týsdagur 20. august 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 • týsdagur • 20. august 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein bjørt fótbólts-
framtíð lá fyri
framman hjá Sig-
mundi Mikkelsen,
men álvarsamir skað-
ar høvdu við sær, at
vónin brast.
SAMRØÐA
Páll Holm Johannesen
Ungi havnardrongurin, Sig-
mund Mikkelsen, hevði
eina bjarta fótbóltsframtíð,
har stórfeløg sum Totten-
ham og PSV vóru til reiðar
at bjóða honum sáttmála,
men í dag er 20 ára gamli
Sigmund Mikkelsen fót-
bóltsavlamin. Hann hevur
slitið krossbandið tríggjar
ferðir, og læknarnir hava
gjørt Sigmundi greitt, at
hann ikki longur kann
spæla fótbólt.
Spælt á U15 landsliði-
num hjá Danmark
Sigmund byrjaði at spæla
fótbólt sum 5 ára gamal í
HB, men eftir, hann fór í
skúla, skifti hann til grann-
arnar úr B36. Sigmund for-
telur, at flestu floksfelagar-
nir spældu í B36, og tí valdi
hann at skifta felag.
Í B36 gekk væl. Liðið
vann fleiri meistaraheiti, og
evnini hjá Sigmundi vóru
ikki torfør at fáa eyga á. Tá
mamma Sigmund í 1994
slapp inn á designaraskúla
í Danmark, fluttu tey til
Farum at búgva.
- Ætlanin var, at vit
skuldu vera í Danmark í eitt
ár fyri fyrst, men hetti
broyttist skjótt, tí okkum
dámdi væl í Danmark, og
vit valdu at búseta okkum
har, greiðir Sigmund frá
Ikki meir enn komin til
Danmarkar, byrjaði Sig-
mund at spæla á liðnum hjá
Farum, og væl gekst. Hann
kláraði seg so mikið væl, at
boð vóru eftir at til úttøku-
venjing hjá U15-landslið-
num.
Hóast Sigmund var eitt ár
yngri, enn flestu liðfelagar-
nir á danska U15-landslið-
num, so eydnaðist tað hon-
um spæla seg á liðið. Á
U15 liðnum hjá dønum í
1996 taldust leikarar sum
Tom Kristensen AGF, Allan
Olesen Brøndby, Jonas
Smith og Michael Silber-
bauer, báðir AAB.
Sigmund greiðir frá, at
longu tá sást týðuliga, at
ein maður sum Michael Sil-
berbauer, sum í dag er
mettur at vera ein tann mest
evnaríki spælarin í Super-
liguni, hevði sera góð evni,
og kundi koma langt við
fótbóltinum.
Hóast fyrrverandi liðfel-
agin hjá Sigmundi enn hev-
ur aldur til U21-landsliðið,
so hevur Morten Olsen sent
boð eftir Michael Silber-
bauer til A-landsliðið. Tá
danir í morgin møta Skot-
landi á Hampden Park, er
møguleiki fyri, at evnaríki
AAB-spælarin og fyrrver-
andi liðfelagin hjá føroy-
inginum, kann fáa sín
fyrsta dyst á danska A-
landsliðnum.
Fekk sáttmála
við Brøndby
Eftir at Sigmund var komin
á U15-landsliðið, gjørdist
greitt, at um hann skuldi
menna seg meir sum fót-
bóltsspælara, varð hann
noyddur skifta felag.
- Mær dámdi ótrúliga í
Farum, men okkara lið
spældi
ikki
í
fremstu
dreingja-deildini, og tí varð
eg noyddur at skifta felag.
Trý feløg vóru áhuga í
føroyinginum, og tey vóru
Brøndby, Herlev og FCK.
Valið fall á Herlev, har fýra
av liðfeløgunum í U15-
landsliðnum eisini spældu.
Sigmund kendi eisini væl
venjaran hjá Herlev, og tí
var ikki so løgið at tað júst
gjørdist Herlev, sum føroy-
ingurin valdi.
Tíðliga um heystið í 1997
var Herlev á venjingarlegu í
Fraklandi, og tá fór kross-
bandið hjá Sigmundi fyri
fyrstu ferð. Uppvenjingin
gekk væl, og Sigmund kom
rættiliga fyri seg aftur, og
varð ein av berandi kreftun-
um á dreingjaliðnum hjá
Herlev.
