Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 157 - 20. august 2002 Nr. 157 - 20. august 2002 9 – Vit fara eisini at skipa eitt liðugt »barrkonsept«, har vit fara at bjóða okkum fram at skeinkja til veitslur, sigur Johan Mortensen SKEINKING Vilmund Jacobsen Einaferð í heyst fer Restorffs Bryggjarí at lata upp ølstovu í høvuðsstað- num, har bryggjaríið í fyr- sta lagi fer at marknaðar- føra sínar vørur. Hetta sigur Johan Morten- sen við Sosialin. Spurdur, um ølstovan verður skipað á sama hátt sum eitt nú Café Natúr, svarar hann játtandi, men leggur aftrat: – Vit miðja eftir, at okk- ara ølstova skal verða á ein- um hægri støði enn Café Natúr. Sum skilst, verður hetta ein rein ølstova, har tú bara fært drykkjuvørur og ikki mat. Restorffs gentur Johan sigur, at teir eisini ar- beiða við at skipa eitt lið við sonevndum Restorffs gentum. – Vit fara at bjóða okkum fram at útvega drykkjuvør- ur og skeinkja til veitslur, eitt nú brúdleyp og annað. Hann sigur, at bryggjarí- ið fer at skipa eitt liðugt »barrkonsept« við øli, víni og øðrum drykkjuvørum, sum hann tekur til. – Hetta er ein tænasta, vit vilja veita, og tí fara vit at søkja eftir 4-5 gentum, sum skulu taka sær av at skeinkja, sigur Johan. Hann lovar, at nýggja tænastan hjá Restorff verð- ur veitt til kappingarførar prísir. Drekka veikari Johan veit annars at siga, at sølan av veika ølinum hjá Restorff er nógv vaksin, og hann heldur, at ein av or- søkunum er, at bryggjaríið hevur gjørt nógv burtur úr marknaðarføringini. – Fólk fara meira eftir tí veikara ølinum og víni. Rákið vísir, at fólk hugsa meira um at tálma pro- milluni, og hetta kann eisini hava nakað við tað sosiala at gera. Johan Mortensen sigur, at Restorff roynir at stuðla uppundur hetta rákið, tí sum hann tekur til. – Hetta er jú alkohol, vit hava við at gera. Restorff letur ølstovu upp í Havn Restorffs Bryggjarí ger nógv fyri at verða við í kappingini um ølmarknaðin í Føroyum – Einir 20 næmingar arbeiða her hjá okk- um eftir skúlatíð alt árið, sigur Jason Johannesen, virkis- leiðari á Fiskavirking í Saltangará FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mánadagin byrjaðu tey aftur at arbeiða fisk á virki- num hjá Fiskavirking í Sal- tangará eftir, at fólkið hev- ur verið í summarfrí í tríggjar vikur. Samstundis, sum virk- semið byrjaði aftur á virki- num, byrjaði skúlagongdin eisini. Jason Johannesen, virkis- leiðari, sigur, at einir 30 skúlanæmingar hava arbeitt á virkinum í summar, og hann er væl nøgdur við tað, sum komið er burtur úr. – Tað vil altíð vera so- leiðis, at summi fólk av nátúr eru kvikari enn onnur, men sum heild, eru næmingarnir raskir. Summir hava arbeitt her hjá okkum leingi, og hesir eru líka so dugnaligir sum tey meira royndu. Virkisleiðarin sigur, at nú skúlarnir byrja aftur, verða færri næmingar til arbeiðis á virkinum. 