Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UK SOSIALURIN Kræklingaalistødin og laksa- kræklingaalisteðina hjá Atlan stoyptum kistum, skal steðin í Kaldbaksfirði byggjast við grótkestum út frá landi. Bæði í Kald- baksfirði og í Funnings- firði eru lagdar út flotlín- ur, sum hava trossar við kræklingi hangandi niður úr. Arbeiðsgongdin hjá At- lantic Shellfich í Kald- baksfirði verður henda: 1. byggistig fevnir um ar- beiði at leggja grótkast so mikið langt út frá landi, at tað verður nokk dýpi til at hava tríggjar metrar lang- ar trossar hangandi. Talan er um at fáa 1000 trossar út. 2. byggistig fevnir um, at leggja út konstrukti- ónir so, at tað ber til at ar- beiða bíliga og lætt t.d. so- leiðis at tað ikki verður neyðugt at skula arbeiða við báti. Tvertur um grót- kastini verða lagdir sker- stokkar, sum trossarnir skulu hanga í. Eisini her er talan um 1000 nýggjar trossar. 3. byggistig fevnir um eki til at seta hús og eitt virki á. Eisini her skulu 1000 trossar við kræklingi út í sjógvin. Ala 80—100 tons Tá so steðin verður liðugt útbygd um eini trý ár verða har tilsamans 3000 trossar. Hetta skuldi kunna givið eina fram- leiðslu av vaksnum kræk- lingi uppá millum 80 og 100 tons. Gongur sum ætlað verður klárt at pilka tey fyrstu 20 til 30 tonsini um hálvtannað ár. — Fer tílík alisteð at geva nógv arbeiði av sær, spurdu vit Knút Nolsee? — Tað verður arbeiði til nekur fólk, og tá pilkingin fer fram til enn fleiri. Men tað er greitt, at tað er av- markað, hvat ein steð, sum framleiðir 100 tons um árið kann geva av arbeiði. Aðrastaðni hava teir steðir, sum framleiða 1000 tons um árið. Sjálvur haldi eg, at vit eiga ikki at taka munnin ov fullan í byrjanini. Politikararnir seinir — Nú eru tit so byrjaðir av álvara, men hevur tað ikki verið trupult at fáa fólk at trúgva uppá, at kræk- lingaaling kundi blíva til nakað her hjá okkum? — Tað eru skjótt 12 ár farin síðani vit byrjaðu royndirnar. Eingin hevur trúð uppá hetta, og tað hevur verið tungt at fáa upplýsingar til vega. Vit hava mangan roynt at fingið stuðul; men eingin hevur reagerað. Nú tað vísir seg at vera ov trongt úti á havinum bæði aðra- staðni og heima hjá okkum sjálvum, so duga fólk at skilja, at vit mugu finna uppá okkurt annað. Vísindamenninir hava stuðlað okkum, men poli- tikararnir hava verið sein- ir at innsíggja, at nakað var í hesum, og tí eru vit ikki komnir longur enn steðan er í dag. Try ár at fáa loyvi Knút Nolsee upplýsir víð- ari, at tað hevur tikið teimum meira enn trý ár at fáa loyvi til at gera tað arbeiði, sum higartil er gjørt i ár. Hetta er eitt arbeiði = uppá umleið 100.000 krónur. — Vit hava eisini verið noyddir til at fara eftir grótinum til grótkast seks kilometrar longur burtur, enn har tað var at fáa. Tískil hevur hetta arbeiðið verið mun- andi dýrari enn ætlað. Og soleiðis hevur tað verið alla tíðina. Mótgangur og mótgangur, og tað er greitt, at hetta hevur tarn- að okkum nógv. Knút vísir á, at nú tyk- ist tað at vera stórur og sílaalisteðin lið um lið. Innast móti landi í Kaldbaksfirði síggja vit byrjanina til tic Shellfish. Uttanfyri síggjast flótihyljar hjá Salmo, sum alir laks og síl áhugi hjá fleiri monnum at koma í gongd við at ala krækling. Hetta mest av fleiri orsekum, m.a. tí, at tað vísir seg, at hann veks- ur væl hjá okkum, at vit hava ein steðufastan skeljafisk sum ikki svim- ur, at hann er harðbólin móti sjúkum, og at hann skal ikki hava annað fóður, enn tað hann kann síla burtur úr sjónum. Ikki minst hetta seinasta hevur fingið menn at vísa hesi alingini stóran ans. Við síla- og laksaaling er tað júst fóðurið, sum er ein av teimum stóru út- reiðslupostunum. Fyrimunir — Hvussu metir