Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 157 - 20. august 2002 Nr. 157 - 20. august 2002 5 Jørn Astrup Hansen heldur tað vera nógv fyri, at peningastovn- arnir nú fáa skyldina fyri, at skipanin við rentustuðli er vorðin torfør at umsita og ábendingar eru um misnýtslu BÚSKAPUR Heri á Rógvi Í seinastu hevur tað í fjøl- miðlunum verið varpað ljós á spurningin um skipanina við bruttoskattalógini. Pen- ingastovnarnir eru vorðnir kritiseraðir fyri teirra leik- lut, har funnist serliga verð- ur at tí, at bankarnir ikki vilja samstarva við mynd- ugleikararnar um eftirlit við lánum og viðurskifti í tí sambandi. Ikki minst í oddagreinini í Sosialinum fríggjadagin, og hetta hevur fingið Jørn Astrup Hansen, forstjóra í Føroya Banka, at svara aftur. – Tað er ikki rímiligt, at politikarar og fjølmiðlarnir geva peningastovnunum skyldina, nú tað vísir seg, at rentustuðulsskipanin er tor- før at umsita og eftir øllum at døma hevur givið høvi til misnýtslu. Peningastovnarnir hava fleiri ferðir ávarað ímóti skipanini, sum umsiting-ar- liga er eitt monstur og sum bjóðar til misnýtslu. Um tað eru nøkur skyldug í hes- um málinum, eru tað polit- ikararnir, sum skundaði eina vánaliga lóg ígjøgn- um, og sum valdu at yvir- hoyra allar ávaringar, tá tíð var til tað. Og so skulu tað nokk vera nakrir uppfinn- ingarsamir húsaeigarar, sum hava verið minni um- hugsnir og hava havt møgu- leikan til at fíggja eitt bil- keyp við pant í húsinum. Men eg kann ikki trúgva, at peningastovnarnir vitandi hava viðvirkað til at snýta skattamyndugleikan, sigur Jørn Astrup Hansen í sínum lesarabrævi, ið stendur prentað í fullum líki aðra- staðni í blaðnum. Jørn Astrup Hansen setir eisini spurnartekin við, hví hetta verður tikið fram í ljósmálan nú, tí peninga- stovnarnir hava ferð eftir ferð gjørt vart við hetta. Hann heldur, at í framtíð- ini kundu landsins mynd- ugleikar lagt seg meira eftir at lurta eftir fólki við fak- ligari vitan, tá sovorðanar lógir skulu gerast. Í dag – týsdagin – verður ríkisfundur hildin í Vágunum RÍKISFUNDUR Heri á Rógvi Tað er ikki á hvørjum degi, at vágafólk hava ríkisfund í oynni. Ì dag – týsdagin – hittast teir tríggir, Anfinn Kallsberg, Jonathan Motz- feldt og Anders Fogh Rasmussen, á ríkisfundi í Miðvági. Ríkisfundurin verður á Skipaeftirlitinum í Miðvági, og hann byrjar kl.17.30. Anders Fogh Rasmussen, danski forsæt- isráðharrin, og Jonathan Motzfeldt, grønlendski landsstýrisformaðurin, koma til Føroya við flog- farið seinnapartin týsdagin. Fylgið hjá Anders Fogh Rasmussen er rímiliga stórt. Hann hevur hevur átta fólk afturat sær í sínum fylgi í flogfarinum úr Keypmannahavn. Talan er um embætisfólk, ið starvast hjá Statsministeriet. Har- umframt verður eisini ríkis- umboðið í Grønlandi rokn- að uppí fylgið hjá forsætis- ráðharranum. Grønlendski landsstýris- formaðurin hevur, umframt frú, eisini trý embætisfólk við sær. – Stjórnin leggur stóran dent á, at vit hava eitt gott og konstruktivt samstarv í ríkisfelagsskapinum. Eg gleði meg tí til at skifta orð við løgmann og landsstýrisformannin, sigur Anders Fogh Rasmussen í tíðindaskrivi. Anfinn Kallsberg ger viðmerkingar til ríkisfund- in aðrastaðni í blaðnum í dag. Annars er tað at siga um skránna, at Anders Fogh og Jonathan Motzfeldt koma til Føroya kl. 16.40, og teir fara longu í eldin kl. 17.30. Fundurin er settur til at enda kl. 20, tá tíðindafund- ur er á skránni í hølunum hjá Skipaeftirlitið. Sum altíð verður eisini skipað fyri einum døgurða í glæsiligum umhvørvi. Klokkan 21 verða húsini hjá Húsmøðrafelagnum í Sørvági karmur um ein døgurða fyri teir tríggjar stjórnarleiðararnar og teirra fylgi. Mikumorgunin verður stuttur fundur hildin í skúl- anum í Bø millum Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg. Klokkan tíggju kemur Jonathan Motzfeldt eisini á