Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. september 1981síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 HB—KÍ, 1. deild 5—2 (3—0): SOSIALURIN Meistaraheitið eitt fet nærri HB liggur nú á odda í landskappingini. Vit trygga sigrinum tók líðið eitt risafet móti meistaraheitinum HB vann tryggan 5—2 sigur móti Kl, og merkti hesin sigur samstundis, at HB nú liggur á odda í landskappingini við bestu møguleikum at ogna sær meistaraheitið. Aftaná fyrstu tíggju min. av fyrra hálvleiki, var tó einki í týddi uppá, at HB skuldi vinna stórsigur. Sum leikur hevði verið vildi rættast verið, um KÍ var á odda við einum ella tveimum málum; teir hevdu havt at kalla allan leikin og fleiri góðar atsóknir móti HB- málinum, og tá HB-liðið restaði fastar leikarar, sum Kristoffur Hansen, Kára Nielsen, Eyðun Dahl-Christiansen og Elias Mikkelsen, vóru tað mong, ið roknaðu við, at tað fór at verða KI, ið kom at »eiga« dystin. Men i 11. min. fær HB sitt fyrsta rættuliga ålop i lag, og endar hetta eisini vid måli. Suni Jacobsen trekti oman móti baklinj- uni i høgru sidu, og skjeyt hann hadani flata avlever- ing méti målinum. Uttan at nakar varnast fær bólturin loyvi at rulla fram við verju- og álops- leikarum, og endar hann úti í vinstru síðu í brots- teiginum, Har Tummas Óli Mortensen, ið stóð púra fríur, fær hann og skjýtur hann flatt skot í netið til 1—0. Hetta mål tóktist at ør- kymla Kl-leikararnar ikki so lítið. Teir fingu als ikki spælið at glíða á sama hátt og undan málinum, og í 19. min. ekti Suni Jacobsen til 2—0. Spælið skifti millum lið- ini, men var tað eins og klaksvíkingar hevdu mist trúgvina uppá, at teir kundi vinna dystin, og or- sakaði hetta, at HB hevði væl sterri lut í leiki. Hetta førdi eisini við sær, at HB í 40. min. ekti til 3—0. Helgi Olsen fær á sjálv- um brotsteiginum bóltin úr hegru síðu. Hann trekk- ir tvær ferðir fram við brotsteiginum og skjýtur so bóltin millum tveir KI- verjuleikara í hegra síðu- net. Í fyrsta álopinum í seinna hálvleiki ekir Helgi til 4—0, tá hann høvdar í netið aftaná høga avlever- ing úr høgru síðu. Bert fýra min. seinni eru HB-framherjarnir = aftur 00 uppá spæl. Hesaferð er tað Suni, sum, millum við- og mótleikarar, setur bólt- in í netið til 5—0 leiðslu. Nú væntaði ein, at HB fór at vinna stersta sigur av árinum, men spælið dóvnaði ístaðin, og kom KÍ meira við í leikin, tó uttan at leika seg fram til veruligar málmeguleikar. Spælið var ikki av tí besta í seinna hálvleiki og málmunurin var ov stórur til, at dysturin kundi gerast spennandi, men sjey min. undan leikloki minkar Markus tó um munin, tá hann setur bólt- in í netið til 1 —5. Og bert tveir min. seinni er aftur boð eftir HB. Jóannes Jacobsen skjýtur málspark, ið endar beint í fótunum á Mikael. Ístaðin fyri at skjóta trekkir Mikael, ið var púra fríur, inn í brotsteigin og verður hann feldur. Dómarin ivast ikki men demir hann brotsspark, ið Mikkjal Mikkelsen trygt setur í netið. Ov seint var KÍ komið í gongd aftur, og endaði dysturin við 5—2 sigri til HB. Við hesum sigri tryggj- aði HB sær oddasess í kappingini, av tí at TB samstundis »bert« greiddi javnleik á Tveroyri móti B68. HB, GÍ og TB hava nú øll 19 stig, men málúr- tekan hjá HB er munandi betur enn hjá hinum báðum og vil hetta merkja, at HB eisini mugu roknast fyri at vera »stør- favorittar« at vinna meist- araheitið — sjálvt um dysturin móti B36 uttan iva, sum vanligt, verður sera trupul. Uttaneftir Morten Frost vann i fina- luni å Prakash Seinasta vikuskiftið var ein opin badmintonkapp- ing í Værlese í Danmark, har fleiri kend nevn vóru við. Indiski stórleikarin í badminton Prakash Padu- kone, sum fyri góðari viku síðani vitjaði í Feroyum