týsdagur 20. august 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 157 - 20. august 2002
Nr. 157 - 20. august 2002
13
Gull konto í tíggju ár
Í samband við at tað
nú eru liðin tíggju ár,
síðani Norðoya Spari-
kassi kom við tí væl-
umtóktu ungdóms-
kontoini Gull Konto
eru munandi broyt-
ingar framdar á álma-
nakkan, sum Spari-
kassin letur ung-
dóminum á hvørjum
ári
GULL KONTO
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Gull álmanakk-
in hevur verið vælumtóktur
millum ungu brúkararnar
hjá Norðoya Sparikassa øll
árini, síðani hann kom í
1992. Men tað hava ikki
verið nógvar broytingar á
honum gjøgnum árini. Inn-
til nú.
Bill Jacobsen, ungdóms-
ráðgevi í Norðoya Spari-
kassa, sigur, at ætlanin hev-
ur verið at dagføra álma-
nakkan seinastu tvey árini,
men tað er so ikki blivið til
tað.
- Tí hildu vit, at 10 ára
haldið fyri Gull Kontoina
var eitt gott høvi til at
broyta hann, sigur Bill.
Og álmanakkin er broytt-
ur nógv í mun til í fjør.
Bill sigur at, eftir ynski
frá nógvum er, álmanakkin
nú vorðin øðrvísi í sniði.
Tann gamli var minni, og
tað var ikki so nógv pláss at
skriva á. Hann var heldur
ikki í litum.
- Eisini er spiralur í nú,
so hann kann liggja opin á
einum borði framman fyri
ein næming, og tað er nógv
betur, heldur Bill.
Tað eru tey frá grafikara-
virkinum Vasti í Klaksvík
saman við fólkum frá
Norðoya Sparikassa, sum
hava staðið fyri arbeiðinum
við at gera nýggja álma-
nakkan hjá Norðoya Spari-
kassa til tey ungu, sum hava
Gull Konto.
Fyri at fáa Gull Konto
krevst, at tú ert millum 13
og 26 ár.
Kend andlit
Sera snøgga forsíðan á
álmanakkanum má sigast at
vera væleydnað. Tað er ein
mynd av nøkrum ungum
fólkum í eini ballón oman-
fyri Klaksvík í allarfagrasta
summarveðri. Spurdur um,
hvussu myndatøkan gekk
fyri seg, sigur Bill við ein-
um loyniligum smíli, at Per
á Hædd hevur tikið mynd-
ina.
- Ja, hann var í tyrluni
tann dagin beint oman fyri
ballónina, sigur Bill og
flennir, og sigur seg ikki
vilja siga meira um mynda-
tøkuna.
Annars stendur, at tað eru
tíggju ár síðani Gull konto-
in kom, á forsíðuni á álma-
nakkanum.
Bill vísir á, at tá álma-
nakkin kom fyri fyrstu ferð
fyri tíggju árum síðani, tá
vóru tað eisini ung fólk,
sum myndaðu permuna á
álmanakkanum. Millum tey
vóru tá Todi Jónsson, Allan
Mørkøre, Jákup Mikkelsen
og Mildrið Jacobsen.
- Hesi eru øll komin sera
langt í teirra lívi. Teir í fót-
bóltinum og Mildrið luttók
einaferð í Miss Føroyar
kapping, har hon endaði
heilt frammarlaga í kapp-
ingini. So tað verður spenn-
andi at síggja, hvar hesi
ungu, sum vit hava valt
hesuferð, verða um eini
tíggju ár, heldur Bill.
Vangamyndir
Um ein so hyggur álma-
nakkan í gjøgnum, so kann
ikki annað sigast enn, at
hann er sera fjølbroyttur
við nógvum ymiskum til
tey ungu.
Nógv av teim ungu nýta
álmanakkan til eitt slag av
Minn meg á bók, og tað er
hann sera væl egnaður til
eisini, tí hvør dagur hevur
einar fimtan reglur til at
skriva á. Á hvørjari síðu
standa eisini ymiskir upp-
lýsningar ella ymiskt ann-
að, sum hevur áhuga mill-
um ung. Til dømis standa
onkur
orðatøk,
onkrar
skemtisøgur og so eisini,
hvat ein skal gera fyri at
forbrenna mat, sum ein
hevur etið.
Haraftur at eru stjørnu-
tekini eisini við. Her hava
tey valt at taka ymiskar
kendar persónar kring land-
ið og gjørt eina vangamynd
av teimum saman við teirra
egna stjørnutekini. Millum
tey, sum eru við kunnu
nevnast Eivør Pálsdóttir,
Jákup Mikkelsen, Brandur
Enni og Kristina Eyð-
bjørnsdóttir.
Bill sigur, at hetta varð
gjørt fyri at fáa kalendaran
meiri
fjølbroyttan
og
áhugaverdan fyri tey ungu.
