Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. august 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 20. august 2002 21 LANDSLIÐIÐ Ivan Eginsson Tað kemur verri enn so ofta fyri, at føroyska fótbólts- landsliðið í einum altjóða dysti skal møta einari tjóð, ið er minni, enn Føroyar sjálvar. Tað eru bert tvey limalond í UEFA, ið eru aftanfyri Føroyar – bæði í fólkatali og í stødd. Í San Marino búgva umleið 27.000 fólk, meðan Liktin- stein hevur fólkatalið, ið er nakað yvir 31.500 (tað vil siga, nøkulunda tað sama, sum í Føroyum uttan Tórs- havn). Liktinstein varð viður- kent av FIFA, sum lima- land, so langt síðan sum í 1974. Sjey ár gingu kortini, áðrenn tað lítla fjallalandið leikti fyrsta altjóða dyst sín, tá ið tað tapti 0-1 fyri stóra grannanum hjá sær, Sveits. Liktinstein helt sær kortini burtur frá HM- og EM- undankappingum fram til 1994, men hevur verið uppi í hvørja ferð síðan tá. Ikki heilt óvæntað hava tey flestu úrslitini verið so sum so. Eina ferð tapti liðið heili 11-1 á heimavølli fyri Makedonia. Kortini hevur Liktinstein tey seinastu ár- ini havt eina støðuga fram- gongd, ikki minst orsakað av frálíkum ungdómsar- beiði í landinum. U-16 og U-18 landsliðini hjá Liktin- stein hava fleiri góð úrslit at vísa á – millum annað 1-0 sigurin á teimum føroysku dreingjunum fyri trimum árum síðani, – og miðal- aldurin hjá tí liktinsteinska A-landsliðnum er tann læg- sti í Evropa í løtuni. Landsliðið hjá Liktin- stein hevur leikt tríggjar vinardystir higartil í ár. Sum kunnugt, taptu teir 0-1 fyri Føroyum á venjingar- leguni á Kýpros í februar. Síðst í mars eydnaðist tað liðnum undir leiðsluni hjá tí 39-ára gamla týskaranum Ralf Loose at fáa málleysan javnleik á heimavølli ímóti Norðurírlandi, og í apríl var tað pinkalítla fúrstardømið sera nær einum heldur óvæntaðum útisigri í Luksemburg. Liktinstein var á odda 3-0 síðst í 1. hálvleiki, takkað hattrikki- num hjá Martin Stocklasa (hetta var fyrsta ferð yvir- høvir, at liktinsteinska liðið megnaði at gera heili trý mál í einum dysti). Men Liktinstein fekk tveir menn útvístar eftir steðgin. Hetta hjápti Allani Simonsen og nýggja liði hansara at slep- pa undan eyðmýking í dystinum ímóti næstminsta landinum í UEFA. Endaliga úrslitið gjørdist 3-3. Til stóra gleði hjá øllum liktinsteinsku viðhaldsfólk- unum, boðaði tann mest viðagitni leikarin í landi- num nakrantíð, Mario Frick, fyri kortum frá, at hann var sinnaður at koma aftur á landsliðið. Tann 27- ára gamli áleyparin er fast- ur maður á besta liðnum hjá italska stórfelagnum Hellas Verona, sum m.a. Preben Elkjær spældi fyri mið- skeiðis í áttati-árunum. Fyri hálvum øðrum ári síðani bar Mario Frick seg undan at leika fyri Liktinstein, tí at »hann var troyttur av at tapa so at siga hvørja ferð«. Eftir ta avgerðina hevur yrkisleikarin hjá Verona ikki verið serliga væl um- tøktur millum landsmennir- nar, sjálvt um allir hava teir verið ernir av umboði sín- um í einari av fremstu fót- bóltsdeildunum í Evropa. Men nú broytti Mario Frick støðu sína og hann sigur seg síggja fram til komandi EM-dystirnar, og ikki minst teir ímóti Onglandi. Sam- bært Frick sjálvum, kann ein dystur ímóti eitt nú enska landsliðnum ikki samanberast við nakran dyst á klubstigi. Her