Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. september 1981síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

- gm telf. 14720. I 1820 søstalurin ax 76. 3800 Tórshavn Utgevari Fyritaks og blaðstjori p/f sosialurin Forfinn Smith (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Arni Joensen Uppseting: Prent: Sosialurin Dimmalætting Svørt og døpur UMRØDAN av 6lavsøkurødu løgmans er av. Hetta var tann fyrsta løgmansrødan hjá tí nýggja løgmanninum, sum stendur á odda fyri tí borgarliga alternativinum, ið var til umreðu fyrr í vikuni. EFTIR AT vit fyrst hava hoyrt sjålva løgmans- røduna og síðan tað orðaskiftið, sum var á tingi fyrrapartin av vikuni, kunnu vit ikki siga annað um hesa rødu uttan tað, at hon var bæði svørt og døpur. EITT ER SO tað, at andstøduumbodini á tingi skíra løgmansrøduna svarta og dapra, men longu tann fyrsti rødarin fyri samgonguna, ein av partamonnum løgmans, læs burtur úr síni rødu, sum var skrivað frammanundan, at andsteðan skírdi løgmansrøduna svarta og dapra. Hvussu kundi hesin vita hetta, áðrenn hann hevði hoyrt andstøduumbodini tosa? Jú, sjálvandi vist hann, at hon var svørt og depur. LØGMANSRØDAN 1981 inspireraði fólkið til at leggja árarnar inn. Hon bar ikki boð um nakrar konstruktivan politikk. Hon bar íkki boð um nyskapan av nøkrum slag. Hon slerdi tverturímóti fast, at stødan er hættis- lig. At útlitini eru dapur. Og síðani var hon ein leitan eftir syndabukkum. Eftir synda- bukkum í fortíð, nútíð og framtíð. HESIR SYNDABUKKAR vóru felagsmark- naðurin, danska ríkisstjórnin, forsætisráð- harrin, undanfarna landsstýri, og har í millum ikki minst ein av núverandi samgonguflokk- um løgmans, fólkaflokkurin. Og heldur tann skeiva gongdin á framyvir eisini, so fingu vit heilt týðuliga at vita, at sitandi løgmaður og sambandsflokkurin onga skuld hava, men at orsøkirnar til hesa møguligu skeivu gongd í framtíðini eru skaptir av seinasta landsstýri. FYRI OKKUM var løgmansrødan og umrød- an av henni einki vónbrot. Vit høvdu ongan- tíð roknað við nøkrum konstruktivum og ný- skapandi. Men hvat siga øll tey, sum hava livað í tí sælu trúgv, at bara Pauli Ellefsen og sambandsflokkurin komu til ræðið, so vildi alt verða broytt til tað betra eftir einum degi til annan? Alternativið var í veruleikanum eitt syndarligt alternativ. Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn sekir sjúkrasystir í kvøldvakt á psyk. deild 1, 56 tímar adruhvørja viku. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til fyristødukvinnuna. SOSIALURIN Ungmannafelagshús í Skopun Við tí í hyggju at fáa eitt veruligt kjak og eina avgerð viðvíkjandi dansistovuni, áður enn hon fellur saman, er hesin stubbin skrivaður. Um tú gongur framvið dansistovuni, sum einaferð var miðdepulin um alt felags- liv í bygdini, kanst tú ikki lata vera við at hugsað um, hver framtíðin hjá, ikki bert dansistovuni, men ellum ungmannafelagsvirksemi blí- vur. Her hittust teir gomlu at dansa føroyskan dans her blivu sjónleikir spældir — her blivu fyrilestrar hildnir og segur upplisnar av bygda sum avbygdafólki Húsið var av karmurin um alt tað felags arbeiði, sum fyri okkum nú er sega! Húsið, sum bleiv bygt í 1922, bleiv ikki bygt, tí at fólk høvdu ov nógvan pening um hendi. Teir drógu heldur ikki grót heilt oman úr urðini, tí onki