týsdagur 20. august 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 20. august 2002
19
Tíðindaskriv
Tá hondbóltslandsliðið var
saman seinasta vikuskifti
(9. og 10. august), varð
kannað eftir, hvussu venj-
ingarstøðan hjá leikarunum
var, og úrslitini vístu sera
stóra framgongd í mun til
seinastu kanning. Seinast,
venjingarstøðan hjá leikar-
anum varð kannað, var
seinast í mai mánaða, og
vanliga eru tað ikki mánað-
irnir juni og juli, sum verða
nýttir til at bøta um venj-
ingarstøðuna, tí tá hava
leikararnir vanliga ikki ver-
ið serliga virknir.
Ítøkiliga framgongdin í
venjingarstøðuni var uppá
góð 6 % í miðal hjá leikar-
unum í mun til støðuna
seinast í mai mánaða.
Lars Nedergaard, lands-
liðsvenjari, hevur hesa við-
merking til framgongdina:
»Góða venjingarstøðan
er eitt stórt plus til bæði
leikarar og feløg teirra.
Fleiri feløg eru byrjað at
venja fyrr enn vanligt, og
nógv feløg hava eisini lagt
áherðslu á at betra um
styrkivenjingina. Sjálvur
haldi eg, at feløgini her
hava
ásannað
vánaligu
venjingarstøðuna hjá leik-
arunum sum ein stóran
trupulleika.
Landsliðsleikarar og fel-
øg, sum dagliga hava trup-
ult við at fáa atgongd til
styrkivenjingarútgerð, hava
útvegað ella eru við at út-
vega neyðuga útgerð.
Enn er tó langt á mál,
men ein hugburðs-broyting
er á veg, og um nøkur fá ár
fara úrslitini av hesi broyt-
ing at vísa seg til stóran
frama fyri føroyskan hond-
bólt bæði her heima og í
kappingum uttanlanda.
Vit gerast kanska ongan-
tíð heimsmeistarar, men
við broytta og meira seriøsa
hugburðinum hjá landsliði,
leikarum og feløgum, verð-
ur stuðlar og fjølmiðlar
helst skjótt greiðir yvir –
eins og tað hevur víst seg í
Danmark í fleiri ár eftir-
hondini – at hondbóltur er
tann ítróttin, sum er best
egnað at vísa í sjónvarpi.
Seinasta kappingarár vórðu
yvir 100 hondbóltsdystir
vístir beinleiðis í donskum
sjónvarpi, og fyritøkur úr
øllum heraðshornum kapp-
aðust um at fáa sølulýs-
ingar í hallunum fyri á tann
hátt at røkka út til áskoð-
arar og hyggjarar.
Jú, eg eri errin av, at feløg
og leikarar hava brotið upp
um armar.
Leikararnar kunnu ganga
fattir, men hvørki eg sjálvur
ella leikararnir eiga at
leggja
okkum
fram
á
árarnar, tí enn er langt eftir
á mál – vit eru enn á
byrjunarstøði«, endar ein
nøgdur venjari, sum vænt-
ar, at verandi landslið
»toppar« um eini tvey ár.
Tíðindaskriv
Føroya Triathlon Felag
skipar komandi sunnudag
25. august kl. 13.00 fyri
FM í sprint triathlon, sum
eisini
er
næstseinasta
Grand Prix kappingin hjá
felagnum.
Kappingin verður í Havn,
og kappast verður soleiðis:
750 m svimjing, 20 km
súkkling, 5 km renning
Fyrst verður svomið í
Svimjihøllini í Gundadali.
Liðugur at svimja, skal íðk-
arin skunda sær út á súkkl-
una, og verður súkklað frá
Svimjihøllini til rundkoyr-
ingina við Skansan og aftur
til rundkoyringina R.C. Eff-
ersøesgøta/Norðari Ring-
vegur 3 ferðir, og so oman
til Skógrøkt Landsins.
Her verður skift til renn-
ing, og runnið verður frá
Skógrøkt Landsins niðan
eftir Hvítanesvegnum til
høgru eftir Skraddaragøtu,
inn á gøtuna kring Skóg-
røktina og aftur til málið
við Skógrøkt Landsins.
Runnið verður 6 ferðir runt.
Íðkararnir verða bidnir at
møta minst ein tíma áðrenn
kappingarbyrjan.
Støðan
í
Grand
Prix
kappingini er hendan:
Samlaða støðan aftan á 4
umfør:
FM í Sprint triathlon 2002
ATGONGU-
MERKJASØLA
Páll Holm Johannesen
Í samband við dystin
millum FC Keypmanna-
havn og Brøndby leygar-
dagin í Parkini, hevur
náttklubburin Jackways,
sum millum annað Todi
Jónsson eigur í, keypt
100 atgongumerkir til
stóra brakið í Parkini.
