Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Íslendingar og føroyingar samdir: Nú skulu foroysk børn læra is — og islendsk børn føroyskt Friggjadagin 11. septem- ber 1981 var fundur mill- um umboð fyri Íslendska - Altingið og Føroya Løg- ting. Altingi3 var umboðað av: Jón Helgason, framsókn- arfl. altingsformanni, Sverrir . Hermansson, sjálvstæðisfl. formanni fyri niðaru deild, Karl Steinar Guðnason, altýðu- fl. altingsnæstformanni, Gudrun Helgadóttir, al- tydubandalagi, Salome Thorkelsdóttir, sjålvstæd- isfl. Stefan Gudmunds- son, framsóknarfl. Legtingið var umbodad av: Jógvan Sundstein, fólkafl. legtingsformanni, Hilmar Kass, sjálvstýrisfl. næst- formanni, Flemming Mikkelsen, sambandsfl. tingskrivara, Atli P. Dam, javnaðarfl. Erlendur Patursson, tjóðveldisfl. Adolf V. Hansen, fram- burðs- og fiskivinnufl. Talað var um spurningar av felags áhuga, og var góð semja millum part- arnar. Umboðini fyri bæði tingini vóru samd um: at felags trupulleikarnir hjá báðum londunum ikki eru so fáir, og tí við millumbili eiga at tak- ast upp til viðgerðar landanna millum, at samstarvsnevndin mill- millum Grønland, Is- land og Feroya eigur at fara til verka so skjótt til ber at islendska og føroyska mentanin á fleiri økjum eru nær knýtt hver at ødrum. Meiri samstarv eigur at vera landanna millum, og mál hver annara eigur at vera lært í barnaskúlanum, at báðir partar arbeiða fyri eini góðari loysn á Rock All spurninginum, at laksa- og lodnufiski- skapurin eigur at fara fram á ein slíkan hátt, at hesir stovnar ikki verða niðurfiskaðir, og Stoða takast til íslendskt smolt Nevndin, sum landsstýrið setti at gera álit um lóg um bygging av alistødum fyri kleking og uppaling av fiski og skeljadjórum fyrr í ár, hevði sín fyrsta fund herfyri. Tað frættist, at nevndin fyrsta dagin skal taka steðu til, um hon vil mæla til ella frá at landsstýrið gevur íslend- ingum loyvi at selja foroy- ingum laksasmolt. Tað eru fleiri íslendskar ali- steðir, sum hava vent sær til landsstýrið um at fáa loyvi at selja foroyingum laksasmolt. Verandi ióg í Feroyum setir forboð móti at innflyta smolt. Tí skal lógarbroyting til at at fáa innflutning av smolt í lag. Í nevndini sita lands- verkfrødingurin, Mikkjal Helmsdal, Jåkup Sverri Joensen, fiskifreðingur, Martin Djurhuus, skrivari i Menningargrunninum og Jørgen Hansen, fulltrui i landsstyrinum. lendskt at fiskifreðingar frá báðum londum kanna hesar stovnar og gera innstillingar, soleiðis at spurningarnir = kunnu viðgerast á embætis- og politiskum stigi, at finnhvalastovnurin eigur at kannast gjølla og um neyðugt verjast, men at íslendsku og før- oysku aldar gomlu traditiónir at veiða henda hval ikki eiga at verða skerdar meira enn stovnssteddin talar fyri. Umboðini vóru samd um, at fundurin hevði verið lærandi fyri báðar partar, og at nógvar misskiljingar vóru ruddaðar av vegnum. Síða 3 Fleiri tryggingar ið verða teknaðar — ódýrari gjald! Síðani vit i 1940 fóru undir at tryggja móti elds vanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt Tryggið hús, iunbúgv, verur o.a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og omanlopi. Eisini tryggja vit innbúgv og verur móti innbrots- tjóvari. Vit tekna eisini glastryggingar Eru tað serstøk viðurskifti viðvíkjandi trygging av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjellari frágreiðing. Tryggingin hevur eisini umboðsmenn á hesum plåssum, ið fegnir eru tygum til hjálpar: UUSverre Skaalum, tlf. 73012 Tvøroyri. .. . Hjørleif Enni, tlf. 71061 Tórshavn . . . Kjartan Dalsgaard, tlf. 15222 Sandavági . . Petur Heinesen, Eibi........Oli Ellingsgaard, tlf. 23005 Runavík . .. . Havstein Ellingsgaard, tlf. 47055 . . Påll Josephsen, tlf. 55835 FØROYA BRUNATRYGGING telefonir: 11089, 11098, 11288 Sverrisgøta 5 — Postbox 45 3800 Tórshavn i FØROYA SPARIKASSA - fólksins peningastovn Tá íslendingar vóru i Feroyum fyrr i år fyri at selja okkum laxsasmolt. myndin síggjast Tummas Arabo saman við einum íslendingi, tá íslendingar er Her eru teir staddir í Haraldsundi, har teir vitjadu alisteðina „Á Strond«. Íslendingar hava sett seg í samband við Tummas Arabo, sum arbeiðir við felags norðurlendskum projektum. Teir halda, at spurningurin um selu av smolt er eitt mál, sum eigur at koma undir samarbeii millum norðurlendskar tjóðir.