týsdagur 20. august 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 20. august 2002
17
2. DEILD MENN
Bjartur Nolsøe
Við sannførandi 5-1 sigri í
Gundadali leygardagin, er
annað lið hjá B36 nú at
finna á øðrum plássi í 2.
deild. Hóast heimaliðið
vann heili 5-1 á einum tam-
um ÍF-liði, so var dysturin
javnari, enn stóri málmun-
urin boðar frá.
Framherjarnir hjá B36
vóru effektivir henda dag-
in, og nýttu ikki nógvar
málmøguleikar at gera tey
fimm málini. ÍF hevði bólt-
in nakað, men tað kom tó
ikki stórvegis burturúr.
Uppiborin
hálvleiksleiðsla
Í fyrra hálvleiki hevði
heimaliðið lítla leikliga
yvirvág og flestu royndir-
nar á mál. Tað var eisini
B36, sum legði seg á odda
miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Eftir uppspæl í vinstru,
endar bólturin hjá Tórálvi
Poulsen, sum frá 20 metra
fjarstøðu
kundi
leggja
heimaliðið frammum.
Løtu seinni var Tórálvur
aftur uppá spæl. Eftir eina
langa sending, rann hann
ÍF-verjuna av, og fekk bólt-
in framvið ÍF-málverja-
num, og so stóð 2-0 til B36.
Báðir partar kundu fing-
ið okkurt máli afturat í
fyrra hálvleiki, men so var
ikki, og hálvleikstøðan var
2-0 til heimaliðið. Hálv-
leiksleiðslan
var
eisini
uppiborin, tí havnarmenn
vóru ágrýtnari, og vanda-
miklari frammanfyri máli-
num í fyrra hálvleiki.
Tvey skjót mál
Tað vóru ikki farnir meir
enn 10 minuttir av seinna
hálvleiki, so høvdu havnar-
menn vunnið sær eina
trygga 4-0-leiðslu.
Dysturin var tá avgjørd-
ur, og tað sum eftir var av
hálvleikinum skuldi heima-
liðið bara halda tørn. Málið
til 3-0 skeyt Eyðun Høj-
gaard, eftir at hann varð
leysur við ÍF-málverjanum.
Fjóðra málið kom eftir
hornaspark, og var tað enn
einaferð Tórálvur Poulsen,
sum hevði seinasta fót á.
Tvey mál komu afturat í
seinna hálvleiki. ÍF-fram-
herjin Rúni Petersen mink-
aði um munin miðskeiðis í
seinna hálvleiki við lang-
skotið, sum B36-málverjin
var óheppin at missa í mál-
ið. Eftir at ÍF hevði minkað
um munin, høvdu teir fleiri
royndir á mál, og høvdu teir
verið hepnari, so høvdu
fingið okkurt mál afturat
Stutt fyri leiklok, skeyt
Eyðun Højgaard sítt næsta
mál í dystinum, og setti
punktum fyri einum knús-
andi 5-1 sigri til B36.
Fuglfirðingar
nærkast botninum
Við ósigrinum um viku-
skiftið, eru fuglfirðingar
bert trý stig frá botninum.
ÍF, sum undan kappingar-
árinum, var mett at vera eitt
av evnunum til uppflyting,
hevur ikki staði seg væl í ár.
Fuglfirðingar hava tapt
seks dystir í, og hóast tað
bert eru fýra stig upp til
B71, sum í løtuni liggur
best fyri í kappingini um at
enda á øðrum plássi, so
skal ÍF rættiliga taka sær
um reiggj, um vend skal
koma í.
Sumbingar koma á vitjan
í Fuglafirði komandi viku-
skiftið, og vinna fuglfirð-
ingar ikki tann dystin, so
kunnu teir vinka uppflyt-
ingini farvæl.