- Allir hesir persónarnir
standa frammi í føroyska
umhvørvinum og øll kenna
vit tey, so tað var so upplagt
at gera eina vangamynd av
teimum og á tann hátt fáa
tey við í kalendaran.
Silvi og so Gull
Bill Jacobsen sigur, at tað
eru sera nógv ung, sum
nýta Gull Kontoina. Og
hann væntar, at tað fer at
halda fram. Fyri ikki so
langari tíð síðani, kom
Sparikassin við Silva og er
ætlanin at børnini, sum
hava havt Silva skula fara
beinleiðis til Gull Konto, tá
tey eru fylt 13 ár.
- Vit eru sera vælnøgd
við gongdina sum heild. Og
fólk hava eisini tikið sera
væl ímóti Silva, so nú skal
hann bara koyra í eina tíð,
meðan Gull Kontoin treing-
ir til eina vakurleikavið-
gerð, sigur Bill uttan at
vilja koma nærri inn á, hvat
ungu brúkararnir hjá Norð-
oya
Sparikassa
kunnu
vænta sær í framtíðini.
- Men tað verður okkurt
spennandi, tað er heilt vist,
sigur Bill avgjørdur.
Tað er sum sagt Per á
Hædd, sum hevur tikið
myndirnar í álmanakka-
num, meðan Vasti (grafiskt
design) hevur tikið sær av
sniðgevingini á tí nýggja
álmanakkanum hjá Norð-
oya Sparikassa, sum fæst
við at venda sær til av-
greiðsluna.
Nýggi álmanakkin hjá Norðoya Sparikassa er nú komin, og
hann er munandi broyttur í útsjónd samanborið við
undanfarin ár
Katy og Reidar Klein fingu viðhald
Eftir drúgt stríð við
myndugleikarnar um
málið um teirra 9 ára
gamla beinbrotna
son, fingu Reidar og
Katy Klein endiliga
viðhald í teirri søk.
Aftan á, at greinin
hevði staðið í Sosiali-
num, bleiv málið tikið
uppaftur og bleiv tað
greitt, at hjúnini
Klein kundu koma
undir eina aðra lóg
enn dagpeningalóg-
ina, sum so gav Katy
rætt til pening, með-
an hon var heima hjá
Eriki
ALMANNAMÁL
Solby A. Eliasen
Kambsdalur:
Reidar Klein sigur, at tá
hann sá viðmerkingina hjá
Almannastovuni í blaðnum
dagin eftir, at greinin hevði
verið í, ringdi hann til Al-
mannastovuna og bað um
eina frágreiðing.
- Tað var serliga orðingin
í
læknaváttanini,
sum
gjørdi sítt til, at støðan var,
sum hon var. Á Almanna-
stovuni tulkaðu tey orðing-
ina: »tað er tí best at
mamman er heima hjá
dronginum« sum at Katy
sjálv ynskti at vera heima,
uttan at tað bleiv mett at
vera alneyðugt. Og tað
hongdi Almannastovan seg
so í, meðan eg hongdi meg
í, at tað stóð at drongurin
MÁ hava hjálp, greiðir Rei-
dar frá.
Hetta førdi so ein tvídrátt
við sær millum Reidar og
stjóran á Almannastovuni,
sum tosaðu longi í telefon
hendan dagin.
Eftir kjak aftur og fram
millum tey bæði, har Rei-
dar stóð við sítt, endaði tað
so við, at stjórin á Al-
mannastovuni segði, at um
tey sendu øll skjølini aftur
til Havnar, so skuldi hon
lata málið upp aftur og við-
gera tað av nýggjum.
Og tað gav úrslit.
Tað gjørdist greitt enn
einaferð, at Katy leyk ikki
treytirnar fyri at koma und-
ir dagpeningalógina, men
at hon haraftur ímóti kundi
koma inn undir eina aðra
lóg, sum gevur henni 100%
aftur fyri mista inntøku,
meðan hon var heima hjá
beinbrotna soninum. Hetta
tí, at drongurin var óhjálpin
í so langa tíð.
Reidar leggur her aftur
at, at tað vísti seg eisini, at
Almannastovan av fyrstan
tíð ikki hevði fingið teir
røttu og neyðugu upplýsn-
ingarnar um málið, og tað
gjørdi ivaleyst sítt til, at tað
bleiv noktað teimum peng-
ar av fyrstan tíð.
- Men tað er eisini upp-
gávan hjá Almannastovuni
sjálvari at syrgja fyri, at tey
hava teir røttu og neyðugu
upplýsningarnar, soleiðis at
eitt mál kann viðgerast á
ein rættvísan hátt, sigur
Reidar Klein av Kambsdali.