fund til klokkan 10.30, tá reikað verður av, og klokkan 11 fer Anders Fogh Rasmussen við Atlan- tic Airways til Keypmanna- havnar. Útnorðurfundur Hóast Anders Fogh Rasmussen fer avstað, so verður Jonathan Motzfeldt kortini hangandi í okkara parti av heiminum við fylgi sínum. Mikudagin verður nevniliga útnorðurfundur, sum er tann fyrsti av sínum slag í longri tíð. Íslendski forsætisráð- harrin, Davíð Oddson, og fylgi koma til Føroya miku- dagin kl. 16.40. Klokkan 19 verður útnorðurfundur, har Davíð Oddson fer at fundast við Anfinn Kalls- berg og Jonathan Motz- feldt. Eisini kemur Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti, til landið. – Forsætismálaráðharri Íslands verður gestur løg- mans hósdagin 22.08 og fríggjadagin 23.08, har hann fær høvi at hitta myndugleikar, vinnulív og mentanarlív okkara. Ísl- endski forsætismálaráð- harrin fer avstað aftur við Atlantsflogi fríggjadagin seinnapartin beinleiðis til Reykjavíkar, sigur løg- mansskrivstovan í tíðinda- skrivi. Á økinum við FK í Hoyvík verður gjørt klárt til tveir nýggjar bygningar BYGGING Heri á Rógvi Í Brekkutúni í Hoyvík – har m.a. FK og Oljumálstýrið halda til – eru menn farnir undir at gera klárt til tveir nýggjar bygningar. Tað er lendi við síðurnar av hús- unum hjá samkomuni Emmanuel, sum í hesum døgum verður gjørt klárt, planerað. Økið hevur stað- ið órørt síðani stykkað varð út í Hoyvík. Langt um leingi verður so gjørt klárt til tveir nýggjar bygningar. Upprunaliga var talan bert um eitt grundstykki, men økið er síðani vorðið til tvey grundstykki. Annan av bygningunum eigur Kaj Andreasen & Co. Fyritøkan, ið fæst við sølu av ymsari útgerð mest til byggiarbeiði, hevur áður húsast á Sandvíkarhjalla, men nú verður alt virksem- ið flutt oman í Hoyvíkina. Kaj Andreasen sigur, at bygningurin verður einar 500-600 m2 til støddar. Bygningurin skal hýsa handli, skrivstovu og goymslu hjá Kaj Andreasen & Co. Farið verður í gongd við at byggja í heyst, men tað er enn óvist, nær bygg- ingin verður liðug. Eftir ætlan verður eisini parker- að á økinum hjá Kaj Andre- asen, soleiðis at FK-kund- arnir fáa gott rúm til bilarn- ar. Hitt økið eigur SP/F Trygil. Felagið eigur bát- arnar M/S Brattanes og M/S Goliath. Brattanes er ein línubátur og Goliath er ein sleipibátur. Jørn Astrup um bruttoskattalógina: Bankarnir hava víst á vandan Ríkisfundur í Vágum Tað verður Skipaeftirlitið í Miðvági, sum verður karmur um ríkisfundin á hesum sinni. Eisini verður fundast í skúlanum í Bø mikumorgunin Mynd: Edvard Joensen. Jørn Astrup Hansen heldur, at politikararnir eiga sjálvir skuldina fyri, at skipanin við rentustuðli verður misnýtt Tveir nýggir bygningar Tað er á hesum økinum við FK í Hoyvík, at gjørt verður klárt til tveir nýggjar bygningar Mynd: Álvur Haraldsen Sjúklingar á sjúk- lingahotellinum Tórshavn í Keyp- mannahavn, siga, at tað er ikki livandi á hotellinum. Hetta er størsti brølari, sum nakrantíð er gjørdur í heilsuverkinum, siga tveir av sjúklingunum HEILSUVIÐGERÐ UTTANLANDS Áki Bertholdsen – Hetta er størsti brølari, sum nakrantíð er gjørdur í føroyska heilsuverkinum. Dómurin, sum sjúklingar fella yvir føroyska sjúk- lingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, er harður. Vit hava tosað við tveir av sjúklingunum, sum búgva á hotellinum og teir siga báðir, at umtøðurnar á hotellinum eru so vánalig- ar, at tað er ikki livandi, sum teir taka til. Og teir skuldu vita, hvat teir tosa um, tí teir hava verið leingi á hotellinum. Jákup Oluf Breiðaskarð úr Fuglafirði hevur skjótt búð á hotellinum í tvey ár og Bjarti Mortensen á Tvør- oyri hevur verið har í átta mánaðir. Jákup Oluf hevur fingið nýggj lungu og Bjarti bíðar eftir at fáa nýggj lungu. – Umstøðurnar á hotelli- num eru so vánaligar, at hevði eg havt umstøður til tað, var eg rýmdur onkra aðrastaðni at