaldi eina nátt
uttan at boða foreldrunum
frá?
— Ja, tað kunnu vit. Vit
høvdu barnaverndina á
staðnum. Ein hópur av fólki,
sum hevur gjert ófrið í býn-
um, verður tikin inn, og vit
kunnu ikki skilja í millum.
Men dagin eftir, tá vit hava
fingið tíð til tað, verður sor-
terað frá.
— Hvussu ber tað til, at
pápin varð blakaður út av
politigarðinum?
— Eg havi onga viðmerk-
ing, og kann einki siga nakað
fyrr enn eg havi tosað við
menninar, sum skulu hava
havt blakað mannin út
Verður klagað
Í Sosialinum mikudagin varð
upplýst, at maðurin hevði
verið og tosað við sakferara
um málið
Okkum verður upplýst, at
ætlanin er at klaga um fram
ferðina hjá politinum. Við
klaguni verður skriv frá
lækna viðlagt
Farnir at
stoypa at-
løgukant
Leygardagin í síðstu
viku varð tann stóri
kranin hjá Pihl & Søn
fluttur av Eiði til
Sands, og mikudagin
seinrapartin byrjaði
hann at leggja verju-
grót at tí 100 metrar
langa grótkastinum.
Inni við gamla pierin er
ein minni grótmaskina
í ferð við at gera verju-
garð.
Sama dag vórðu
Flakamask-
inurnar eru
keyptar
Fundamentið til flaka-
virki heima á Sandi er
um at vera liðugt. Tá
tað er liðugt verður
farið í holt við at seta
ein stálbygning á.
Tann nýggi bygning-
urin verður partívst
áfastur við núverandi
fiskahús hjá P.f.
Borgin við einum mill-
umbygningi. Annars er
eitt 12 metrar breitt ar-
beiðsekið millum bygn-
ingarnar. Gólvvíddin í
bygningunum báðum
verður íalt einar 1000
kvm.
Tá flakavirkið verður
liðugt — væntandi
næsta vár — fara flaka-
maskinurnar at standa
í tí niðara húsinum, har
Nevndin
vald
Ætlanin er at endur-
skoða og meguliga
broyta kommunulóg-
ina og kommunuval-
lógina. Í hesum sam-
bandi er sett ein nevnd
við fimm limum, sum
skal koma við uppskoti
til broytingar. Komm-
unufelagið varð biðið
um at velja tríggjar
limir, Havnin ein og
landsstýrið setir tann
fimta mannin, sum
verður formaður
nevndini
eisini settar forskall-
ingar upp til stoypan
av atlegukanti. Stórur
spenningur var, um
forskallingin fekst at
rigga, tí hon er ógvu-
liga stór. Hon er 10
metrar long og 11—13
metrar heg. Øll hendan
flatan verður stoypt í
senn, og er stoypingin
ætlað at vara í einar 30
tímar.
Arbeiðið uppá
nýggju havnina á
Sandi er sambært tíð-
arætlanini seinkað í
tveir mánaðir, upplýsir
bygdaráðsformaðurin,
Birgir Mohr.
frystigoymslan eisini
verður. Í tí nýggja hús-
inum verður so ráfiska-
goymslan, saltfiska-
rúm og -goymsla.
P.f. Borgin hevur
longu keypt skeri-
maskinur og avhevd-
ara úr Týskalandi.
Maskinurnar, sum eru
av slagnum Bader, eru
keyptar gjøgnum Fer-
oya Fiskaselu og eru
komnar til Feroya.
Maskinurnar eru
brúktar. Skerimask-
inurnar eru tvey ára
gamlar, men avhevd-
arin er bert brúktur í
40 tímar. Annars eru
tær endurnýggjaðar.
Kostnaðurin fyri mask-
inurnar er slek hálv
millión. P.f Borgin
spardi einar 150.000
kr. við at keypa hesar
maskinurnar, upplýsir
nevndarformaðurin í
P.f. Borgin.
Kommunufelagið he-
vur valt Jógvan Isak-
sen, Klaksvík, Hans
Jergensen, Miðvági, og
Jógvan K. Mørkøre,
Eidi. Torshavnar byråd
hevur valt Peter F.
Christiansen, meðan
John Danielsen skal
umboða landsstýrið
nevndini
Legtingslógin um
føroysku kommunurn
ar og legtingslógin um
val til føroysku komm
unurnar eru
ikki gamlar
settar í gildið í 1