leygardagur 12. september 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Oskar Maria Graf æt ein
týskur rithevundur. Tá ið
bókabálini hjá Joseph
Goebbels fóru at loga,
ansaði hann eftir, at hann
ikki var komin á svarta-
lista = hjá nazistunum.
Hann var skelkaður.
»Brennid mínar bøkur«,
skrivaði hann í einum
brævi til blødini, sum fór
um allan heimin. >Hesa
skomm havi eg ikki uppi-
borið. Latið tað ikki sita á
mær, at eg var eirdur av
nazistunum!<
Í langa tíð hevur undir-
ritaði havt kenslur, sum
ikki eru ólíkar teimum hjá
Graf. Í teimum skúrum av
útspilling og hunddálking,
sum Fólkaflokkurin viku
eftir viku letur regna
niður yvir tann meiniga
førovingin, nevndan sum
ónevndan, eri eg lopin um.
Hver var min misgerð?
Herverk? Stuldur? Morð?
Hvat var tað, sum so
brádliga hevði útvegað
mær Fólkafloksins tokka?
Ég visti meg ikki hava
gjørt nakað til sakar. Og
kortini — mín samvitska
sortnaði dag undan degi.
Men nú ein dagin kom
onkur og segði, at eg var
álopin í Dagblaðnum.
Kundi tað vera satt? Ég
kendi meg sum ein vilst-
an, sum knappliga hómar
ljós onkustaðni fyri
framman. Eg kendi meg
sum ein, ið frættir sum
slatur, at hann hevur
vunnið í happadráttinum,
men sum enn ikki hevur
prógvið í hondini. Eg fór
at kanna eftir. Rætt var!
Tann frei! Tað kendist,
sum hevði eg heilt óvænt-
að fingið okkurt
fint og óforgeingiligt heið-
ursmerki
serliga
Eldur í skálanum
Men lesari, lat
okkum byrja við
byrjanini. Stutt fyri ólav-
seku í ár kom rættiligur
eldur í fólkafloksborgina
Herðindir, nú av piprandi
ótta, nú av sansaleysum
kæri
illsinni, fóru um ta prúðu
manning, sum mikil og
alvápnað stendur á borg-
argáttini. Úti á alfaravegi
kundi tú meta summum
av hesum kempum, deil-
andi og nevareiggjandi!
Aðrir gingu heima við hús,
við nevunum knýttum í
lummanum. Tað verður
sagt, at teir vóru so óstill-
ir, at koppastellini ruddu
niður av hillunum, og at
teirra frúur brestust so við
Nilfiskunum, at teir fingu
mæli, legdu seg á knæ og
bóðu so miriliga um grið.
Undirritaði hevur tíverri
ikki havt hevi til at eyg-
leiða henda glymurdans
nær hjá. Men áskoðarar
siga, at fólkafloksborgin í
sínum uppesta ruðuleika
minti um borgina hjá
Karlamagnusi, tá ið
Rólant blæs á triðja sinni,
og »upp lupu allir Frankis-
menn, hver um annan at
halda«.
Orsøkin til, at tær prud-
astu kempurnar i Føroya
prúðasta kempuflokki,
lika frå kongaørnini uppi á
Gladsheyggi og oman til
tann silvurprydda topp-
skarvin niðri á Skansavegi
— tann ovfarni lesarin
skilir vónandi, at eg noyð-
ist at brúka tey tignar-
heiti, sum Fólkafloksins
hetjur, ungar sum gamlar,
krevja at verða titnleraðar
við av sínum hofpoetum!
— so brádliga mistu bæði
vit og minni av illsinni (og
tað eg veit hverki hava
fingið annað ella hitt aftur
enn) var...ja, royn og git,
kæri lesari...ju, rætt
hevur tú, tað var undir-
ritaði í egnum illavorðna
persóni. Dr. Moriarty?
Nei, Hanus Andreassen!
Hvat var at gera?
Hvat skuldi eg nú gera?
Mín fyrsta hugsan var at
látast sum einki. llir
menn vera verandi illir,
har kann bara eitt hjálpa:
tíðin. Men so kom eg at
hugsa um, at tað kann
vera ringt fyri heilsuna at
vera so óður. Um nú øll
kempurullan legðist fyri
av illsinni? Um nú Fólka-
flokkurin kódnaði? Um nú
Dagblaðið ongantíð kom
útaftur?
