mikudagur 9. september 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SOSIALURIN
Við telefunken
Video-Recordaranum
er gjørligt at gera
sina egnu sjonvarpsskrå
Vid nyggju Telefunken videoskipanini kanst tu sjålvur av-
gera, nær og hvussu ofta tú vilt síggja sjónvarp.
Videoskipanin er í tveimum portum. Video-Recordarin VR
510 og Timer/Tunarin T 50. ;
Vid videorecordaranum kanst tú spæla og upptaka video-
film. Videofilmar kanst tú bæði leiga og keypa, soleiðis at tú
við hesum tólum hevur tín egna biograf.
Tú hevur moguleika at gera tínar egnu filmar við einum vi-
deoupptokutóli — annaðhvort heima í stovuni ella úti i nått-
úruni, tí tú við hesum videorecordaranum er akkumolatorur,
so tú ert ikki bundin av ljósnetinum.
Hetta er ein av hovuðsvinningunum. Hinir eru ein góður dog-
verði í Perluni fyri 10 fólk. Haraftrat eru millum høvuds-
vinningarnar gávukort frá HAZY og GUNDER.
I
| | J a! Sendið mær Sosialin
ókeypis til 1. oktober
|
| (SOSIALURIN
|
}
rindar |
postgjaldið) | Gumi
Navn:
Bústaður:
Postbox 76
3800 Tórshavn
Kannað posthúsinum
"tj þí! L i Í af 15%
A LLARKIDDA ile ti VV
Størri vandi
hjå kvinnum
Vit prenta her seinna
part av frågreiding lands-
læknans um kynsjukuna
gonore:
Gonore hjå kvinnum
Sum nevnt vita helvtin av
teimum kvinnum, id verda
smittadar vid gonore, ikki av,
at tær ganga vid sjukuni.
Kvinnur eru ti ofta sjukar i
longri tíð, áðrenn tær verða
vidgjørdar, og av hesi orsøk
gerst vandin hjå teimum fyri
tilsløg (komplikatiOnir) stórri
Sjukan hjå kvinnuni verdur
ofta ikki stadfest, fyrr enn hon
verdur givin upp sum kynsligt
samband hjá smitt
aðum manni
einum
Tá sjúkueyðkenni eru, gera
tey vanliga minni um seg enn
hjá monnum. Svidi í samband
við at vatna sær og eitt sindur
av floti frá móðurskeiðini
koma fyri
Gonore hjá kvinnum kann
breiða seg til egggørhina
(eggjaleidaran). Vanligastu
sjukueydkenni eru ; og
pína ødrumegin í kinum
Kemur gonore í báðar egggar
narnar, kann úrslitið gerast, at
kvinnan seinni ikki kann fáa
børn, gerst livssør (steril).
Kvinnur kunnu eisini fåa
gonore i baktarmin og — eins
væl og menn — i munnin.
Av og å kunnu kvinnur og
menn fáa blóðeitran, bruna í
liðir og aðrastaðir orsakað av
gonore.
Sjúkuavgerðin
Sjúkan gonore verður stað-
fest við kanning hjá lækna av
floti frá vatnræsismunna (og
—
hjá kvinnum eisini lívmóður-
munna) undir sjóneyku ella
við dyrking frá vatnræsis-
munnanum og møguliga aðra
staðir, ið verður tikin á ein so-
nevndan kolpotupinn, ið
læknin sendir til kanningar á
rannsóknarstovuni.
Til tess at kanna eftir um
tekin eru til tilslog, verða har-
umframt hjáeista og blødru-
hálskertil vanliga eftirkannaði
hjá monnum og líumóður og
egggern hjá kvinnum.
Rættindi sjúklingsins
Sambært lógina um kynsjúkur
í Føroyum hevur ein og hver
uttan mun til bústað og figgj
arorku rætt til ókeypis kann
ing fyri og viðgerð av kyn
sjúku hjá kommunulækna ella
landslæknanum
Skyldur sjúklingsins
Fólk, ið vita ella hava orsok til
at halda, at tey hava eina
kynsjúku, hava skyldu til at
lata seg kanna og meguliga
viðgera fyri sjúkuna hjá
lækna. Somuleiðis hava fólk
skyldu til at siga læknanum
navn sítt, yrki og bústað, eins
og tey skulu geva upplýsingar
um, hver kann hava smittað
tey, og hvørji tey kunnu hava
smittað. Áður er nevnt, at ein
stórur partur av fólki við
gonore ikki vita, at tey hava
sjúkuna, av tí at tey einki
kenna til hana. Tað er tí sera
umráðandi at fáa greiðu á,
hvaðani smittan stavar, so oll
við sjúkuni — eisini tey, ið íkki
vita, at tey eru sjúk — verða
kannað og vidgjørd. Læknin
hevur tagnarskyldu.
Viðgerð av gonore
Hjá fólki, ið ikki eru ovurvið
kvom (allergisk) móti penicill
ini, er besta vidgerdin at geva
penicillin.
Í dag er vanliga viðgerðin at
geva eitt serligt slag av peni
cillin (pivampicillin) sum tab
lettir. Givnar verða vanliga 4
tablettir samstundis, av tí at
tað er týdningarmikið við sjúk-
uni gonore, at styrkin av peni-
cillin í blóðinum verður nóg
høg eitt styttri skifti. Har-
afturat verður eitt serligt evni
— probenecid — eisini givið
at taka inn. Hetta evnið tarnar
úrskiljingini = av — penicillini
gjøgnum nýruni. Við vanligari
gonore verður hendan
viðgerð givin bert eina ferð.