er vert at minna á, at júst lands- liðsmálið, ið táverandi leik- ari úr einum lítið sigandi sveisiskum felagi skoraði fyri Liktinstein ímóti Týsk- landi í vinardystinum í 2000, hjálpti Mario at fáa nógva umrøðu uttanlands og útvega sær sáttmala í Italia. Annars kann nevnast til stuttleikar, at í 1993 bleiv systknabarn hansara, ið ber sama fornavn og eftirnavn, tann yngsti for- sætisráðharrin í Evropa í nýggjari tíð, bert 28 ára gamal. Hasin Mario Frick sat við róðri landsins í átta ár, fram til 2001. Burtursæð frá yrkisleik- aranum í Verona, eru tveir aðrir menn hjá Liktinstein verdir at leggja merki til. Báðir eru teir sáttmála- bundnir at fremstum feløg- um í Sveits. Evnaríki Peter Jehle var bert 16 ára gamal, tá ið hann vardi málið hjá A-landsliði sínum á fyrsta sinni. Í dag er hann 20 og hevur longu spælt 23 lands- dystir. Verjuleikarin Marko Nigg er eitt nýtt og spenn- andi andlit á liðnum. Tann 23-ára gamli mið- vallaleikarin Martin Stock- lasa hevur longu verið við í meira enn 30 landsdystum. Við fýra málum – trý teirra komu, sum skrivað áður, í seinasta dystinum í Luksem- burg – er hann besti mál- skjúttin hjá Liktinstein nakrantíð (tann kendi Mario Frick hevur bert tríggjar ferðir verið á máltalvuni). Metmaðurin hjá Liktin- stein í landsdystum – 27- ára gamli verjuleikarin Daniel Hasler – hevur 41 ferðir spælt við bláu troyggjuni hjá liðnum, sum hann er liðformaður á. Hann umboðar eitt felag í næstbestu sveisisku deild- ini. Allir teir bestu leikararnir hjá Liktinstein eru tøkir til dystin á Tórsvølli, burtur- sæð frá teimum skaddu miðvallarunum, Patrik Hefti og Mario Wolfinger, og so yrkisleikaranum í sveisiska Stade Lausanne, Frédérik Gigon, ið er farin á brúdleypsferð. Venjarin hjá Liktinstein, Ralf Loose, eigur met í U- 21 landsdystum fyri Týsk- land, men ongantíð kom hann á týska A-landsliðið, sjálvt um hann í nógv ár leikti við einum so kendum felagi, sum Borussia Dort- mund. Ralf Loose, ið hevur yvir 200 dystir í bundes- liguni á baki, tók við sum landsliðsvenjari hjá lítlu týskt-mæltu tjóðuni í 1998, eftir at hann í tvey ár hevði arbeitt við tey liktinstein- sku unglingalandsliðini. Liktinstein er tað einasta UEFA-limalandið, ið onga landskapping hevur. Tey sjey feløgini í landinum lut- taka í lægri deildum í Sveits. Tað besta felagið man vera FC Vaduz, ið sum oftast vinnur liktinsteinsku steypakappingina og er javn- an við í evropeisku UEFA- kappingini. Júst hetta felag- ið er best umboðað á lands- liðnum hjá Liktinstein. Í síðstu viku spældi FC Vaduz 1-1 á heimavølli ímóti skotska FC Living- ston í UEFA-steypakapp- ingini. Samanlagt hevur Liktin- stein leikt 54 altjóða skrá- settar dystir higartil og skorað 17 mál í teimum. Bert sjey ferðir hevur liðið sloppið undan tapi, m.a. í EM-undankappingum ímóti Írlandi og Ungarn (0-0 báð- ar ferðirnar), meðan tveir dystir av hesum sjey eru vunnir. Í 1998 basti Liktin- stein Aserbaidjan 2-1 á heimavølli í EM-undan- kappingini. Hin sigurin er á nógvan hátt minniligur. Í 1982 fekk liktinsteinska landsliðið innbjóðing at vera við í eini trýlanda- kapping í Asia. Dystin ímóti Indonesia taptu teir 2- 3, men hin – ímóti Kina – endaði við sjelkandi 2-0 sigri til Liktinstein. Soleið- is mátti nógv tað fólkarík- asta