B36 hevur nú vunnið
tríggjar dystir upp í slag, og
liggur liðið nú á einum øðr-
um plássi. Komandi viku-
skiftið skulu havnarmenn
til Klaksvíkar, og vinnur
B36 dystin, so er vónin um
eitt heiðursmerkið brádliga
ikki so fjarð.
Dysturin í tølum
B36-ÍF 5-1 (2-0)
1-0 Tórálvur Poulsen
2-0 Tórálvur Poulsen
3-0 Eyðun Højgaard
4-0 Tórálvur Poulsen
4-1 Rúni Petersen
5-1 Eyðun Højgaard
B36 á øðrum plássi
Við m.a trimum málum frá Tórálvi Poulsen vunnu B36 5-1 á ÍF um vikuskiftið, og liggur
havnarfelagið nú á øðrum plássi
Mynd: Álvur Haraldsen
Við triðja sigrinum upp í slag, er B36 nú á øðrum plássi,
meðan fuglfirðingar nærkast botninum í botninum í 2. deild
17
16
Nr. 157 - 20. august 2002
FCK aftur mál í seinastu minuttunum
Í løtuni tykist sum
um, at føroyingurin
er fyrsta valið í Vejle-
álopinum
1.DEILD DANMARK
Páll Holm Johannesen
Vejle var um vikuskiftið á
vitjan hjá B93, og við ein-
um 2-0 sigri, hevur liðið
hjá Christiani Høgna fult
stigartal eftir tríggjar dystir.
Rúnavíkingurin fekk sítt
fyrsta landskappingarmál í
Vejle troyggjuni um viku-
skiftið, og tað má avgjørt
styrkja um hansara støðu í
Vejle-álopinum.
Hetta vikuskiftið hevði
Vejle-venjarin, Frank Peter-
sen, valt føroyingin og
Michael Blom sum fremstu
menn. Hetta má kennast
sum ein dygg álítisváttan
hjá Christiani Høgna, tí í
løtuni tykist sum um, at
føroyingurin er fyrsta val í
Vejle-álopinum,
meðan
Jerry Brown og Michael
Blom skiftast um hin álops-
sessin.
Uppiborin sigur
Á heimasíðuni hjá Vejle,
verður sagt at sigurin hjá
Vejle var uppiborin. B93
royndi at trýsta Vejle, men
teir komu aldrin til teir
heilt stóru málmøguleikar-
nar.
Christian Høgni hevði
eina roynd í fyrra hálvleiki,
men hon varð bjargað á
strikuni. Tá góður tími var
farin av dystinum kom
fyrsta málið. Eftir horna-
spark, er Christian Høgni
fyrstur á bóltinum, og so
var fyrsta málið hjá føroy-
inginum í Vejle veruleiki.
Hann varð løtu seinni út-
skiftur við Jerry Brown.
10 minuttir fyri leiklok
fekk Vejle aftur mál. Kern
Lyhne kundi við sínum
triðja máli í ár leggja gestir-
nar frammum 2-0, og tað
gjørdist eisini endaliga
støðan.
Vejle hevur framvegis
fult stigartal, og liggur á
odda í 1.deild saman við
Ølstykke, sum eisini hevur
fult stigartal.
Næsti dystur hjá Christ-
iani Høgna verður á Tórs-
vølli ímóti Liktinstein, og
vónandi klárar runavíking-
ur at halda góða formin,
sum hevur tryggjað honum
fast pláss á Vejle-liðnum.
Todi byrjaði, men var
ikki serliga eyðsýnd-
ur, og varð eisini í
seinna hálvleiki út-
skiftur
SUPERLIGA
Páll Holm Johannesen
Tað er við at gerast geran-
diskostur hjá FCK at skjóta
mál í seinastu minuttunum.
Seinastu vikurnar hevur
høvuðstaðarliðið í nærum
hvørjum dysti fingið mál
beint fyri leiklok, og soleið-
is varð eisini hetta viku-
skiftið.
Innskifti Morten Bis-
gaard vann FCK annað
stigið, tá hann í 90.minutti,
við eini perlu av einum
málið, javnaði til 2-2 ímóti
FC Midtjylland.
