Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 SOSIALURIN Ernst Hansen, Starvsmannafelagið : Landsstýrið fekk ikki spjatt felagið Klokkan seks mánamorgunin eydnaðist tað semingsmanninum, Kjartan Kristian- sen, at fáa Starvsmannafelagið og Føroya Landsstýri at semjast um ein lønar- og starvssáttmála fyri hálvtriðja ár. Síðsta samráðingarumfarið vardi í heilar 13 tím- ar. Samráðøingarnar summar. — Endamálið hjá lands- stýrinum var at spjaða felagið upp í smærri eind- ir, soleiðis at landsstýrið kundi avgera, hvar í hvert starvsfólk skuldi hoyra til, sigur Ernst Hansen í eini viðmerking til samráðing- arnar og -úrslitið. — Hesum hevur felagið steðgað. T.v.s. at vit hava fingið ein sáttmála, sum tryggjar okkum eina kollektiva binding millum felagið og landsstýrið. Í sáttmálaskeiðnum kann landsstýrið t.d. ongar broytingar gera. Landsstýrið vil fjala út yvir skeiva starvssetan — Men sambært sáttmála- num fær landsstýrið loyvi at gera sáttmálar við Skip- ara- og navigaterfelagið og við Feroya Handverk- byrjaðu tíðliga í arafelag ! — Landsstýrið ynskti at kunna gera sáttmála við Feroya Handverkara- felag, men landsstýrið kundi ongatíð undir sam- ráðingunum nágreiniliga siga frá hvat »handverk- ari« er. Landsstýrið ynskti t. d., at alt tad tekniska starvs- fólkið á telefonverkinum skuldi vera uttan fyri ekið hjá Starvsmannafelag- num. Men hetta ynskið fekk landsstýrið ikki i- gjøgnum — Men tad, sum lå aftan fyri, var, at landsstýrið vildi fjala út yvir eina set- ing av starvsfólki á ein stovn. Hesin stovnurin hevur sett fólk í sterv utt- an at lýsa tey leys og utt- an at normering av sterv- unum er fingin til vega. Landsstýrið vildi líka sum gera setaninar lógligar við at gera ein sáttmála við Føroya Handverkarafelag um hesar persónar. Lands- stýrið vildi vid hesum rættvísgera eina fullkomi liga skeiva mannagongd. Fingið valmegu- leikar á strand- ferðsluni — Í hvenn mun kann landsstýrið gera sáttmál- ar við handverkarafelag- ið? — A Strandferðsluni ar- beiða menn, sum ongatíð hava verið í Starvsmanna- felagnum. Hesir arbeiða sum handverkarar og um- væla bæði á landi og um- borð á skipum. Teir hava verið lentir sambært sátt- málanum millum hand- verkararnar og hand- verksmeistararnar. Hesar kann landsstýrið gera sáttmála um. Í; hevuðsheitunum hevur landsstýrið fingið valmeguleika at gera sátt- málar við ymisk feløg inn- an Strandferðsluna. — Hví er starvsfólkið á telefonverkinum nevnt sum starvsbólkur i sátt- UTF hevur fingið nýggjan formann Samfylkingin hjá ungu fráhaldsfólkunum eru virkin. Hetta vísir fíggjarætlanin fyri hetta árið, ið er upp á 130.000 kr. Ungtemplarasamband Før oya, UTF, hevur fingið nýggjan formann, Herálv- ur Joensen, ættaður av Skála, tekur við eftir Tor- móð Stórá, sum er farin á studentaskeið í Danmark. UTF hevði aðalfund sunnudagin Fundurin valdi m. a. nýggja nevnd og góðtók ein fyribils roknskap fyri 1980/81, sum javnvigar við 100.000 kr. Hetta, sigur UTF í tíðindaskrivi, skuldi víst, at UTF er rættiliga virkið. Og ætlanin fyri núver- andi fíggjarár vísir, at ætl- anin er ikki at minka um virksemið, men heldur at ekja tað. Henda figgjar- ætlanin er sett til 130.000 kr. Umhugsa at gera at gera leikbólk Við tað at formansfrá- greiðingin ikki var komin úr Danmark til fundin, varð bert ein fyribils frá- greiðing givin Sambært henni, hevur fráhaldsrerslan fingið eina nýggja UT-deild á Tvør- oyri, har landsfundurin eisini varð hildin síðsta ár. Sum almenningurin minnist, hevði UTF eisini vitjan av norska sjónleik- arbólkinum Kolon fyrr í ár. UTF umhugsar nú at gera ein slíkan leikbólk til at framfera kjakskapandi leikir um rúsandi evnir, rúsdrekka vandamál og onnur slík viðurskifti. Annars verður sagt í frágreiðingini, at