landið í heiminum lúta fyri einum tí allarminsta! Higartil hava Føroyar fingið 100% úrslit í teimum fýra dystunum ímóti teim- um báðum minstu UEFA- limalondunum – 3-0 og 3-1 sigrarnir á San Marino í 1995, og so tvey sigursmál hjá Una Arge ímóti Liktin- stein fyri tveymum árum síðani í Vaduz og aftur í februar í ár. Hagtølini benda á, at føroyingar eru favoritar til dystin í Havn. Men einki er at ivast í, at gestirnir eru komnir til Før- oya ikki fyri at tapa á triðja sinni á rað. Liðið hevur, sum sagt, staðið seg væl í ár, og eigur ein avgjørdan trumf við Mario Frick, leik- støði hvørs er munandi hægri enn tað hjá nøkrum øðrum spælara á Tórsvølli mikukvøldið. Tað er bara spell, at føroyska liðið ikki er ført fyri at stilla allar bestu leikarar sínar upp ímóti Liktinstein. Vónandi fer hetta ikki at ávirka endaliga úrslitið, ið eigur at vera eins gott og í dyst- unum við sama mótstøðu- liðið frammanundan. Før- oyar hava als ikki ráð til at missa stig á heimavølli ímóti einari tjóð við minni enn 32.000 íbúgvum, tí verður eitt annað úrslit, enn ein sigur, roknað sum eitt stórt vónbrot frá síðu okk- ara. Liktinsteinski hópurin til dystin á Tórsvølli telur 18 leikarar. Teir eru: føðingardagur dagliga við dystir mál Málmenn Peter Jehle 22.01.1982 »Grasshopper Club« Zürich SVEITS 23 Martin Heeb 05.11.1969 »USV Eschen/Mauren« 20 Verjuleikarar: Daniel Hasler 18.05.1974 »FC Wil 1900« SVEITS 41 1 Harry Zech 25.02.1969 »USV Eschen/Mauren« 38 1 Jürgen Ospelt 16.01.1974 »Chur 97« 35 Michael Stocklasa 02.12.1980 »FC Vaduz« 24 Christof Ritter 18.01.1981 »FC Vaduz« 20 Marco Nigg 28.06.1982 »FC St.Gallen« SVEITS 2 Miðvalla- og álopsleikarar: Mario Frick 07.09.1974 »Hellas Verona« ITALIA 35 3 Martin Telser 16.10.1978 »FC Vaduz« 32 1 Martin Stocklasa 29.05.1979 »FC Vaduz« 31 4 Thomas Beck 21.02.1981 »FC Vaduz« 20 Ronny Büchel 19.03.1982 »FC Vaduz« 15 Matthias Beck 05.10.1981 »FC Triesen« 13 Andreas Gerster 24.11.1982 »FC Vaduz« 6 Franz Burgmeier 07.04.1982 »FC Vaduz« 5 Fabio D'Elia 19.03.1983 »Chur 97« 5 Thomas Nigg 28.06.1983 »USV Eschen/Mauren« 5 »Todi hjá Liktinstein«, Mario Frick, er við aftur á landsliðnum hjá Liktinstein, sum mikudagin skal royna seg á Tórsvølli »Todi hjá Liktinstein« er aftur á landsliðnum www.sosialurin.fo 21 20 Nr. 157 - 20. august 2002 Eftir at Sumba-mál- verjin varð rikin av vølli, skrædnaði hjá sumbingum 2. DEILD MENN Páll Holm Johannesen Sandoyingar høvdu vitjan av sumbingum leygardag- in, og hóast talan var um ein oddadyst, so hølvaði heimaliðið gestirnar av. Endaliga úrslitið gjørdist heili 7-1 til B71, eftir hálv- leiksstøðuna 2-1. Einvegis ferðsla Í fyrra hálvleiki var ikki so stórur munur á liðunum, hóast B71 hevði yvirvág í spæli. Tað var kortini Sumba, sum legði seg á odda í dystinum. Eftir hornaspark endar bólturin hjá Hans Jákupi Thomsen, sum við skoti uttan brots- teigin, kundi leggja gestir- nar frammum. B71 svaraði skjótt aftur, og javnaði við máli, sum Ib Mohr Olsen fekk eftir hornaspark. Tað vóru royndir á mál frá báðum pørtum, uttan tó at nakað ítøkiligt spurdist burturúr. Beint fyri hálvleikssteðg- in, eydnaðist heimaliðnum at leggja seg frammum. Eftir trunkapæl framman- fyri máli hjá sumbingum, fekk polendingurin, Krys- tof