Í 1998 vóru evnini so
eyðsýnd hjá havnardrongi-
num, at stórfelagið Brønd-
by knýtti tann tá 16 ára
gamla Sigmund Mikkelsen
at
felagnum.
Umframt
Brøndby, høvdu útlendsk
feløg eisini varnast góðu
evnini hjá føroyinginum.
Áðrenn Sigmund skuldi
byrja í Brøndby, var ætlan-
in, at hann skuldi til roynd-
arvenjingar hjá so stórum
feløgum sum Tottenham,
Liverpool og PSV.
Men áðrenn tann heilt
glæsiliga fótbóltsframtíðin
byrjaði, endaði hon. Tá far-
ið var undir venjingina í
Brøndby í januar mánaði í
1998 fór krossbandið aftur.
– Eftir at bert 15 minuttir
vóru farnir av míni fyrstu
venjing í Brøndby, reyk
krossbandið aftur, og tað
var so mín tíð í Brøndby,
sigur Sigmund
Sigmund vísir tó á, at hó-
ast tað bert bleiv til teir
fimtan minuttirnar í Brønd-
by, so slepti felagið ikki
honum uppá fjall, men vóru
honum sera hjálpsom við
uppvenjingini.
Skaðin
hesaferð
gjørdist
sera
drúgvur, og ikki fyrr enn
eitt ár seinni, kundi Sig-
mund aftur spæla bólt.
Tað gekk tó ikki long tíð,
so var aftur galið. Sigmund,
sum alla sína tíð í Danmark
búði í Farum, var farin
venja til stuttleikar við lið-
num hjá Farum, og so fór
krossbandið fyri triðju ferð.
Dómurin var eisini harður,
tí læknarnir boðaðu Sig-
mundi frá, at knæðið fór
ongantíð at verða nóg sterkt
til, at hann kundi spæla fót-
bólt aftur á hægsta stigi.
Hørð tíð
Spurdur um hvussu tað var
at fáa at vita, at ein aldrin
aftur kundi spæla fótbólt,
svarar Sigmund, at tað var
ein sera torfør tíð, tí hann
ætlaði sær veruliga at satsa
uppá fótbóltin.
– Eg fekk at vita frá øll-
um, at eg kundi røkka langt
við fótbóltinum, bara eg
legði nóg nógv fyri. Tað er
tó ikki nakar størri trupul-
leiki í dag, men tá eg síggi
spælarar sum Michael Sil-
berbauer og Allan Olesen
spæla í sjónvarpinum, leita
tankarnir ofta aftur á fót-
bóltin, og til spurningin,
um hvussu langt eg kundi
komið, um eg ikki varð
nógv darvaður av skaðum,
greiðir Sigmund frá.
Sigmund fortelur eisini,
at ein av orsøkunum til at
hann flutti aftur til Føroya
var, at øll fólkini uttan um
hann mintu hann aftur á tíð-
ina við fótbóltinum, og tað
gjørdi ikki støðuna lættari.
Venur í dag
HB-kvinnurnar
Í 2000 flutti Sigmund aftur
til Føroya, har hann í dag er
í læru í klædnahandlinum
Skálki.
Fótbólturin er tó ikki
heilt sleptur, tí í dag er Sig-
mund venjari hjá 1.kvinnu-
liði hjá HB.
– Mær dámar sera væl at
vera venjari, tí tað er torført
at sleppa fótbóltinum heilt,
greiðir Sigmund frá.
Havnardrongurin Sigmund Mikkelsen:
Fótbóltsavlamin sum 18 ára gamal
Ungi havnarmaðurin,
Sigmund Mikkelsen, hevur
verið á danska U15-
landsliðnum, og var
liðfelagið hjá m.ø.Michael
Silberbauer, sum í morgin
møguliga fær debut á danska
A-landsliðnum ímóti
Skotlandi.
Mynd: Finnur Justinussen
- At fáa at vita, at ein aldrin kundi spæla fótbólt á høgum
stigi, var sera torført, sigur Sigmund Mikkelsen, sum í dag er í
læru í klædnahandlinum Skálki.
