Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SOSIALURIN Við telefunken Video-Recordaranum er gjørligt at gera sina egnu sjonvarpsskrå Við videotólinum frå TELEFUNKEN, Video Recorder og Timer Tuner gerst tú sjálvur av nær tú vil síggja sjónvarp. Umframt nógvar møguleikar vid hesum tóli kanst tú sjálvur bæði spæla og upptaka videofilmar beinleiðis frá sjónvarpi. — Ikki so lítil fyrimunur. Perlan er kend fyri góðan mat. Higar kanst tú bjóða vinum og kenningum til ein góðan degurða og er talan um klæðir eru HAZY og GUNDER eisini millum hevuðs- vinningarnar. Og minnist so til: Øll tey, sum fáa fulla plåtu, hava vunnið ein av teimum mongu og góðu BINGOVINNINGUNUM. Hevuðsvinningar: 1. Videotól 2. Degurði í Perluni fyri 10 3. Gávukort frá HAZY (500,-) 4. Gávukort frá Gunder Harratoy (250,-) Bingovinningar: 1. Plåtu ella band frå H. C. W. Tórgarð 2. Lummaroknara frá H. J. Bóka- seluni 3. Sodavatn/øl frå Restorff ella Føroya Bjor Bókapakki frå H. N. J. Bok- handli (100,-) Ur frå UR-søluni i SMS Lagkøku frå Haldor Holm Sosialin ókeypis í hålvt år Góðgæti > ÆÐ Aftan á at alt Feroya fólk nú tvær ferðir upp í slag hevur hoyrt Óla Breck- mann greiða frá út í æsur, hvussu sosiala trygdar- skipanin eigur at síggja út um fólkaflokkurin sleppur at ráða kann eingin longur vera í iva um, at talan er um heilt onnur principp, enn tey ið higartil hava verið galdandi. Síðan 1959 okkara sosiala trygdar- skipan bygt á vanlig demokratisk og humanis- tisk grundsjónarmið. Hetta merkir, at eingin, sum treingir til eina hjálp- andi hond, til umsorgan ella til beinleiðis peninga- liga veitingar fyri at kunna liva eitt toluliga normalt lív, skal taka í móti hesari hjálp sum ol- mussu. Tverturímóti er hendan hjálp ein rættur, sum vit øll eiga at sum vit oll gjalda til yvir skattin. Sjálvandi eru nekur, sum eru soleiðis útborin at tey ongantíð hava goldið ella koma at gjalda nakað til hesa skipan. Hesi seinastu eiga sjálvsagt líka góðan rætt til umsorgan, undir- hald og eitt so vanligt lív sum gjerligt. Hetta kemur júst av tí, at okkara sosiala skipan byggir á humanistisk principp, á solidaritetskenslu og ta aldargomlu kenslu i okkara fólki, at vit eru ella eiga at vera felags um byrðarnar. Við eðrum orðum byggir okkara almanna- skipan á tað principp, at vit hava øll ábyrgd av hverjum eðrum og skal hetta principp tryggja, at ell kunna kenna seg trygg, at eingin skal noyðast at stúra fyri sjúku, brekum ella ellisárum. Men so er tað hitt prin- cippið: trælanipuprin- cippið, sum tað verður eyknevnt millum manna (eftir gomlu segnini um at trælir vórðu omanstoyttir, tá teir ikki kundu gera nyttuna meir). Hetta prin- cipp byggir á heilt onnur grundsjónarmið. Hesi grundsjónarmið merkja fyri tað fyrsta, at tann einstaki sjálvur hevur alla ábyrgd av síni lagnu uppá gott og ilt. Í eðrum lagi merkir hetta, at tað er upp til tann ein- staka, um hann vil tryggja seg móti sjúku, fráfalli ella aldurdómi. Samfelagið t.v.s. vit øll hava onga ábyrgd av sosi- alu viðurskiftunum hjá tí einstaka. Í praksis hugsa fólka- floksmenn sær, at teirra skipan skal verða innrætt- að soleiðis, at hver ein- stakur teknar eina trygg- ing móti sjúku og aldur- dómi og henda trygging skal so geva ávísar skatta- lættar. Hesin hevur hugsunarháttur við- merkingar má sjálvandi avvísast av ellum sosialt hugsandi fólkum aleina út frá tí at hann setir egoismuna i hásætið í staðin fyri soli- daritet:kensluna. Men hann kann og eigur eisini at verða vístur aftur av reint praktiskum og