týsdagur 20. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 157 - 20. august 2002
Nr. 157 - 20. august 2002
3
Narayana vitjaði Vág
Seglbáturin S/y Nara-
yana vitjaði fríggja-
dagin 16. august á
Vági, eftir hava verið
á ferð í úr Miami síð-
ani tann 30. juni.
Steðgurin í Vági var
stuttur, og hildið varð
skjótt fram til Noregs,
har ferðin endar
BÁTAR
Dagfinn Olsen
Norski seglbáturin, N/Y
Narayana, lá fríggjadagin á
Vági, og tá hevði manning-
in ikki nomið land, síðani
fráferðina úr Miami tann
30. juni.
Málið er at koma til
Steigen í Noreg.
Tað eydnaðist ikki tygara
útsenda at fáa orð á mann-
ingina, ið nýtti stuttu tíðina
í Føroyum at hvíla í. Tær
ferðirnar, vit hugdu fram-
við á bryggjuni, var eingin
omandeks. Men fylgjast
kann við ferðini hjá Nara-
yana á internetinum. Har
sæst, at ætlanin júst hevuir
verið at koma til Suðuroyar
hóskvøld. Har er samband
til góð hjálparfólk, ið skulu
koma til hjálpar at fáa segl-
bátin trygt í Havn og ein
Magni skal setast av. Hetta
sæst í dagbókini, ið sæst á
netinum, og eisini sæst, at
skiparin eitur Jan Erik.
Eisini sæst kort yvir
afturum løgdu ferðina og
frágreiðing og myndir av
ódnini Arthur, sum trupul-
leikar hava verið av á ferð-
ini.
Leygardagin var Nara-
yana farin víðari. Talan er
um seglbát úr træi. Í skriv-
andi løtu er heimasíðan
bert dagførd til tann 15. au-
gust, har taðå sæst, at kom-
ið er undir føroyar.
Fylgjast kann við ferðini
hjá Narayana á heimasíðuni
http://www.kun.nl.no/atlant
er.html
Skála Ítróttarfelag
TÍÐINDASKRIV
Skála Ítróttarfelag tekur
táttin frá í fjør uppaftur og
skipar enn einaferð fyri
stórum dansitiltaki í ítrótt-
arhøllini. Hesaferð verður
tað kendi norski dansibólk-
urin Sakarina, sum fer at
spæla til dans.
Í fjør brettu skálafólk upp
ermar og skipaðu fyri ein-
um stórum dansitiltaki í
ítróttarhøllini. Byrjað varð
við stórum borðhaldi, har
umleið 500 fólk fóru til
borðs, meðan Hilmar Jan
Hansen undirhelt gestun-
um. Eftir borðhaldið trein
kendi norski dansibólkurin
Scandinavia fram á pallin,
og hann spældi góðan
dansitónleik til klokkan var
umleið fýra.
Tiltakið eydnaðist stak
væl. Gestir, fyrireikarar og
ikki minst tónleikararnir
vóru serstakliga væl nøgdir
við kvøldið, og tað hevur
givið skálafólkið blóð á
tonna. Tí skipar felagið fyri
líknandi tiltaki aftur tann 5.
oktober í ár.
Hesaferð hevur Skála
Ítróttarfelag fingið kenda
norska dansibólkin Saka-
rina at spæla til dans.
Sakarina varð stovnaður í
1982 og hevur sín uppruna
í Norðurnoregi. Fimm tón-
leikarar eru í bólkinum.
Serliga 15 tey fyrstu árini
var bólkurin kendur fyri at
spæla á teimum nógvu
kendu dansibandsfestival-
unum í Noregi.
Bólkurin var við á fyrsta
festivalinum
í
Seljord.
Hann hevur eisini verið við
í Tromsø, í Førde, Orkla,
Alta, Lakselv, haraftrat var
hann við, tá skipað varð
fyri stórari dansigalla í
Nerpe í Finnlandi.
Í 1997 gav Sakarina sína
fyrstu fløgu út. Fløgan
»Sakarina« fekk ógvuliga
góða undirtøku, tá hon kom
út, og longu árið eftir hevði
bólkurin fingið fótin fastan
á Dansetoppen hjá NRK
P1, sum er hittlistin fyri
slíkar bólkar. Har hevur
hann ligið meira ella minni
fast líka síðan.