Rabzienski, seinasta fót á, og so stóð 2-1 til sandoy- ingar. Hálvleiksstøðan var eis- ini 2-1 til B71. B71 hevði leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, og av Sandi verð- ur sagt, at hálvleiksleiðslan var fult uppiborin. Málverjin rikin av vøllinum Í seinna hálvleiki varð mál- verjin hjá sumbingum rikin av vøllinum, eftir at hann nýtt neyðbremsuna. Eftir útvísingina fullu sumbingar fullkomiliga í fátt, og mál- ini skolaðu inn. Av Sandi verður sagt, at tað snøgt sagt var bert eitt lið á vølli- num í seinna hálvleiki. Í seinna hálvleiki skutu sandoyingar heili fimm mál, og endaliga støðan gjørdist eisini heili 7-1 til B71. Málini í seinna hálv- leiki hjá heimaliðnum skutu, Rúni Joensen 2, Arunas Mika, Ib Mohr Ol- sen og Jónsvein Thomsen. B71 og Sumba alt at spæla fyri Bæði Sumba og B71 hava framvegis alt at spæla fyri. Liðini bæði eru í løtuni bestu boðini uppá eitt annað pláss í 2.deild, og harvið ein upp- og niður- flytingardyst ímóti næst niðasta liðnum í 1.deild. B71 og Sumba hava sera torførar útidystir komandi vikuskiftið. Sumbingar skulu møta ÍF í Fuglafirði, meðan B71 skal til vágar- nar. Dysturin í tølum: B71-Sumba 7-1 (2-1) 0-1 Hans Jákup Thomsen 1-1 Ib Mohr Olsen 2-1 Krystof Radzienski 3-1 Rúni Joensen 4-1 Arunas Mika 5-1 Ib Mohr Olsen 6-1 Rúni Joensen 7-1 Jónsvein Thomsen LÍF dragnar í stríð- num um uppflyting, og klaksvíkingar liggja í løtuni í miðju- ni í einari sera javnari kapping í 2. deild 2. DEILD MENN Páll Holm Johannesen Við sera effektivum spælið í Leirvík, vunnu klaksvík- ingar 3-1 á LíF leygardag- in. Leirvíkingar høvdu bólt- in meira, men við góðum kontra-fótbólti, vóru tað kortini gestirnir, sum fóru um fjørðin aftur, við øllum trimum stigunum. Styrkt KÍ-lið Av tí at ongin 1.deildar fót- bóltur var um vikuskiftið, vóru fleiri leikarar úr 1.liðs hópinum hjá KÍ við á øðr- um liðið leygardagin. Leik- arar sum Erling Fles, Har- ley Bertholdsen, Jan Andrea- sen og Símun Joensen, er allir vanliga við á 1. liði, men ongin teirra var á vøllinum á Sevmýri imóti TB seinasta vikuskiftið, og tí kundu teir verða við ímóti LÍF. Í fyrra hálvleiki var tað heimaliðið, sum hevði yvir- vág í spæli, men kortini vóru tað gestirnir úr Klaks- vík, sum fingu fyrsta málið í dystinum. Harley Bert- holdsen brýtur ígjøgnum í vinstru, og við góðari send- ing finnur hann veteranin, Olgar Danielsen, sum við innarusíðuni, kundi leggja KÍ frammum 1-0. Hetta var sjeynda málið hjá Olgari Danielsen í ár. LÍF var tætt við at fáa mál nakrar reisur í fyrra hálvleiki, men inn fór bólt- urin ikki, og kanska ikki heilt uppiborið vóru tað gestirnir, sum høvdu hálv- leiksleiðsluna. Í øðrum hálvleiki legði heimaliðið trýst á KÍ, men tað spurdist kortini onki mál burturúr. Í staðin kundi gestirnir økja um leiðsluna. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki fær KÍ fríspark í høgru síðu, sum John Ryan tekur. Við aftaru stong finnur John Harley Bertholdsen, sum við einum góðum skotið kundi leggja KÍ frammum 2-0. Leirvíkingar hildu fram við at trýsta KÍ, men ein vælleikandi KÍ verja og málmaðurin gjørdu sítt til, at leirvíkingar ikki fingu nakað burturúr leikligu yvirvágini. 