Mynd: Finnur Justinussen
15
14
Nr. 157 - 20. august 2002
Listastevnan 2002,
sum byrjaði tann 3.
august, endaði
loksins sunnukvøld-
ið. Fyrireikararnir
eru væl nøgdir við
úrslitið, men tó glaðir
fyri, at alt tað strævna
arbeiðið er yvirstaðið
LISTASTEVNAN 2002
Ingrid Bjarnastein
Sunnukvøldið varð lagt upp
fyri tí heilt stóra brakinum
á Listastevnuni 2002. Edda
– Feigdargullið við leik-
bólkinum Sequentia úr
New York skuldi á pall, og
harvið eisini seta eitt
punktum fyri Listastevnuna
2002.
Fyrireikararnir eru stak
væl nøgdir við úrskurðin av
Listastevnuni í ár.
– Tiltøkini hava verið
væleydnað, bæði artistiskt
og hvat áskoðarum viðvík-
ur, sigur Birgir Kruse, sum
var formaður í stýrinum
fyri Listastevnuna 2002.
– Hetta hevur verið sum
ein stór ynskikonsert. Nøk-
ur tiltøk hava verið útseld,
harav næstan øll sjónleika-
tiltøkini.
Stýrisformaðurin nevnir
eisini, at nógvar positivar
afturmeldingar hava verið
um millum annað norska
sangaran Sigvard Dagsland
og Runrig.
– Fá kendu norska sang-
aran frammanundan, og eg
haldi, at tey flestu vórðu
væl nøgd við hansara fram-
førslu.
– Tað hevur annars eydn-
ast okkum, at hava eitt
breitt úrval av tiltøkum.
Flestu tiltøkini vórðu eisini
væl fyrireikað. Men ein
kann siga, at tað er ein
»lætti« at Listastevnan nú
endiliga er liðug, og vit
kunnu fara í holt við okkurt
annað, sigur Birgir Kruse.
Stýrisformaðurin
skal
annars til Noreg fyri Norð-
urlandahúsið í morgin,
mikudagin, har hann skal
luttaka á einum filmfestiv-
ali. Norðurlandahúsið fer
undir at gera okkurt við
film næsta ár, og nú eru tey
boðin við til hendan festi-
valin, har allir filmsfram-
leiðararnir í Norðurlondum
luttaka.
Birgir Kruse, sum hevur
verið formaður í stýrinum
fyri Listastevnuna, er nú
næstformaður,
meðan
Helga Hjørvar er formaður
fyri Listastevnuna 2003,
sum verður í døgunum 7. –
17 august.
Sunnukvøldið fór ein
bilur útav við
Høgareynið millum
Vestmanna og Kvívík.
Løgreglan metir, at
svøvnur møguliga er
orsøkin til óhappið
BILÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Sunnukvøldið
klokkan
18.30 fekk politistøðin í
Havn boð frá Alarmsentral-
inum um, at ein bilur var
farin útav millum Vest-
manna og Kvívík.
Ein kona, sum var á veg
úr Havn til Vestmanna,
koyrdi bilin. Hon hevði
koyrt av vegnum, bilurin
var farin runt og konan varð
slongd runt í bilinum. Kon-
an fekk skaða í annað bein-
ið og fótin. Politiið mátti
fáa hjálp frá brandmonnun-
um í Vestmanna fyri at fáa
konuna leysa, tí beinið lá
kleimt millum hurðina og
ein stólpa. Síðani var hon
flutt við sjúkrabili til Havn-
ar.
Politiið heldur, at orsøkin
til óhappið kann møguliga
vera, at konan er sovnað.
Hon hevur helst heldur ikki
sitið í trygdarbeltið, tí so
høvdu
skaðarnir
verið
minni, verður mett av
politinum.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Fríggjadagin fekk politiið í
Havn boð um, at ein bátur,
sum lá niðri á Skálatrøð
hevði motorin í gongd,
hurðarnar ólæstar, men
ongin var umborð. Hetta
vísti seg tó bert at vera
ósketni frá eigaranum, sum
hevði gloymt at sløkkja
motorin og læsa bátin.
Onki varð stolið úr bátinum
og heldur onki herverk var
gjørt á hann.
Annars verður sagt av
politistøðini í Havn, at
hetta hevur verið eitt av
teimum frægu vikuskiftun-
um. Á politistøðini hava
verið
fýra
yvirnáttandi
gestir vegna fyllskap.
Tó harmast vakthavandi
á politistøðini um øll tey
fullu fólkini, sum eru í
býnum um vikuskiftið.