Øll
atgongumerkini
eru annars útseld til
dystin, men nú er so
møguligt at ogna sær at-
gongumerki
gjøgnum
Jackways. Av Jackways
verður sagt, at enn er
nøkur atgongumerkir at
fáa, og bílegging kann
fáast á e-meyl adressuni:
mail@jackways.dk
Jackways selir
atgongumerki til
FCK-Brøndby
Menn
Stig
1. Gunnar Dahl-Olsen
133
2. Eli Christiansen
128
3. Bogi Lenvig
114
4. Hallur Stakksund
110
5. Evald Rasmussen
66
6. Kári Simonsen
58
7. Beinir Rasmussen
52
8. Dia Jacobsen
30
9. Eyðtór Joensen
36
10. Robert Vilhelmsen
32
Kvinnur
Stig
1. Katrin Sørensen
80
2. Rannvá Jacobsen
74
3. Annika Jacobsen
30
4. Brynhild Klein
26
Tilmelding á tlf:
Evald Rasmussen
31 65 52
Gunnar Dahl-Olsen
31 90 30
Nú tvey umfør íresta í triathlon kappingini, liggur Gunnar Dahl Olsen fremstur samanlagt við
133 stigum
Mynd Savnsmynd
Landsliðsleikarar stóra framgongd:
19
18
Nr. 157 - 20. august 2002
Nú skal standa rætti-
liga illa til, um FS
Vágar ikki verður í
1. deild komandi
kappingarár
2. DEILD MENN
Páll Holm Johannesen
Við einum sannførandi 4-0
sigri á HB leygardagin, tók
FS Vágar eitt risa stig ímóti
uppflyting til 1.deild.
Størsti kappingarneytin
til fyrsta plássið í aðru
deild, Sumba, tapi sín dyst,
so nú skal standa illa til, um
vágaliðið ikki verður at
síggja í fremstu føroysku
fótbóltsdeildini komandi
kappingarár.
FS Vágar nógv betri
FS Vágar var nógv tað
betra liðið á vøllinum í
Sandavági
leygardagin.
Meðan tað í fyrra hálvleiki
leikaði nøkunlunda javnt á,
so var heimaliðið nógv
betri í seinna hálvleiki.
Vágaliðið hevði fleiri mál-
møguleikar, og úr Vágum
verður sagt, at sigurin kun-
di verið væl størri.
Tað kom bert eitt mál í
fyrra hálvleiki, og kom tað
beint fyri hálvleik. Úr 20
metra fjarðstøðu, eydnaðist
Bjarna Prior við góðum
skoti, sum rakti innarsíðuna
av stongini, at leggja FS
Vágar frammum.
Hálvleiksleiðslan var eis-
ini uppiborin, tí vágamenn
høvdu yvirvág í spæli, vóru
eisini meira ágangandi enn
gestirnir úr Havn. Úr Vág-
um verður sagt, at serliga í
fyrstu tjúgu minuttunum í
fyrra
hálvleiki
hevði
heimaliðið fleiri málmøgu-
leikar, men í mál vildi bólt-
urin ikki.
Seinni hálvleikur var ikki
meir enn byrjaður, so var
FS Vágar-framherjin, Bjarni
Prior, aftur á blettinum.
Eftir innlegg úr vinstru, er
Bjarni fyrstur við nærmastu
stong, og kundi leggja FS
Vágar frammum 2-0.
Í seinna hálvleiki var
stórur munur á liðunum, og
úr Vágum verður sagt, at
HB hevði sera lítið at bjóða
uppá, og at álopini skolaðu
oman á HB-málið. Tá góð-
ur tími var farin av dysti-
num, økti Kim Poulsen um
leiðsluna. Hann snýtti fleiri
HB-verjuleikarar, og varð
leysur við HB-málverja-
num, og kundi lættliga
leggja bóltin framvið mál-
verjanum til støðuna 3-0.
Kim var aftur upp á spæl
løtu seinni, og aftur hesa-
ferð snýtti hann fleiri HB-
verjuspælarar, og ótarnaður
økti hann enn einaferð um
leiðsluna.
Ikki fleiri mál komu í
dystinum, hóast málmøgu-
leikar vóru til tess, og við
sigrinum er FS Vágar nú
átta
stig
frammanfyri
nummar tvey.
HB niðast
Við ósigrinum er annað lið
hjá HB á niðasta plássinum
í 2.deild, og hava havnar-
menn tapt allar dystirnar í
seinnu hálvu. Komandi
vikuskiftið koma runavík-
ingar á vitjan í Gundadali,
og tá fær HB møguleika at
venda ringu gongdini sein-
astu dystirnar.
Komandi vikuskiftið fær
FS Vágar vitjan av B71,og
fær vágaliði fulla úrtøku, so
eru teir nærum tryggjaðir
uppflyting. Teir eru í løtuni
níggju stig frammanfyri
sandoyingar, og við einum
sigri, verða 12 stig á muni,
við bert 15 møguligum
stigum at spæla um, so tá
skal vera løgið, um FS
Vágar ikki verður at síggja
í 1. deild komandi ár.