var at gera sonnum Nei, tað var tráanin eftir at fáa lut í tí nýggja sum kom fram í hesi broytingartíð, tað at hava nakað at halda sam- an um, sum gjørdi, at teir fóru undir hetta eftir tátíðini megnartiltak. Alt hetta eyd- naðist teimum, bæði so og 80, bera tær mongu frásagn- irnar, sum havdar verða fyri munni, okkum boð um Teir, ið tóku á seg at skipa fyri ung mannafelagsleiðslan — gjørdi hetta vid åbyrgd og dugna skapi Hetta seinasta eyðkennir ikki og hevur ikki eyðkent ungmannafelagsleiðslurnar upp gjegnum 70ini, uttan at ganga nekrum ov nær Húsið er fallið í órekt fyrst og fremst av einum óvirknum ungmannafelagi Harnæst eru vit undir hvørjum vali av ungmannafelagsleiðslu bot naðir í, hvert húsið skal út byggjast har tað stendur, ella um eitt nytt hús skal bygg) ast upp í nýggja bygdarplan- inum. Grundgevingin fyri, at hús skal byggjast uppi í gerð- inum er, at í gomlu bygdini standa so nógv hús nærhend- is dansistovuni og at larm- urin sostatt gerst ov nógvur. Hesa grundgeving hevur bygdarráði m.a. havt, hóast at fleirtalið í grannalagnum hava skrivað undir uppá, at tey onki hava ímóti, at húsið verður útbygt har tað stend- ur Okið í víst hevur verið til uppi í gerðinum, hevur og kemur at fáa grannar. Og eg veit, at flestu grannarnir — serliga teir sum eru lidnir at byggja og eru innfluttir av náttúrligum orsekum ikki vilja hava nakað ungmanna- felagshús at koma hagar Hetta er lætt at skilja. Fyri tað fyrsta vistu hesir ikki av, it talan var um at byggja eitt dansihús haruppi. Harnæst koma flestu bernini at blíva haruppi, vegna tað, at flestu familjurnar eru ungfólk. Tænir ongum endamåli! Viðmerking til »klipt og skorid« So at vyggja ett nytt hús í gerðinum er at flyta prob- lemini úr gomlu bygdini og niðan. Ein triðji meguleiki er, um tað veruliga eydnast at út- fylla vatnið, at seta eitt nýtt felagshús norðuri við endan, sum onkur hevur nevnt. Um hesin triðji meguleiki gerst veruleiki, kunnu vit umvæla dansistovuna til 150 ára fødingardagin hjå Skopun í 1983. Hon er jú segulig í sær sjálvari, sum fyrsta sjónleikarhús í Feroy- um við festum leikpalli. Í hesum sambandi áttu vit at heiðra smiðin, málaran og annars ell tey, í bygdu húsið, og sostatt legdu lunnar undir tað ungmannafelagsvirk- semið, sum til tíðir hevur verið ógvuliga gott — til aðrar tíðir minni gott, men sum vit, nú fíggjarligu fyri- treytirnar eru so góðar, eiga at leggja í eina fasta legu. Jákup Fróði Djurhuus Í teignum »klipt og skorið< í 14. september mikudagin verður millum annað sagt: fyri okkum er tað einki nýtt, at sosialdemokratar ota sínum monnum fram at«. Mær tykir, at hverki 14. sept. ella tjóðveldisfl. skuldu klovið í tvey í smb. við starvssetanir Fyri einum góðum ári síð- ani ella so stóð eg á dekkinum á Teistanum og prátaði við ein mann úr sunnaru helvt av Suðuroynni. M.a. fekk eg at vita, hvenn hesir menn, sum har ar beiddu, vóru í familju við og hvenn flokk teir hoyrdu til Eisini fekk eg at vita, nær teir vóru komnir umborð Mær vitandi hevði javn aðarflokkurin íkki ferðsluna undir sær í nesi! Og hvussu við landsskúla strand Tinga fyrisitingini. Varð lýst eftir avloysara, tá fyrrv. lands- stýrismaðurin rekti hetta starv? Og er lýst eftir avloys- ara fyri skúlastjóran í Lorvík? Nú rekir fyrrv. log- tingsmaður fyri tjóðveldisfl. hetta