20 alt árið – Men vit hava havt einar 20 ungdómar til arbeiðis her hjá okkum alt árið. Hetta eru næmingar, sum koma til arbeiðis eftir skúlatíð. Hann vísir tó á, at tað er ikki altíð, øll hesi eru til ar- beiðis í senn, men dagliga eru einir 8-10 skúlanæm- ingar til arbeiðis á Fiska- virking í Saltangará, at kalla bara gentur. Spurdur, um hetta yvir- høvur eru næmingar, sum ganga í 10. flokki, sigur Jason Johannesen, at so er ikki. – Tað vísir seg, at aldurin lækkar, men vit royna at ansa eftir, at tey flestu eru 15 ár og eldri. Tó hava vit havt nakrar gentur til ar- beiðis, sum eru yngri enn 15 ár, sigur hann. 30 skúlanæmingar hava arbeitt fisk í Saltangará – Skúlanæmingarnir eru raskir at arbeiða fisk, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen Vesturvarði landaði eisini í Saltangará mánamorgunin FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað er nokk vanligari á fiskavirkjunum, at fólkið bíðar eftir fiskinum enn, at fiskurin bíðar eftir ar- beiðsfólkinum. Men nú tey fóru aftur til arbeiðis á Fiskavirking í Saltang- ará eftir summarsteðg í tríggjar vikur, bíðaðu 90.000 pund av upsa eftir, at fólkið kom aftur til arbeiðis. Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, landaðu ávikavist á Snodd og á Beta í endanum av sein- astu viku. Av veiðini hjá skipunum, sum bæði vóru full undir lúkurnar, keypti Fiskavirking í Sal- tangará 90.000 pund av upsa, sum stóðu inni á gólvinum, tá ið fólkið kom aftur til arbeiðis. Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at Jaspis og Ametyst høvdu umleið 240.000 pund til- samans. Vesturvarði mánamorgunin Mánamorgunin lá Vestur- varði í Saltangará við umleið 180.000 pund, harav meginparturin av veiðini var upsi. Eini 20.000 pund vóru av øðr- um fiskasløgum. Fiskavirking í Saltang- ará keypti allan upsan hjá Vesturvarða. – Hesin fiskurin røkk- ur nakað langt, so iva- samt er, hvussu nógvan fisk vit keypa aftrat í hesi vikuni, sigur Jason Johan- nesen, virkisleiðari. Mánadagin landaði Vesturvarði 180.000 pund til Fiskavirking í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen Jaspis og Ametyst fulla last Soleiðis skrivar norska fiskivinnu- blaðið, Fiskaren, um politisku støðu- na í Føroyum UMDØMI Vilmund Jacobsen Tað er ikki vist, at sumt, sum sagt ella skrivað verður í Føroyum, ikki eisini frættist út um land- oddarnar. Stríðið millum Tor- bjørn Jacobsen øðrumeg- in og Anfinn Kallsberg, løgmann og Jørgen Nicla- sen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, hinu- megin, er eftir øllum at døma kent í fleiri av okk- ara grannalondum. Ein grein í norska fiskivinnublaðnum, Fisk- aren, bar fyrr í hesum mánaðinum yvirskrift- ina, sum vit hava valt til henda greinastubban. Tað er íslendski tíð- indamaðurin hjá blað- num í Íslandi, Magnus Thor Hafsteinsson, sum ber tíðindini úr Føroyum. Í greinini sigur hann, at »...regjeringen på Færøy- ene vakler etter, at en lagtingsrepresentant be- skyldte fiskeriminister, Jørgen Niclasen, for tyv- eri. Lagmann, Anfinn Kallsberg bliver beskyldt for økonomiske mislig- heter...