Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 157 - 20. august 2002 Nr. 157 - 20. august 2002 7 UMMÆLI Jústinus Leivsson Eidesgaard Listastevnan endaði sunnu- kvøldið við høvuðstiltaki- num á stevnuni Eddan hjá tónleika og sjónleikabólki- num Sequentia úr New York. Vit eru so ymisk, og fyri nøkur var hesin leikur kanska stórfingnasta løta tey høvdu upplivað fram- manfyri ein pall. Men fyri meg nyttaði hann lítið og eg sat ein fittan part av tíðini og hugsaði um Hans Christian Andersen og ævintýrið »Kejserens nye klær« Nær kom dramatikk- urin? Nær fór nakað at henda? Hví táraði eg ikki? Hví fór hjarta ikki at banka? Hví østist eg ikki. Hví bara linkaði eg, linkaði og linkaði og linkaði. Søgan er dramatisk. Før- oyingar kenna hana og hava kent hana í mong hundrað ár. »Sjúrður vá á orminum, Grani bar gullið av heiði« Søgan er um Sjúrð, um Regin Smið, um Brynhild, um Guðrun um Grimhild um Høgna og Gunnar. Søg- an er um Ríngullið. Søgan er dramatisk, og hon rúmar ævigar sannleikar. Hon snýr seg um girnd, um maktgirnd um hevnd og kærleika. Hon er søgan um menniskjuna, hon er søgan um okkum í dag. Men dramatikkurin kom sjáldan fram sunnukvøldið í Norðurlandahúsinum og kanska var tað tí at spenn- ingurin var so stórur fram- manunda. Vit høvdu hoyrt og lisið um stóra ljóð og ljósshowið, um dýrasta til- takið hjá Norðurlandahúsi- num nakrantíð og vónirnar um buldur og brak og Ragnarok vóru stórar. Men eg linkaði og linkaði og linkaði. Leiklistarliga fingu vit søguna um Ríngullið fram- ført á ein spakan og seiglig- an hátt. Pallurin var myrk- ur, lítið ljós at síggja. Fólk- ini sótu og søgdu søguna, bert ein gekk á palli. Ljós- rúnur vóru ristar í gólvi- num og ljóstekin á bak- vegginum á pallinum prýddi. Hetta var flott, fólk- ini gliðu aftur og fram eftir pallinum, sum dukkur í ein- um dukkuleiki og pall- myndin var bergtakandi. Men eitt sindur avmarkað er hvussu leingi eygað kann festast við eina áhugaverda pallmynd og serliga tá bíð- að verður eftir einum ljós og ljóðshowið, sum ongan- tíð kom. Tónleikurin var ein eftir- líking av gomlum tónleiki, ógvuliga monotomur, eins- ljóðandi. Og eg kom at hugsa um hvussu ymiskt vit fáa burturúr. Wagner hevur skrivað stórslidnan tónleik, har íblásturin er úr júst sama evni um Ríngullið. Og hoyrir tú Wagner, so sovnar tú ikki. Men fólk sovnaðu. Tað reyt úr einum beint fram- manfyri meg og snorkini blandaðust saman við tón- leikinum á pallinum og gjørdust ein heilt náttúrlig- ur partur av honum. Tað reyt aftanfyri meg eina góða løtu, heilt til ein trum- ma á pallinum purraði út. Sjálvur geispaði eg fleiri ferðir og mátti halda hond- ina fyri munnin fyri at fjala, at eg var so ómentaður, at linkast í slíkari finalu. Eg trúgvi at leikurin hevði sagt amerikumonn- um, sum ikki kenna okkara mentan, munandi meira enn føroyingum, sum hava fingið Sjúrðakvæðini inn við móðurmjólkini. Hóast framførslan var hugtak- andi, so var hon tom og hoyrdi ikki heima í eini finalu á eini listastevnu sum hesari, eini listastevnu, sum annars hevur fingið frálíka undirtøku millum mannað sum ein góð og professionell stevna. Betri hevði verið um Eddain var parkerað millum eitt av teimum minnu tiltøkunum mitt í viku onkunstaðni miðskeiðis í Listastevnuni. Leikurin var at enda komin og lógvabrestirnir longdu ikki um tiltakið. Munur var á seinast eg sat í somu høll, tá Stig Rossen fekk meg at smílast, tára og gráta og enntá at rópa í ov- farakæti, tá mundu lógva- brestirnir ikki fingið enda. So mínir Harrar, fyrireik- arar! Næstu ferð, velji held- ur eitt