Todi byrjaði inni
Hans Backe hevði valt at
nýta sama álopsparið frá
UEFA Cup-dystinum ímóti
Lokomotiv
Tbilsi
hós-
kvøldið, og hetti merkti, at
Todi Jónsson og Jørgen Pet-
tersson báðir vóru við frá
byrjan í FCK-álopinum.
Sibusisu Zuma er fram-
vegis skaddur, og hóast frá-
gera flotta málið seinasta
vikuskiftið ímóti Farum, so
var Peter Møller aftur á
beinkinum ímóti FC Midt-
jyllandi.
Í fyrra hálvleiki leikað
javnt, har bæði FC Midt-
jylland og FCK skiftust um
at trýsta. Tað kom bert eitt-
ans mál í fyrra hálvleiki, og
tað fekk heimaliðið. Søren
Skriver var maðurin, sum
hevði seinasta fót á.
Ikki vóru nógvir minuttir
farnir av seinna hálvleiki,
so svaraði FCK aftur. Lið-
skiparin, Christian Løn-
strup, skeyt útifrá og um-
vegis ein FC Midtjylland-
leikara
streyk
bólturin
framvið nýggja eykamál-
manninum á landsliðnum,
Peter Skov Jensen, og so
var 1-1.
Jens Jessen legði mið-
skeiðis í seinna hálvleiki
heimaliðið frammum aftur,
eftir góða sending frá Pim-
pong, sum umframt at
leggja upp til seinna málið,
eisini var besti maðurin á
vøllinum sunnudagin.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki kom Peter Møller inn
fyri Toda, sum avgjørt ikki
hevði ein av sínum bestu
dystum sunnudagin. FCK
royndi at trýsta eftir útjavn-
adi málinum- og tað kom
eisini. Í 90. minutti endar
bólturin hjá innskifta Mor-
ten Bisgaard, sum umvegis
tvørstongini setti bóltin í
netið til endaliga úrslitið 2-
2. Langt í eykatíðini kundi
Peter Møller enn einaferð
vunnið dystin fyri høvuð-
staðarliðið, men skotið
brast í stongina, og út aftur
í spæl.
Komandi
vikuskiftið
verður stórdystur í Parkini
tá arvafíggindarnir FCK og
Brøndby bresta saman.
Væntandi verður Sibusisu
Zuma klárur til dystin, og
spennandi verður, um hvør
má víkja fyri suðurafri-
kanska framherjanum í
FCK-álopinum. Todi hevur
higartil skotið trý mál,
meðan sviin Jørgen Petters-
son enn hevur sítt fyrsta
mál til góðar í FCK-
troyggjuni, so spennandi
verður um tað verður føroy-
ingurin ella sviin, sum vera
undir liðini á Zuma í FCK-
álopinum ímóti Brøndby.
So bragdaði
hjá Brøndby
Eftir slaka byrjan á heim-
ligu kappingina, bragdaði
um vikuskiftið hjá meist-
araliðnum Brøndby. Við
sannførandi 4-0 sigri á Vi-
borg,
liggur
liðið
hjá
Michael Laudrup nú í miðj-
uni í Superliguni.
Tað er kreppa í Viborg,
og fleiri spælarar vísa al-
ment sína ónøgd við venj-
aran. Hvussu er og ikki, so
liggur Viborg, eftir ósigurin
um vikuskiftið, niðast í
bestu donsku fótbóltsdeild-
ini.
Brøndby hevur tveir sera
týdningarmiklar dystir í
næstum. Fyrst skulu teir
royna at endurtaka sigurin í
Parkini fyrr í ár, og síðani
kemur norska meistaraliðið
Rosenborg á vitjan.