Hetta avgjerdi málið.
Tankin um ongantíð aftur
at verða útspiltur av Dag-
blaðnum var so skelkandi,
at eg alt fyri eitt skilti, at
her máttu finnast onnur
ráð.
Eg helt tað tí vera best
at seta meg niður og
skriva ein lítlan, blídligan
stubba. Eg biði lesaran
halda mær til góðar, um eg
í hesum stubba lati meg
ávirka av skiftandi kensl-
um. Evnið, Fólkaflokk-
urin, er komiskt og
eggjar til skemt. Tíðin, vit
liva í, er alt annað enn
skemtilig, og eggjar til tað
mótsetta. Altso: Gaman
og álvara.
Erkvisni
Tað fyrsta orðið, sum kom
mær í huga, nú eg setti
meg at skriva, var orðið
erkvisni. Tá ið Kristin í
Geil fyri akkurát áttati
árum síðani flotaði Tinga-
kross, henda kvistin, um
øll nýggjari føroysk blød,
Dimmalætting undantik-
in, eru runnin av, var
hansara motto einfalt: at
avdúka tað svik og tað
órættvísi, sum var framt
av samfelagsins stóru og
mætu, at halda hondina
yvir teimum veiku og
verjuleysu. Stavnhaldið
hjá abbabarninum, Dag-
blaðnum, kann gjella lýs-
ast út frá tí hjá Kristini, tí
tað gongur í ellum lutum
beint tverturímóti tí hjá
Tingakrossi Kristinar.
Dagblaðsins stavnhald er:
at halda hondina yvir
órættvísi og sviki og
kriminaliteti, at jagstra
tey veiku og fjaðaleysu,
sum svara hverjum sítt og
ongan ófrið gera. Draga
gamalt fólk av ellis-
heimum fram á blaðsins
karráu teigar. Hunddálka
ein og hvenn, sum brúkar
sín demokratiska rætt til
at siga sína hugsan. Senda
ótangar út á bygd at spilla
frið og grannalag hjá elli-
komnum hampafólki. So
áhaldandi hevur henda
grimdin verið, at ein
vidhvørt kann spyrja seg
sjálvan, hvat slag av sji-
kanu Feroya fólk íkki
hevur noyðst at tola frá
Dagblaðsins síðu.
Blátt stempul
Og her koma vit til tað,
sum hevur sterst týdning.
Henda óflýggjaskriving
hevur, við einstekum veik-
um undantekum, fingið
sína tigandi samtykt frá
floksins ábyrgdarmonn-
um. Frá Hákuni Djurhuus
fekk hon í januar í ár
prestsins bláa stempul.
»Du má ikke tåle sá inder-
lig vel, den urett som ikke
rammer dig selv«, sigur
Arnulf Overland i einari
yrking. Fólkafloksins
ábyrgdarmenn hava ikki
bara tolað henda órætt.
Teir hava framt hann.
Og so kemur tað heilt
merkiliga. Hesir menn,
sum hava herjað ímóti
føroyingum við eini ráheit
og einum óflýggjaskapi,
sum ikki hevur sín maka,
eru sjálvir so smásárir og
skjarrligir, at bara tú
andar á teir, so kódna teir í
sansaleysum illsinni ella
fara upp at vena seg sum
risthentar grátikonur.
Fýra minuttir av sakliga
upplýsandi og hóvliga
orðaðum tilfari í danska
útvarpinum, meira nýtist
ikki, so skelva teir sum
„strá á oydnum heidum«.
Ein skemtiligur klausul-
ur í Dagblaðsins jagstran
av feroyingum. Tann
stóra fjeldin skal tola tort
og sviða. Floksins ábyrgd-
armenn — sum eru
almennir persónar og hava
uppiborið almenna
umtalu, og, um neyðugt
er, atfinning — skulu frið-
ast!
Undran
Tað næsta orðið, sum rann
mær í huga, var orðið
undran. Sum tey, ið hoyra
danska útvarpið, vita, var
henda sending, sum hevur
skrykt feturnar undan
Fólkaflokkinum, nakrar
hugleiðingar, mest um
bókmentaligar og måls-
ligar spurningar. Sending-
in var upplysandi og
saklig, kundi, vid smærri
broytingum, havt stadid
sum grein i Trap Danmark
ella onkrum ødrum upp-
lysandi verki. Seinast i
sendingini kom eg av til-
vild, mestsum i eini paran-
tes, at siga nøkur få orð
um Fólkaflokkin.
