leygardagur 5. september 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 7
Fiskaaling - Havbúnaður 1
i
|
i
Børnini
siggja og
hoyra um aling fyri
fyrstu ferð
a -
; Næmingarnir fáa
| undirvísing í aling
;
Alararnir leggja æt-
lanir fyri framtidina
Almenningurin frætt-
ir um úrslitini av alin-
gini
Salmo
Joki
Á Strond
Bakkafrost
Havsbrún
Orðaskifti um aling og havbúnað:
Ætlanin við hesi greinareð um fiskaaling er eisini at fáa eitt neyðugt og
átroðkandi kjak í gongd. Hesir tríggir leggja fyri teir næstu leygar-
dagarnar. Onnur eru vælkomin at luttaka í orðaskiftinum. Næsta
leygardag leggur Jákup Sverri Joensen fyri.
/4
ki
Jákup Sverri Joensen
nevndarform. í Fiska-
aling
Tórmóður Dahl, ídnað-
arráðgevi
Robert Poulsen, stjóri á
Feroya Fiskaselu
Kinesarar aldu fisk
fyri 5000 árum síðani
Fiskaaling er einki nýtt fyri-
brigdi. Fiskur var longu fóðr-
aður sum eitt hvert annað
húsdjór í Kina fyri 4—5000
árum síðani. Rísmarkirnar
vórðu nýttar til endamálið.
Í víkingaeldini hevdu
europearar hyljar á landi, har
teir goymdu livandi fisk í.
Seinni — í miðeldini — vóru
tað munkarnir, sum byrjaðu
at ala fisk.
Tá týskarin Jacoby í 1763
fann uppá at gera sílarogn
gitin á kunstigan hátt — vant
alingin skjótt uppá seg. 100
ár seinni komu fransar eisini
við, og teir bygdu ta fyrstu
rættiligu klekisteðina. Nú
menti alingin seg bæði í
Europa og í USA.
Her í Norðanlondum vóru
tað danir. sum vóru teir
fyrstu at ala fisk. Teir byrj-
aðu við sonevndum damm-
brúkum, ið gjerdust ein hjá-
vinna hjá mongum bóndum.
Roknað verður við, at um
1914 vóru 100 tílík brúk í
nýtslu.
Meðan alingin higartil bert
hevði verið uppi á landi, so
vórðu tað eisini gjerdar
royndir miðskeiðis í 50-unum
at ala síl á sjónum. Norð-
menn, sum eisini vóru byrj-
aðir við aling í hyljum á landi,
vóru millum teir fyrstu, sum
royndu at ala fisk á sjónum.
Tað vísti seg nevniliga, at
sjógvurin er heitari um vet-
urin enn feskvatn, og hetta
ger, at fiskurin kann vaksa
skjótari. Í byrjanini varð
sjógvur pumpaður upp í
hyljar á landi, men seinni
funnu menn fram til at gera
flótihyljar, ið teir legdu út í
sjógvin. Hetta er hátturin,
sum verður nýttur í dag.
Meðan tað her um okkara
leiðir mest var talan um at
ala ælabogasíl, so kom laks-
urin eisini inn í myndina sein-
ast í 60-unum. Her vóru tað
eisini norðmenn, sum vóru
undangongumenn.
Í Feroyum hevur eisini
verið áhugi fyri aling. Tað eru
rættiliga nógv ár síðani, at
royndir vórðu gjerdar í
Suðuroy, men hetta datt
niður fyri orsakað av onkrum
óhappi. Síðani var tað Júst í
Túni, sum fór í gongd. Tað
var inni í Skálabotni í seinnu
helvt av 60-unum. Alisteðin
hjá Júst var seinni yvirtikin
av tí almenna.
Hetta var byrjanin til
royndarsteðina hjá Fiska-
aling. Fiskaaling hevur síðani
alt >labogasil í hyljum, á
landi í Skálabotni, í byrging
við Oyrabakka og í kørum við
Áir. Fiskaaling hevur gjørt
fleiri royndir, og í dag strúka
teir, klekja, startfóðra og ala
víðari til sterri fisk. Nú er so
eisini laksur komin inn í
myndina.