Í apríl mánaði í 2000 gav
bólkurin aðru fløgu sína út,
og »Kvinnen i mit liv« hev-
ur fingið líka góða undir-
tøku, sum tann fyrra. Hetta
hevur m.a. borið í sær, at
bólkurin í heila tikið hevur
fingið
nógvar
nýggjar
fjepparar, og hann er nógv
umbiðin at spæla til dans
kring um í Noregi. Seinni í
heyst er ætlanin at triðja
fløgan hjá bólkinum skal
koma á marknaðin.
Sakarina spælir mest
egnan tónleik av fløgunum,
men teir smæðast ikki fyri
at spæla løg hjá øðrum
kendum bólkum við. Hetta
ger tónleik teirra fjølbroytt-
ari, og skuldi tað eisini bor-
ið við sær, at tað verður
spennandi og fjølbroyttur
dansur á Skála tann 5. okto-
ber.
Farið verður at selja at-
gongumerkir til tiltakið á
Skála um mánaðarskiftið,
og tá verður lýst nærri, hvar
atgongumerkini vera at fáa.
Sakarina spælir til dans á Skála
Norski seglbáturin Narayana
vitjaði fríggjadagin 16.
august á Vági, eftir fráferð úr
Miami tann 30. juni
Mynd: Dagfinn Olsen
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum, sum mintust
meg á 85 ára degnum 27. juli við at vitja inn
á gólvið, við uppringingum, telegrammum
og gávum. Takk fyri øll somul.
Bestu heilsanir
Jona Eidesgaard
Byrsumaður dømdur:
Skal hava hjálp fyri trupulleikar
Fríggjadagin kom
maðurin, sum skeyt
eftir politinum fyri
góðum fimm vikum
síðani, í rættin. Har
varð hann dømdur
sjey mánaða fongsuls-
revsing, harav fýra
mánaðar eru treytað-
ir
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Rætturin kom ásamt um, at
skjótingin eftir løgregluni
við Sundsvegin fyri góðum
fimm vikum síðani, var
meira eitt róp um hjálp enn
nakað annað. Og hetta er
grundgevingin fyri, at rætt-
urin valdi at geva manni-
num ein sokallaðan kombi-
neraðan dóm, sum sigur, at
hann skal sita inni í tríggjar
mánaðar, meðan fýra mán-
aðar eru treytaðir.
– Hesin dómurin er
kanska eitt sindur óvanlig-
ur, tí maðurin hevði fleiri
álvarsamar ákærur. Ein av
teimum var at skjóta eftir
politinum í tænastu. Men
kriminalforsorgin
hevur
givið okkum nakrar frá-
greiðingar, so vit kunnu
væl grundgeva fyri, hví vit
hava valt henda kombiner-
aða dómin, sigur Linda
Hesselberg, ákæri.
Ákærin vísir á, at rættur-
in metir, at viðhvørt er tað
ikki bara revsing, sum
hjálpir hjá viðkomandi.
Men afturfyri at fáa ein
kombineraðan dóm, so skal
tann 39 ára gamli maðurin
hava hjálp frá fakfólki.
Hann skal nú sita í arrest-
ini, har hann fær hjálp
ímóti
alkoholmisnýtslu,
umframt at hann fær hjálp
við sosialum og psykiskum
trupulleikum. Hetta skal
hann síðani halda fram við,
tá hann fer undir tann treyt-
aða dómin.
Ákærin vildi hava mill-
um seks og sjey mánaða
fongsulsrevsing, og hetta
endaði við sjey.
– Tað, at vit hava valt ein
kombineraðan dóm, er tikið
út frá tí einkulta persóni-
num. Hetta vil ikki siga, at
vit fara at halda okkum til
hetta næstu ferð, um tað
skuldi hent aftur. Men
hesuferð varð mett, at fyri
at sleppa frá at síggja
mannin aftur í hesum sam-
anhanginum, kundu vit best
hjálpa honum á henda hátt,
sigur Linda Hesselberg.
ÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Sunnudagin kom brádliga
eldur í ein koyrandi bil.
Bilurin var staddur beint
við Leitisvatn á Vágoynni.
Politiið í Vágunum veit
ikki, hví eldur kom í bilin,
men bilurin kolaðist upp
allur sum hann var. Ongin
fólkaskaði var av eldinum.
Brandmenn vóru við til
at sløkkja eldin, men bilur-
in er so illa farin, at har er
onki at síggja, og tí ber ikki
til at finna útav, hvør orsøk-
in til eldin var.
Eldur í koyrandi bili
Eldur kom í koyrandi bil við Leitisvatn á Vágoynni
sunnudagin. Ongin veit at siga, hví eldur kom í
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
3
2