lættari, eitt sindur meira populert og kanska eitt sindur minni hámentað tiltak til endabrestin á Listastevnuni. Ella var hann nú í klæð- um? Tóm finala á Listastevnuni Leygarmorgunin andaðist Einar Petersen, rithøvund- ur í Sørvági 63 ára gamal. Sjúka hevur plágað hann seinastu árini og hevur eisini darvað hansara stóru tráan eftir at skriva. Skriva dugdi Einar, og eftir hann stendur bjart- ast, fyrsta krimiskaldsøg- an á føroyskum, søgan, »Deyðin sendir apríl«. Einar hevði ætlanir um at skriva eina nýggja krimiskaldsøgu. Og spell er, at hann legði árarnar inn so skjótt, tí hann hevði ríkað føroyska bók- mentaheimin, hevði hann fingið umstøður at gjørt hesa søgu lidna. Fólk við serkunnaleika eru altíð áhugaverd og Einar var ikki heimføð- ingur. Hann hevði ferðast nógv úti í stóru verð. Hevði siglt á øllum heim- sins høvum og vitjað nógv lond. Hann hevði enntá bú í Japan. Og tí var tað altíð hugnaligt at tosa við Einar. Hann hevði víðari flog enn tey flestu, dugdi at samanbera til- burðir í Føroyum við til- burðir aðrastaðni, og hetta gjørdi, at honum nýttist ikki at skoða heimin gjøgnum kikaran, hann verði so nógv víðari út- sýni. Hann visti hvussu tey gjørdu aðrastaðni, hann visti, at Føroyar eru ikki heimsins nalvi, at onnur duga eisini og ein annar og nógvar ferðir størri heimur er uttanfyri Føroyar. Men samstundis, so elskaði hann sítt land. Grípandi eru tær løtur, tá hann plagdi at fortelja frá sínum upplivingum á vestastu oyggj landsins, Mikinesi, har hann hevði ættarbond og har hann leitaði aftur ár um ár um ár. Um lundan, um súluna, um vertskap, ást og um sælar løtur. Um forfallið, um tíðina ið broytir og um at tað nýggja góða sum avloysir tað gamla góða. Mær untist at kenna Einar tey seinnu árini av lívi hans og okkara sam- band var mest gjøgnum telefonina, hóast vit eisini hittust. Ein sermerktur maður, sum fullur av skapannarlyndi, so hegn- igur málsliga, so glaður fyri at fortelja, so gløggur at undrast og so næstan ir- riterandi nærlagdur. Nú er hann farin og nú kemur kenda ørdindi úr Hávamál og ódeyðilig- gerð Einar, nú hann er í hvítari kistu, nú hávi verður gjørdur burturúr honum, nú hann skal í svørtu mold og nú hann skal hvíla í kirkjugarði- num í Sørvági, millum kransar og steinar til dómadag. Og yvir honum singur Hávamál: »Fæ doyr, frændur doyggja, sjálvur doyr ein at enda. Eitt veit eg ongantíð doyr, dómur yvir deyðum manni.« »Deyðin sendir apríl« er gravsteinurin yvir skaldið Einar Petersen og dómadegi ber hann onga bangheit fyri. Vissan í trúnni vikaði hann ikki. Og fer hann at skriva skaldsøgur í himmiríki? Hvør veit og hví ikki? Hvíl í friði góði vinur. Og takk fyri at tú eisin var til, lívdi og gav okkum møguleika at halda av tær. Jústinus Leivsson Eidesgaard Oddson vil hitta føroyskar íslendingar FÍN VITJAN Jústinus Leivsson Eidesgaard Mikudagin kemur íslendski forsætisráðharrin David Oddson til Føroya á vitjan. Men hann tímir ikki bara at tosa við løgmann og føroyskar politikkarar undir vitjanini. Hann vil eisin hitta sínar egnu landsmenn og tí bjóðar hann teimum til stevnu hósdagin. – David Oddson hevur gjørt av at bjóða sínum landsmonnum við maka til reseptión í Listaskálanum hósdagin millum klokkan fimm og sjey og hann vil fegin hava at allir koma, sigur Poul Mohr, sum er ís- lendskur konsul í Føroyum og sum hjálpir íslendska forsætisráðharranum, tá hann er í Føroyum á vitjan. TÍÐINDASKRIV Onnur Listastevnan er av og hin triðja er dagsett. Hon verður 7. - 17. aug. 2003. Birgir Kruse, sum hevur verið stýrisformaður hetta skeiðið, víkir