« Tíðindamaðurin skriv- ar, at Torbjørn Jacobsen leggur fiskimálaráðharran undir at hava tikið flaka- maskinur og flutt tær yvir á egið virkið eftir at hava burturbeint øll skráset- ingarnummur á maskin- unum. Um løgmann, sig- ur Torbjørn, at hann hev- ur »misbrugt økonom- iske midler« í starvi hjá einum fiskavirki. Lagt verður aftrat, at hvørki av málunum er viðgjørt í rættarskipan- ini. Sambært íslendska tíð- indamanninum, skal Tor- bjørn hava sagt við ís- lendska útvarpið, at um stjórnararbeiði fer fyri bakka av tí, hann hevur ført fram, er orsøkin hon, at Jørgen og Annfinn ikki megna at reinsa seg. »Korrupsjon truer færøyske ledere« Ákærurnar um dumping, sum alarar í ES hava reist móti Føroyum og føroysk- ari alivinnu er ein trupulleiki, sum vinn- an má loysa í felag. Tað sigur Hans Jacob- sen, formaður í Hav- búnaðarfelagnum, nú boðini frá ES um, hvørjar fyritøkur skulu kannast, eru á veg úr Brússel ALIVINNA Jón Brian Hvidtfeldt Ákærurnar hava hingið í luftini eina tíð.Føroyingar hava selt laks á ES markn- aðinum fyri dumping prís. Ákærurnar, sum eru reistar av øðrum alarum innan ES, hava fingið myndugleikar- nar í Brússel at taka stig til eina umfatandi kanning av føroysku alivinnuni. Í fyrsta umfari skuldu bæði alarar og sølufólk svara nøkrum innleiðandi spurn- ingum, sum skulu vera grundarlag undir eini víðari kanning av nøkrum fyritøk- um í føroysku alivinnuni. Tær fyritøkur, sum ES velur at kanna nærri, skulu millum annað svara spurn- ingum um rakstur og fíggj- arlig viðurskifti. Spurning- arnir, sum fevna um alt árið í fjør, eru umleið 80 blað- síður til longdar. Føroyingar fyrireika seg Felagið hjá alarunum, Før- oya Havbúnaðarfelag, hev- ur leitað sær hjálp hjá eini sakførarafyritøku í Brússel, Van Bael & Bellis, sum er serkøn í dumping málum. Eisini er settur ein trí- mannabólkur, sum sam- skipar arbeiðið at fyrireika alivinnuna til at svara ákær- unum úr ES. Í bólkinum sita Jan Mortensen, Niclas Rasmussen og Regin Jacobsen. - Vit meta, at ákærurnar um dumping er eitt felags mál hjá vinnuni, tí hugsast kann, at út frá teimum fyri- tøkum, sum verða kannað- ar, verður øll vinnan dømd, sigur Hans Jacobsen, for- maður í Havbúnaðarfelag- num. Tí hevur Havbúnaðar- felagið gjørt av at savna vinnuna um henda trupul- leika, og eisini er tað vinn- an í felag, sum ber kostn- aðin av at fáa eina sakfør- arafyritøku í Brússel at hjálpa. Tá blaðið fór til prenting- ar, vóru boðini úr ES um, hvørjar fyritøkur skulu kannast til botns, ikki kom- in. Men bæði Hans Jacob- sen, formaður í Havbúnað- arfelagnum, og Jan Mor- tensen, stjóri í Vinnuhúsi- num, mettu, at nøvn kunnu setast á fyritøkurnar, helst longu mánadagin. Hans Jacobsen metir, at talan helst verður um tríggjar ella fýra fyritøkur, sum ES vil kanna nærri. Fyritøkurnar, sum verða kannaðar, hava 37 dagar at svara kanningartilfarinum. Ein felags trupulleiki hjá allari alivinnuni Fundur uttan dagsskrá Anfinn Kallsberg, løg- maður, fer týsdagin á fund við danska for- sætisráðharranum, Anders Fogh Rasmus- sen, og grønlendska landsstýrisformannin um, Jonathan Motz- feldt. Eingin dagsskrá er fyri fundin, sum fyrst og fremst er ein kunning, men tó er gott høvi at stinga nakrar yvirskriftir út í kortið, sum síðan skulu avgreiðast til næsta ríkisfund, sigur løgmaður RÍKISFUNDUR Jón Brian Hvidtfeldt Anfinn Kallsberg er týs- kvøldið vertur fyri ríkis- fundinum