Eru tilslog, eitt nú gonore í
hjáeistum ella egggørnum
(eggjaleidarum), er vanligt at
endurtaka nevndu viðgerð
einaferð um samdøgrid í 5 ella
6 samdøgur.
Summir læknar = geva
viðgerð við penicillin sum inn
spræning fyri gonore.
Fólk, ið ikki tola penicillin,
kunna verða grødd við øðrum
heilivågi.
Vert er at endurtaka, at tað
er av størsta týdningi, at oll, ið
halda seg meguliga vera
smittað við gonore, venda
sær til lækna sum skjótast til
kanningar, so sjúkan kann
verða útihýst ella vidgjørd.
Verður hetta gjørt, koma vit
her i Føroyum framyvir bert at
hava eitt lítið tal av gonore
árliga.
Lat okkum at enda gera
vart við royndir i Danmark, ið
benda á, at um tú hevur kyns-
ligt samband við einum nýggj-
um persóni á tínum arbeiðs-
plássi, millum kenningar ella
tílíkt, er vandin fyri at fáa
gonore umleið 5%. Og snýr
tað seg um ein fyri tær púra
ókendan persón, er vandin
umleið 25%.
Hóast hesi tøl kanska ikki
eru tey somu í Føroyum, eiga
tey kortini at verða havd i
huga.
AAA AA AAA AAA AA AA AAA se]
Framhald av forsiduni
avgerðin í hesum máli varð
tikin úr legtinginum og legt
til landsstýrið, segði Tór-
olvur Mohr Olsen.
Best egnaða oyggin
Tórolvur Mohr Olsen vísti
annars í orðaskiftinuæm á, at
Sandoyggin var best egnaða
oyggin til landbúnaða og tí
var rættast at leggja roynd-
arsteðina og búnaðarskúlan
har.
Ásbjern Joensen, úr sjálv-
stýrisflokkinum, segði m.a.,
at hann áður hevði verið sinn-
aður fyri at leggja royndar-
steð og búnaðarskúla í Sand-
oynni. Hann helt málið vera
ógvuliga ógreitt í letuni og
vildi kanna tað nærri.
Hans M. Joensen, úr tjóð-
veldisflokkinuæm, tók undir
við uppskotinum hjá javn-
aðarflokkinum og vísti á, at
útviklingurin gekk so skjótt í
Havnini, og rundan um hana,
at Kollafjørdur fór óivað at
verða raktur av hesi
útbygging, so plássið kundi
ikki sigast at vera tað best
egnaða.
Jóannes Dalsgaard, úr
javnaðarflokkinum vísti á, at
nú var meguleiki at beta um
skeivu avgerðina hjá undan-
farnu samgongu. Hann metti
málið vera eitt álvarsmál,
sum allir flokkar áttu at
>
kunna tikið undir við.
Jóannes Dalsgaard vísti á, at
málið hevði havt ein ódám-
ligan farra av persónligari
forfylgjan móti uppsit-
aranum á Heygsgarði frá
fyrsta degi av.
Ove Michelsen, úr tjóðveld-
isflokkinum, helt, at tað var
ein legin grundgeving, sum lá
aftan fyri valið av Heygs-
garðin, Nevniliga tað, at
hann lá so nær Havnini.
Hann vísti á, at sakkunn-
leikin hevði mælt frá Heygs-
garði.
Adolf Hansen, úr Fram-
burðs- og fiskivinnuflokk-
inum, tók eisini undir við
uppskotinum og mælti til at
spyrja festaran á garðinum í
Skálavík, sum kundi koma
upp á tal, um hann vildi fara
av honum.
Ikki talan um avreiðing
Pauli Ellefsen, úr sambands-
flokkinum, takkaði Tórolvi
Mohr Olsen, og segði, at hann
var tann ærligast tingmaður,
hann hevði hoyrt, síðan hann
kom í tingið.
Pauli Ellefsen segði, at
hann og Ásbjern Joensen í
fíggjarnevndini hevdu havt
varhugan av, at Tórolvur
Mohr Olsen hevði avreitt
royndarsteðina og búnaðar-
skúlan. Hann takkaði Tórolvi
Mohr Olsen fyri at hava
greitt frá, hvussu hann hevði
selt eitt mál í sínum egna
valdemi.
Vilhelm Johannesen, úr
javnaðarflokkinum, vísti
orðunum hjá legmanni aftur,
og segði, at talan var ikki um
nakra avreiðing av málum.
Hann segði, at javnaðar-
flokkurin hevði broytt steðu,
tí annars kom uppskotið um
dagpeningaskipanina ikki í
gjøgnum, og hetta hevði fing-
ið avleiðingar fyri tímalent,
útróðrarmenn, fiskimenn og
barnakonur. Heldur ikki
hevði uppskotið um húsa-
lánsgrunnin komið í
gjøgnum, og hetta hevði havt
avleiðingar fyri tey, sum
ætlaðu sær at byggja hús.
— Javnaðarflokkurin hevði
sterri kærleika til hesar bólk-
ar, og vildi ikki, at hesi mál
skuldu detta á gólvið vegna
plaseringina av eini royndar-
steð og búnaðarskúla, segði
Vilhelm Johannesen.
Erlendur Patursson hevði
eisini orðið. Hann metti málið
hava stóran týdning, og helt
tað vera spell, at málið fekk
eina so vánaliga viðgerð av
tingmonnum. Hann vísti á, at
landbúnaðurin hevði stóran
týdning. Um ikki beinleiðis í
krónum so trivnaðarliga og
bygdarmenningarliga.
Eftir uppskoti frá Tórolvi
Mohr Olsen varð uppskotið
beint í eina serliga landbún-
aðarnevnd við fimm limum.
SR
|”
A
A