umboð fyri UTF í farna árið hava luttikið á ymsum stevnum og skeiðum í Norðurlond- um. Eisini metir UTF, at junior-arbeiðið í deildu- num er styrknað nógv seinasta árið. Nýggj heli UTF hevur nú fingið betri skrivstovuumstødur, i Tréndargøtu 57. Skriv- stovan hevur verið i Uppi- stovu, har viðurskiftini hava verið tronglig. UTF metir, at nú kann fyrisit- ingin leggjast í eina fast- ari legu. Í heystfrítíðini ætlar: UTF at skipa fyri skeið- málanum ? — Landsstýrið kundi ikki definera, hvat hand- verkari var, og hvat inni- haldið í tí arbeiðinum var, men vit fingu at vita, at tekniska starvsfólkið á telefonverkinum eftir landsstýrisins hugtaki var handverkari. Tí er tað nevnt. 200 kr. meira um mánaðin Sambært semingsupp- skotinum fáa limir í Starvsmannafelagnum 2.400 kr. árliga afturat frá 1. apríl i ár og 3.600 kr. næsta ár. I år svarar tað til 200 kr. um mánaðin og komandi ár til 300 kr. um mánaðin. Sáttmálin hevur gildið til 1. oktober 1983. Í aðrar mátar er sátt- málin næstan hin sami sum undanfarni. Bert smávegis justeringar eru gjørdar. Ernst Hansen sigur, at orsøkin til, at såttmåla- skeidid er flutt at ganga til 1. oktober er ti at tað hev- ur vist seg, at samråding- arnar altíð eru drúgvar og at tær altíð eru komnar út í feriutíðina. Nýggja nevndin UTF: Tórhallur Thomsen, skrivari, Herálvur Joensen, formaður og Býráðsformaðurin: Arbeiðsmannafelagið sigur ósatt Býráðslimir í Tórshavnar býráð hava fingið sendandi skriv frá Havnar Arbeiðsmannafelag, ið í stuttum leggur býráðsformannin undir ikki at vilja gjalda ar- beiðsmonnum løn. Av tí at skrivið er vorðið almannakunngjert verður henda frágreiðing givin, tí í skrivinum frá Arbeiðs- mannafelagnum verða ferdar fram mangar rangar upp- lýsingar. Tann í hesum máli rangasta upplýsing er, at arbeiðs- fólkið í Grétbrotinum gjørdi av, „at arbeiða minst meguligt restina ev degnum«. Arbeiðið varð greitt frá- boðað niðurlagt, hond varð ikki rætt frá síðu, og tað var Havnar Arbeiðsmannafelag, ið tók hesa steðu um at niðurleggja arbeiðið. Hetta kann próvferast. Sjálvt hevur arbeiðsmannafelagið altíð higartil nýtt vendingina »nidurlagt arbeidi— og eisini í teimum tíðindum ið vórðu borin frá Havnar Arbeiðsmanna- felag. Tað ber tí ikki til hjá býráðnum at rinda len fyri henda seinrapart. Ikki tí, upphæddin er ikki so stór, og býráðið hevur tí, sjálvt um rætta svarið var eitt korta- nei til ell krov um len, bjóðað at seta peningin á bundna konto, ið Havnar Arbeiðsmannafelag so kann stevna eftir. Onnur týdningarmikla ranga upplýsing er, at reguler- ingin skuldi verða útgoldin tann 24. juli. Hetta sæst best av tí skrivi, ið býráðið sendi Havnar Arbeiðsmannafelag 25. juli 1981, har sagt verður: »Sum alla tíðina ætlað, vil Térshavnar býráð hervið váttað, at útgjalding av lenarreguleringunum frá 1. mei til 7. juli 1981 verður útgoldin, so skjótt sum meguligt og helst fyri Ólavseku, tá stórur partur av arbeiðsfólk- inum fór í summarfrítíð. Tað kom tí býráðaum illa við, at arbeiðið á einum arbeiðsplássi varð niðurlagt, og at Havnar Arbeiðs- mannafelag heldur enn at ráða frá slíkum óregluligum tiltaki eggjaði til hetta og fekk menninar at leggja arbeiðið niður tað ið eftir var av seinrapartinum. Samstundis vunnu hinir arbeiðsmenn kommununnar tímalen sína henda seinrapart í arbeiði, ið skuldi gerast áðrenn summarfrítíðina. Býráðsformaðurin Poul Michelsen Niels Olgar Jensen, kassameistari um, m.a. juniorskeiði. Landsfundur og eykaaðal- fundur skal haldast í Sandavági 27.—29. sep- tember. Nevndin í UTF er nú hendan: Herálvur Joen- sen, formaður. Tórhallur Thomsen, skrivari og Niels Olgar Joensen, kassameistari. Grann- skoðari er Sverri Hansen. Setið peningin í FØROYA SPARIKASSA - fólk síns peningestovn þá ; sm