15 minuttir fyri leiklok fóru klaksvíkingar aftur í eitt mótálop, og við einum hegnisligum lobbara, av- gjørdi Gunnleivur Biskup- støð dystin. Hetta mundi kennast sera hugtungt fyri heimaliðið, sum meginpart- in av dystinum hevði leik- liga yvirvág, men kortini vóru gestirnir, ið høvdu gjørt málini í dystinum. LÍF fekk minkað um munin stutt fyri leiklok, og tað var Fróði Joensen, sum fekk seinasta fót á. LÍF dragnar Tað hevur ikki gingið nak- að serligt hjá leirvíkingum í seinnu helvt, og hava teir bert fingið eitt stig úr níggju møguligum. Skulu leirvíkingar framhaldandi vera við í kappingini um uppflyting, so skal vend koma í. Argastu kappingarneyt- arnir í løtuni um eitt upp- flytingarpláss, Sumba og B71, eru ávikavist 2- og 3 stig frammanfyri LÍF, so møguleikin fyri uppflyting hjá leirvíkingum er avgjørt til staðar enn. Klaksvíkingar kunnu við sigrinum um vikuskftið, kenna seg eitt sindur trygg- ari í 2.deild, men tað gong- ur skjótt fyri seg báðar veg- ir, og komandi vikuskiftið fær KÍ vitjan av B36, og vinnur KÍ dystin, so eru teir við í oddinum í 2. deild. Dysturin í tølum: LÍF-KÍ 1-3 (0-1) 0-1 Olgar Danielsen 0-2 Harley Bertholdsen 0-3 Gunnleivur Biskupstøð 1-3 Fróði Joensen Máltindurin, 2. deild Clayton Soares . . . . . . . . . . . . . . . . . .FSV 10 Jónsvein Thomsen . . . . . . . . . . . . . . .B71 7 Bjarni Prior . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FSV 7 Heini Heinason . . . . . . . . . . . . . . . . .ÍF 7 Olgar Danielsen . . . . . . . . . . . . . . . . .KÍ 7 Eirikur Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . .Sumba 7 Kristian í Vági . . . . . . . . . . . . . . . . . .LÍF 6 Tórálvur Poulsen . . . . . . . . . . . . . . . .B36 5 Rúni Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . . .ÍF 5 Petur Sjúrðarberg . . . . . . . . . . . . . . . .LÍF 5 Jens Erik Rasmussen . . . . . . . . . . . . .FSV 4 Rókur á Fløtum Jespersen . . . . . . . . .HB 4 Mortan Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . .NSÍ 4 Birgir Jørgensen . . . . . . . . . . . . . . . . .VB 4 Carl Høgnesen . . . . . . . . . . . . . . . . . .B36 3 Eyðun Højgaard . . . . . . . . . . . . . . . . .B36 3 Símun Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . .B71 3 John Johansen . . . . . . . . . . . . . . . . . .FSV 3 Kim Poulsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . .FSV 3 Ruslan Screlea . . . . . . . . . . . . . . . . . .FSV 3 Eyðálvur Petersen . . . . . . . . . . . . . . .ÍF 3 Høgni á Lakjuni . . . . . . . . . . . . . . . . .ÍF 3 Høgni Zachariasen . . . . . . . . . . . . . . .ÍF 3 Bárður Heinason . . . . . . . . . . . . . . . .LÍF 3 Símun Samuelsen . . . . . . . . . . . . . . .VB 3 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 FS V 12 8 - 3 - 1 38 8 30 27 2 B36 12 5 - 4 - 3 17 17 0 19 3 B71 12 5 - 3 - 4 21 11 10 18 4 Sumba 12 5 - 3 - 4 16 20 -4 18 5 KÍ 12 4 - 4 - 4 17 17 0 16 6 NSÍ 12 5 - 1 - 6 13 20 -7 16 7 LÍF 12 4 - 3 - 5 20 20 0 15 8 ÍF 12 4 - 2 - 6 24 26 -2 14 9 VB 12 4 - 1 - 7 13 34 -21 13 10 HB 12 3 - 2 - 7 16 22 -6 11 KÍ vann í Leirvík Harley Bertholdsen var ein av leikarunum, sum hjálpti øðrum liði hjá KÍ um vikuskiftið, og væl gekst, tí KÍ vann 3-1 á leirvíkingum Mynd: Savnsmynd Knúsandi B71 sigur Hóast talan var um oddadyst millum B71 og Sumba, so vunnu sandoyingar dystin heili 7-1 Mynd: Savnsmynd C M Y K 20