Fílist á skipanina
- Vit fegnast sjálvandi um
hetta, tí tað vísir, at tað
loysir seg at hanga í, sigur
Reidar, sum leggur eina
við, at tað var ikki Al-
mannastovan, sum var or-
søkin til, at tað kom øði í
tey av fyrsta sinni, men
heldur orðingin í svarinum
frá Kærustovninum, sum
segði, »at tað ikki var mett
at standa heilsuskaði av, at
tygum eru burtur frá einum
8 – 9 ára gomlum seingjar-
liggjandi barni 5 – 6 tímar
um dagin.«
Reidar og Katy halda, at
tað er ov galið, at tey
noyddust at fara í bløðini
fyri at fáa tað, sum tey
høvdu rætt til.
- Tað vísir bara, hvussu
tað almenna virkar her í
Føroyum. Tað er ov galið.
Ein eigur ikki at vera
noyddur at stríðast fyri slík-
um, heldur Reidar, sum at
enda sigur, at um tað ikki
var fyri viðmerkingina hjá
stjóranum á Almannastov-
uni til málið í Sosialinum,
so hevði hann ikki havt
ringt aftur til Almannastov-
una, og so hevði málið iva-
leyst hingið í leysari luft
enn.
Málið um 9 ára gamla Erik
Klein er nú avgreitt, og
endaði tað við, at hjúnini
Klein fingu viðhald, við tað
at tey komu undir eina aðra
lóg, sum gav Katy 100 % í
endurgjaldi fyri mista
inntøku, meðan hon var
heima hjá soninum
UTTAN ÚR HEIMI
Í enska býnum
Soham er sorg, eftir at
tað varð staðfest
sunnudagin, at tær
báðar horvnu tíggju
ára gomlu genturnar
Jessica Chapman og
Holly Wells vóru
deyðar
BRETLAND
Árni Joensen:
Holly Wells og Jessica
Chapman, sum hvurvu
næstseinasta
sunnudag,
vórðu leygardagin funnar
myrdar 15 kilometrar rrá
heimbýnum Soham. Aftan
fyri rimarnar á løgreglu-
støðini í býnum sita ein 28
ára gamal maður og 25 ára
gamla vinkona hansara
skuldsett fyri at hava beint
fyri gentunum.
Hóast tveir menn komu
fram á líkini av gentunum
leygardagin, vildi løgreglan
ikki vátta, at tað vóru Jess-
ica Chapman og Holly
Wells, sum menninir høvdu
funnið, men sunnudagin
varð váttað, at so var. Løg-
reglan hevur framvegis ikki
upplýst, hvat gentunum
hevði verið fyri, men sam-
bært fjølmiðlunum var tað
ein sera óhugnalig sjón,
sum møtti teimum báðum
monnunum, sum funnu lík-
ini.
Sunnudagin vóru næstan
500 fólk til guðstænastu í
St. Andrews kirkjuni í
Soham. Nógv børn bóru
blómur og myndir av teim-
um báðum gentunum, og
tað sást á bæði ungum og
tilkomnum, at sorgin nívdi
býin.
Presturin
Tim
Alban
Jones, sum segði prædik-
una sunnudagin vera ta
truplastu, sum hann nak-
rantíð hevði skrivað, segði,
at tað, sum er hent í Soham,
er eitt prógv um, hvussu
djúpt mannahjartað kann
søkka.
Amerikanska hótt-
anin um at leypa á
Irak ger tað bara
truplari hjá ST at fáa
sínar vápnaeftirlits-
menn aftur til landið,
sigur leiðarin hjá
eftirlitsmonnunum
USA-IRAK
Árni Joensen:
– Koma irakar til ta niður-
støðu, at tað slepst ikki
undan einum amerikansk-
um álopi, kunnu teir eisini
koma til ta niðustøðu, at tað
tænir ongum endamáli at
geva vápnaeftirlitsmonnun-
um hjá ST atgongd til land-
ið aftur.
Tað sigur svenski for-
maðurin hjá eftirlitsmonn-
unum, Hans Blix.
George W. Bush, forseti
hevur ferð eftir ferð endur-
tikið, at tað er neyðugt at
fáa Saddam Hussein frá, og
at USA er til reiðar at gera
tað við vápnamegi. Í síðstu
viku segði trygdarráðgevi
forsetans,
Condoleezza
Rice, at tað slepst ikki
undan at leypa á Irak fyri at
fáa tann ónda mannin
burtur, sum hon málbar
seg.
Nú ávarar Hans Blix
ímóti álopshóttanunum. Í
einari samrøðu við BBC
sunnudagin ásannaði hann,
at tað seinasta uppskotið frá
Irak um at taka eftirlitið
uppaftur var ikki nóg gott,
men hann helt, at tað eigur
at bera til at ávirka iraksku
stjórnina til at geva eftirlits-
monnunum atgongd til
landið, so teir kunnu kanna,
um landið hevur ella er í
ferð við at gera hópoyð-
ingarvápn.