Nekur ár herfyri vórðu inn-
flutt norsk laksarogn, sum
síðani eru klækt og fóðrað í
Feroyum. Vit hava síðani
framhaldandi fingið rogn av
laksi frá norðmonnum og tyk-
ist henda gongd at halda
fram. Fyrstu feroysku alar-
arnir fóru í gongd 1979—80
og fingu í fjør laksasmolt frå
Fiskaaling til at ala víðari. Tá
nesin laksur verður kyns-
búgvin kunnu vit strúka
hann og sjálvir byggja upp
ein laksastovn.
Nú verður so bíðað eftir,
hvussu henda sjóalingin fer
at eydnast. Higartil hevur úr-
slitið verið gott. Í landsstýr-
inum liggur hópurin av um-
sóknum frá monnum, sum
eru altráðir at sleppa at ala.
Við Áir verður bygd kleki-
steð, so eisini her hjá okkum
er ein menning í gongd. Um
eitt ella tvey ár er lítið at
ivast í, at tað eru 20 til 30
alisteðir kring landið. Henda
gongdin fer at geva umset-
ning og arbeiði og fer at fáa
annan hjáídna at blóma
Umframt at ala í feskvatni og
sjógvi í hyljum, so eru vit
eisini byrjaðir at fyrireika
»ocean ranching«. Hetta vil
siga at vit fyrst fóðra laks til
smoltstedd og síðani seta
hann út í havið. Har etur
hann seg stóran og kemur
seinni inn aftur at landi, har
hann upprunaliga varð slept-
ur út. Tá kunnu vit taka
hann.
At fleiri av heimsins tjóð-
um meina nakað við alingini
sæst á telunum niðanfyri. Í
letuni verða ald umleið 5 mill.
tons av fiski. Til sammet-
ingar verða veidd á havinum
eini 70 mill. tons. Stovnur
undir ST. metir, at tað um ár
2000 verða ald millum 20 og
30 mill. tons av fiski.
Greinargð um
fiskaaling
Sosialurin byrjar í dag eina greinagerð um fiskaaling og
havbúnað, sum heldur fram nakrar leygardagar í heyst
Vit fara at royna at lýsa menningina og steðuna hjá
hesi vinnu til dagin í dag bæði her heima og aðrastaðni
Við samreðum við alararar, vinnulívsmenn, politik
ararar og fólk innan fyrisitingina fara vit at miðja ímóti
at gera hesa greinareð so fjølbroytta og áhugaverda
sum meguligt. Í dag viðgera vit tær alisteðir, sum eru í
gongd við laksi og sílum. Næsta leygardag tríva vit í
skeljadjóraalingina, Ranching, arbeiði hjá
royndarsteðini Fiskaaling, ídnað, sum er ein avleiding
av alingini o. a. Seinni fara vit so at greiða frá fyrstu al
tjóða framsyningini innan aling, sum var í Bretlandi
fyrr i ár, vit fara at leggja dent á marknadarføring av
alifiski, eisini verður greitt frá alingini í Noregi og Skot
landi. Seinast verður bókalisti yvir bekur um aling
sum finnast í Feroyum, ummæli av nýggjari norskari
bók »Fiskeoppdret«, og síðani fara vit at taka fram
nakað av tí, sum útlendingar og førovingar halda um
alimeguleikar, og hvussu alingin eigur at verða legd til
rættis í framtíðini
Ocean
So stórur er áhugin
fyri at byrja aling
e Aling á sjónum er í gongd
O Ætla at byrja aling á sjónum
U Ætla at byggja smoltsteð
8 Smoltstød er í gongd
Ás Klekistoð er í gongd
Áhugin fyri at sleppa í gongd við fiskaaling er
sera stórur, sum eisini sæst á kortinum. Lands-
stýrið hevur millum 30 og 50 umsóknir liggjandi.
Loyvini verða ikki givin fyrr enn úrslit fyriliggur
frá verandi alisteðum í Funningsfirði, Kaldbaks-
firði, Skálafirði og í Haraldsundi. Hetta skuldi
verið nakað skjótt. Hóast tað bert er ein tómur
cirkul á hverjum plássi, so eru tað tó nógvastaðni
fleiri umsóknir á sama eki. Vit skulu gera vart
við, at hetta eru fyribils avmerkingar. Tað kann
vera at okkurt pláss ikki skal vera við og at
okkurt er gloymt. Flestu umsóknir eru um aling
av laksi, sílum og kræklingi. Eisini eru umsóknir
um smoltsteðir.