mikudagur 9. september 1981síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SA [Af ff,
Leysasøla 4,00 kr.
Nr. 67 — Mikudagur 9. september 1981
Krøv folkafloksins avdúkað :
: X
— Eydnaðist ikki
landsstýrinum
at spjaða
okkum!
Síða 4
Heygsgarð fram um dag-
pening og Húsalánsgrunn
Javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin fekk tvinnar kostir í at velja frá fólkaflokkin-
um: ganga tit ikki við til Heygsgarð, atkvøda vit ikki fyri dagpeningaskipanini, húsa-
lánsgrunninum og landsbankanum.
Orðaskiftið á legtingið mána-
dagin um uppskotið hjá javn-
aðarflokkinum um at leggja
royndarsteð og búnaðarskúla
í Skálavík í staðin fyri í
Kollafirði bendir á, at ein
meiriluti í tinginum er fyri at
broyta samtyktina hjá
undanfarnu samgongu.
Eingin í fólkaflokkinum
tók orðið í orðaskiftinum.
Pauli Ellefsen úr sambands-
flokkinum kom ikki inn á
sjálvt málið ella sambands-
floksins steðu. Javnaðar-
flokkurin, tjóðveldis-
flokkurin og Framburðs- og
fiskivinnuflokkurin vilja
broyta avgerðina Sjálv
stýrisflokkurin vil kanna
málið og hyggja eftir, hvat
samgonguskjal
inum um málið
stendur
Dýrir kostir
Undir orðaskiftinum kom
fram, hví undanfarna lands-
stýrið hevði avgjert at leggja
royndarsteðina og búnaðar-
skúlan á Heygsgarði í Kolla
firði
Tórálvur Mohr Olsen, úr
javnaðarflokkinum, greiddi
frá, at í fíggjarnevndini var
ein meiriluti fyri at leggja
royndarsteðina og búnaðar
skúlan á Sandoynni
Men figgjarnevndarlimirn
ir hjá javnaðarflokkinum og
tjóðveldisflokkinum lupu frá
Hetta hendi eftir at málið var
lagt fyri ein samgongufund í
Tinganesi. Tá gjerdi fólka-
flokkurin greitt, at varð upp-
skot sett fram um at leggja
royndarsteð í Sandoynni
ikki á Heygsgarði, fór fólka
flokkurin ikki at atkvøda fyri
uppskotunum um
dagpen
ingaskipanina, húsaláns
grunnin ella landsbankan
Javnadarflokkurin og
tjóðveldisflokkurin hildu tað
vera nógv fyri, at hesi málini
skuldu detta niður fyri og tí
bakkaðu hesir flokkar. Men
eg var ikki fyri at leggja
royndarsteðina í Kollafirði,
og metti tað vera skeivt, at
Framhald á síðu 2
Meinigheitshúsið einaferð enn
Vilja hava býráðssal í Meinigheitshúsin-
um og bjóða gomlu telegrafstødina aftur-
fyri
Tórshavn tif. 13434
Leirvík tlf. 43038
Klaksvik tlf. 55454
Tvøroyri tif. 71025
ag
A
SÍÐAN 1888 ;
L |
Eftir samráðingar í summ-
ar hava allir partar
góðkent tilráðingina hjá
fíggjarnevnd Tórshavnar
býráðs um, at býráðið skal
brúka Meinigheitshúsið
til býráðssal og keypa
gomlu telegrafsteðina at
selja Meinigheits-
húsinum, upplýsir Poul
Michelsen, býráðsfor-
maður. Tað er soleiðis, at
býráðið eigur Meinigheits-
húsið, sum tað fekk í býti
við Sloans- og Heine-
senshús. Men Meinig-
heitsráðið hevur kortini
fingið byggiloyvi til nýtt
hús á somu grund, sum
tað gamla stendur á.
Men Meinigheitsráðið er
kortini sinnað at flyta
niðan í gomlu telegraf-
steðina ella byggja nýtt
hús har. Fíggjarnevndin
mælir til, at býráðið
keypir gomlu telegraf-
steðina frá landsstýrinum
Tað er ikki óhugsandi, at
býráðið fer at royna at fáa
Sloans- og Heinesenshús
aftur fyri hana.
Fíggjarnevndin hevur
annars samtykt at leiga
helini hjá Mjólkaforsýn-
ingini har SEV húsaðist
fyrr, til líkningardeildina.
Býráðið skal í annad-
kveld taka steðu til til-
ráðing fíggjarnevndar-
innar um Meinigheits-
húsið og gomlu telegraf-
steðina.
Bryggjarí
svarar frá 8.00-5.00
tlf. 14728
| ———————
Badmintonsøga skrivað í Føroyum:
Prakash vann Pri
Ítrótturá síðunum 7, 8, 9, og 10.
Gevast fyrr
við dansinum
Politiið í Eysturoynni
hevur biðið nevndina í
Disko 79, einasta
diskotekklubbanum i
oynni, um at skipa so
fyri, at dansurin endar
kl. 01 friggjakvøld og
sunnukvøld og å mid-
nått leygarkvøld.
Hetta góðtekur
nevndin í Disko 79,
upplýsir politiið.
Sambært teimum
reglum um dans, sum
fútin fyri stuttum
ásetti, skulu dansi-
helini vera tóm, tá ein
tími er farin frá hesum
tíðunum. T.v.s. kl. 02
fríggjakveld og sunnu-
kveld og kl. 02 leygar-
kveld.
Hóast styttu dansi-
tíðina, var ongin ófrið-
ur í Fuglafirði sunnu-
náttina. Tað er ymiskt,
hvussu reglurnar um
nýggju dansitíðirnar
verða tolkaðar. Tey
flestu, sum skipa fyri
dansi, tolka tær
soleiðis, at dansast
kann út í móti kl. 02 og
01, bert helini eru tóm,
tá klokkan slær
ávikavist tvey og eitt
slag.
Campingvognur
å flog
Í storminum leygar-
dagin fór ein camping-
vognur á flog í Lopra.
Hann fór tvær ferðir
runt og fekk stóran
skaða, upplýsir politiið
á Tveroyri.
Annars hevur verið
friðarligt har suduri
Sunnunáttina var eitt
innbrot í Gistingarhús-
inum í Øravik. Onkur
hevur tikið til sín av
øli, sodavatni og góð-
gæti
Eitt frystiskip
afturat byggjast
á Skála
Frystiskipini hjá P/f Drekanum og nýstovnaða partafelagnum eru av sama slag sum m.a
Síða 5
Norðlandia og Iceberg (myndin). Tey eru 499 bruttutons og 220 føtur.