nú sess fyri Helgu Hjörvar, stjóra í Norðurlandahúsinum, sum verður stýrisformaður, meðan Birgir verður næst- formaður. Hinir báðir stýrislimirnir, valdir av Umboðsráðnum fyri Lista- stevnu Føroya, hava verið Kristian Blak og Jenny Petersen. Samskipari er Oddvá Nattestad. Fráfar- andi formaðurin er stak væl nøgdur við stevnuna. Fólkið hevur tikið so væl ímóti Listastevnuni, at í fleiri førum hevur verið út- selt. Stýrið fyri Listastevnu Føroya er eisini væl nøgt við tað spennandi og ofta nýskapandi samstarv, sum hevur verið við sponsorar. Eins og í fjør ásannar stýrið, at fleiri tiltøk høvdu neyvan verið gjørlig, uttan tann stuðul, fólk hava sýnt við at møta, og harafturat privatum og almennum stuðulsavtalum. Listastevnan takkar her- við øllum, sum møttu og øllum stuðlum, stórum og smáum. Triðja Listastevnan undir fyrireiking Birgir Kruse (ovast) fer nú frá sum formaður fyri stýrisbólkinum og Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum tekur við Einar Petersen rithøvundur farin Lusk og fusk Tað er beinleiðis lusk og fusk, sum gongur fyri seg, tá fiskiloyvi verða givin í slíkum førum sum hetta hjá Norðbúgvanum. Tal- an er um at fáa ídnað- arskipini inn aftur á Føroyagrunnin gjøgnum bakdyrnar, sigur formaðurin í felagnum Nótaskip FISKILOYVI Edvard Joensen Formaðurin í felagnum Nótaskip er einki glaður fyri, at ídnaðarskip hava fingið loyvi at fiska svart- kjaft undir Føroyum. Tað er bæði lusk og fusk, sigur Atli Hansen Atli Hansen sigur, at eftir hansara tykki er tað ein roynd at fáa idnaðarskipini, sum eru beind burtur av Føroyagrunninum, inn aft- ur á grunnin gjøgnum bak- dyrnar, tá tey fáa slík loyvi sum hetta, Norðbúgvin nú hevur. Talan er um skip, sum hava fiskiloyvi til at fiska ídnaðarfisk í Norðsjónum, men sum nú vísa seg at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi. Hendan svartkjaftin, sum nótaskipini meta líkasum at hoyra teirra skipabólki til. –Ídnaðarskipini gingu í síni tíð pengar, upphøgg- ingarstuðul, fyri at fara av grunninum, samstundis sum tey høvdu kvotu í Norðsjónum. Men nú koma skipini, í summum førum onnur og størri skip, aftur á Føroyagrunnin at fiska við loyvi frá Fiskimálaráðnum. Nú eitur tað bert í fiski- loyvinum, at tey hava loyvi at fiksa svartkjaft til matna undir Føroyum, sigur Atli Hansen. Men einhvør, sum fylgir við á økinum, veit, vísir Atli Hansen á, at einki skip kann liva av at veiða svart- kjaft til matna. Og slett ikki hesa árstíðina ber tað til at brúka hann til tað, víri hann á. Tað er lítið at fáa, og svartkjafturin er smáur, so lítil úrtøka fæst burturúr. Teir, sum taka í móti til matna, hava boðað skipun- um frá, at fiskurin í mesta lagi kann vera tvey sam- døgur gamal, tá hann verð- ur avreiddur, um nøkur nytta skal fáast burtur úr honum. Tað vil siga, at fiskast kann í mesta lagi hálvtannað samdøgur, tí eitt hálvt er at sigla av feltinum á marknað, sigur Atli Han- sen. –Og tá nú so lítið er at fáa, sum tað er, loysir tað seg jú ikki. Eingin fer at enda túr við næstan tómum skipi, heldur hann. Tí er tað nærliggjandi at halda, at tað, sum fiskað verður í føroyskum sjógvu nú, er ætlað til ídnað burturav. Atli Hansen, formaður í felagnum Nótaskip, sigur, at hesi fiskiloyvini, sum ídnaðarskipini hava fingið, eru til fortreð hjá teimum, sum altíð hava fiskað svart- kjaftin. Tað næsta verður væl, at neyðugt verður at lata hes- um skipunum eitt sindur av sild og makreli, so tey kunnu klára seg, og so hava vit beinanveg ein vaksandi nótaflota, sum samlað grundarlag ikki verður und- ir, vísir hann