Og her koma vit til
nakað áhugavert. Tað,
sum eg ferdi fram, vóru
ikki pástandir hjá mær
sjálvum, men endurgáva
av tekstum úr Dagblað-
num.
Spegilin
Fyrigev mær, kæri lesari,
um eg her brúki eina
mynd. Tað, eg gjørdi, var
einfalt. Eg helt einum
spegli framman fyri
Fólkaflokkinum. Og tá ið
floksins ábyrgdarmenn
sóu síni egnu andlit, øtad-
ust teir so, at teir mistu
alt tamarhald á sær sjálv-
um. Og legin er mansins
lund — í staðin fyri at
ganga í seg sjálvar og
hampa eitt andlit, sum
eingin skuggsjón var í,
vendu teir allari síni
ómetaligu vreiði ímóti
mær.
Men, vælsignaðu menn,
eg helt ju bara speglinum.
Og hvat sóu vit so í
speglinum?
Fyri tað fyrsta: at fólka-
flokkurin — via sítt mál-
gagn, Dagblaðið — er við
til at forkoma virðingini
fyri tí demokratisku stýr-
isskipanini.
Fyri tað annað: at fólka-
flokkurin — via sítt mál-
gagn, Dagblaðið — er við
til at máa burtur virðing-
ina fyri mannalívinum.
Fyri tað triðja: at fólka-
flokkurin — via sítt, mál-
gagn, Dagblaðið — ferir
psykologiskt kríggj ímóti
tí einstaka feroyinginum,
roynir at tæra og týna
hansara sjálvsvirðing,
taka frá honum allan sóma
og alla sekt.
Samanfata vit hesar
tríggjar skorðurnar, so
hugsi eg, vit hava sjálvan
grundvellin undir allari
okkara siðmenning. Tað er
henda grundvell, sum
Dagblaðið, við floksins
fullu undirteku, roynir at
máa burtur.
Haldast dult
Tað er, fyri at siga tað
pent, nakað merkiliga
sjálvmótsigandi í tí vreiði,
sum runnin er á fólkaflok-
sins oddamenn. Tað var
gaman í at fegnast um, at
manndráp var framt móti
einum demokratiskt vald-
um forseta og einum
mætum humanisti. Tað
var gaman í at fegnast
um, at eitt frælst, blóm-
andi, demokratiskt stýrt
land var lagt í blóðugar
diktatoriskar leinkjur.
Tað var gaman í at betala
journalistiskum ótangum
fyri at fara út á bygdirnar
at spilla grannalagið og
skammfýla friðin hjá eldri
sakleysi m menniskjum
(ein nýggj útgáva av tí
gamla óskikkinum at
typpa skorsteinin hjá eldri
fólki við flagi, hesuferð
útint við vælsignilsi frá
grannvaksnum skúlalær-
arum og trellvaksnum
lógarsmiðum!). Alt var
gaman í. Tað skuldi bara
ikki frættast. Og fyri
Guds skyld ikki frættast
út um landamark. Hund-
dálkingin var internur
eksportur, Fólkafloksins
heilt serliga tanngáva til
tann einstaka føroyingin,
væl og vakurt innbjálvað
og stemplað við orðunum:
skal haldast dult. Ein
kann spyrja seg sjálvan,
hver ið drítur í egið reiður,
Fólkaflokkurin, sum
hvønn mikudag og hvønn
friggjadag fraktar sinar
pent innpakkadu mykju-
skuplur út um alt Føroya
land, ella undirritadi, sum
talar at hesum og roynir
at sópa køstin. Bílætið, eg
brúki her, er ikki mítt.
J.H.O. Djurhuus brúkti
tað í 1941. Tann, sum sóp-
aði, var hann. Kesturin
var — tá sum nú — Dag-
blaðið!
Hver skal spara?
Fyri at koma aftur til nú-
tíðina, so er eingin ivi um,
at tað trivnaðarliga og
sálarliga veðurlagið í Fer-
oyum er munandi broytt
eftir heilt stuttari tíð.