-– Tú sært tað ongastaðni
í heiminum, at ein býur
kókar av fullum ungum
fólki til klokkan 6 – 7 um
morgunin, sigur vakthav-
andi á politistøðini í Havn,
sum tó leggur afturat, at
onki herverk, ongir brotnir
bilar ella líknandi hava
verið hetta vikuskiftið.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Náttina til sunnudagin
varð ein 17 ára gomul
genta tikin í Leirvík.
Hon hevði tikið ein bil
og var farin at koyra.
Onki koyrikort hevði
hon, og afturat tí, verður
hon eisini ákærd fyri at
koyra við kenning.
Dj-show var á Kambs-
dali leygarkvøldið, og
politiið í Runavík fekk
fráboðan um okkurt
smávegis herverk. Eitt
bilspegl varð brotið,
men politiið fann útav,
hvør hevði brotið tað, so
viðkomandi sleppur at
gjalda fyri speglið.
Kanna fiskireiðskap
Teir, sum fiska laks í
Skálabotni og í Funn-
ingi, skulu ikki halda, at
teir kunnu brúka tann
reiðskapin teir hava hug
til.
Politiið í Runavík er
nevniliga farið undir at
kanna reiðskapin hjá
hesum fiskarunum, tí
hvørt ár, so fær politiið
boð um, at ólógligur
reiðskapur verður nýtt-
ur.
– Vit frætta ofta, at
fiskararnir brúka krøkj-
arar og pilkar ístaðin fyri
húk, og hetta er ikki
loyv. Tað skal verða
reiðskapur, sum fiskurin
kann gloypa, tí annars
kunnu teir bara rykkja
ígjøgnum torvuna av
fiskinum, sigur vakthav-
andi á politistøðini í
Runavík.
Hann leggur afturat, at
teir hava tó ongan ólóg-
ligan reiðskap funnið
enn, og síðani politiið er
byrjað at hava uppsýn
við hesum, er mestsum
allur tann ólógligi reið-
skapurin horvin.
Politiið
plagar
at
koyra framvið upp til
eini tríggjar ferðir um
dagin, og tá verður
steðgað á og hugt eina
løtu.
Umframt
at
hava
kannað fiskireiðskap, so
hevur
politiið
eisini
gjørt nakrar paragraff 13
kanningar.
45
bilar
vórðu kannaðir og alt
var í lagi.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Um vikuskiftið var nógv
fólk í býnum í Klaksvík.
Og sum ikki einaferð
har full fólk eru savnað,
er onkur farin til hend-
urs.
Politiið í Klaksvík sig-
ur, at talan er um tvey
harðskapsmál. Tað fyrra
komst av fullamanna-
prátið. Tveir mans vóru
farnir til hendur.
– Tað er tað vanliga
fullamannaprátið. Teir
vilja vita, hvør er sterk-
astur, og í hesum førin-
um endaði tað við, at
annar fekk eitt knæ upp í
andlitið, sigur vakthav-
andi í Klaksvík.
Hitt, sum eisini varð
kallað eitt harðskaps-
mál, snýr seg um ein
brotnan rút í diskotek-
inum Barok.
Bæði málini hendur
leygarkvøldið
aftaná
midnátt.
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Ein lastbilur, sum var á
veg suður eftir ígjøgnum
Kollafjarðartunnilin,
oyðilegði leygardagin
luftskipanina í tunlinum.
Lastbilurin hevði ein
bát og ein krana í lastini,
og bilførarin hevur ikki
dugað at mett um hædd-
ina á lastini. Tí koyrdi
bilurin á luftskipanina í
tunlinum og skipanin
datt niður. Hetta hendi í
sunnara endanum á tunl-
inum.
Orsøkin til óhappið er
ósketni, upplýsir politiið
í Havn.
Listastevnan loksins liðug
Birgir Kruse er væl nøgdur
við Listastevnuna í ár. Og nú
verður farið í holt við at
fyrireika næstu stevnuna,
sum verður í døgunum 7. –
17. august
Savnsmynd
17 ára gomul ákærd fyri
at koyra við kenning
Harðskapur í Klaksvík
Oyðiløgdu luftskipanina
í tunli
Svøvnur møguliga orsøk til bilóhapp
Ólæstur bátur
C
M
Y
K
14