tú megu- leikarnar vera at konkurr- era við onnur lond, sum eisini ala krækling? — Vit koma at hava fleiri fyrimunir. Vit koma at arbeiða bíligari, tí tað krevst lítil reinsing av okkara kræklingi. Kanningar vísa eisini, at tann kræklingurin, sum veksur her hjá okkum, er framúr sunn og góð mannafeði. Í okkara grannalondum, har kræk- lingur verður aldur, skal hann reinsast, og í flestu forum vera í karantenu, áðrenn hann kann mark- naðarferast. Vit hava eisini eina vakstrartíð, sum er millum eitt og hálvtannað á skjótari enn í grannalondunum. Vit hav betri haus es fil alingina. Aðrastaðni har veturin er kaldur, veksur kræklingurin ikki um vet- urin, Her i Føroyum veks- ur kræklingurin eisini um veturin, ti veturin er so mildur. Vit hava tvær fóðursesongir. Ein er um várið og út á summarið, tå kræklingurin etur tað, sum havið gevur av sær av djóra- og plantuæti, meðan hin er út á heysti, tá hann fær stórt tilskot av tí, sum hagin gevur av sær við regni og ferir oman við áunum. Alt hetta ger, at vit eru ferir fyri at koma skjótt og gott til eina góða veru. Vit skulu og vit vilja — Men Knút, tað er ikki óvanligt at hoyra menn siga, at vit skulu ikki altid apa okkum eftir eðrum og eru vit ikki alt ov seinir at koma í gongd? — Vit eiga ikki at hanga okkum í, hvat aðrir kunnu gera og hava gjert, men harafturímóti eiga vit at siga, at vit skulu og vilja gera nakað. Hetta hava vit hoyrt so oftani fyrr. Spaniólar hava framleitt saltfisk langt áðrenn fer- oyingar, men vit selja i dag allan okkara saltfisk til m.a. teirra, og tað er blivið meira ár um ár. Amerikanarar hevdu flak langt áðrenn vit komu inn í myndina. Og soleiðis kann vísast á fleiri dømi. Uppá fyrispurning hvussu tað er stætt við okkara villa kræklinga- stovni í Feroyum, sigur Knút Nolsee, at vit hava nekur sera virðismikil eki, har kræklingurin enn livir, men hann livir undir ring- um umsteðum. Frálík uppfinning hjá Jan Beck Knút vísir nú á, at her hevur Jan Beck á Skála gjørt eina frålika uppfinn- ing. Tad er at savna larvu å stødum, har kræklingur, frá náttúrini livur og fáa hann upp í nakrar trossar úr tvinnaðum neti. Burt- urkast frá gamlari nót ella toskagernum verður brúkt til hetta endamál. Endamálið við hesum er, at tann lítli kræklingurin verður útklæktur í hesum trossum. Uppá henda mátan eru vit sjálvbjargn- . % | Knút Nolsøe í ferð við at leggja trossar út vid Tíggjará ir við ynguli í upp til nógv eina hosu og hongd út á 1000 tons í framleiðslu. Hetta er av allarstersta týdningi fyri framtíðar alingina av kræklingi her heima. Knút sigur víðari, at vit við hesum háttinum kunnu fáa yngul uppá nógv biligari og betri máta enn aðrir. Aðrastaðni hongja teir snórar út í sjónum millum boyur fyri at fáa larvu, sum svimur í sjónum, at festa seg og harvið vaksa til ein lítlan krækling. Tá hon so er blivin til ein krækling uppá umleið 1 cm., verður hon koyrd í Ein undangongumaður A hesi myndini síggja vit Jens Bech av Skála rigga útgerð til at gera vakstrarroyndir við kræk- lingi til í Tjaldavík í Suðri. Jens, sum ikki er blað- ungur longur, hevur verið við at gera royndir við kræklingi ell hesi árini hetta arbeiðið hevur verið gjørt, og hann er „still going strong« alisteðunum. Har verður eitt rættiliga stórt svinn, í mun til uppfinningina hjá Jan Beck at leggja trossar á tey náttúrligu gítingar- plássini og so fáa larvu at vaksa inni í trossunum har. Bestu ekini fyri yngul- framleiðslu eru norðan fyri Streym, eitt pláss sum verður nevnt Kræk- lingavík. Tað er á hesum plássinum, at alisteðirnar í Funningsfirði og Kald- baksfirði hava lagt trossar út og síðani flutt teir til alisteðirnar. Hesir trossar Framhald á síðu 11 6 || JU, TA ——