A—w—w—w—————— Framhald av síðu 7 unum — m.a. í steypa- kappingini hjá LÍF — so teir fara kanska, um tað verða teir, ið vinna deild- ina, eins og LÍF, longu aftaná eitt ár at stríðast um at sleppa longur upp. og sum vann All-England meistaraheitið í ár, tapti í finaluni = ímóti danska meistaranum Morten Frost, sum m.a. vann silvur í World Games í ár. Morten vann við settúr- slitunum 15—8 og 15—7. Tað, sum gjerdi kapping- ina serliga spennandi, var, at Prakash kom best frá byrjanini í báðum sett- unum. Eftir at Prakash hevði leiðslu uppá 4—0, megnaði Morten at vinna inn á hann aftur og enntá fáa leiðslu 5—4. Tá Mor- ten Frost hevði leiðslu 11—6 var sigur hansara fastlagdur, og settið end- aði sum sagt 15—8. Seinna settið kom Pra- kash eisini uppá leiðslu 6—2 og 7—4, men eisini hesa leiðslu vann Morten innaftur og vann settið 15—7. Eisini ein tann fremsta kvinnan í donskum bad- minton, Lene Køppen, vann i finaluni å Sally Leadbeater ur Bretlandi. Urslitini av settunum hjá henni vóru 11—6, 11,6. Lene Køppen Sparingin... Framhald av síðu 11 sett sær fyri at spara. Hevur sett sær fyri at fremja almennar niður- skurðir. Men allir hesir niðurskurðir hava eitt til felags. Teir raka tey veik- astu i samfelagnum, nevniliga tey, sum mugu nýta okkara almannalóg- gávu og so tey, sum búgva í landsins útjaðaragkjum. Tá seinasta landsstýri fór frá var semja fingið við ríkismyndugleikarnar um at hækka tær almennu pensiónirnar, t.v.s. fólka-, avlamis- og einkjupen- siónirnar og somuleiðis var semja fingin við ríkis- myndugleikarnar um týð- andi broytingar í forsorg- arlógini. Beint eftir at hetta landsstýri var valt, gjørdu vit í javnaðarflokk- inum av, at undirritaði skuldi seta ein fyrispur- ning til landsstýris- mannin í almannamálum, fyri við hesum at gera landsstyrið kunnugt við hesi viðurskifti og fyri at fáa at vita, um tað nýggja landsstýri vildi fremja hesar hækkingar og hesar broytingar. Men vit fingu eitt kalt bak. Vit fingu briksl um, at málið av okkara áðum ikki var greitt at leggja fyri tingið, og at landsstýrið tí onki kundi gera við hetta fyrr enn í fyrsta lagi í fíggjar- árinum 1982/83 ella um eitt ár. Men vit góvust ikki so. Tann 16. februar løgdu vit sjálvir uppskot fyri tingið hesum viðvíkj- andi. Men heldur íkki hetta gav nakað úrslit. Tað var avvíst við sama briksli. Í sjálvari legmans- reðuni verður lítið sagt um almannamál. Ístaðin verður vist til fylgisskjøl- ini. Og kanna vit hesi so síggja vit at undanfarna landsstýri longu reisti málið yvirfyri ríkismynd- ugleikunum í skrivi dag- fest 27. januar 1978, vit síggja at fundur var í fel- ags sosialu nevndini seinni sama ár, at bræva- skifti er fari fram millum almannastovuna og lands- stýrið eðrumegin og almannaráðið hinu megin í januar 1979, at fundur aftur var í felags sosialu nevndini 4. og 6. juni 1980 og aftur í degunum 30. Framhald á síðu 16 Framhald av síðu 9 avlevering afturi frá bak- linjuni. Tað kom einki mál afturat í hesum dystinum, so B36 fór av vellinum við tveimum málum og tveimum sigrum. Tað kundi lættliga komið fleiri mál, og tað var sum oftast B36, sum var nær við at seta bóltin í netið. Sum dysturin leið, sást tíðuliga at ÍF-leikar- arnir vóru illa sperdir. Teir spældu ongantíð góðan fótbólt, men spæl teirra versnaði munandi, sum dysturin leið. Haraftur- ímóti spældi B36 betri og betri, men tað knípti við at seta bóltin í netið. Tað er nú greitt at B36 verður verandi í 1. deild í hvussu er eitt ár afturat, men tá ein sá dystin í Fuglafirði síðsta leygar- dag, mátti ein ásanna at hettar liðið kundi >presen- terad« fótbólt, sum liggur á sama steði sum hjá liðunum, sum liggja í ovara enda, nú landskapp- ingin fer at halla. sj.