starv!!! Annars tykir mær tað heldur bíttisligt, at javnaðar- og tjóðveldismenn gremja seg og illneitast inn á hvenn annan um slíkt. Ikki tykir mær, at seinasta landsstýri var so ringt í so máta. Vit sum minnast aftur til fimti-árini, tá núverandi stjórnarflokkar eisini sótu í Tinganesi, vita hvussu leikur tá fór fram. Tá var hópin verri. Tá galt vina- og kenn- ingapolitikkur við lít. segðist. Og hvussu er nú? Sami poli- tikkur eydkennir vali av sjálvt allar minstu nevndum! ok Sum ketta upp úr hevdatrogi Í Sosialinum nr. 58 hevði eg eitt lesarbræv undir heit- inum >Tað er veruleiki...=. Har vísti eg á nakrar sann- leikar um sambandsflokkin. Eitt nú hetta, at sambands- fl. fyri aðruferð hevur valt Erlend Patursson sum lim í Norðurlandaráðið og um tað góða vinarlagið millum hesar báðar flokkar. Í Dimmalætting, nr. 81, roynir ein, sum kallar seg S at vísa hesum aftur. Men tað ber illa til at blása og hava mjøl í munninum sam- stundis. Tað ber nevnda grein hjá S eitt gott prógv um. Hann nevnir m.a. javn- aðarmenn fyri demagogar. At hann kemur sær. Sterri demagogar enn innan sam- bands- og fólkaflokkin finn- ast ikki á jerðini. Tað ber m.a. hendan grein prógv um. Greinskrivarin sigur, at um javnaðarfl. vildi, so kundi hann átt bæði and- steðulimin í Norðurlanda- ráðnum og 2. tingskriv- aran. Men greinskrivarin nevnir einki um, hví sam- gongan lat annan limin í Norðurlandaráðnum frá sær og ikki 2. tingskriv- aran. (Hver nevndi greinskriv- ari er, hava fólk flest funnið út. Óivað er tað Pauli Ellefsen, legmaður, sjálvur, sum er farin á bláman at forsvara lorkutu steðu sam- bandsfloksins. Men sum tit síggja, so gongst tað illa at sleppa undan veruleik- anum. Tað er týðuligt, at hann er blivin illa við, tí samspælið millum sam- bands- og tjóðveldisflokkin er avdúkað). Vikarur Sekt verður eftir vikari til Sands skúla fyri skúlaárið 1981/82. Umsóknir verða at senda til Sands skúlanevnd 1981. innan 15. september Sands skúlanevnd Annars gevur greinskriv- arin, S, í Dimmu ilt av sær, tí javnaðarmenn og Sosi- alurin hava mint fólkið á hesar veruleikar: at í 30-unum lógu sam- bands- og sjálvstýrismenn og klandraðust um loysing ella samband og førdu ongan veruligan, vinnuskapandi politik. at í 5Ounum minkaðu hes- ir flokkar saman við tjóð- veldisfl., sum enntá hevði formannin í fiski- mannafelagnum, minstulen skipsfiskimanna við 100—200 kr. at skipaflotin minkadi við fleiri túsund tonsum í 50unum, at hesir ósosialu flokkar vóru við at fella málið um fólkapensión... Alt hetta kallar S fyri ó- sannindi og øsing! Góði/góða S (ella Harri løgmadur), er tað eisini ósatt, tá eg sigi, at núver- andi samgonga ikki vildi hækka pensiónirnar við 18 mill. kr.? Áðurnevndi greinskrivari bedýrar, at sambandsfl. hevur ikki bundið seg til nakað vinarlag við tjóð- veldisfl. Tað tykist vera sera umráðandi at fáa velj- ararnar at trúgva, at sam- bandsfl. einki hevur lovað tjóðveldinum, hóast sjálvur løgmadur ymskti Erlend valdan. Tit eru avdúkaðir. Til endans skal eg siga frå, at eg eri eingin ting- maður, men ein vanligur javnadarmadur Blaðstjórin hevur loyvt sær at stytta brævið. Lýsing Sekt verður eftir sjúkravikari til Tórs- havnar kommunuskúla. Umsókn verður at senda inn til Tórshavnar skúlaráð, V.U. Hammers- heimbsgøta 3 innan 7. september 1981. A, RT