búð, sigur Jákup Oluf. Bjarti Mortensen sigur somuleiðis, at tað er ótol- andi at búgva á hotellinum. Sleppa ikki í bað Tað, sum teir báðir serliga fýlast á, er, at húsið er í so ringum standi. Eitt nú siga teir siga, at svampur er í nøkrum av kømurunum og tað hevur verið til stóran ampa hjá teimum sjúklingum, sum hava havt tey kømuruni. – Somuleiðis virkar út- luftingin ikki og tað er lítið tespuligt, tá ið tað eru 30 hitastig uttanfyri. Sólin stendur í vindeyguni og tað er ikki verandi inni á kømurunum um dagin og tað er ov heitt at sova. Nýliga frættist eisini, at legionellabakteriur vóru staðfestar í vatninum í húsi- num. Legionellabakterian kann elva til legionersjúku, sum er ein álvarsligur lungnabruni. – Hetta er serliga álvar- samt hjá fólki, sum eru sjúk, tí ofta er immunverjan frammanundan veik av sjúku. Tískil hevur embætis- læknin í Keypmannahavn rátt okkum frá at fara undir brúsu til bakterian er bast. Tey, sum eru sjúk við veik- ari immunverju, eitt nú sjúklingum við lungnasjúk- um og hjartasjúkum, sleppa tí ikki undir brúsu, hóast tað eru 30 hitastig uttanfyri. – Bjarti Mortensen sigur, at tað eru einir 15 sjúkling- ar á hotellinum, sum sostatt ikki sleppa í bað, men mugu vaska sær við lappa frá hálsinum og niðureftir og andlitið og hárið mugu teir einans vaska í kókaðum vatni. Legionella bakterian trív- ist best í hita ímillum 20 og 45 stig, men tað er ikki óvanlig í stórum húsum at lækka hitan á tí heita vatni- num fyri at spara, sigur em- bætislæknin í eini frágreið- ing og leiðbeining til sjúk- lingarnar á Hotel Tórshavn. Hann leggur tó afturat, at vandin fyri smittu er ógvu- liga lítil, men kortini er neyðugt at vera fyrivarin. Sjúkueyðkennini eru sum við influensu og fepur og turrur hosti, men bakterian kann elva til lungnabruna, sum kann gerast álvarslig- ur, serliga hjá fólki, sum eru veik frammanundan. Bæði Bjarti Mortensen og Jákup Oluf Breiðaskarð siga, at tað er hent, at fólk, sum eru niðri á sjúkaørind- um heldur fara onkra aðra- staðni at vera, heldur enn at verða á hotellinum, tí tey tora ikki at búgva á Tórs- havn. Tá ið málið um legionella bakteriurnar tók seg upp, vóru tað eisini nøkur, sum heldur lótu seg leggja inn á Ríkissjúkrahúsið, enn at vera á hotellinum. Teir vísa eisini á, at í summum førum hevur Ríkissjúkrahúsið mælt sjúklingum til at finna sær onkra aðra staðni at vera, heldur enn at fara á Hotell Tórshavn. Vánalig kømur Teir siga báðir tað kann ganga hjá fólki, sum eru á hotellinum nakrar fáar dag- ar. – Men hjá fólki, sum skulu vera her leingi, er tað ótolandi. Tað eru ongar íbúðir til fólk, sum hava langa sjúkralegu, so líka mikið um talan er um einsamalt fólk, ella talan er um heil húski, so hava tey bara eitt lítið kamar. Tað eru fólk, sum hava búð tvey, trý og fýra inni á ein- um lítlum kamari í vikur, eitt nú tá ið tey eru niðri við sjúkum børnum. – Tað er ikki lív. Tað rætta hevði verið, at fólk, sum skulu vera her leingi, høvdu eina lítla íbúð, men tað er onki, sigur Jákup Oluf breiðaskarð. Tað kemur eisini fyri, at tað eru so fult á hotellinum, at fólk mugu verða flutt runt á hotellinum fyri at fáa kabalina við mannfólki og konufólki á kømurnunum at ganga upp. Sostatt er tað ikki óvan- ligt, at fólk hava eitt kamar eina nátt, eitt annað kamar náttina eftir o.s.fr. og tað hevur enntá verið reitt upp á einum baðiverilsi fyri at fáa rúm fyri øllum. Teir halda eisini, at hotellið liggur illa fyri, tí har er púra onki fríøki rundanum, so nógv fólk sleppa ikki út og samband- ið við bussi er trupult. – Tað verður snøgt sagt púra onki gjørt fyri trivnað- in hjá fólki. Fólk, sum búgva her, eru mangan rættiliga sjúk og tí hevur trivnaðurin alstóran týd- ning, men trivnaður er als ongin, sigur Jákup Oluf Breiðaskarð. – Her sita vit so, uppi á fimtu hædd, mitt í Keyp- mannahavn og