Tað gongur væl hjá
nýggja venjaranum í AGF,
Poul Hansen. Um viku-
skiftið fekk AGF vitjan av
oddaliðnum OB, og heima-
liðið vann 3-2. Seinasta
málið í dystinum kom stutt
fyri leiklok, og var tað
Morten Poulsen, sum skeyt
tað. Við sigrinum er AGF
nú ímillum oddaliðini í
Superliguni, og tað má
kennast væl, tí seinastu ár-
ini hevur felagið bart undir
niðurflyting.
Uppflytarnir úr Køge
høvdu sunnudagin vitjan av
Silkeborg, og mátti heima-
liðið leggja rygg til eitt 4-0
tap. Silkeborg var nógv
betra liðið, og Køge-spæl-
ararnir høvdu torført við at
fóta sær í høgu leikferðini.
AAB er nýtt oddalið í
Superliguni, eftir at teir
vunnu 1-0 á heimavølli á
AB. Nýfloygdi landsliðs-
leikarin hjá AAB, Michael
Silberbauer, var sera eyð-
sýndur, og var við í tí mesta
hjá heimaliðnum. Kortini
var tað ikki Michael Silber-
bauer, ið skeyt málið hjá
AAB, men bert 19 ára
gamli Jakob Sørensen.
Christian Andersen og
hansara menn í Farum
fingu vitjan av Esbjerg
leygardagin,
og
hóast
heimaliðið var eina løtu
frammanfyri 3-1 eina løtu,
so vóru tað gestirnir úr Es-
bjerg sum vunnu 4-3. Hetta
var fyrsti sigurin í hesum
kappingarárinum hjá Es-
bjerg. Við ósigrinum eru
uppflytarnir úr Farum næst-
niðastir í Superliguni.
So fekk Christian Høgni fyrsta málið
Um vikuskiftið fekk so
Christian Høgni Jacobsen sítt
fyrsta landskappingarmál í
Vejle-troyggjuni, tá Vejle á
útivølli vann 2-0 á B93.
Mynd: Savnsmynd
Danska superligan
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1
AaB
4
3 - 0 - 1
6
4
2
9
2
FCK
4
2 - 2 - 0
9
6
3
8
3
OB (S)
4
2 - 1 - 1
10
5
5
7
4
AGF
4
2 - 1 - 1
7
5
2
7
5
Silkeborg
4
2 - 1 - 1
7
5
2
7
6
Brøndby (M)
4
2 - 0 - 2
9
6
3
6
7
FCM
4
1 - 2 - 1
5
5
0
5
8
Esbjerg
4
1 - 1 - 2
10
11
-1
4
9
AB
4
1 - 1 - 2
5
8
-3
4
10 Køge
4
1 - 1 - 2
7
12
-5
4
11 Farum
7
1 - 0 - 6
7
10
-3
3
12 Viborg
4
0 - 2 - 2
5
10
-5
2
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Danska 1. deild
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1
Vejle
3
3 - 0 - 0
7
1
6
9
2
Ølstykke
3
3 - 0 - 0
9
5
4
9
3
Brønshøj
3
2 - 0 - 1
7
3
4
6
4
Frem
2
2 - 0 - 0
6
2
4
6
5
Herfølge
3
2 - 0 - 1
7
5
2
6
6
HFK Sønderj. 3
1 - 1 - 1
8
7
1
4
7
B 1913
3
1 - 1 - 1
5
5
0
4
8
Fredericia
3
1 - 1 - 1
4
6
-2
4
9
FC Aarhus
3
1 - 0 - 2
8
8
0
3
10 B93
2
1 - 0 - 1
3
3
0
3
11 Hvidovre
2
1 - 0 - 1
3
5
-2
3
12 Randers F.
3
1 - 0 - 2
5
8
-3
3
13 AC Horsens
3
0 - 2 - 1
6
7
-1
2
14 Skjold
3
0 - 1 - 2
3
6
-3
1
15 B 1909
2
0 - 0 - 2
3
7
-4
0
16 HIK
3
0 - 0 - 3
3
9
-6
0
Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli Gregersen (Randers Freja)
C
M
Y
K
16