bú- skaparligum grundum. Hesin hugsunarháttur og tann »sosiala« skipan sum av honum fylgir hevur nevniliga nekur álvarsom brek í mun til núgaldandi skipan sum sosialpoli- tisku framsegumaður einki talar um. Vit kenna hesi brek frá londum, sum nýta eina líknandi trælanípuskipan, sum hana fólkaflokkurin ynskir í Feroyum. Hesi lond eru t.d. USA og Frakland (enn!). Hesi brek merkja í fyrsta lagi, at teir stovnar, — ofta fakligir pensións- grunnar sum umsita skipanina hava nógv arbeiði av at innkrevja og umsita tann pening, sum tryggingartakararnir gjal- da inn. Skipanin verður tí eins dýr fyri brúkararnar, sum um teir skuldu goldið hana yvir skattin ja, ofta munin dýrari. Í ødrum lagi vísa roynd- irnar frá USA og Frak- landi, at tey lægstlentu hava ógvuliga tungt við at klára at gjalda til hesar pensiónstryggingar. Upp- aftur verri er tað hjá teimum, sum frá barns- beini av eru brekað. Tey hava jú einki at gjalda av og tey fáa sostatt at kalla einki í mun til tey sum hava ráð til tryggingar. Hetta síðsta demi minnir nakað um summar av teimum fyrstu sjúkra- køssunum, har tey sum hevdu álvarsamar sjúkur ikki sluppu at gerast limir. Í londum, har trælanípu- princippið ræður, liva hesi menniskju lutvís av al- mennari sosialhjálp, lutvíst av privatari væl- gerðar hjálp og lutvíst av at bidda á getunum. Ja, tað eru enntá rík lond, har trælanípuprincippið er so gjøgnumført, at tey ikki hava so frægt sum al- menna fátækrahjálp — einans privata! I triðja lagi vísa roynd- irnar frá teimum londum, sum brúka tryggingar- princippið, at heilsuverkið hevur lyndi til at fara í tvíningar. Tú fært eitt privat heilsuverk við væl- utgjørdum sjúkrahúsum, har teir bestu læknarnir sekja til tí leninirnar eru hægri enn á teim almennu sjúkrahúsunum. Hesi Trælanipuprincippið sjúkrahús viðgera sostatt bert tey, sum hava ráð at gjalda fyri viðgerðina. Samstundis hava teir so eitt almennt heilsuverk, sum av góðum grundum hevur ilt við at fáa kvali- fiserað starvsfólk. Tað er innan hetta heilsuverkið, at fjøldin av fólkinum fær sína viðgerð. At hendan viðgerð ofta er sum harra- gud veit, stendst sjálv- sagt av, at spart verður uppá útgerð, starvsfólk, lenir og matgerð. Tað er henda skipan, sum hin feroyski fólka- flokkurin nú vil hava fer- oyingar at leggja um til. Hevuðsgrundgevingin Iii agitatión fólkafloksins, er tann, at stovnarnir eru vorðnir so dýrir, at tað var betur, at niðurlagt teir og givið brúkarunum meira reiðan pening. Hetta ljóðar kanska dárandi í onkrum oyra, men teir gloyma, at tað finst tann rekt og tann viðgerð, sum undir slíkum viðurskiftum ikki kann keypast fyri pening. Eisini gloyma tir, at sjálvt um stovnarnir eru dýrir, so er tað har allar ressourcir eru savn- aðar, og tað er har allur tann sakkunnleiki, sum vit nú einaferð eiga er at finna. Sostatt eru sosialu og heilsustovnarnir ein trygd fyri at alt arbeiði verður nýtt á skynsamlig- an hátt. Verða teir sosialu og heilsuligu stovnarnir av- tiknir, skulu fólk til at keypa sær allar tær tæn- astur, sum í dag eru ókeypis hjá ellum teimum, sum av góðum grundum ikki kunna gjalda tær yvir skattin. Hesi verða øll slept uppá fjall, um fólka- floksins trælanipuprin- cipp kemur at vinna fram i Føroyum. Men hesi verða ikki einsamøll. Sum frålid- ur verða tey lægstløntu offrað og endin verður tann, at her verður sum í ávísum londum, har bert yvirklassin kann síggja fram til ein tryggan aldur- dóm ella líta á góða við- gerð undir sjúku ella eðrum forfalli. Jóannes Dalsgaard i | i i H NE A UG