Dysturin í tølum:
FS Vágar-HB 4-0 (1-0)
1-0 Bjarni Prior
2-0 Bjarni Prior
3-0 Kim Poulsen
4-0 Kim Poulsen
Við sigrinum á NSÍ,
hevur VB flutt seg frá
niðasta plássinum har
vágbingar annars
hava ligið stóran part
av kappingarárinum
2. DEILD MENN
Páll Holm Johannese
Tað var umráðandi hjá báð-
um liðum at fáa trý stig, tá
NSÍ og VB hittust í Runa-
vík leygardagin. Serliga
vágbingar høvdu stigini
fyri neyðini, tí teir høvdu
møguleikan at sleppa vekk
av niðasta plássinum, um
úrslitini annars vóru teim-
um til vildar.
NSÍ hinvegin kundi við
einum sigri koma uppá
annað pláss, og harvið
verða við í stríðnum um
heiðursmerki.
Lítil ferð á
Byrjanin av dystinum var
heldur linlig. Nógv spæl
gekk fyri seg millum teir
báðar brotsteigarnar, og fáir
møguleikar vóru. Sum fyrri
hálvleikur leið setti NSÍ
meiri ferð á, og komu runa-
víkingar eisini fram til onk-
rar góðar málmøguleikar,
sum kundu givið mál.
VB legði størri dent á
verjupartin, fyri síðani at
royna seg við mótálopum.
Hetta eydnaðist eisini væl,
og tað var uppá eitt slíkt
mótálop at VB eftir eitt gott
korter kundi leggja seg á
odda. Dan Djurhuus bleiv
spældur fríur og setti bóltin
trygt í málið.
Restin av fyrra hálvleiki
gekk fyri seg uppá sama
hátt. NSÍ hevði bóltin
meira, meðan VB helt seg
eitt sindur aftur og bíðaði
eftir møguleikum fyri mót-
álopum.
Beint sum ein trúði at
fyrri hálvleikur skuldi end-
að 1-0, svóvu verjuleikarar-
nir hjá NSÍ eina løtu, og
brádliga stóð 3-0 til VB. Í
seinasta minuttinum eydn-
aðist Birgir Jørgensen at
skjóta tvey mál, so vág-
bingar kundu fara til hálv-
leik við einari tryggari leið-
slu.
Okkurt skuldi henda hjá
NSÍ til seinna hálvleik,
skuldi runavíkingar fáa
nakað burturúr dystinum.
Teir komu eisini út til
seinna hálvleik við einum
heilt øðrum vilja, og fingu
lagt trýst á VB. Og tað
gingu ikki meir enn átta
minuttir, so var spenningur
aftur í dystinum.
Jústinum Hansen fór
einsamallur ígjøgnum VB-
verjuna og setti bóltin í
málið til 1-3.
Nógvir
málmøguleikar
Men hóast NSÍ nú royndi at
koma fram á vøllin, so var
tað sum um at liðið ikki
megnaði at halda trýstið
móti VB-málinum. Í staðin
fingu vágbingar fleiri góðar
møguleikar sum skuldu
givið mál, og burdu teir
havt avgjørt dystin langt
fyrr enn hann veruliga bleiv
avgjørdur.
VB gav NSÍ mønustingin
tá tað restaðu okkurt um 10
minuttir. Tá kundi Símun
Samuelsen skjóta bóltin
framvið málverjanum hjá
NSÍ, eftir at hann slapp at
renna einsamallur móti
málinum.
Hóast Mortan Hansen
fekk minkað til 2-4 beinan-
vegin, so var tað ov seint
hjá NSÍ. Í yvirtíðini fekk
VB eitt mál aftrat, so enda-
liga úrslitið gjørdist 5-2 til
vágbingar. Seinasta máli-
num stóð Símun Samuel-
sen eisini fyri.
Samanumtikið hevði NSÍ
meira spæl, men sigurin hjá
VB var uppiborin, tí vág-
bingar komu fram til nógv-
ar møguleikar serliga í
seinna hálvleiki, tá NSÍ
kom langt fram á vøllin, í
royndini at koma aftur í
dystin
VB fekk tískil trý kær-
komin stig, sum gera at
vágbingar fara framum HB,
sum sostatt nú liggur nið-
ast. NSÍ misti møguleikan
at koma uppá annað pláss í
tí sera tøttu og jøvnu 2.
deild.
Dysturin í tølum:
NSÍ-VB 2-5(0-3)
0-1: Dan Djurhuus
0-2: Birgir Jørgensen
0-3: Birgir Jørgensen
1-3: Jústinus Hansen
1-4: Símun Samuelsen
2-4: Mortan Hansen
2-5: Símun Samuelsen
FS Vágar nærkast 1.deild
FS Vágar vann aftur hetta
vikuskiftið, og nærkast
uppflyting. Hjá HB stendur
verri til, tí liðið er nú niðast í
2. deild
Mynd: Savnsmynd
VB av aftasta plássinum
C
M
Y
K
18