tað er einki stuttligt í longdini. Jákup Oluf Breiðaskarð og Bjarti Mortensen siga, at teir hava gjørt báðar teir undanfarnu landsstýris- menninar í heilsumálum varugar við støðuna, men at teir hava ikki fingið so mik- ið sum eitt svar. Johan Dahl, løgtings- maður, fer nú at reisa málið um tær vána- ligu umstøðurnar á Hotel Tórshavn á Løgtingi HEILSUVIÐGERÐ UTTANLANDS Áki Bertholdsen Ein av teimum, sum sjálvur hevur merkt eitt sindur av, hvussu vánaligar umstøð- urnar á Hotel Tórshavn eru, er Johan Dahl, nývaldur Løgtingsmaður fyri sam- bandsflokkin í Suðuroy. Og hann sigur, at tá ið hann kemur heimaftur, fer hann at reisa málið í tingi- num. Hann er í løtuni niðri í sjúkraørindum við einum barni, men hann hættaði sær ikki at gista á Hotel Tórshavn og læknarnir á Ríkissjúkrahúsinum ráddu honum eisini frá, og hann fann sær tískil aðra gisting í Keypmannahavn. – Eg hætti mær ikki at fara á hotellið við einum sjúkum barni so fyri at tryggja meg, fann eg aðra gisting, sigur hann. Hann sigur, at nú hann kemur heimaftur, fer hann at reisa ein skrivligan fyri- spurning í Løgtinginum til Bill Justinussen, lands- stýrismann í heilsumálum, um viðurskiftini á Hotel Tórshavn. Hann sigur, at hóast hann ikki sjálvur hevur gist á hotellinum, hevur hann tos- að við sjúklingar, sum búgva á hotellinum og tað, sum teir siga, ljóðar ikki gott. – Mær er sagt, at trupul- leikin er ikki nýggjur og eg skilji ikki, at onki er gjørt við hann, sigur hann. Hann sigur, at tað er ikki bara hetta, at tú kanst verða smittaður við legionella, eins og greitt er frá í grein- ini omanfyri. – Men bara tað, at fólk, sum frammanundan hava sjúku at dragast við, eisini skulu hava ampa av at vera á hotellinum, átti at verið nógv mikið til málið varð tikið upp. Kann ikki vera rætt Hann vísir eisini á, at tað er púra onki fríøki við hotelli og tað kann ikki vera mein- ingin, at sjúk fólk skulu sita í einum blokki mitt í Keyp- mannahavn, har summi ikki hava møguleika fyri at sleppa út. Johan Dahl sigur, at tað er neyugt at gera vart við støðuna, so at málið kann vera tikið upp politiskt og tí fer hann at reisa fyrispurn- ingin, so at trupulleikin kann vera loystur. – Eg ætli mær at spyrja landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera fyri at loysa trupulleikarnar, sum eru, so at tey, sum hava brúk fyri hotellinum, fáa betri umstøður. – Eg haldi, at minsta kravið er, at tey, sum hava brúk fyri hotellinum, eru nøgd við umstøðurnar og føla seg trygg. Tað kann ikki vera rætt, at tey, afturat sjúku, skulu bera ótta fyri at vera á hotellinum, tí tað er leggja teimum stein oman á byrðu. – Har skal vera trygt og gott at vera og tí mugu vit taka málið upp og finna eina virðiliga loysn. Sjálvur heldur Johan Dahl ikki, at umstøðurnar eru nóg góðar. – Eitt nú haldi eg, at hotellið átti at havt ein buss, sum kundu koyrt aftur og fram við sjúklingum og teirra avvarðandi, eitt nú til Ríkissjúkrahúsið og til ym- isk fríøki, so at tey eisini sluppu út og tað er heldur ikki nøktandi, at skipanin, sum luftar út og heldur svalligt inni, ikki virkar. Hættaði sær ikki at vera á Hotel Tórshavn Tað er á fimtu hædd í hesum húsinum, at sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn heldur til. Men umstøðurnar eru út av lagi vánaligar, siga sjúklingar, sum hava verið leingi á hotellinum Hevði eg kunnað so var eg rýmdur Tað skal veratrygt og gott at vera á Hotel Tórshavn og tí er tað neyðugt hjá okkum politikarum at taka ónøgd- ina hjá sjúklingum til við- gerðar, so at vit finna eina loysn, sigur Johan Dahl, sum eisini hevur merkt trupul- leikarnar – Tað verður snøgt sagt púra onki gjørt fyri trivnaðin hjá fólki. Fólk, sum búgva her, eru mangan rættiliga sjúk og tí hevur trivnaðurin alstóran týdning, men trivnaður er als ongin, sigur Jákup Oluf Breiðaskarð C M Y K 5 4