Undir fyrisæti av okkara
nýggju borgarligu stjórn,
og við arbeiðsloysinum og
sparsemisjabbinum sum
koyrli, skal feroyingurin
knúskast, gerast bangin,
tvingast í knæ. Hann skal
finna seg í, at sparsemis-
filosoffarnir, samstundis
sum teir prædika um
afturhald, alment og priv-
at, lata seg frakta niður í
eitt einstaklings millióna-
brúdleyp, at dusa sær í
champagnuhyljum og
rækjufjøllum. Tað er
eingin ivi um, hver skal
spara, og hver ikki skal
spara. Tað er eingin ivi
um, hver skal sita á mjuk-
um hegindum, og hver
skal vera fegin um at
sleppa at sita úti á berajóli
og munga. Feroyingurin
skal — fyri at taka eitt
aktuelt dømi, nevniliga
uttanlandasiglingina —
finna seg i, at eitt fyri-
myndarligt arbeiðspláss,
uppbygt av honum, við
ómetaligum útvíðkingar-
meguleikum, ið kundi
SOSIALURIN
verið til gagns fyri land og
fólk, verður avreitt til eitt
privat felag, sum longu
hevur víst sín dugnaskap
(sum um føroyski ferða-
maðurin ikki fekk tann
dugnaskapin at fola, tá ið
hann fyri fjúrtan árum
síðani var sleptur upp á
fjall!) við at avreiða hesar
gyltu meguleikar til ís-
lendingar. Og hann skal
finna seg í, at ein hópur av
landsins tingmonnum fáa
sínar lenir útgoldnar av
honum, men handla, sum
fingu teir lenarposan bein-
leiðis frá stjóranum á
Skipafelag Føroya.
Høvudsåhaldsid í ar-
beiðinum fyri at gera før-
oyingin minni, skerja
hann, fáa hann at seta
minni krøv til sin sjålvs og
til samfelagið, er Dagblað-
ið. Hetta blað hevur sett
sær sum uppgávu at
kanalisera ótta út til for-
oyingin. Taka hansara
verdigheit frá honum.
Múlabinda hann við at
skumpa dyngjur av sleygi
og útspilling oman yvir
ein og hvenn, sum letur
munnin upp. Eitt para-
doks: fólksins blað, sum
traðkar á fólkið!
Pappúlvarnir
Eg nevndi fyrst í hesi
grein, at ein kanska kundi
bera ótta fyri, at Dag-
blaðið fór at leggjast fyri.
Her fór eg skeivur. Tað er
einki at bera ótta fyri.
Bensinið, sum drívur
hesar menn, tann sama
kenslan av andiligum
undirluta, sum dreiv
Joseph Goebbels og Adolf
Hitler, er so botnleyst, at
tað verður aldrin uppi.
Tað skulu breiðar herðar
til at bera vald og mynd-
ugleika. Hesar herðar
hava fólkafloksmenn ikki.
Tann blástur, ið er á teim-
um, nú teir rættiliga hava
fingið eina illa taburett at
sita á! Sum teir bresta sær
í uniformunum! hoyrir tú
ikki — trampið av ósjón-
ligum styvlum? Einum
renna í hug orðini hjá Lear
kongi: »I will do such
things, what they are, yet
I know not, but they shall
be the terrors of the
earth<. Leysliga umsett:
„Nú skulu tit so pinadoy
hava tad!«
Og her er tað, ein
hevur hug til at bera eini
boð til tey mongu, sum í
dag kenna ótta og sviða,
fyrst og fremst tey, sum,
fyri eitt gott orð og ofta
við láturligum páskotum,
fáa durafjórðingin frá
virkjum og fyritøkum.
Væl royna hesir menn at
grísla tenn og skelkja sum
úlvar. Men úlvarnir eru av
pappi. Og vit eru nekur,
sum ikki rætast og ei
heldur hava minstu virð-
ing, hverki fyri tí paraligu
greipuni, vinkonunum
báðum, pretnu Frú
Kongaern og smædnu Frú
Vípu (í bundnaturriklæði,
olmussan!) ei heldur fyri
Hansara hábærsligu Há-
tign Harra Silvurtoppi,
Framhald á síðu 6
ER