við Anders Fogh Rasmussen og Jonathan Motzfeldt. Fundurin verður hildin í bygninginum hjá Skipaeftirlitinum í Vágum. Síðan síðsta ríkisfund, sum varð hildin í Grønlandi síðsta summar, hevur val verið bæði í Danmark og Føroyum. Í Danmark eitur leiðarin nú Fogh Rasmus- sen og ikki Nyrup Rasmus- sen, men í Føroyum eitur hann framvegis Kallsberg. Tó er politiska grundarlag- ið undir samgonguni broytt, og samgongan stýrir eftir einum nýggjum samgongu- skjali. - Ríkisfundirnir eru ætl- aðir sum ein kunning mill- um ymsu partarnar í ríki- num, bæði hvat viðvíkur búskaparligu og politisku viðurskiftunum, og tí fari eg millum annað at kunna danska forsætisráðharran um politikkin hjá nýggja landsstýrinum, eisini sjálv- stýrispolitikkin, sigur An- finn Kallsberg. Hann vísir í hesum sambandi á, at fyrr í summar kom út eitt álit um framtíðar sjálvstýrispoli- tikkin hjá Grønlandi, og tað kemur helst upp at venda í sama viðfangi. Stuttir fundir Bara hálvur triði tími er settur av til ríkisfundin týs- kvøldið, og tí verða ikki stundir til at viðgera øll mál, sigur Anfinn Kalls- berg. Men tó verða nøkur høvuðspunkt at tosa um, sum embætisverkini í teim- um trimum pørtunum í ríki- num síðan skulu arbeiða víðari við. Mikumorgunin hevur løgmaður tveir stutt- ar, uppfylgjandi fundir, ávíkavist við Fogh og Motzfeldt. - Hóast vit ikki hava góð- ar stundir til at tosa øll mál ígjøgnum, so meti eg, at ríkisfundirnir hava stóran týdning, tí her hava vit møguleika at tosa saman um yvirordnaðan politikk og stinga nøkur mál út í kortið, sum vit skulu arb- eiða víðari við, sigur An- finn Kallsberg. Meðan Anders Fogh Ras- mussen fer av landinum aftur longu fyrrapartin mikudagin, so steðgar Jonathan Motzfeldt til Út- norðurfundin millum Før- oyar, Grønland og Ísland, sum verður mikukvøldið. Mikudagin kemur íslendski forsætisráðharrin David Oddsson til Føroya. Anfinn Kallsberg metir, at leisturin við at halda ein ríkisfund á hvørjum ári er sera góður. Í fjør hittust leiðararnir í teimum trim- um pørtunum í ríkinum í Grønlandi, og næsta ár verður ríkisfundurin í Dan- mark. Anfinn Kallsberg hevur svarað játtandi uppá fyri- spurning frá Hetlandi, Orknoyggjum og Hebrid- unum um at halda árligan fund. Eftir at landsstýrið fyri nøkrum árum síðan fór at økja um samstarvið við Hetlendsku myndugleik- arnar, hevur løgmaður nú fingið fyrispurning frá myndugleikunum í Het- landi, Orknoyggjum og Hebridunum um at halda ein felags árligan fund. Og løgmaður hevur longu svarað játtandi. - Eg haldi, at tað hevur stóran týdning at víðka um samstavið við hesar oyggjar, og tí svaraði eg beinan vegin ja til fyri- spurningin, sigur løg- maður. Hann sigur, at lagt er upp til, at fundirnir skulu skipast eftir sama leisti sum Útnorðurfund- urin millum Føroyar, Ís- land og Grønland. Hesin fundur varð seinast hildin í Íslandi í 1999, men mikudagin verður hann aftur hildin, hesaferð í Føroyum. Ætlanin er, at Útnorðurfundurin skal haldast á hvørjum ári. Økt samstarv Seinast løgmaður og danski forsætisráðharrin hittust, var í januar. Nú kemur Fogh aftur á ríkisfund. Savnsmynd C M Y K 9 8