á. Hann undrast eisini á, at tað knappliga ikki longur er neyðugt at leggja fullfíggj- aða rakstrarætlan fram, tá ein biður um loyvi til slík skip. Tí tað var annars treytin fyri bara nøkrum fá- um árum síðan. –Í dag síggja vit ætlanir, sum minna óhugnaliga nógv um 80’ ára verkætlan- inar við bæði yvirfígging og einum og øðrum, sigur Atli Hansen. –Og tað tykist, heldur hann, sum tað fer at bera til at fáa enn fleiri skip undir føroyskt flagg upp á hasa kontoina. Hann ávarðar staðiliga í móti at lata fleiri innflutn- ingsloyvi til slík skip ella í heila tikið at lata ídnaðar- skipum fiskiloyvi í før- oyskum sjógvi yvirhøvur. Norðbúgvin misti fiskiloyvið Ídnaðarskipið Norð- búgvin misti fiski- loyvið, eftir at fólk av Brimli vóru umborð og kannaðu veiðina leygardagin. Norð- búgvin fiskaði í før- oyskum sjógvi, hóast hann sambært fiski- loyvinum ikki hevði loyvi til tess FISKIVEIÐIEFTIRLIT Edvard Joensen Norðbúgvin hevur mist fiskiloyvi í fyribils tvær vikur. Skipið fiskaði í før- oyskum sjógvi, tá manning av Brimli kom umborð leygardagin. Sambært fiskiloyvinum hjá Norð- búgvanum hevur hann ikki loyvi til tess. Tí varð fiski- loyvið inndrigið. Martin Kruse, vakthav- andi á Fiskiveiðieftirliti- num, váttar fyri Sosiali- num, at fiskiloyvið er tikið frá Norðbúgvanum í fjúrtan dagar. Reiðaríið hevur tó rætt at kæra avgerðina, sum so kann enda í rættinum. Fyribils er tó ikki ætlan um nakað rættarmál, sigur Martin Kruse. Málið verður nú viðgjørt í Fiskimálaráðnum, har av- gjørt verður, hvussu farið verður víðari fram, ella um nakað meira fer at hendaa í málinum annað enn, at Norðbúgvin fær fiskiloyvið aftur, tá karantenutíðn er av. Tað er sambært grein 45 í lógini um vinnuligan fiski- skap, at Fiskiveiðieftirlitið kann taka fiskiloyvi aftur fyribils, um mett verður, at fiskiskapurin ikki er sam- bærligur við tað, fiskiloyvi sigur. Tað varð í hesum føri- num hildið, at Norðbúgvin fiskaði svartkjaft til ídnað í føroyskum sjógvi, og tað hevur hann sambært fiski- loyvinum ikki rætt til. Norðbúgvin hevur rætt til at fiska svartkjaft til matna í føroyskum sjógvi. Men sagt verður frá teimum, sum taka í móti hesum fiski, at hann í løtuni er ikki egnaður til matna og tí fiska øll skipini til ídnað. Norðbúgvin hevur eisini fyrr avreitt svartkjaft til ídnaðarvirkið Havsbrún í Fuglafirði. Í seinastu viku landaði hann 600 tons til ídnað í Fuglafirði. Tá segði reiðar- in, Bjarti Mohr, við Sosial- in, at skipið hevði fiskað í altjóða sjógvi, og tað hevði hann sambært fiskiloyvi- num rætt til. Fiskiveiðieftir- litið segði tá, at tey ikki høvdu kannað Norðbúgv- an, men upplýsingarnar, tey høvdu fingið frá skipinum, søgdu eisini, at hann hevði verið í altjóða sjógvi. Leygardagin fór so fólk av Brimli umborð á Norð- búgvan, sum tá var í før- oyskum sjógvi, og tað vísti seg tá, at hann fiskaði svartkjaft, sum Fiskiveiði- eftirlitið metti skuldi nýtast til ídnað. Tí varð fiskiloyv- ið tikið beinanveg, og aftur- hildið í fjúrtan dagar. Bjarti Mohr, reiðari á Norðbúgvanum, sigur við Sosialin, at hann hevur als onga viðmerking til tað, sum nú er hent. –Tað er bæði lusk og fusk, sum gongur fyri seg, tá ídnaðarskip, sum hava fingið pengar fyri at fara av Føroyagrunninum, koma innaftur gjøgnum bakdyrnar, sigur Atli Hansen, formaður í felagnum Nótaskip Norðbúgvin misti leygardagin fiskiloyvið, tið hann fiskaði svartkjaft í føroyskum sjógvi. Fiskiveiðieftirlitið metti, at ætlanin var at landa veiðina til ídnað, og tað hevur Norðbúgvin sambært fiskiloyvinum frá Fiskimálaráðnum ikki loyvi til C M Y K 7 6