– Eg haldi tað vera týdn-
ingarmikið, at eftirlits-
menninir sleppa aftur til
Irak, og at teir sleppa at
fullføra sína uppgávu. Vit
eru allir tilreiðar at gera
okkara fyri at sleppa undan
einum kríggi, segði Hans
Blix.
Fríggjadagin
boðaði
stjórnin í Bagdad frá, at
hon er til reiðar at tosa við
ST um møguleikan at lata
vápnaeftirlitsmenninar
koma aftur til landið. Enn
hevur ST ikki svarað hes-
um seinna tilboðnum.
Tað nógva vatnið í ánni
Elben rennur nú norður-
eftir ígjøgnum Týsk-
land. Í gjár kom vatn-
flóðin til landspartin
Sachsen-Anhalt,
og
nógvastaðni fór vatnið
upp um byrgingarnar og
legði partar av fleiri
býum undir. Avgjørt
varð at flyta 40.000 fólk
úr býnum Wittenberg.
Samstundis
kunn-
gjørdu týsku myndug-
leikarnir, at 16 týskarar
eru deyðir í vatnflóðini
seinastu vikuna, men
framvegis eru 12 fólk
ikki komin afturíaftur.
Oyðileggingarnar av
vatnflóðini í Miðevropa
eru sera stórar, og fleiri
lond hava játtað pengar
til endurreisingararbeið-
ið. Minst 90 fólk eru
deyð, og bara í Týsk-
landi hevur vatnflóðin
ávirkað gerandisdagin
hjá 4,2 milliónum fólk-
um,
og
meiri
enn
100.000 eru rýmd heim-
an.
Amerikanska sjónvarpið
CNN vil vera við, at tað
hevur fingið fatur á ein-
um sjónbandasavni, sum
yvirgangsfelagsskapurin
al-Qaeda nýtti til at út-
búgva yvirgangsmenn.
Sambært CNN fekk
ein av tíðindamonnun-
um bondini frá nøkrum
afghanum, sum hava
hjálpt CNN við tíðind-
um
úr
Afghanistan.
Bondini eru 64 í tali, og
sagt verður, at sjálvur
Osama bin Laden hevur
átt tey, og at hann er á
fleiri av upptøkunum.
Sambært CNN vísir
eitt av bondunum nakrar
menn eitra tveir hundar
við einum ella øðrum
hvítum evni. Hetta hev-
ur fingið amerikanskar
serfrøðingar at siga, at
al-Qaeda helst er komið
longur við kemiskum
vápnum, enn higartil
hevur verið hildið.
Vatnflóðin í eystara parti
av Týsklandi hevur gjørt
fólk ótrygg, og mong
bera nú ótta fyri einari
umhvørvis- og dálking-
arvanlukku.
Orsøkin er tær nógvu
kemisku verksmiðjurnar
á
hesum
leiðunum.
Leiðslurnar á verksmiðj-
unum hava vissað fólk
um, at trygdin er í lagi,
men fólk ivast. Trupul-
leikin er, at nógvar av
verksmiðjunum eru bert
fáar kilometrar frá áun-
um, og harafturat er
lendið slætt, og tí skal
ikki nógv til, áðrenn alt
stendur undir í vatni.
Ein annar trupulleiki
er, at eingin veit við
vissu, hvat liggur niðri í
jørðini, tí tað er ikki
óhugsandi, at burturkast
frá DDR-tíðini liggur
niðurgrivið ymsastaðni
á hesum somu leiðun-
um.
Næstan 2.000 naknir
finnar fyltu sunnumorg-
unin Salutorgið í mið-
býnum í Helsingfors.
Orsøkin var, at ein
amerikanskur mynda-
maður, Spencer Tunick,
vildi fegin hava myndir
av naknum finnum, og
hann hevði tí biðið tey
áhugaðu koma á torgið
sunnumorgunin.
Ikki færri enn 2.500
kvinnur og menn boð-
aðu frá, at tey vóru til
reiðar at lata seg av-
mynda, men 600 broyttu
áskoðan seinni. 1.900
møttu kortini, so Spen-
cer Tunick fekk sínar
myndir. Frammanundan
hevur hann tikið myndir
av naknum fólki í fleiri
øðrum londum, og alla-
staðni hava fólk í hópa-
tali verið til reiðar at lata
seg avmynda nakin.
Soham syrgir
Amerikanska krígshóttanim
er eitt mistak
Tær báðar tíggju ára gomlu vinkonurnar Jessica Chapman og Holly Wells vórðu leygardagin
funnar myrdar eftir at hava verið horvnar í fjúrtan dagar
Vatnið norðureftir
Funnið bandasavn
Ótti fyri umhvørvinum
1.900 naknir finnar
C
M
Y
K
13
12